Fyrst hugdi eg eftir fíggjarmálum:
Tann 16/11-2015 kom Kristina Háfoss við trimum uppskotum í Løgtingi:
Nr 1) Hækka veggjald á bensin og dieselbilum 10%
Nr 2) Hækka tinglýsingargjald við 0,5%
Nr 3) Hækka gjald til Samhaldsfasta við 0,5% frá arbeiðstakara og 0,5% frá arbeiðsgevara
Síðan hugdi eg eftir heilsumálum:
Tann 10/12-2015 kom Sirið Stenberg við einum uppskoti í Løgtingi:
Hækka gjaldi til heilsutrygd
Fasta gjaldi hækkaði við 10 kr, frá 165 til 175 pr mðr.
% gjaldi hækkaði frá 0,55 til 0,6%
Harumframt bleiv tilskotsskipanin broytt so tað var truplari at fáa stuðil til ávís øki.
Síðan hugdi eg eftir almannamálum:
Tann 16/11-2015 kom Eyðgunn Samuelsen við einum uppskoti í Løgtingi:
Lækka grundupphæddina hjá øllum pensionistum við 580 kr pr mðr
Umframt hettar hevur eingin javning verið síðan 2014.
Hettar vóru alt spariátøk fyri at tálma útreiðslunum á fíggjarlógini fyri 2016 sum rakti fólk í øllum aldri.
Undrunarsamt hvussu skjótt man gloymir egnar gerðir.
Edva Jacobsen, tann 03.10.2020 Facebook