Stórar útbyggingar hava verið á trivnaðarøkinum hesi seinastu 4 árini. Hesar hava eisini havt politiskt kjølfesti. Bústaðir eru bygdir kring landið, og m.a. kann nevnast:
8 leigubústaðir bygdir í Klaksvík til fólk við serligum avbjóðingum.
12 vardar bústaðir í Klaksvík standa lidnir í næstum.
Depil til fjølbrekað børn og ung í Rúnavik stóð liðugur fjør.
16 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Havn vóru lidnar í fjør
16 leiguíbúðir í Runavík, harav helmingurin til fólk við serligum avbjóðingum.
12 nýggjar vardar bústaðir í Runavík standa lidnir í næstum.
Sjøtul er settur á nýggjan virknis- og umlættingardepil í Sandoynni. Hesin er liðugur í 2016
Tað er umráðandi, at øll øki í landinum, har tørvur er, verða útbygt. Hóast nógvir glottar eru at hóma, so er ikki at gevast á hondum. Vit eiga at halda áfram við at byggja hetta økið út. Gongd er longu sett á eina størri útbyggingarætlan á trivnaðarøkinum í Havn. Sambært nýggjum yvirliti hjá Almannaverkinum er tørvurin størstur í Havn, og tí eigur hetta økið at verða raðfest nú. Heldur enn at búgva í gomlum ótíðarhóskandi sambýlum er talan um at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir. Tað, sum m.a. liggur í ætlanum at byggja er:
Sambýli til børn við autismu (byggiskrá er um at vera liðug, og verklagslóg kann leggjast fyri tingið í hesum tingárinum)
12 leigubústaðir til folk við sálarsjúku 2016
12 leigubústaðir til folk við menningartarni 2016
Vart sambýli til menningartarnað 2017
Kósin við at byggja bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum má halda áfram. Ì stevnuskrá Fólkafloksins stendur, at “Vaksin, ið bera brek eiga at hava rætt til at flyta heimanifrá til eitt heimligt umhvørvi”. Hetta er stavnhald okkara og vilja vit framhaldandi arbeiða fyri.
Annika Olsen
Valevni fólkafloksins til løgtingsvalið