Fylg við "live" HER
Amerikanski forsetin hevur longu tosað við Pelosi og ynskt henni tillukku við sigrinum, verður sagt úr tí Hvíta Húsinum.
Tað er ikki óvanligt, at ein sitandi samgonga í Amerika - tapir yvirlutan í einum Miðvalið og sjálvt um Umboðshúsið er tapt hesa ferð - so er Senati enn í hondunum hjá tí Republikanska flokkinum - har Republikanski flokkurin hevur 51 sessir og Demokratarnir hava 45.
Pelosi hevur tosað nógv um opinleika av tí Hvíta Húsinum og eitt sum tey flestu roknað við nú - er at Pelosi fer at krevja av forsetanum, at hann letur sínar skattaskyldur inn - og tað kann gott enda við einari ordiligari skandalu fyri forsetan.
Eitt annað, sum er dottið burtur í valstríðnum er serkønisgranskarin hjá FBI, Robert Mueller - sum enn granskar ymisk viðurskiftir hjá Donald J. Trump. Og av tí - at vit eru í einum valið, so hevur steðgur verið av granskingini - sum eftir øllum at døma - verður tikin uppaftur í stundini, sum Miðvalið er av.
JáH (y) 07.11.2018
Kelda: CNN