M.a. varð kjakast um, hvussu vit best fáa javnari viðurskifti í lag millum øll øki í landinum.
Eisini meldaðu fleiri fólk seg at hjálpa til á flokstinginum, sum í ár verður í Klaksvík.
Nýggja nevndin sær soleiðis út og tað eru bert kvinnur í nevndini:
Lone Høeg Bejer, forkvinna og aðalstjórnarumboð
Gunnhild Dahl Niclasen, næstforkvinna og eykaaðalstjórnarumboð
Mildrid á Lógv, kassameistari
Maria Kristina Smith, skrivari
Jacqueline Gardar, nevndarlimur
Nývaldu eykaumboðini eru Guðrið Helenudóttir Krúnufjall og Signy Hansen.
Hetta má vera fyrstu ferð í søguni, at bert kvinnur eru í nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag.
Fyri nøkrum árum síðani var Tjóðveldi garanturin hjá okkara fiskivinnu, har Heini O. Heinensen bardist
fyri rættindum hjá teimum, men nú Tjóðveldi burturav er blivin ein akademaraflokkur, so hava teir flestu fiskimennirnir vent flokkinum baki og skift flokk og man tað ikki vera ein av orsøkunum, at nú eru bert kvinnur í nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag.
Nú er at vóna at hesar fara at arbeiða fyri Norðoyggjum og vit fáa mistu rættindini aftur til Norðoyggjar, eitt nú menningarkvotur og kvoturnar til tey stóru feløgunum í Norðoyggjum.
Vit fara at ynskja kvinnunum góðan byr, tær kunnu so heilt sikkurt gera tað betur enn undanfarnu nevndirnar í Norðoya Tjóðveldisfelag.
Kelda: Norðoya Tjóðveldisfelag
SáH