Verður nýggja samgongan 8 Landsstýrisfólk, so kann býtið vera soleiðis, at tann sum fær Løgmann, fær tveir sessir afturat, nevnliga Mentamál og Vinnumál. Tann sum ikki fær Løgmann fær Fíggjarmál, Fiskimál, Almannamál og Løgtingsformannin. Triðju flokkurin fær Heilsumál og innlendismál.
Men verður samgongan 9 Landsstýrisfólk, so kann býtið vera 4-4-1 og tá fær tann sum hevur Løgmann, Vinnumál, Mentamál og Uttanríkismál. Tann sum ikki fær Løgmann fær Fíggjarmál, Fiskimál, Almannamál, Heilsumál og Løgtingsformannin. Tann triðju flokkurin fær Innlendismál.
Taka vit somu málsøkir, sum undanfarna Landsstýrið brúkti, so varð býtið hetta:
Aksel V. Johannesen løgmaður
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum
Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
8 landsstýrisfólk. Tann sum fær løgmann, fær Innlendismál, Almannamál og Mentamál.
Tann sum ikki fær løgmann, fær Fiskivinnumál, Fíggjarmál, Heilsumál og Løgtingsformannin.
Triðju flokkur fær vinnu- og uttanríkismál.
Tað skuldi ikki verið so torført at skipa nýggja samgongu, um man gongur eftir hesum býtinum.
Sjálvandi skal tað kosta eitt sindur at fáa løgmann og tí fær tann stóru flokkurin, sum ikki fær løgmann tvey tung mál og Løgtingsformannin.
Samráðingarnar komu ikki á mál í gjárskvøldið, men tær vera tiknar uppaftur í dag.
SáH