Hesi seinastu átta árini havi eg umboðað Klaksvíkar kommunu í skúlastýrinum, fyrstu fýra árini á Skúlanum á Ziskatrøð, síðani trý ár í Ósáskúlanum, og hetta seinasta árið á samanlagda skúlanum á Skúlatrøð. Hetta hava verið átta hendingarík ár, har vit hava fingið nýggjan Ósáskúla og nú eisini hava sett sjøtul á nýggja samanlagda skúlabygningin.
Tá ið eg fyrstu ferð kom í skúlastýrið var eg rættiliga spentur, tí Ósaskúlin bleiv bygdur um hetta mundið, og eftir tað skuldi Skúlin á Ziskatrøð fara í gongd. Hetta var tíðin, tá ið Fólkaflokkurin hevði borgarstjóran, men har hendi satt at siga einki. Nógv varð tosað, men einki var klárt, og sama gjørdi, hvussu ofta vit í skúlastýrinum gjørdu táverandi borgarstjóra greitt, hvussu ringum standi skúlin á Ziskatrøð var í, so hendi einki.
Einki hendi aftur, fyrr enn núverandi býráð tók við. Tá vórðu skúlarnir lagdir saman - sjálvt um Fólkaflokkurin var hart ímóti tí - og nú er fyrsta byggistig í nýggja skúlanum ávegis. Langt um leingi eru vit komin víðari frá berum snakki til handling, og tí er tað umráðandi, at vit nú halda fram við hesum arbeiðnum og fáa 2. og 3. byggistig í verk skjótast gjørligt. Tí ræður tað um at velja tey valevnini, sum í verki hava víst, at tey eru før at fáa tingini at henda.
Sven Dahl, valevni á lista D