Hygg eftir avstemmingini her og har bleiv klappa, tá ið atkvøðan var liðug.
SáH
Norðoya Portalurin
Tað er atkvøtt um uppskotið hjá Magna Laksafoss við triðju viðgerð og tað endaði við at uppskotið fall. 15 vóru fyri og 16 ímoti, tískil fekk Magni ikki sín vilja, at Bryggjaríini skuldi sleppa at selja sterkt.
Hygg eftir avstemmingini her og har bleiv klappa, tá ið atkvøðan var liðug. SáH Jóhann Lützen, blaðstjóri, rør í grein í Norðlýsinum í gjárkvøldið fram undir, at tað bert eru orð uttan innihald, tá undirritaði hevur sagt og skrivað, at fiskivinnunýskipanin ikki skal ávirka inntøkurnar hjá fiskimonnunum. Fiskimálaráðharrin fær sama ivasama heiður, men hann dugir at svara fyri seg sjálvan. Eg endurtaki tó fegin, at gjøldini fyri veiðirættindi, sum eru ásett við støði í fiskivinnunýskipanini IKKI skulu kunnu turkast av upp á manningarnar. Yvirskriftin á greinini hjá Jóhann Lützen er tískil eisini beinleiðis skeiv; tað er ikki landskassin, sum tekur 75 % frá manningini, men reiðaríið, sum turkar part av sínari rokning av upp á manningina. Rættindi, keypt á uppboðssølu, skulu nevniliga gjaldast av tí, sum keypir tey, og kostnaðurin skal ikki dragast frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningarnar verða avroknaðar. Tí tað er rættindahavarin einsamallur og ikki manningarnar, sum hava ræðið á rættindunum. Hetta hevur allatíðina verið greiði boðskapurin hjá undirritaða og allari samgonguni. Lógarteksturin í lóg um sjófeingi er eisini orðaður samsvarandi hesum. Tí er tað er tað greitt ímóti bæði ætlanunum og ásetingunum í lóg um sjófeingi, tá reiðarí kortini draga uppboðssølugjaldið frá avreiðingarvirðinum, áðrenn hýrurnar til manningina verða avroknaðar. Í aktuellu avrokningini, sum Norðlýsið endurgevur úr, og sum dúgliga verður býtt á Facebook, er hetta eftir øllum at døma hent, og eg veit fullvæl, at hetta ikki er eindømi. Ávísir reiðarar hava enntá alment sagt, at teir framhaldandi ætla at draga uppboðssølugjaldið frá, áðrenn teir avrokna. Av somu orsøk hevur Føroya Fiskimannafelag beint mál um hetta í Fasta Gerðarrætt. Tí við síni framferð hava reiðararnir gjørt málið til ein spurning um sáttmálatulking, og tulkingarspurningar verða avgjørdir í Fasta Gerðarrætti. Eg skilji væl, um fólk halda hetta vera torgreitt og roksut, tí um ætlanin um hesi viðurskifti eru so greið í lóg um sjófeingi, sum vit í samgonguni siga, hví ber so ikki til bara at skera ígjøgnum og siga, hvar skápið skal standa? Tað er tí, at tað suverent er sáttmálin ímillum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini, sum ger av, hvussu manningarnar skulu avroknast. Og samgongan ætlar ikki at leggja seg út í hesi viðurskifti. Reiðararnir halda upp á, at uppboðssølugjaldið er ein føst útreiðsla av slíkum slag, sum er loyvdur frádráttur sambært galdandi sáttmála. Fiskimannafelagið heldur seg hinvegin – sum eisini rætt er – til tað, sum lógarsmiðirnir, tað er landsins sjórn og løgtingsmeirilutin aftanfyri lógarverkið, hava sagt lógartekstin merkja. Lógarteksturin merkir tað, sum eg havi staðfest omanfyri. Og tað verður helst rættarligt eindømi, um Fasti Gerðarrættur kemur til eina aðra niðurstøðu um hetta mál enn tey, sum hava gjørt lógina – millum annað undirritaði – og sum upp í saman, í Løgtinginum og í almenna rúminum, hava greitt frá, hvussu hon er ætlað og hugsað, og hvussu hon ítøkiliga skal skiljast. Skuldi tað óhugsandi kortini hent, at Fasti Gerðarrættur gevur reiðarunum viðhald í hesum máli, so skal sjálv lógin broytast, soleiðis at tað verður rist í stein, at tað ikki verður loyvt rættindahavarunum at senda part av rokniningini fyri uppboðssølugjaldið víðari til manningarnar at rinda. Tað sera keðiliga og óhepna í hesum stríðnum er drúgva viðgerðartíðin, sum eftir øllum at døma krevst í Fasta Gerðarrætti. Tí politiski myndugleikin má sjálvsagt bíða eftir úrskurðinum haðani, áðrenn farið verður undir at gera møgulig inntriv. Vónandi verður heilt skjótt borið at nú, so greiða kann fáa á hesum máli sum skjótast. Ingolf S. Olsen Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum Bjarni Djurholm hevur púra rætt í hesum. Hesi fólk sum kallað seg rein, haldi eg at søgan sigur okkum nakað heilt annað, sjá grein hjá Bjarna Djurholm niðanfyri, sum hann hevur skrivað á sín Facebook vanga ígjár: Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin Løgtingsmál nr. 49/2014: Misálit á Johan Dahl, landsstýrismann Uppskot um missálitisváttan Vísandi til § 29, stk. 2 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til § 47 í Tingskipanini, samtykkir Løgtingið misálit á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum. Viðmerkingar : Landsstýrisfólk eru sett sum tænarar hjá fólkinum. Fólkið velur Løgtingið. Løgtingið ger lógirnar, og landsstýrisfólk hava bæði politiska og rættarliga ábyrgd av at fyrisita og halda lógirnar. Tann mest grundleggjandi tátturin í valdsbýtinum millum Løgtingið og Landsstýrið – millum tað lóggevandi og útinnandi valdið – er, at landsstýrisfólk standa til svars og til ábyrgd mótvegis Løgtinginum fyri sínar skyldur og ábyrgdir. Leiðslan á Strandfaraskipum Landsins hevur fleiri ferðir gjøgnum árið 2013 boðað frá, at tað resta 4,8 mió.kr. í játtanini, m.a. tí at sparingar, sum ætlanin var at fremja, ikki vórðu settar í verk. Hóast tað, bað landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki um eykajáttan. Hóast hetta, hava hvørki landsstýrismaðurin sjálvur ella løgmaður tikið nakrar avleiðingar av ábyrgdini hjá landsstýrismanninum í málinum. Ístaðin hevur landsstýrismaðurin lagt alla ábyrgdina á stovnsleiðsluna fyri, at hann ikki hevur hildið sínar skyldur mótvegis Løgtinginum. Løgtingið kann á ongan hátt góðtaka tey greiðu brot, ið eru framd og handfaring landsstýrismansins í málinum. Løgtingið kann heldur ikki góðtaka, at løgmaður alment vælsignar brot landsstýrismansins. Løgtingið má staðfesta ábyrgd og avleiðingar til tess at fremja lóggávuvald, rættartrygd og álit á landsins lógir og stovnar. Tí verður uppskot um misálitisváttan reist mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum. Á Løgtingi, 4. november 2014 Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen, Poul Michelsen, Kristianna W. Poulsen Bjarni Djurholm, Facebokk 06.12.2018 Hetta er næstu ferð innanfyri stutta tíð, at Framsókn verður sett so dyggiliga uppá pláss frá Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum. Fyri nøkrum vikum síðani, mátti tvær kvinnur í Framsókn taka sítt uppskot aftur, har tær høvdu lagt eitt uppskot fyri tingi, at skipanin við fiskidøgum skuldi halda áfram eitt ár afturat og ikki skuldi farast til kvotuskipan á nýggjárinum. Hetta bleiv ein sannur uppreistur í samgonguni og Aksel V. Johannsen hóttið við at slíta samgonguna og tað gekk ikki long tíð, so bakkaði báðar kvinnurnar í Framsókn og tær blivu tvingaðar at taka sítt uppskot aftur. Ígjár legði løgmaður Aksel V. Johannsen aftur upp í leikin viðvíkjandi eykajáttan til Glasir. Orðaskiftið var sera hart og beint áðrenn tað skuldi stemmast við triðju viðgerð bað løgmaður Løgtingið taka uppskotið aftur og enn einaferð stóð Framsókn sum svartiper, har Ruth Vang hevði roynt at fáa øll løgtingsfólkini at stemma eitt uppskot ígjøgnum, har pengarnir fóru til at gjalda gamla skuld fyri á Glasir og sum vóru brúktir áðrenn nøkur játtan var givin og tískil vóru brúktir í heimildarloysið. Bill Justinussen var við í meirilutanum, men tók sín stuðul aftur, tá ið tað kom fram, at ongin visti, um pengarnir fóru til at gjalda gamla skuld við ella um pengarnir skuldi brúktast til at gera skúlan lidnan og eitt skiftið var Kaos í Løgtinginum. Stórur sigur fyri andstøðuna Andstøðan hevði ígjøgnum allan dagin upplýst, at pengarnir vóru brúktir í heimildarloysið og onkur skuldi ábyrgdast av hesum, men samgongan vildi als ikki lurtað eftir teimum og tískil legði Miðflokkurin uppskot fyri Tingið, um at koyra uppskotið aftur í nevnd við aðru viðgerð, so skil kundi fáast á, hvat Tingið játtaði pengarnar til, men tað bleiv felt við stórum meirilutað og uppskotið viðvíkjandi eykajáttan til Glasir bleiv stemmað ígjøgnum við 2. viðgerð við stórum meirilutað, heili 24 stemmaði fyri, um eg minnist rætt. Við 3. viðgerð bleiv orðaskiftið enn harðari og tað endaði við at Løgmaður mátti leggja uppí leikin og uppskotið um eykajáttan til Glasir bleiv stemmað aftur í fíggjarnevndina og Ruth Vang fekk enn ein ordiligan undir vangan. Hetta er sera óvanligt og nú verður spennandi at vita, um Aksel V. Johannesen Løgmaður torir at koyra alla ábyrgdina á Mentamálaráðharran Rigmor Dam og koyra hana frá fyri óskilinum á Glasir. Hvat Framsókn gerð, er ilt at meta um, men tey hava so einki at siga í hesari samgonguni og tað bleiv so dyggiliga staðfest ígjár. SáH Fólkaflokkurin hevur aftur størstu framgongdina í nýggjastu veljarakanningini Var val nú, hevði Fólkaflokkurin fingið 23,7 prosent av atkvøðunum og hevði fingið tveir tingsessir aftrat. Aftur í hesari veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið, er Fólkaflokkurin størstur í prosentum. Les/sjá meira HER JáH (y) 04.12.2018 Kelda: KVF Frakland umhugsar undantaksstøðu fyri at forða fyri voldiligum mótmælisgongum, sum hendi ígjár, skrivar Reuters. Franska løgreglan boðar frá, at 133 persónar fingu skaða og 412 blivu handtikin í miðøkinum í París og meta teir, at hetta er ein villasta mótmælisgongan í fleiri ár. Mótmælisfólkini settu eld á bilar, rændu handlar og matstovur. Upprunaliga varð mótmælisgongan ætla teim høgu bensinprísunum, men tað útviklaði til at umfata livikostnaðin og politikkin hjá forsetanum Macron. Ein talsmaður fyri stýrið sigur, at forsetin, forsætisráðharrin og innanríkismálaráðharrin fara at meta um øll alternativ í einum fundi ídag. JáH (y) 02.12.2018 |
Greinar
April 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com |