Fleiri av teimum bóðu um mína hjálp, tí teir væntaðu, at takið á hvíta stóra bygninginum, sum er í sera ringum standi, er við at fara og væntandi fer tað í luftina tá ið næsta ódnin kemur og tað kann fáa óbøtaligan skaða, bæði fyri bygningar á Stongunum og í ringasta førinum kosta mannalív, um onkur takpláta rakar okkurt fólk.
Her hevur Klaksvíkar Býráð snork sovi, sjálvandi skulu okkara fiskimenn hava bestu sømdir í býnum, tað eru jú av teimum við liva av, tí ætli eg mær, um eg verið valdir inn í Klaksvíkar Býráð, at fáa skil á Stongunum aftur, bæði við at fríðka um økið og so er bráðneyðugt, at fáa gjørt hvíta bygningin ístand, so tað verður aftur trygt at vera fiskimaður á Stongunum, tí er tað sera týdningarmikið hjá tykkum øllum egnarum og húsunum á Stongunum, at tit fara á val tann 8. november og velja Símun á Høvdanum inn, tí so verður tað gjørt.
Símun á Høvdanum