- Tá hendan samgongan varð skipað, skilti fiskivinnupolitikkurin samgonguna og Sjálvstýri, og tað má eg staðfesta, at tað ger hann enn.
Fiskivinnunýskipanin hevur skapt stóran ótryggleika í vinnuni, og enn er ov tíðliga at síggja avleiðingarnar. Tí er tað ikki løtan, at koma við fleiri broytingum.
Til dømist kunnu vit ikki taka undir við tí uppskoti um veiðugjald, sum í dag liggur í løgtinginum, og ei heldur, at farið verður til eina kvotaskipan fyri heimaflotan. Hetta skilur samgonguna og okkum framvegis, og tískil kann eingin semja gerast um samgongusamstarv, sigur formaður floksins.
JáH (y) 22.03.2018
Kelda: Tíðindaskriv