1) Er tað rætt í sambandi við Barentshavs-flotan, at JFK-skipini fara frá 13000 niður í ca. 7500 tons? at Framherji fer frá 9000 niður í 5000 tons? at Enniberg fer frá 7000 niður í 4000 tons næsta ár?
2) Hvat er endamálið við at bróta niður og taka so stóran part av lívsgrundarlagnum undan hesum reiðaríum, manningunum og familjum teirra?
3) Og hvørjar avleiðingar heldur landsstýrismaðurin hetta fer at hava á manningarnar og familjur teirra og á tey øki, har hesi búgva og virka?
Viðmerkingar:
Eftir at hava hoyrt reiðaran á Ennibergi henda dagin í útvarpinum, har hann so greidliga skar út í papp, hvussu stór vanlukka tað verður fyri reiðaríini, sum fiska í Barentshavinum, um nýskipanaruppskotið hjá Høgna Hoydal verður ført út í lívið, mátti eg enn einaferð spyrja meg sjálvan, hvat landsstýrismaðurin og henda samgongan veruliga hugsa fyri sær.
Skipini og reiðaríini, sum í dag fiska í Barentshavinum, hava í mong áratíggju uppbygt sær sera framkomið vinnuvirksemi, sum í veruleikanum byggir á royndir og dugnaskap hjá undanfarnum ættarliðum, ið vunnu Føroyum hesi rættindi, tá ið fiskiskapurin var fríur.
Í dag liva helst einar 200-230 føroyskar familjur beinleiðis av hesum virksemi umframt alt tað avleidda virksemi, ið hetta gevur tí føroyska vinnulívinum.
Kvotan, sum í ár er 30000 tons, verður eftir tilmæli frá ICES helst skorin 15 prosent, so næsta ár verður hon 25500 tons. Um nýskipanaruppskotið kemur ígjøgnum, missa reiðaríini umframt hetta 32 prosent aftrat, t.v.s, at nú verða bara eini 17500 tons eftir til reiðaríini.
Eftir hvat eg havi skilt, fer:
JFK-reiðaríið, sum hevur havt umleið 13000 tons í ár, fer nú niður í umleið 7500 tons
Framherji, sum hevur havt umleið 9000 tons í ár, fer nú niður í góð 5000 tons
Enniberg, sum hevur havt umleið 7000 tons í ár, fer nú niður í umleið 4000 tons
Tí hesir spurningar um Barentshavsflotan og tær ógvuliga álvarsomu avleiðingarnar av nýskipanaruppskotinum hjá landsstýrismanninum.
18.10.17
Jógvan á Lakjuni, tingmaður