NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stór skomm við Miðlastuðlinum, tit skuldi skamma tykkum

18/12/2024

0 Comments

 
Picture
Øll vita vit at tey í Tórshavn duga sera væl at klippa sær sjálvum og tað eru tey verðinsmeistarar til.

Eisini vita vit, at tú mást vera í einari kliku "nevnd" fyri at fáa hendur á almennum pengum og hetta eru ovurhonds stórar upphæddir, tey burturluta til hvønn annan, fleiri 10tals milliónir um árið.

Hetta geldur bæði fyri list, filmlist, miðlar, grannsking, ferðavinnu og ein kundi blivi við at nevnt økir, har 10tals milliónir av olmussi verið latin til hesu fólkini, feløg og felagskapir um árið. 

Stuðulsupphæddirnar eru farnar til himmals og mest sum allar milliónirnar enda í Tórshavn, har sigast kann at vinar og kenningarpolitikkurin blomstrar í besta blóma.

Men hvør betalur hesar risa upphæddir til hesar persónar, felagsskapir og feløg og tað er vit í útjaðarnum og vit fáa onki afturfyri og hvar eru útjaðarpolitikkarnir, teir snorksova. 

Tað grovasta til hetta Sirkusi er at har er næstan onki eftirlit við hesar stuðulsjáttanir, hvat hesi fólkini brúka pengarnar til? og er nakað eftirlit aftaná?, tá ið pengarnir eru brúktir, eru teir brúktir rætt ella er teir bara farnir til forbrúk?

Nei, latið hesi fólkini klára seg sjálvi, klára tey ikki tað, so eigur kassin at latast aftur og tey kunnu finna sær aðrar inntøkukeldur at fíggja sítt virksemi uppá, tað gera vit onnur og hví skulu tey fáa stuðul og vit onnur onki fáa?

Seinasta dømi er Miðlastuðulin fyri 2024, stór skomm og tey øll skuldi skamma seg, ríka seg upp fyri stuðul frá okkum. 

Tað kann ikki vera uppgávan hjá okkum, at vit geva teimum stuðul fyri at halda teirra forbrúk uppi, har tey liva í sús og dús fyri okkara pengum.

Seinastu mongu milliónir vóru latnar í vikuni, har frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevnini í 2024 bleiv løgd fram og hon sigur okkum at tað er sjón fyri søgn við klippingini í Tórshavn, sjá grein niðanfyri:

Símun á Høvdanum

Frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevndini í 2024

Sambært § 7, stk. 3, í miðlastuðulslógini skal Miðlastuðulsnevndin við árslok á hvørjum ári lata landsstýrisfólkinum hesa skrivligu frágreiðing um virksemi sítt. Landsstýrisfólkið leggur frágreiðingina alment fram á netið og kann hon heintast her.

Almanna- og mentamálaráðið

0 Comments

Samgongan er ein FIASKO, 15 færri lærarar komandi skúlaár?

13/12/2024

0 Comments

 
Picture
Samgongan sum hevur økt landssýrisumsitingin við 32,6 milliónir síðani 2022, eru nú farin við spariknívinum eftir okkara lærarum, her grein í Skúlablaðnum, klikk link her: "Útlit fyri at 15 lærarar færri vera í fólkaskúlanum komandi skúlaár".

Men hvussu samsvarar tað við, at sama samgonga samtykti eitt uppskot tann 21. mai 2024, at tað skuldi vera færri næmingar í flokkunum, klikk link her "Færri næmingar í flokkinum".

Samanumtikið kann sigast um hesa samgonguna, at hon er ein stór FIASKO, eisini fyri okkara børn.

SáH

Picture
Hetta samtykti tey í 2023:
Jólagávan frá samgonguni, sum verður samtykt áðrenn jól. Gud nái okkum 🤔☹️☹️
❌ Hækka bensin-og dieselavgjald
❌ Hækka brennioljugjald
❌ Hækka el-prísin
❌ Hækka kringvarpsgjaldið
❌ Minka stuðulin til avlamisbil
❌ Hækka egingjaldið á heilivág
❌ Tey allar lægstløntu fáa hópin av avgjaldrokningum, men ongan skattalætta. Harafturat velur samgongan at lækka teirra orkustuðul úr 12.000 kr.í ár niður í 5.000 kr.næsta ár
❌ Sum einasti bólkur er samtykt, at lestrarstuðulin ikki skal prístalsjavnast í 2024+2025
❌ Útvald siglandi skulu,sum tey einastu,ið arbeiða heimanífrá, missa frádráttir.
❌ Sjómannafrádrátturin skal skerjast og frádráttir hjá útisiglarum skulu takast burtur
0 Comments

Føroyskar mammur sera illa fyri, um tær føða síni børn í Danmark

3/12/2024

0 Comments

 
Picture
Hugdi eftir sendingini "Kanst tú siga farvæl?", har umrøtt var um at sera nógvir føroyingar ikki venda aftur til Føroyar eftir loknað útbúgving í Danmark.
​
Ein faktorur bleiv ikki umrøddur og tað eru konufólk, sum hava fingið børn saman við einum danskara ella útlendingi og sum hava fødd teirra børn í Danmark. Tær hava ongan møguleika at koma heim til Føroyar aftur við teirra børnum, um tær blíva skyldar ella fara frá sambúgvanum, tí sigur maðurin ella sambúgving Nei, so sigur lógin, at tey ikki hava loyvið at flyta til annað land við børnunum og gera tær tað, so blíva børnini tikin frá teimum, tí so kemur tað undir at tær hava burturflutt børnini.

Hetta átti Fólkatingslimirnir Anna og Sjúrður tikið upp í Fólkatinginum, tí sjálvandi skulu føroysku mammurnar sleppa til Føroyar, vit hoyra jú undir Danmark og eru í Ríkisfelagskapi við Danmark og hví skal ein útlendingur í Danmark bestemma, hvar ein danskari/føroyingur skal búgva við sínum børnum innan Ríkisfelagsskapinum og er Føroyar eitt útland í Danmark?

Veit fleiri dømir har mammur vera tvingaðar at liva í Danmark við teirra børnum, tí fyrrverandi maðurin/sambúgving sigur Nei til at føroyska mamman og børnini skulu til Føroyar og tískil vera tey noydd at búgva í Danmark uttan sína familju í Føroyum og tað endar við at øll familjan flytir niður fyri at familjan skal vera saman.

Hetta má broytast skjótast gjørligt, sjálvandi skulu føroyskar mammur hava loyvið til at búgva, har tær hava hug til í Ríkisfelagskapinum og tað skal so undir ongum umstøðum henda, at ein útlendingur í Danmark bestemmar hvar ein danskari/føroyingur skal búgva.

Símun á Høvdanum

0 Comments
    Picture

    Archives

    February 2025
    December 2024
    October 2024
    September 2024
    February 2024
    January 2024
    January 2023
    December 2022
    November 2020
    November 2019

    Categories

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.