Men nú er tíðin langt síðan komin at taka næsta stigið! Tað er at fáa føroyskt neytakjøt á borðið.
Tað er stór skomm fyri eitt samfelag, at tveita matin í skrell.
Eg havi tosa við mjólkabøndir, sum siga at tað blíva uml. 500 tarvkálvar avlívaðir um árið. Vórðu kálvarnir settir við, og flettir uml. 18 mánaðir gamlir, hevði hetta givið uml. 125 tons av kjøti til føroyska marknaðin - og uml. 8 mill. til mjólkbøndirnar.
Sum øll síggja, er hetta ikki gott. Her MÁ og SKAL okkurt gerast! Eg hugsi, at tað almenna kann skapa karmarnar.
Landið eigur eitt stórt fjós við øllum hentleikum. frammi í Dal í Kollafirði, sum stendur tómt. Tað kundi verið ein byrjan saman við mjólkabøndunum, MBM, Búnaðargrunninum og Búnaðarstovuni at fingið hetta til eina vaksandi vinnu.
Tú, kæri veljari! Tú veitst, at tá ið Fólkaflokkurin sigur tað, so meinar hann tað!
Vel Fólkaflokkin
Poul Adrian í Homrum
valevni Fólkafloksins