NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Leigubústaðir frítiknir fyri meirvirðisgjald

4/12/2015

Comments

 
Picture
Landsstýrið og samgongan vilja, at fleiri leigubústaðir verða bygdir í Føroyum.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum leggur í dag fram lógaruppskot um at leingja freistina at fáa endurgoldið meirvirðis­gjald, tá leigubústaðir verða bygdir, til 31. desember 2019.

Møguleikin at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið merkir, at kostnaðurin av bygging av leigubústaðum gerst 20% bíligari enn annars. Hetta ger tað aftur møguligt, at leiga ein bústað til lægri kosnað enn annars, og ger tað meira fíggjarliga áhugavert at byggja leigubústaðir kring landið.

"Tað hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin og framgongdina í føroyska samfelagnum, at vit fáa eitt fjølbroytt útboð av góðum leigubústøðum. Vit vilja tí, at bygdir verða fleiri leigubústaðir til rímiligan kostnað, fleiri lestrarbústaðir og fleiri vardir bústaðir. Hetta er ein av lyklunum til, at geva øllum møguleika at fáa ein góðan bústað uttan at seta seg í stóra skuld, at fáa lyft fólk úr fátækraváða, og at geva lesandi og fólkum við serligum avbjóðingum betri umstøður í Føroyum." sigur Kristina Háfoss landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Treytirnar fyri, at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, tá leigubústaðir verða bygdir eru, at tað skulu vera í minsta lagi tvær leiguíbúðir í hvørjari byggiverkætlan. Í minsta lagi ein íbúð - ella í minsta lagi 10%, tá ið talan er um verkætlanir við nógvum íbúðum - skulu vera atkomiligar og skulu kunna nýtast av fólki í koyri­stóli.

Kelda: Fíggjarmálaráðið 04.12.2015

Comments

Tvær milliónir til FarGen og endurgjald til útisetar 

4/12/2015

Comments

 
Picture
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur í morgun verið á fundi við danska fíggjarmálaráðharran, Claus Hjort Frederiksen. Á skránni var danska fíggjarlógin, sum skal endaliga samtykkjast fyri jól.

Sjúrður Skaale gjørdi í fjør avtalu um, at FarGen skuldi hava 10 milliónir. Men tað bar ikki til at fáa alla játtanina uppá pláss í fjør. Avtalan við sosialdemokratiska fíggjarmálaráðharran var tí, at átta milliónir skuldu játtast í 2015, og tvær í 2016.

​Nú er ein nýggj donsk stjórn – og eitt av endamálunum við dagsins fundi var at tryggja, at írestandi pengarnir verða játtaðir sum ætlað.
Tað verða teir.

Endurgjald 
Í farna valskeiði gjørdi Javnaðarflokkurin eisini semju við donsku stjórnina um at broyta sosiallóggávuna soleiðis, at føroyingar í Danmark aftur fingu rættin til ávísar sosialar veitingar (m.a. “børne- og ungdomsydelse”), sum teir høvdu mist í 2012.

Hetta bleiv broytt við lóg í 2014 og síðani hava føroyingar og grønlendingar kunnað fingið endurgoldið mistan barnapening í 2012. Núverandi stjórnin væntar, at at teir føroyingar (og teir grønlendingar), sum mistu veitingarnar í 2012, fáa tilsamans eini 3,6 mió. kr. í endurgjaldi.

Fongsul og politistøð í Føroyum 
Á fundinum bleiv eisini tosað um framtíðina, og har minti Sjúrður Skaale enn einaferð á, at Stjórnin hevur skyldu til at syrgja fyri, at fongsulsviðurskiftini í Føroyum verða nøktandi.

Fólkatingsmaðurin hvørki krevur ella væntar, at henda stóra íløga kemur á fíggjarlógina beinanvegin. Trupulleikin er, at hetta als ikki eitt mál í skipanini sum er. Tí er endamálið í fyrstu atløgu bara at gera vart við trupulleikan, soleiðis at henda íløga gerst partur av langtíðarraðfestingunum.

Hetta sama ger seg galdandi í spurningum ein eina nýggja løgreglustøð í Føroyum.

Fíggjarmálaráðharrin var positivt sinnaður, og ásannaði, at Danmark hevur ábyrgdina av at syrgja fyri, at støðið er nøktandi á teimum økjum í Føroyum, sum eru undir donskum ræði. Avrátt varð tí, at dialogurin um hetta heldur fram, til ein nøktandi loysn er funnin.

Comments

Landsskatturin lækkar

1/12/2015

Comments

 
Picture
Fleiri enn 28.300 føroyingar fáa ein skattalætta komandi ár. Tað er greitt, nú Landsstýrið leggur fram ætlaða skattalættan fyri lág- og miðallønt. Í mun til uppskotið, ið varð lagt fram í sambandi við fíggjarlógina fyri 2016, lækkar landsskatturin, meðan ongar broytingar verða í kommunuskattinum í sambandi við skattalættan.

Lág- og miðalinntøkurnar eru ein stórur bólkur. Skattalættin ávirkar tí ein stóran part av skattgjaldarum. Verður hugt at inntøkubýtinum í 2014, hevur uppskotið við sær, at meira enn 28.300 skattgjaldarar fáa ein skattalætta. Fyri slakar 6.200 skattgjaldarar er talan um ein skattalætta á omanfyri 700 kr. um mánaðin, og um leið 12.700 skattgjaldarar fáa skattalætta á omanfyri 500 kr. um mánaðin.

Les meira HER

Fíggjarmálaráðið 30.11.2015

Comments

Nýggj kunngerð um virknistænastu

1/12/2015

Comments

 
Picture
Nýggj kunngerð um virknistænastu er sett í gildi.
Við kunngerðini er virksemið á vardu verkstøðunum og virknishúsunum í Føroyum fyri fyrstu fer regulerað í kunngerð. Virksemið hevur higartil í stóran mun verið stýrt eftir siðvenju, og ásetingarnar í kunngerðini staðfesta í høvuðsheitum skipanina á økinum, sum hon virkar í dag.

Tó eru fleiri nýggjar ásetingar og krøv í kunngerðini. Hesi hava til endamáls at skapa greið og einsháttað viðurskifti á økinum, og harvið eina betri rættartrygd fyri einstaka borgaran.

Kunngerðin nágreinar hvat virknistænastan fevnir um, og hvussu hon kann skipast. Eisini eru ásetingar um málbólkin og lønarviðurskifti hjá hesum.

Reglur eru um trivnaðarráð og um virkisætlanir, sum  hava til endamáls at styrkja trivnaðin á virknistænastuni og tryggja eina miðvísa og samskipaða tænastu. Endamálið við hesum er at tryggja, at einstaki borgarin fær tey røttu sosialnámsfrøðiligu tilboðini.
​
Sí kunngerðina her: www.kunngerdaportalur.fo  Kunngerð nr. 123 frá 20. November 2015 Kunngerð um virknistænastu.

Kelda: Almannamálaráðið 30.11.2015

Comments

Frá sjálvsøkni til samhaldsfesti

1/12/2015

Comments

 
Picture
Størri sjálvsøkni ella meira samhaldsfesti. So einfalt er valið, vit standa fyri á pensjónsøkinum.

Javnaðarflokkurin fer framhaldandi at stríðast fyri, at allir pensjónistar hava rætt til eina góða pensjón – ikki bara tey, sum hava ráð at sæta sær og sínum.

”Pensjónistar kenna seg ikki tryggar”. “Javnaðarflokkurin undirgrevur grundsúlurnar í vælferðarsamfelagnum”. “Fólkapensjónistar skulu aftur liva av olmussu”.

Tað eru ikki hissini spjaldur, sum Javnaðarflokkurin og samgongan fáa, nú ætlanin er at gera nakrar neyðugar broytingar á pensjónsøkinum. Niðurstøðan tykist vera, at samgongan ætlar at skerja inntøkuna hjá fólkapensjónistunum. Hetta er ikki rætt.

Tvørturímóti hava broytingarnar við sær, at fólkapensjónisturin fær fleiri pengar.

Avbjóðingin

Føroyska samfelagið stendur fyri risa stórum avbjóðingum á pensjónsøkinum. Talið av fólkapensjónistum í Føroyum veksur við rúkandi ferð. Longu komandi ár verða heili 400 fleiri fólkapensjónistar, enn tað eru í ár. Hetta hevur við sær, at útreiðslurnar til pensjónsøkið longu í 2016 veksa við 30 milliónum krónum, um onki verður gjørt.

Allir politisku flokkar eru á einum máli um, at tað er neyðugt at gera eina pensjónsnýskipan, sum tálmar vøkstrinum í útreiðslunum til fólkapensjón. Verður hetta ikki gjørt, fara vit sum samfelag ikki at hava ráð til at gera neyðugu íløgurnar í skúla, ungdóm, barnafamiljur o.s.fr., sum er fortreytin fyri framburði og fólkavøkstri.

Tað hevur higartil ikki eydnast at finna semju um politisku kósina.

Øðrumegin hava vit flokkar, sum vilja “amerikanisera” okkara samfelag. Vilja, at vit einans spara upp hvør í sínum lagi.

Hinumegin hava vit aðrar flokkar, sum vilja varðveita samhaldsfesti og sosiala-sáttmálan millum borgararnar og ættarliðini.

Sjálvsøkni

Til ber at velja loysnina hjá undanfarnu samgongu. Við lóg at krevja, at allir føroyingar skulu spara upp 15 prosent av sínari løn til pensjón. Og samstundis ætla, at uppsparda privata pensjónin verður mótroknað í allari fólkapensjónini. Eisini grundarupphæddini. Á tann hátt verður ógvusligi útreiðsluvøksturin til fólkapensjón hildin niðri.

Við hesari loysnini fara vit frá sosialdemokratisku vælferðarhugsjónini, har almenna pensjónin er fyri øll og trygdin fyri einum virðiligum aldurdómi. Ein onnur avleiðing verður, at vit venda aftur til støðuna, áðrenn fólkapensjónin kom í 1959. Eina støðu, har pensjón ikki er ein rættur, men ein olmussuhjálp ella fátækrahjálp, sum bara tey á niðastu rók fáa.

Samhaldsfesti

Vit kunnu eisini velja ta skilabetri loysnina. Loysnina, har øll eiga rætt til eina virðiliga og samhaldsfasta pensjón. Loysnina, har øll rinda inn, og øll fáa úr somu skipan – uttan mun til inntøku ella uppsparing.

Samhaldsfasti er eins og grundarupphæddin í fólkapensjónini ein holl og solidarisk skipan, sum er einføld og bílig at umsita. Samhaldsfasti “umfordeilir” pening millum ættarlið og lønarbólkar, og tú rindar skatt av útgjaldinum.

Vit varðveita og styrkja almennu pensjónirnar við at minka lógarbundna kravið um 15 prosent uppsparing og heldur økja inngjaldið í Samhaldsfasta nakað og lækka lønarskattin.

Vit varðveita og styrkja almennu pensjónirnar við at flyta ein part av grundarupphæddini í fólkapensjónini yvir í Samhaldsfasta. Aldurssamansetingin hevur við sær, at landskassin ikki hevur ráð til at varðveita fólkapensjónina óbroytta. Fortreytin fyri at varðveita fólkapensjónina, sum vit kenna hana í dag, við einari grundarupphædd og viðbót, er neyðugt at gera fólkapensjónina eitt sindur minni í vavi og Samhaldsfasti eitt sindur størri í vavi. Í krónum og oyrum fer hetta at vera ein fyrimunur fyri fólkapensjónistin, tí Samhaldsfasti verður prístalsviðgjørdur á hvørjum ári, meðan grundarupphæddin er ein føst upphædd.

Við broytingini linka vit eisini trýstið á landskassan, sum gevur fíggjarligt rásarúm at hækka viðbótina, so samlaða útgjaldið úr Samhaldsfasta og fólkapensjónini verður hægri, enn í dag.

Fólkapensjónistarnir fáa meira

Døkku lýsingarorðini, sum samgongan hevur fingið omanyvir seg seinastu dagarnar, hava lítið við veruleikan at gera. Við broytingunum í grundarupphæddini, viðbótini, Samhaldsfasta, Kringvarpsgjaldinum og skattalættanum fáa pensjónistarnir slakar 400 krónur meira at liva av eftir skatt og gjøld næsta ár.  

Kortini eru smærri avbjóðingar. Í løtuni fáa 7400 fólk, búsitandi í Føroyum, útgjald úr Samhaldsfasta. Av ymiskum orsøkum fáa 266 borgarar ikki fult útgjald úr Samhaldsfasta. Samgongan arbeiðir í løtuni við at loysa hesa avbjóðing.

Javnaðarflokkurin lovaði undan løgtingsvalinum, at pensjónistar, sum í stóran mun bara hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva av, skuldu fáa í minsta lagi 500 krónur meira at liva av eftir skatt og gjøld.

Málið er óbroytt. Longu eftir 10 vikum í landsins leiðslu, eru vit longu væl áleiðis at røkka málinum, ið vit lovaðu undan valinum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Comments
Forward>>
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.