NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kunoyingar eru eitt tolið fólkaslag

26/10/2017

Comments

 
Billede
Kunoyingar eru eitt tolið fólkaslag, má sigast, tí nú hevur J & K Petersen og Landsverk arbeitt í nakrar mánaðir við Kunoyar tunnil - uttan at nakar hevur gjørt alment vart við hetta.

Á heimasíðuni hjá Landsverk stendur skrivað, at arbeiðið verður liðugt tann 25. november, men undirritaði hevur tosað við ymisk fólk, sum siga frá, at arbeiðið hjá J & K Petersen ivaleyst ikki verður liðugt fyrr enn til jólar.

Alt gott um tað, tí undirritaði varð eisini við til, at gera tað soleiðis, at rørini hjá Bakkafrost loksins sluppu ígjøgnum tunnilin og hevði tað málið gingið eitt sindur skjótari, so varð arbeiðið sikkurt langt síðani liðugt. Men so skuldi ikki vera ... men gleðiligt er tað álíkavæl, at Bakkafrost sleppur at føra sína fyritøku har hon bygt, tí hvør veit um tað ikki eisini vera at dryppa eitt sindur á "deknin" ..?

Og tað er ikki bert tunnilin, sum skal gerast - tí fyrr ella seinni, so má Landsverk taka seg saman og fara í holt við at asvaltera vegin frá tunnilin til Kunoyar bygd, tí har er (mær vitandi) ongantíð asvaltera og bert hevur verið talan um bókstaviliga talt "lappa loysnir" frá Landsverka'sa síðu. Tað slítur uppá sinni, at vit úr Kunoy ikki vera tikin fyri fult av Landsverki - men tó eru vit at gjalda, at Landsverk sleppur at byggja land - sjálvt um tey onki byggja fyri okkum, sum her búgva.

Billede
Vegurin og tunnilin er bert ein biti av tí stóru køkunum, sum ein verður noyddur at svølgja - um ein býr Kunoy ella Haraldssundi. Tað allerfyrsta, sum ein má noyða seg ígjøgnum er tann farliga byrgingin, sum frá byrjan tíð, eisini hevur verið (og er) ein "lappa loysn" frá Landsverki.

Vit hava fingið lova ferð eftir ferð, at nú skal tað vera - men enn er ikki hent ein skid og ein er við at missa tolið. Tað vísur seg, at okkara Landspolitikara onki gott vilja teim, sum búgva úti á bygd - tí har hava stemmurnar vælsaktans onki at siga, tá talan er um okursprís av undirsjóvatunnelum, sum vera tiknar frammum trygdina hjá fólkið, sum dagliga ferðast yvirum "DEYÐSFELLUNA" hvønn dag.

Tískil hevur undirritað sent hesar spurningar til Landsverk og til landsmannin í Samferðslumálum:

1. Nær kann roknast við, at arbeiðið verður liðugt hjá J & K Petersen við Kunoyar Tunnil ..?

2. Hevur Landsverk boða Føroya Tele frá, at seta framm kaðlar ígjøgnum Kunoyar Tunnil, so at vit úr Kunoy sleppa at hoyra ÚF ímeðan vit koyra ígjøgnum tunnilin ..?

3. Meiri og meiri fólk renna ígjøgnum tunnilin og tískil so loyvir undirritaði sær eisini at spyrja - um tað yvirhøvur er loyvið, at renna ígjøgnum Kunoyar tunnil, tá ið hesin tunnil er einvegis og sera illa merktur ..?

4. Nær er Landsverk at taka byrgingina yvirum til Haraldssund í álvara og gera nakað við hana ..? Undirritaði veit, at projekteringin kostar 35 milliónir krónir - men er tað veruliga so livandi galið, at Landið hugsar meiri um pening enn um lív ..?

5. Nær fara tit at asvaltera vegin úr tunnilin til Kunoyar bygd ..? Vegurin er sera nógv slitin og absalutt ikki tíðarhóskandi. Hetta kann bara gerast betri frá Landsins síðu og undirritaði skilur ikki, hví fólk úti á bygd allatíðina skula traðkast á.

Tá ið hetta er sagt, at veit undirritaði fullvæl av, at peningur skal vera settur til síðus fyri at onkur fyritøka ella Landsverk sjálvt, skal fara í holt við arbeiðið. Men tíðin er langt fráliðin og absalutt nakað, sum tit frá Landsins síðu ella frá Landsverki - hava havt tíðiligt av tíð at gera betri.

Við vón um skjótt aftursvar

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu

Comments
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly