Hevur hendan samgongan so ført ein rættan fíggjarpolitik, kunnu vit spyrja, tá tey síðstu 4 árini hava hildið eitt satt útreiðslugildi við at økja útreiðslurnar við 1 miá.kr.?
Vit kunnu eisini spyrja víðari, um hendan samgongan hevur ført ein ábyrgdarfullan fiskivinnupolitik, ella hevur víst ábyrgd við tí ovurhondsstóru meirnýtsluni á Glasi, - føroya størstu byggigølu - har ongin í samgonguni veruliga vil taka ábyrgd?
Nei, ábyrgdarloysið er ovurhondsstórt hjá hesi vinstrasamgonguni!
Vónandi fáa vit eina borgarliga samgongu eftir komandi løgtingsval. Tað verður ein vanlagna fyri føroyska samfelagið og føroysku vinnuna, um verandi vinstrasamgonga sleppur at halda áfram við sínum útreiðslugildi og ábyrgdarloysi.
Vónandi minnist veljarin til hetta til komandi val og velur ein sterkan Fólkaflokk á Føroya Løgting.
Birgir Nielsen
valevni hjá Fólkaflokkinum til komandi løgtingsval