1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at bøta um ferðslutrygdina við innkoyringarnar til Norðragøtu?
Viðmerkingar:
Norðragøtu bygd hevur tríggjar innkoyringar frá landsvegnum. Hesar innkoyringar eru ofta íblandaðar ferðsluóhapp, harav flest øll ferðsluóphappini henda við tær báðar sunnaru innkoyringinar til Norðragøtu.
Ferðsluóhappini, sum henda við innkoyringarnar til Norðragøtu, eru ofta ógvuslig. Hetta kemst helst av, at talan er um vegastrekki, har ið tað er loyvt at koyra 80 km/t.
Hóast onkrar ábøtur eru gjørdar á strekkinum, so henda framvegis nógv ferðsluóhapp við hesar innkoyringar. Tað tykist, at tað er bert ein spurningur um tíð, til at ein ferðsluvannlukka fer at henda, sum fer at kosta mannalív.
Meiningarnar, um hvat skal gerast, eru nógvar. Ynski eru um at bøta uppmerkingina, bøta um útsýnið við innkoyringarnar, at seta hámarksferðina niður á hesum strekkinum v.m.
Spyrjarin ynskir at fáa at vita, um nakrar ætlanir eru um at bøta um ferðsluviðurskiftini við innkoyringarnar til Norðragøtu fyri at kunna forða fyri ferðsluóhappum í framtíðini. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 19. juni 2020
Uni Rasmussen
www.facebook.com/Folkaflokkurin/Fólkaflokkurin