Valfundurin í Bygdahúsinum í Haraldsundi í dag varð ein søguligur fundir, tí tað er fyrstu ferð, at skiðað er fyri einum tílíkum fundi undan einum Kommunuvali.
Heilt fitt av fólkið høvdu leita sær oman á bygdahúsið í Haraldsundi, har Jógvan á Høvdanum hevði skipað fyri einum Valfundi fyri bygdarfólk har um leiðir. Tosað bleiv um samanlegging, skúlar og mangt mangt annað, har valevnini uppá hvør sín máta tosaðu sína søk. Orðstýrarin Hanus Gregersen dugdi sera væl at skipað fyri og alt í alt, so varð talan um ein sera góðar & siðuligan fund, sum fólkini vóru sera væl nøgd við.
Eftir fundin varð møguleiki at tosað við valevnini sjálvi og lótu luttakarar av fundinum sera væl av og tað er heilt sikkurt ikki seinastu ferð, at skipað verur fyri einum valdfundi hjá Kunoyar Kommunu. Ja, ein kann gott siga, at Valfeburin eisini er rokkin til Kunoynna og tað er bert gleðiligt at hoyra.
JáH (y) 05.11.2016