NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Stórt av Kaj Leo Holm Johannesen, tá ið Jacob Vestergaard hótti við Gammeltoft

20/12/2015

Comments

 
Billede
Eftir at Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal í seinastu tingsetu "krossfesti" Kaj Leo og sum høvdu drigið hann fyri kanningarstjóran Gammeltoft og sum kostaði okkum skattgjaldarnum yvir 1 millión.

Hótti Jacob Vestergaard við at kallað Gammeltoft til Føroya aftur, tí Kristina Háfoss og Aksel V. Johannesen høvdu sagt ósatt á tingsins røðarapalli, har tey ikki vildu kennast við, at tey høvdu givið fjølmiðlunum í KVF 2.000,00 kr. meira í løn um mánaðin.

Kaj Leo Holm Johannesen tók síðani orðið og hann segði, at hann ætlaði als ikki gera sama nummar, sum teir báðir undanfarnu høvdu gjørt og hann ynski ongum, bæði óvinum og tí ringasta fíggindanum, at fara ígjøgnum tað sum hann hevði verið ígjøgnum, tí tað var ein sera ring tíð fyri hann, so hasir báðir skulu fáa frið fyri mær, segði fyrverandi løgmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen og tað haldi eg var sera stórt sagt. Hattin av fyri Kaj Leo.

SáH

Comments

Andstøðuumboð villleiða og nýta skeiv tøl

18/12/2015

Comments

 
Billede
Talan er um beinleiðis villleiðing, tá ið andstøðuumboðini í Løgtingsins fíggjarnevnd føra fram í álitum, sum eru løgd fyri Løgtingið í fleiri fíggjarmálum, at borgarin skal rinda 200 mió. kr. meira komandi ár í skatti- og avgjøldum.

Tvørturímóti fáa flestu føroyingar næsta ár fleiri pengar millum hendurnar. Familjur við láginntøkum fáa um 12.000 kr. meira at liva av í 2016 - og hetta enntá eftir at øll gjøld eru íroknað - og fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, fáa um 4.600 kr. meira at liva av í 2016. Verða hækkaðu gjøldini til eitt nú Samhaldafasta, Heilsutrygd, Barsilsskipanina og tinglýsing drigin frá stóra skattalættanum til lág- og miðallønt, fær borgaran tilsamans minst 80 mió. kr. meira komandi ár.

Minnilutin í fíggjarnevndini heldur seg heldur ikki til røttu tølini, tá ið hesin leggur samgonguna undir at krevja omanfyri 350 mió. kr. frá fiski- og alivinnuni komandi ár. Sambært uppskotinum til fíggjarlóg væntar samgongan at fáa 286 mió. kr. tilsamans frá tilfeingisgjøldum frá ali- og fiskivinnuni.
Upphæddin er enntá lægri enn tann, sum undanfarna samgonga sjálv ætlaði at fáa inn frá ali- og fiskivinnuni, tá ið fíggjarkarmarnir fyri 2016 vórðu lagdir fram í vár. Tá fráboðaði og samtykti táverandi samgonga, at hon fór at hækka tilfeingisinntøkur landsins við 95 mió. kr. í 2016. Hetta skuldi sostatt koma afturat teimum 196 mió. kr., ið undanfana samgonga longu hevði tikið inn í fíggjarlógini fyri 2015, tvs. samanlagt 291 mió. kr. 

Tað harmar meg, at somu umboð, ið seinastu fýra árini ikki hava megnað at fáa avlop á landsins fíggjarlóg, hóast søguliga góðar tíðir, nú eru ímóti øllum átøkum at venda halli til avlop og at tryggja ein fult fíggjaðan skattalætta til lág- og miðallønt, og hartil nú eisini nýta beinleiðis skeiv tøl og harvið villeiða. 

Veruleikin er grundleggjandi øðrvísi enn tað, ið andstøðuumboðini fráboða í álitum sínum til Løgtingið.
Tí loksins fáa tey, sum ikki fingu lut í flatskattalættanum, ein skattalætta, sum munar. Loksins fáa vit eitt javnari býti av landsins virðum, ið ger tað liviligari hjá øllum. Og loksins vera verulig stig tikin móti einum haldførum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi.
 
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Comments

Hug at arbeiða við sosialpolitikki?

18/12/2015

Comments

 
Billede
Almannamálaráðið søkir eftir fulltrúa at seta í starv 1. februar 2016 ella skjótast til ber.

Sum fulltrúi í Almannamálaráðnum verða uppgávur tínar m.a. at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Almannamálaráðnum.
​
Talan er  um starv  í einum spennandi politiskum umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti.

Sí lýsing við her

Kelda: Almannamálaráðið 18.12.2015


Comments

Rick Santorum: 3. Veraldarbardagi er byrjaður!

16/12/2015

Comments

 
Billede© Skermdump mynd úr Youtube
Sjálvt um 57 ára gamli Rick Santorum hevur skapt ein yvirskrift, sum er farin verðina runt, so hevur hann lítlan og ongan kjans, at enda sum endaligt valevni hjá teim Tjóðveldissinnaðu (Republikari) - tí hann stendur bert at fáa 0,3 % av stemmunum. Til at samanlíka, so stendur Donald Trump at fáa 31,5 % og Ted Cruz er á øðrum plássi við 14,2 %.

Í einum valkvøldið týsdagin segði Rick Santorum, at 3. Veraldarbardagi longu varð byrjaður og at núverandi forsetin Barack Obama hevur skyldina av tí. Og hevur hetta verið guff fyri fjølmiðlar í Amerika. Sjá videoklipp niðanfyri:

JáH (y) 16.12.2015

Comments

Mobilvideo: Hyggja nærri at heimildarlógini

15/12/2015

Comments

 
Billede
Ein bólkur við embætisfólkum úr Føroyum og Danmark skal hyggja nærri at uttanríkispolitisku heimildarlógini.

Tað var ein av niðurstøðunum á ríkisfundinum fyrrapartin millum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra Danmarkar, Kim Kielsen, landsstýrisformann í Grønlandi, og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Kelda: Løgmansskrivstovan 14.12.2015


Comments

Fólkapensjónistar fáa fíggjarligan lætta í 2016

14/12/2015

Comments

 
Billede
Landsstýrið og samgongan hava fráboðað fleiri átøk, ið koma at ávirka fólkapensjónistar í 2016. Hetta skjal lýsir samanløgdu avleiðingarnar fyri fólkapensjónistar.

Samanlagt fáa fólkapensjónistar fíggjarligan lætta, og verða fólkapensjónistar tí ávirkaðir jaliga av teimum átøkum, ið verða framd av landsstýrinum í 2016.

Niðanfyri er víst útrokning fyri fólkapensjónistar, ið einans hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av. Fyri hjún hava samlaðu broytingarnar við sær, at stakur pensjónistur fær 4.602 kr. meira um árið, svarandi til 384 kr. meira um mánaðin í 2016 enn í 2015. Fyri hjún verður samanlagt talan um 4.700 kr. meira um árið, svarandi til 392 kr. meira um mánaðin samanlagt.
Fólkapensjónistar fáa fíggjarligan fyrimun av fylgjandi broytingum:
  • Hækking av útgjaldi úr Samhaldafasta (AMEG) (um 9.600 kr. meira árliga)
  • Hækking í viðbót til teir pensjónistar, ið hava lítla ella onga egininntøku og tí bara – ella næstan bara – hava fólkapensjón og Samhaldfasta at liva av (1800 kr. meira árliga)
  • Lækking av landsskatti hjá lág- og miðalløntum.
  • Umlegging av Kringvarpsgjaldinum (úr 3.600 kr. árliga pr. húski, niður í 600 kr. árliga pr. fólkapensjónist).
Hinvegin fer lækkingin av grundarupphæddini (framd samsvarandi hækkingini av útgjaldinum úr Samhaldfasta), umframt hækking av heilsutrygdargjaldinum á 10 kr. um mánaðin, at minka fíggjarliga fyrimunin av omanfyrinevndu átøkum.

Les meira HER

JáH (y) 13.12.2015
Kelda: Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið

Comments

Donald Trump heldur at USA skal banna muslimar at koma hagar!

10/12/2015

Comments

 
Billede
Donald Trump fær nógvan kritikk frá fjølmiðlum í Amerika - eftir at hann hevur úttalað seg at Amerika eigur at banna muslimar at koma har.

Eisini tað Hvíta Húsið umhugsar at diskvalivisera hann eftir hesa útsøgn, men sjálvur sigur Trump - at hann fer ongantíð at gevast við at stilla upp til Forsetavalið 2016 - um so hann skal vera uttanfyri allar flokkar, so verður hann eitt valevni fyri ta amerikanska fólkið, sigur Trump við alheimsins fjølmiðlar.

​Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 10.12.2015

Comments

​Fólkatingi skal viðgera eitt uppskot um at loyva Medisinskt Cannabis til álvarslig sjúk.  

10/12/2015

Comments

 
Billede
​Ímorgin tann 11. desember skal Fólkatingið viðgera eitt uppskot frá Alternativet um at áleggja stjørnuni hjá Lars Løkke Rasmussen, at gera eitt uppskot fyri at loyva Medisinskt Cannabis(Heilivágs Hamp) til álvarslig sjúk. 
 Í viðmerkingunum til uppskoti eru td sjúkurnar krabbamein, Sclerosa, Multiple Sclerosa , Epilepsi, Depressión, kválmi, ørilsi og HIV/aids nevndar og eisini er víst til Kræftens Bekæmpelse.  
Medisinskt Cannabis kemur undir danska lóggávu og hevur uppskoti eisini stóran áhugað í Føroyum. 
Vit fara tí at heita á okkara menn á Christiansborg Magna Arge og Sjúrð Skaale um at vísa uppskotinum vælvild og stemma ja. 

Uppskoti er at finnað her:  _https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=174655&exp=1 

420 Hampafólk 

Comments

Samhaldsfasti hava stóran leiklut í nýggju pensjónsskipanini

5/12/2015

Comments

 
Picture
Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal hava ein størri leiklut í nýggju pensjónsskipanini. Tað svarar løgmaður millum annað í einum skrivligum § 52a  fyrispurningi frá Kári P. Højgaard, løgtingsmanni, um Samhaldsfasta

- Mín persónliga hugsan er, at Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal hava ein størri leiklut í nýggju pensjónsskipanini. Hvussu stóran leiklut Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal hava, verður ein partur av arbeiðinum hjá politiska fylgibólkinum, har málið er at finna eina breiða semju. Fremsta orsøkin er helst hon, at Samhaldsfasti er ein arbeiðsmarknaðareftirlønarskipan, meðan fólkapensjónin er ein sosial pensjónsskipan. Ætlanin við nýggju pensjónsskipanini er m.a. at fáa betri samsvar og samanhang millum hesar báðar skipanirnar, svarar løgmaður millum annað.

Í samgonguskjalinum er ásett, at arbeiðið í pensjónsbólkinum heldur fram. Arbeiðið fer av álvara í gongd fyrst í nýggja árinum. Miðað verður ímóti at leggja uppskot fyri Løgtingið í komandi tingsetu. Settur verður ein politiskur fylgibólkur at fylgja arbeiðinum.
​
Svarið hjá løgmanni til Kára P. Højgaard kann lesast her

Kelda: Løgmansskrivstovan 05.12.2015


Comments

​Danskarnir stemmaðu NEI

4/12/2015

Comments

 
Picture
Tað gjørdist ikki tann heilt stóri gysarin á danska valinum í gjárskvøldið, sum allir fjølmiðlarnir høvdu spátt um áðrenn valið.

Nei síðan, teir sum eru ímóti at broyta rættarfyrivarnið við EU vunnu greitt. Valúrslitið gjørdist hetta, 53,1 prosent atkvøddu NEI og 46,9 prosent atkvøddi JA.

Stóri sigursharrin aftur hesaferð gjørdist Danski Fólkaflokkurin, sum stóð á odda fyri NEI síðuni. Hetta er triðja valið á rað, at Svend Thuelsen  Dahl gerst stóri sigursharrin í donskum politikki. Hesaferð saman við Einheitslistanum, Liberal Alliance og so fólkafylgingini ímóti EU.

Valluttøkan gjørdist 72 prosent og tað er sera gott, tá ið hugt verður eftir, at hetta var ein fólkaatkvøða.

SáH  

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly