Hóttanir hava verið frammi frá fleiri samgongulimum og av Sonju Jógvansdóttir. Tá ið tað leikaði harðast á, tá fór ein tinglimur at keypa jólagávur í Edenburg og tá ið Fíggjarlógin fyri 2018 bleiv samtykt, tá skrivaði Tjóðveldistinglimurin Pauli Trónd Petersen ikki undir broytingaruppskotið.
Nú hevur so Kristin Michelsen, borgarmeistari á Tvøroyiri, tikið seg úr samgonguni og sent Aksel V. Johannsen soljóðandi bræv:
Góðan dagin Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Undirritaði Kristin Michelsen, Froðba, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hervið boða Løgmanni og formanni fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen frá, at eg Kristin Michelsen, løgtingsmaður frá ídag av, atkvøður mál fyri mál í Løgtinginum, og er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við undirritaða.
Undirritaði vil eisini vísa til at formaðurin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag Signar Dam alment og við telduposti til undirritaða dagfestur 14. november 2016 kl. 20.52 váttar ”at Kristin Michelsen er valdur fyri Javnaðarflokkin og umboðar sostatt Suðuroyar norðara Javnaðarfelag á Løgtingi”. Somuleiðis váttar Løgmaður í telduposti til undirritaða 13. november 2016 ” eg helt eg hevði svarað tær bæði munnliga og umvegis miðlarnar. Eg kann endurtaka tað her: tú ert framvegis limur í Javnaðarflokkinum og ynsktur í Løgtinginum”.