Fyrrapartin í dag verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn.
Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu teir skifta orð um uttanríkispolitisku lógina, stjórnarskipanina og norðurlandamál.
Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.
Løgmaður kemur aftur til Føroya í kvøld.
JáH (y) 10.01.2018
Kelda: Løgtingið