NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Pengarnir fossa út úr kommunukassanum?

25/9/2025

0 Comments

 
Picture
Er onki skil á hvussu okkara pengar vera brúktir í Klaksvíkar Kommunu og skulu eykajáttan til hvørja fer ein verkætlan skal gerast liðug í býnum.

Er tað veruliga so galið, at man ikki biður um tilboð, tá ið arbeiðið og viðlíkahald skulu gerast á bygningar hjá Klaksvíkar Kommunu? 

Her eitt grovt dømi, enn ein eykajáttan uppá heili 300.000,00 kr. til eitt gólv í KÍ høllini, sum eg vóni at Klaksvíkar Kommuna bað tilboð uppá og at veitarin kom við einum endaligum tilboðið uppá alt arbeiðið og eina fasta upphædd við øllum?

Usitingin av málinum dugir sera væl, tað er ikki bara gólvið sum skal hava eykajáttan, nei, nú er tað eisini skiftinarrúmini og so skal Svimjihøllin eiosini hava pengar, ikki til felagshølir til Ægir, men ymiskt annað og sjúkrapengar,  so eykajáttanin verður næstan eina millión, 700.000,00 kr.?

Klaksvíkar Kommuna er tann kommunan í Føroyum sum skyldar mest upp á hvønn innbúgva og Karl og hansara harkalið blíva við at brúka pengar og onki eftirlit er við játtanum, har eru eykajáttan eftir eykajáttna á hvørjum Býráðsfundi, í kvøld er heldur onki undantak.

Har mest pengar skulu brúkast, tá letur samgongan hurðarnar aftur og málini vera viðgjørd og samtykt aftanfyri læstar dyr, eitt nú tá ið eyka lántøka verður tikin og umfíggjan av lánum, men tað fáa borgarnir ikki innlit í, tí tað er fyri afturlatnum hurðum.

Bløðingin av almennum pengum má steðga í Klaksvíkar Kommunu og hvussu nógv hevur Teldumálið kosta okkum borgarnum, er upphæddin farin upp um 6 milliónir? og nær kemur tað málið fyri aftur í Býraðnum og skal eisini ein eykajáttan til tað og eru telduskipanirnir hjá Klaksvíkar Kommunu nú tryggjaðar móti teldusníkunum.

Hetta kemur fyri á almennum Býráðsfundi í kvøld:

76/25
25/01115-1 Eykajáttan til ítróttarøkið – eykajáttan, fyrra viðgerð
Viðgjørt av Fundardagur Málnr.
1 Mentanarnevndin 16.09.2025 54/25
2 Fíggjarnevndin 23.09.2025 97/25
3 Klaksvíkar Býráð 25.09.2025 76/25
4 Klaksvíkar Býráð 30.10.2025

25/01115-1 Eykajáttan til ítróttarøkið

Frágreiðing um málið:

Nógv er hent á ítróttarøkinum í ár, bæði tilætlað og óvæntað.

Gólvið í KÍ-høllini er skift, sum hevði avleiddar útreiðslur við sær á tilsamans 300.000 kr. Harafturat
vórðu ymsar broytingar gjørdar við skiftingarrúmunum, nú allur hondbólturin verður savnaður í KÍhøllini.

Fleiri avbjóðingar hava verið í svimjihøllini m.a. við dúkinum í baðilandinum, sandfiltrinum í
innanduraspa og klorrúminum, umframt meirnýtslu á lønarposti orsakað av sjúkramelding.
Hesar meirútreiðslur góvu tilsamans uml. 400.000 kr.

Tvs. at vit hava óvæntaðar meirútreiðslur á ítróttarøkinum á tilsamans 700.000 kr.

Burðardygd og heimsmálini:
Hetta málið stuðlar undir 3. heimsmáli, sum er at tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll
í øllum aldri.

Lógargrundarlag:
Kommunufulltrúin

Fíggjarligar avleiðingar:
Meirnýtsla á ítróttarøkinum á 700.000 kr., sum tørvur er á at meirjátta av tøkum peningi.

Tilmæli:
Mælt verður til, at nevndin tekur undir við at meirjátta 700.000 kr. til ítróttarøkið.
Mentanarnevndin 16. september 2025:

Nevndin tekur undir við tilmælinum, dagf. 04-09-2025
Fíggjarnevndin 23. september 2025:

Ein meiriluti, KHJ, AíT og SVJ, tekur undir við MeN 16-09-2025.
OáL og JS taka støðu í býráðnum.


0 Comments
    Picture

    Archives

    March 2026
    February 2026
    December 2025
    September 2025
    February 2025
    December 2024
    October 2024
    September 2024
    February 2024
    January 2024
    January 2023
    December 2022
    November 2020
    November 2019

    Categories

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.