Hetta stendur skrivað á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu um bollafabrikkina, sjá niðanfyri:
77/17: 17/00233 Bygningurin á Stongunum, “Gamla bollafabrikkin”, matr 163q – eykajáttan – fyrra viðgerð
Frágreiðing um málið:
Víst verður til samtykt frá apríl 2017, tá UBN, HaVN og FíN samtyktu: “Nevndin mælir til, at kommunan
tekur upp samráðingar við eigarnar um framtíðar loysn av bygninginum”.
Umsitingin hevur, saman við formanninum í Havna- og Vinnunevndin, í summar haft fundir við leigarnar
av skúrunum og hevur lagt uppskot fyri teir um, at kommunan “yvirtekur” ábyrgdina av bygninginum,
soleiðis at umsitingargrunnurin verður upploystur.
Ein meting er gjørd av at fáa bygningin í nýtiligan stand, har serliga tekjan má skiftast. Herumframt má
bygningurin tryggjast móti stormi til komandi vetur. Mett verður, at tørvur er á uml. 1,5 mió. kr. tilsamans.
Hereftir verða leigusáttmálarnir dagførdir og tillagaðir, so leigan kann verða sett í mun til kostnaðin av
umvæling og trygging.
Mett verður, at neyðugt er við eini árligari leigu uppá minst kr. 100,- pr. kvm/árliga. Samla vídd er 683
kvm, so hetta gevur eina inntøku uppá kr. 68.000,- pr ár. at dekka trygging og viðlíkahald. Størsti skúrur er
52 kvm til støddar.
Løgfrøðingur hevur kannað málið og mælir til, at ískoyti verður sett í verandi sáttmálar.
Lógargrundarlag:
Ongin viðmerking.
Fíggjarligar avleiðingar:
Ongin peningur er avsettur til umbygging o.a., so tørvur er á eykajáttan í ár uppá kr. 500.000,- at tryggja til
veturin.
Tilmæli:
Málið verður lagt fyri avvarandi nevndir til støðutakan.
HaVN 18-09-2017
Nevndin tekur undir við at vetrartryggja bygningin og finna neyðuga pening innan verandi játtan og um
neyðugt eykajáttan.
FíN 26-09-2017
Ein meiriluti, Jógvan Skorheim, Signhild V. Johannesen og Tummas J. Lervig, tekur undir við eini
eykajáttan á 500 tús. kr. til “Bollafabrikkina”, ið verður fíggjað av meirinntøkum, ið eru mettar til 6 mió.
og eina lækking av avdráttum til 2,5 mió. kr. vísandi til aðrar tillagingar, ið verða gjørdar hetta umfarið.
Ein minniluti, Gunvá við Keldu og Herfrí J. Sørensen, tekur undir við meirilutatilmælinum, men mælir til,
at avdráttirnir verða settir til 4 mió. kr.
SáH