Almenni parturin av málinum byrjaði tann 26. februar í ár, tá eg í blaðnum varð lagdur undir at hava lovað at útvega ungum kvinnum hassj. Ákærurnar byggja á sms-samskifti og bandaðar telefonsamrøður, sum Sosialurin, við sera ivasomum og ólógligum metodum, hevur verið vil til at fáa til vega saman við einari kvinnu.
Sum aftur hevur samband við eina aðra unga kvinnu. Talan er tó um eina herferð, sum er nógv drúgvari enn so. Hon byrjaði í duldum - eisini fyri mær - 17. november í fjør, og er eitt samstarv millum persónar, sum høvdu sett sær fyri at fáa meg burtur úr politikki. Orsøkin var, at eg ikki gekk í takt við hesar persónar, sum júst um hetta mundi skrivaðu og kjakaðust dúgliga ímóti mær við lesarabrøvum, og tí skuldi eg fellast, kosta hvat tað vildi.
Júst tá leikaði hart á politiskt, um fiskivinnunýskipanina. Eg stríddist sum úlvur á skóg fyri at tryggja, at hvørki sjómaðurin ella fiskavirkisfólkið á landi skuldu vera fyri órætti og koma í vanda at missa síni størv. Arbeiðsfólk, serliga í útjaðaranum eru sárbar mótvegis ov stórum broytingum. Tað liggur tí stór ábyrgd á okkum politikarum at ansa eftir, at verkafólkið ikki verður fyri vanbýti, men verður tryggjað eina góða inntøku.
Ákærurnar høvdu eitt øgiligt trýst við sær. Ikki bara á meg persónliga, men eisini á míni nærmastu, á mín politiska flokk og á mínar politisku samstarvsfelagar. Tí talan var jú um sera tyngjandi ákærur, um tær vóru sannar. Men tað eru tær ikki.
Les meira HER
JáH (y) 23.03.2018
Kelda: Bjarni Hammer