NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Løgmaður fingið handað álit um Kærustovnin

28/11/2020

Comments

 
Picture
Arbeiðsbólkurin, sum í fjør varð settur at endurskoða bygnaðin á Føroya Kærustovni,  hevur nú handað løgmanni álitið. Uppgávan hjá bólkinum var at taka støði í verandi virksemi og skipan, og síðani gera tilmæli um møguligar broytingar, so stovnurin fer at hóska betri til tað samfelag og tann fyrisitingarbygnað, sum er í dag.

Arbeiðsbólkurin hevur 14 ítøkilig tilmæli. Eitt høvuðstilmæli er at flyta allar nevndirnar, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova fyri, inn á sjálvan Kærustovnin. Hetta merkir, at Kærustovnurin frameftir sjálvur viðger kærumálini og tekur avgerðir sum sjálvstøðugur myndugleiki.

 “Flestar avgerðir eru fyrisitingarrættarligar ella grundaðar á fyrisitingarrætt, har løgfrøðin er tann berandi parturin av viðgerðini. Henda servitan er á Kærustovninum, og tí kunnu løgfrøðingar á stovninum avgreiða flestu mál. Í teimum málum, har neyðugt er at fáa serkøna ráðgeving t.d. frá læknum ella byggikønum, ber til at hava eina skipan, har serkøn verða knýtt at stovninum sum ráðgevar at heita á, tá ið hetta verður mett neyðugt,” stendur millum annað at lesa í álitinum.

Føroya Kærustovnur er nógv broyttur, síðani hann varð settur á stovn í 1998. Fleiri kærunevndir eru lagdar afturat, umframt at eisini aðrar nevndir, ið ikki viðgera kærur, eru lagdar til stovnin.

Tær 11 nevndirnar á Føroya Kærustovni eru sera ymiskar. Fakøkini eru stór í vavi og fevna um alt frá barnavernd til fjarskifti, ella frá psykiatriskum sjúklinga rættindum til posteftirlit.

“Bygnaðurin á Kærustovninum er serføroyskur. Kærustovnurin er í orðsins sanna týdningi ein føroysk loysn. Stovnurin røkir eina sera týdningamikla uppgávu, tí hann á fleiri økjum borgar fyri rættartrygdini hjá vanliga borgaranum. Politiska skipanin fer nú viðgera ymisku tilmælini, ið arbeiðsbólkurin skjýtur upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Alt álitið kann lesast her

Løgmansskrivsstovan

Picture
Comments

Glógvandi virkishugur eyðkennir føroyska sjóvinnu

26/11/2020

Comments

 
Picture
Føroysk sjóvinna er í rívandi menning í løtuni, og umstøðurnar at vaksa og menna seg enn meira hava sjáldan verið betri.Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum seinnapartin tók lut í einum orðaskifti á Sjóvinnuforum, ið varð fyriskipað á Vinnuháskúlanum í Havn.

“Føroysk sjóvinna er í løtuni í einari sera spennandi legu. Sjóvinnan er í løtuni okkara trið størsti vinnuvegur, og hevur hon kann lyfta seg enn meira og gerast ein týðandi leikari í altjóða høpi. Hetta kann skapa enn størri avkast, framburð og vælferð fyri alt okkara samfelag,” vísir Bárður á Steig Nielsen á.

Løgmaður fegnast um stóra framburðin og stóra vøksturin í føroysku sjóvinnuni. Undir orðaskiftinum seinnapartin legði løgmaður dent á, at støðugt vaksandi áhugin fyri Norðuratlantshavi og Arktis kann lata enn fleiri dyr upp fyri føroyska sjóvinnu.

“Við øktu ferðsluni í Norðuratlantshavi og í Arktis eru stórir møguleikar fyri at veita tænastur á nógvum økjum, har vit longu hava góðar førleikar, ikki minst innan skipaumvælingar, el-arbeiði og ymiska ráðgeving”, heldur løgmaður.

Bæði NATO og USA hava í hyggju at raðfesta Norðuratlantshavið og Arktis frammarliga komandi árini. Seinastu árini hava amerikanskir myndugleikar í fleiri umførum víst áhuga fyri Føroyum og einum samstarvi um tænastur og veitingar – eitt nú innan vistarveiting, bunkring, viðlíkahald og manningarskifti

“Nú ræður um at fyrireika seg væl til nýggju møguleikarnar. Eg eri sannførdur um, at glógvandi virkishugurin og framskygdu fyritøkurnar í Føroyum fara at taka av øktu møguleikunum. Politiska skipanin vil gera sítt til at vera ein virkin viðspælari. Vit vilja stuðla og tryggja neyðugu karmarnar, so at føroyska sjóvinna kann menna seg enn meira,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Picture
Comments

Býraðið bleiv skipað í gjárskvøldið, Karl Johansen valdur borgmeistari

18/11/2020

Comments

 
Billede
Í gjárskvøld bleiv nýggja Býráðið í Klaksvíkar Kommunu skipað.

Nýggja samgongan er ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.

Nýggjur borgmeistari er Karl Johansen frá Sambandsflokkinum og varaborgmeistari er Atli S. Justinussen, til 2. varaborgmeistara bleiv valdur Jógvan Skorheim, fráfarandi borgmeistarin.

Tveir Býráðslimur møtti ikki til fyrsta fundin i gjárskvøldið, teir vóru Óli Lassen, har fyrst valdi hjá Sjálvsstýrisflokkinum Andreas Josephsen tók hansara pláss. Jóhanna Christiansen frá Fólkaflokkinum møtti heldur ikki til fyrsta fundin, men har hendi tað løgna, at fyrstvaldi hjá Fólkaflokkin Símun á Høvdanum ikki var biðin at møta til fundin, ístaðinfyri bleiv ein skermur settur upp og har so Jóhanna Christiansen stardi út í tóma heimin.

Tað frættist, at hon var í Danmark og tí kundi ikki møta, men hví undirritaði ikki bleiv biðin at møta, mugu bara gitingar vera um, men kanska hatta verður framtíðin, at skermar bara møta upp fyri okkara fólkavaldu og ein ikki nýtist at hava eykamenn og kvinnur í Samgonguni. Minnilutin koyrir enn við gomlu skipaninin og haldi eg eisini at hon er meira fólkalig, men polikkur er makt og tað hava fleiri ilt við at sleppa.

Skal ynskja øllum hjartaliga tillukku við valinum og serliga tillukku til okkara nýggja borgmeistara Karl H. Johansen. Bað teg vera kláran at gerast borgmeistari aftaná góða valfundin í Mikladali og segði eg tá, at kláraðu tit í Sambandsflokkinum at fáa umleið 350 stemmur, so fingu tit ein mann inn og hann kundi gerast borgmeistari.

Eg fekk 113 stemmur og tað er ein risa framgongd, seinast val fekk eg 53 stemmur. Takki somuleiðis øllum sum valdu meg persónliga, mín rødd er ikki tagna enn og eg skal nokk gera mítt til, at tað gerst betri at búgva í Klaksvík. Fólkaflokkurin hevur hildu meg uttanfyri á fyrsta fundinum hjá nýggju samgonguni, vónandi hendur tað ikki aftur.

Her filmsklipp og nakrar myndir frá í morgun og í gjárskvøldið.

SáH

Comments

​Filmsklipp: Á Fossum, har má skil fáast á, X við Símun á Høvdanum

8/11/2020

Comments

 
Billede
Vit mugu ikki halda okkara borgarar fyri gjøldur, tá ið man lovar at grundstykkini á Fossum skuldu vera liðug í 2017, so má lyftið haldast, tí tað hevur havt heilt stórar fylgjur fyri tey, sum ætlaðu at seta búgv í Klaksvík, prísurin er hækkaður munandi á arbeiðslønum og tilfarið. Tíðin er eisini ein stórur faktorur og alla tað tíð, frá tí borgarnir hava fingið játtan til lán frá peningarstovnunum, hava hesi fólkini goldið leigu og tískil hevur hetta stuntið hjá Sjálvstýrisflokkinum til seinasta Býráðsval kosta teimum túsundvís av krónum.

OPINLEIKIN má innaftur í Klaksvíkar Býráð og borgarnir skulu ikki haldast fyri gjøldur í politiska spælinum, hetta má rættast beinanvegin eftir valið tann 10. november sigur Símun á Høvdanum.

Billede
​Símun á Høvdanum var og vitjaði á Fossum sunnudagin 08. november 2020, sjá filmsklipp herundir:
Billede
Comments

Filmsklipp: Stengurnar skulu gerast nú, X við Símun á Høvdanum

8/11/2020

Comments

 
Billede
Stengurnar hava ikki havt nakran góðan í 8 ár og tí skulu tær hava hægstu raðfesting aftaná 10. november og tað er upp á tíðina at okkara Fiskivinnu eisini fær ein bita av køkuni, tað er jú av henni vit liva av. SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

​Her filmsklipp frá 08.11.2020, sjá herundir

​Eg eri ímillum tykkum næstan hvønn dag, hini valevnini kenna tykkum 4. hvørt ár og tað tit hava fingið frá teimum í heili 8 ár, er ein gul spuluslanga. FISKIVINNAN skal raðfestast aftur í Klakvíkar Býráð og tað er ein sum skal tryggja tað og tað er Símun á Høvdanum, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum, tann 08.11.2020
Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly