1. Sjóhitin, heldur tíðarætlanin og hvussu nógv er avsett til sjóhitan og hvussu nógvir pengar eru brúktir til sjóhitan higartil?
2. Skúlatrøð, heldur tíðaræltann og hvussu nóg er avsett til Skúlatrøð og hvussu nógvir pengar eru brúktir til Skúlatrøð higartil?
3. Miðbýarætlanin, heldur tíðarætlanin og hvussu nóg er avsett til miðbýarætlanina og hvussu nógvir pengar eru brúktir til Miðbýarætlanina higartil?
4. Grundstykkini á Fossum tøk í 2017, kanst tú játtað, at grundstykkini á Fossum eru tøk næsta ár og kanst tú fáa ein býarverkfrøðing í Klaksvíkar Kommunu at játtað tað? ella er hetta bara eitt vallyftið, sum tit als ikki klára at halda.
5. Heitt evnið júst nú, hví fór Karl Jákup Ósa úr starvið síðsta fríggjadag?
Havi fleiri aðrar spurningar, sum vit borgarar í Klaksvík vilja hava svar uppá, men teir koma seinni, eitt nú um 50 metur hyl, Atlantis, Sjónleikarafelagið, Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð, vinnu og mentastjóran, umstøðurnar á Stongunum, um grundstykkini á Hjalla osv. osv.....
Símun á Høvdanum