NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Viðmerking til Høgna í Stórustovu

19/12/2019

Comments

 
Billede
​Í grein vísur Høgni á ymiskt viðvíkjandi fiskivinnu. Tíverri er stórsti parturin loddrøtt lygn. Og tað hevði Høgni vita, um hann gjørdi eina roynd at seta seg inn í málið.

Hevði Høgni í Stórustovu ómaka sær at spurt Høgna Hoydal ella Bjørt Samuelsen um hetta, so høvdu tey kunnu fortalt Høgna tað. Tað treytar at tey siga sum er og ikki dylja tað tey vita.

Tað er loddrøtt lygn at tilfeingisrentan er 8-900 milliónir
Høgni vísur á at tilfeingisrentan er 8-900 milliónir. Tað er loddrøtt lygn. Sambært somu uppgerð, eru manningarhýrur 2.487.000, tó at rætta talið er 701.566. Bara hýrurnar eru fleiri 100 milliónir skeivar. Somuleiðis er restin av roknistykkinum eisini skeivt. Stórsti parturin av tilfeingisrentuni er longu endaður í landskassanum. Eftir modellinum eru 133 milliónir eftir at heinta inn. Also eftir modellinum uttan justeringar. Tað føðir hvørki landskassa ella nakað annað. Havandi í huga, at modelli er vánaligt, so verður tað talið uppaftur minni.

Hetta hava Bjørt, Høgni og Aksel sæð svart uppá hvítt og fingið greitt frá. Tølini standa í uppgerðum tey hava sæð/lisið. Tað er bara ein spurningur um at lesa tøl. Ikki ein gongd neyðugt við matematik. Manningarfeløgini vóru á fundinum. Tey høvdu onga viðmerking um tølini. Heldur ikki hýruna. Men tey hava fyrr upplýst, at hýrutølini sum fiskimálaráðið og búskaparráðið brúka eru skeiv.

Manipulerandi politikarar byggja ikki land
At taka upp eftir manipulerandi politikarum, sum antin ikki skilja mun á 965 og 133, ella ikki vilja skilja munin, er ikki smart.

At útnevna fólk, sum heimskendir útlendskir serfrøðingar á økinum, halda lítið um, til skilafólk, kann ljóða smart í Føroyum. Men tað byggir onki land. Tað kann brúkast til at manipulera fólk og miðlar og onki annað.

Keðiligt at fólk, fóðra við følskum upplýsingum, renna ørindir fyri onnur, sum ongantíð hava saklig, men bara manipulerandi sjónarmið.

Stórsti vandin við ætlaðu broytingunum er helst, at stats-stýrt einaveldi ikki kann skipast komandi 12 árini, ja kanska ongantíð, heldur onkur.

Eivind Jacobsen

Strendur

P.S. Viðv. útlendingum ber ikki til at hava greiða meining, tí tey sjónarmið vit hava hoyrt eru kenslur. Ongar sakligar upplýsingar. Tað eru fyrimunir og vansar við tí, men tað skal metast sakliga. At misbrúka Hanus, sum onnur eisini hava gjørt byggir heldur ikki land. Ongin munur er á menningarkvotunum, sum Hoydal deildi út, eftir júst somu prinsippum, sum gjørt var í Namibia. Sjálvt útlendingar fingu, í stríð við lógina, menningarkvotu í Føroyum.

Comments

Huawei málið – fær tað avleiðingar fyri KVF?

12/12/2019

Comments

 
Billede
​Jóhan Eli L Poulsen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum, Jenis av Rana, skrivligan fyrispurning um “Huawei” málið.

Huawei málið – fær tað avleiðingar fyri KVF?

Nú um dagarnar hevur nógv fokus verið rundan um sokallaða “Huawei-málið”, har KVF hevur víst á eina upptøku, sum teir av órøttum hava tiltuskað sær, og síðani fingið fútabann fyri at miðla. Bert KVF hevði hesa upptøku. Av ókendum orsøkum er hon endurgivin í Berlingske um dagarnar, hóast fútabann er sett fyri at brúka hana.

Tað er sera skaðiligt fyri okkum sum land og tjóð, at almenna Kringvarpið soleiðis avlurtar trúnaðar samrøður og almannakunngerð tær, landi og fólki til bága. Tað er á markinum til landasvik, at stovnurin setur okkara land í ringt ljós. Stór virðir standa upp á spæl.

Spurningurin er eisini, um fólk kunnu hava álit á KVF, tá tey arbeiða á slíkan hátt.

Kringvarpsstjórin sigur í miðlunum í kvøld, at KVF hevur ikki útflýggjað upptøkurnar. Tað kann undir ongum umstøðum verð rætt. Tað kann bara vera úr KVF, at upptøkan er likin, tí bert KVF hevur atgongd til hana.

Tí hesar spurningar:
1. Fer Landsstýrismaðurin at áleggja Kringvarpsstjóranum at kanna, hvør hevur likið út upptøkuna um “Huawei-málið”
2. Hvørjar avleiðingar fær tað fyri KVF, at teir hava tiltuskað sær upplýsingar á óvanligan/ólógligan hátt?
3. Hvussu ætlar Landsstýrismaðurin at tryggja sær, at tað framyvir ikki verður miðlað út av statsgoldnað stovninum, KVF, upplýsingar, ið kunnu seta landsins virði og trúvirði í vanda?

Jóhan Eli L. Poulsen
Løgtingsmaður

Comments

Frádrátturin til Lærlingar einmælt samtyktur í dag

10/12/2019

Comments

 
Billede
Løgtingið samtykti fyri løtu síðani uppskotið um lærlingafrádátt. Øll 30 stemmaði fyri uppskotinum.

Uppskotið hevur við sær, at lærlingar fáa 50.000 kr. í frádrátti um árið, sjá upprunauppskotið her,  “Løgtingsmál nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)”

Uppskoti kemur longu í gildi 1. januar 2020.

SáH

Billede
Comments

Brandur spyr um ALS til fiskimenn

4/12/2019

Comments

 
Billede
Fyrispurningur um Als-útgjald til fiskimenn, tá skip teirra verður lagt vegna umvælingar, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Helga Abrahamsen.

Ofta kemur fyri, at fiskiskip mugu leggjast vegna umvælingar, við teirri avleiðing at fiskimenn ikki fáa hýru ella útgjald úr Trygdargrunninum í mánaðir. Tá so er, skal ALS lofta hesum fiskimonnum, men ein má undrast á tær herdu treytirnar, hesin samfelagsbólkur hevur at fáa pening úr skipanini, í mun til aðrar samfelagsbólkar.

Løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) nágreinar útrokningargrundarlag, bíðidagar og útgjald fyri flest øll her á landi. Landsstýrið hevur tó valt at lýsa kunngerð fyri fiskimenn í áður nevndu støðu, ið kann tykjast sum ein munandi herðing í mun til aðrar samfelagsbólkar.

Sambært § 2 í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar, skal viðkomandi skip, har fiskimaðurin starvast, hava veiðiloyvi. Við nýggju lógini um sjófeingi, sum fekk gildi 1. januar 2018, blivu øll veiðiloyvi burtur.

Útrokningargrundarlagið fyri útgjaldinum er sambært lógini inntøkan seinastu 12 mánaðirnar.

§ 16 a í lógini sigur, at ásettir verða 2 bíðidagar. Um inntøkan hjá viðkomandi hevur verið høg, kunnu bíðidagarnir verða upp til 10 í tali.

§ 5 í kunngerðini sigur tó, at fiskimenn kunnu onki fáa, fyrr enn 30 dagar eru farnir.

Fiskimenn í áður nevndu støðu kunnu heldur ikki vera meiri enn 60 dagar í skipanini, hóast stór havarí mangan eru drúgvari enn so at umvæla. Hetta er munandi verri treytir, enn aðrir samfelagsbólkar hava.

Eitt annað sum kann tykist løgið við kunngerðini er, at fiskimenn helst eru teir einastu í skipanini sum verða revsaðir í útgjaldi frá ALS-skipanini vegna høga inntøku.

§ 5, stk 2, í kunngerðini ásetir nevnliga, at fyri hvørjar 1000 kr., sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanni er hægri enn 210.000 kr., lækkar útgjaldið 0,5%. Tað sum undrar er, at hesar treytir einans síggja út til at verða galdandi fyri hendan eina samfelagsbólk, og ikki eru galdandi fyri aðrar samfelagsbólkar.

Tað sum eyðkennir okkara samfelag er, at skyldur og ágóðar eru rímiliga líka fyri øll.

Fiskimenn gjalda fegnir sín part inn til ALS-skipanina, ein part sum ofta liggur oman fyri landsmiðal, vegna góðar hýrur.

Men tá tað kemur til útgjald úr skipanini sær út til, at hesir somu fiskimenn verða undirlagdir harðari treytir enn onnur í samfelagnum.

Tí hesar spurningar.
1. Vísandi til § 2 í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar, er tað so framvegis ein treyt fyri at fáa ALS-útgjald, at fiskifarið, ið ein fiskimaður er við, skal hava veiðiloyvi?
2. Hvør er orsøkin til, at fiskimenn í hesi støðu ikki kunnu fáa útgjald, fyrr enn 30 dagar eru farnir, meðan øll onnur fáa, tá 10 dagar eru farnir?
3. Hvør er orsøkin til, at fiskimenn í mesta lagi fáa útgjald í 60 dagar?
4. Vísandi til § 5, stk. 2 í kunngerðini, hvør er so orsøkin til, at hesar ásetingar bara eru galdandi fyri okkara fiskimenn, og ikki fjøldina sum heild?

Brandur Sandoy
Løgtingsmaður

Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly