Forsætisráðharrin fyri Stóra Bretland, Theresa May ávarar um, at tað fer absalutt ikki at hjálpa nøkrum sum helst innan Brexit avtaluni, um tey nú velja at fella hana. Hon fortaldi fyri Sky News, at hetta hevur verið ein hørð vika - men hon hevur í sinni at arbeiða víðari uppá avtaluna uttan at førka vekk til annað arbeiðið.
Hon segði eisini, at teir næstu sjey dagarnir vera kritiskir fyri framtíðina hjá Stóra Bretland, skrivar BBC.
Bretland skal eftir ætlan út úr ES tann 29. marts 2019, Kl. 11.00 - um ikki onnur avtala er gjørd. Og finna tey ikki eina avtalu innan tað tíð - so kann roknast við, at Stóra Bretland kemur í stórar fíggjarligar avleiðingar.
JáH (y) 19.11.2018