Haldi tað er gott, at Javnaðarflokkurin gevur sína støðu til kennar hesum viðvíkjandi, so veljarin veit hetta undan valinum.
Hinvegin skal eg boða frá, at Fólkaflokkurin fer aldrinn at góðtaka ognarskatt.
Hetta er púra burturvið við at siga, at ognarskatturin fer at loysa nakran trupulleika, ognarskatturin fer at dríva hvørja hart sperda barnafamilju, sum framman undan sita hart í tí, úr teirra heimi. Er tað tað Javnaðarflokkurin vil ?
Haldi at Javnaðarflokkurin átti at loyst egnu truplleikar, áðrenn teir byrja við at leggja fleiri byrðar á familjurnar í Havn.
Byrjast kann við Karmamagnusarbreyt, sum Javnarflokkurin við øllum sínum broyttu byggisamtyktum eigur við húð og hár. Her valdar tøgn, og ongin ivast í hví
Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu