Tey flestu sum kenna meg persónliga vita hvør Símun á Høvdanum er, eg elski okkara bý Klaksvík og vil gera alt fyri at vit øll skulu hava tað gott og at vit eru best á øllum økjum.
Eri sera lokalur og skal nokk gera alt fyri at vit fáa so nógv arbeiðspláss til Klaksvíkar sum gjørligt, alt skal ikki vera í Tórshavn, men alt skal vera í Klaksvík, Klaksvík fyrst.
Eri ikki bangin at tala tykkara søk og vil hjálpa tykkum, um tit hava ella fáa trupuleikar við Klaksvíkar Kommunu. Øll skulu vera líka fyri lógina og opinleikin skal inn aftur í Býráðsins gátt. Eru rossahandlar gjørdir, so skal tað fáa fylgjur fyri tey sum hava gjørt rossahandlarnar, tann tíðin er farin.
Eri ímillum tykkum hvønn dag og øll kunnu tosað við meg, bæði høg og lág, rík og fátæk, tjúkk og kløn, soleiðis eri eg bara.
Eri stoltir og errin av okkara ítróttarfólkum, har eg í gott 40 ár havi tikið 100túsundstals myndir av okkara hetjum, minnist til "vit standa øll saman og rópa á KÍ, Ægir, KRF, Stjørnuna, Team Klaksvík, Stjørnuna, Mjølnir, Talvfelagið, Judo, Fimleikarafelagið, Dart, Kurvabóltsfelagið, Billardfelagið...." og ein kundi blivi við at nemt fleiri feløg og okkara fantastisku ítróttarfólk, vit eru øll frá Klaksvík og tað eru vit øll stolt av. Mentan og ítróttur hevur verið raðfest høgt í hesari setuni, eitt nú hava vit fingið nýtt Mentanaðarhús, Kappróðrarneyst, Rennibreyt, nýtt skýlið, nýggjan fótbóltsvøll, men enn manglar nakað, eitt nú skjótibreyt, felagshølir til Ægir, Fimleikarahøll og annað, tað má og skal gerast um pengar eru tøkir til tað. Lat okkum geva okkara ungdómi eitt FRÍKORT, so øll hava ráð at íðka og velja tað ítróttargrein tey hava hug til.
Eri stoltir av okkara ungdómi, okkara tónleikarum, eitt nú Adrenaline, Straight Ahead, Hjarnar, Frændur, Dynamit.....Ungdómur okkara skal hava bestu sømdir, hann er okkara framtíð.
Eri stoltir av okkara vinnu og serstakliga okkara fiskivinnu, hon skal hava allerbestu sømdir. Vit skulu fáa Klaksvíkar Havn at virka enn betur og so skulu bryggjukantarnir gerast tryggir, eisini teir á Stongunum, á Kósini, á Vestursíðuni, á Kalsoynni, í Svínoy, á Norðoyri, Borðoyavík, Árnafirði, Ánunum, á Strond.... har trongir til at gera ein stóran innsats, vit liva fiskivinnuni og alivinnuni, SO ER TAÐ SAGT. Ferðavinnan skal mennast, har vit skulu gera eitt Campingpláss til okkara gestir og so skal Norðoya Bátafelag fáa síni felagshús, 500.000,00 kr. eru avsettur til tað verkætlanina og hon skal í gongd nú, nokk tosað, lat okkum gera økið, staðsetingin er við Effo støðina og tað fer eisini at hjálpa ferðavinnuni, har smábátar og seglskip koma á vitjan, hetta fara eg ígongd við um eg fái tykkara stemmur tann 12. november.
Eri ikki stoltir av okkara fíggjarligu støðu. Sjálvir eri eg innarliga í fíggjarligu viðurskiftum og nú má skil fáast á fíggjarligu støðuni í Klaksvíkar Kommunu, tað er stór skomm at vit eru og koma undir fíggjarligt eftirlit og tað má ikki henda aftur. Vit mugi klára okkum sjálvi við teimum skattakrónum sum koma inn í Kommunukassan og so byggja býin upp eftir hvat vit hava ráð til og gera íløgur innan tað húsarrúminum, raðfesting SKAL til. Tá fíggjarligan støðan er komin uppá pláss, so SKAL kommunuskatturin niður á sama skattaprosent sum Tórshavnar Kommunu hevur, tað er jú Tórshavn vit kappast við og tá í skatturin er farin niður, gerst tað bíðligari at vera borgari í Klaksvíkar Kommunu.
Eri ikki stoltir av okkara ferðsluviðurskiftum og parkeringsviðurskiftum, har skal skil fáast á tað skjótast gjørligt, har vegir møguliga skulu gerast einvegis og fleiri parkeringsøkir skulu gerast runt í býnum. Eisini skulu vit fáa skil á liðugtgerð á vegum, gonguteigum og at parkeringspláss skulu vera kravd til hvørja størri bygging í býnum, eisini skal tað vera kravt at vera eini sethús bygt, so skulu minst 2 parkeringsøkir fylgja við bústaðurin verður bygdur.
Eri ikki stoltir av at okkara eldruøkið, har eldru ikki sleppa inn á okkara Røktarheim, bíðilistin SKAL burtur skjótast gjørligt og okkara eldru og tey sum taka sær av okkara eldru skulu hava munandi betri sømdir, hetta skal bara vera ein sjálvflygja verið eg valdur tann 12. november. Vit hava ansingartrygd til okkara børn og tað skal eisini vera til okkara eldru, Akutlistin SKAL burtur.
Eri ikki stoltir av at bygningum hjá Klaksvíkar Kommunu sum eru í órøkt og eru við at detta niður og tað verður ikki góðtikið, um eg verið valdur inn tann 12. november, eitt dømi er Ídni. Eisini skulu økini sum Klaksvíkar Kommuna eigur runt í býnum fáast skil á, har órudd hevur ligið og sløðist í áravís, eitt nú har egningarskurðarnir eru, Norðoyri, Borðoyarvík, Norðhavnin, gamla Buchwald og økið á vestursíðuni. Rokni eisini við at økir aðrastaðni eru í órøkt og órudd liggur og sløðist, eitt nú í Svínoy, Kalsoynni, á Strond og aðrastaðni við, hetta farið eg undir at fáa skil á um eg fái tykkara stemmur, nokk bíða, nú skal handlast.
Eri ikki stóltir av okkara íbúðarpolitikki, tað skal gerast bíðligari at búgva í egnum húsum ella íbúð í Klaksvíkar Kommunu og útboðið má gerast størri og bíðligari. Ungdómurin og fólki mugi hava ráð at búgva í egnum húsum og íbúðum. Lat okkum gera meira eldruíbúðir, so mítt ættarlið, vit sum nærkast teimum 60 árunum kunnu flyta í ein minni búðstað, so næsta ættarlið kann yvirtaka okkara hús, men kostar ein íbúð 10-15.000,00 kr. at búgva í um mánaðin, so hava vit ikki møguleikan at flyta, men kosta ein íbúð umleið 5-6.000,00 kr. at búgva í, so er lítil ivi um at fleiri hava hug at flyta í minni bústað, so okkara stóru hús kunnu seljast til onnur at búgva í ella næsta ættarlið tekur við húsunum. Kundi gjørt 50+ økir og 60+ økir og tann hátt samlað tey gomlu saman, so tey fáa ein góðan aldurdóm saman við teimum sum man er javngomul við, hevði tað ikki verið well fyri tey gomlu?
Samanumtikið so skulu vit raðfesta betri, skil skal fáast á tað fíggjarliga, ferðsluna, tey eldru og øll skulu vera líka fyri lógina, gjøgnumskygni og opinleikin skal aftur inn í Býráðsins gátt, SO ER TAÐ SAGT.
Lat okkum velja ein sterkan Símun á Høvdanum inn tann 12. november, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
X við Símun á Høvdanum
Fólkaflokkurin