Hon byggir tað uppá 8 orð, ið standa í fíggjarlógini um málið, ið eru ”Eingin játtan er tískil til endamálið í 2022”. Hetta uttan at greiða lesaran frá, hví tað tískil er ongin játtan. Tað kann ein og hvør finna útav, um tey geva sær stundir at lesa uppskotið.
Veruleikin er tann, at í uppskotinum fyriliggur ein frágreiðing um, hvussu gongdin á byggingini av Húsarhaldsskúlanum hevur verið. Hon er at síggja á síðu 249, og er 252 orð til longdar.
Har stendur millum annað at lesa hví byggingin ikki er farin í gongd enn, og at pengar hava verið settir av til endamálið undanfarin ár, sum ikki eru brúktir. Í uppskotinum stendur millum annað:
” Eftir at verkætlanin hevur verið í útboði, vísir tað seg, at verkætlanin er dýrari enn mett. Endalig støða er ikki tikin til, hvussu farið verður víðari, herundir um neyðugt verður at broyta heimildarlógina. Tað hevur tí drigið út við at koma í gongd við sjálva byggingina. Mett verður, at tøka upphæddin á 13,1 mió. kr. er nóg mikið um tað skuldi víst seg, at byggingin fer í gongd í 2022. Eingin játtan er tískil til endamálið í 2022.”
Tískil eru pengar at brúka. 13,1 mío.kr. eru tøkar frá óbrúktari játtan og tískil verður ongin játtan neyðug til endamálið í 2022.
Eftir stendur spurningurin: Hvat var endamálið við lesarabrævinum? Neyvan at upplýsa málið uppá rættan hátt, men heldur breiða ”fake news”, og skaða samgonguna.
Hendan samgongan avrikar. Vit vilja føra politikk heldur enn retorikk. Vit fara leggja orku í, at øll verandi ivamál vera beind burtur, so hendan byggingin kann fara í gongd. Nakað, sum undanfarna samgonga ikki megnaði.
Eg vóni andstøðan kemur at standa saman við okkum í hesum málinum og fáa Húsarhaldsskúlan bygdan.
Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin