NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Trafikproppurin í Runavík

28/11/2019

Comments

 
Billede
Nú slapp enn einaferð ein Tjóveldismaður í KVF at kæra sína neyð. Hesaferð var tað Tobbi sum vísti á, trupulleikan við ferðsluni tá tunnilin letur upp.

Stórsti trupulleikin er at Runavíkar kommuna eigur ongar pengar. Kommunan skyldaði fyri stuttum meira enn eina álíkning, sum viðførur at kommuna átti at verið sett undir umsiting. Undantak fekst tó tí toppurin av skuldarfjallinum var orsaka av yvirtøku av eldraøkinum.

Harumfram sæst roknskapurin fram til oktober á heimasíðuni hjá gjaldstovuni. Hann vísur at at evnini at brúka pengar eru munandi betri enn evnini at goyma pengar.

Ein forðing fyri einari loysn er ein miðbýar ætlan sum ger, at vegurin kostar 130 milliónir, heldur enn ein munandi bíligari loysn.

Ein onnur orsøk er at Henrik Old og Heðin Mortensen gjørdu eina avtalu í oktober 2016 um at Landskassin og Tunnilsfelagið skuldu gjalda 85% av innkomuvegi til Havnar. Men avtalan bleiv sambært Tórshavnar kommunu longu brotin í oktober 2017, tá staðfestast kundi at onki bleiv sett av á løgtingsins fíggjarlóg. Einum kemur til hugs at hetta var valagn. Júst sum við Fámjinstunnlinum, var tað helst ongantíð æltanin at halda avtaluna.

Tað átti Runavíkar kommuna at vita og átti at tikið neyðug stig beinan veg. At rokna við at kunna kopiera eina brotna avtalu er neyvan skilagott.Eitt avgerandi stig er sjálvandi at avseta pengar til sín part av avtaluni. Tað hevur kommunan ikki gjørt higartil.

Landskassin eigur ongar pengar. Runavíkar kommuna skyldar nógv og hevur tí hvørki pengar til miðbýarætlan ella svimjihøll. Besta loysnin er at gera Gøtudalstunnilin og leiða ferðsluna eftir eystara armi sigur Landsverk. Tað segði Landsverk eisini fyri 20 árum síðan. Men í Runavík væntaðu tey at gerast blindtarmur og tí hevur ongin vilja tosa um Gøtudalstunnil fyrr enn Eysturoyartunnilin er liðugur.

Annars er trupulleikin í Søldarfirði minst líka stórur sum í Runavík og kann bara loysast við vegi fyri fleiri hundrað milliónir.

Eg búgvi á Strondum og fyri mína skuld kunnu tit eiga gjøgnumgangandi ferðsluna hinumegin. Men fyri samfelagið er Gøtudalstunnil rætta loysnin. Tað er eisini nógv betri fyri Runavíkar kommunu.

Gøtudalstunnilin hevur breiða undirtøku, og tí ber til at finna pengarnar. Runavíkar kommuna hevur ikki ráð at gera innkoyringarveg. Løgtingi fer ikki at játta pengar úr einum tómum kassa til tað næstbestu loysnina, sum harumframt kostar 100 tals milliónir í Søldarfirði.

Eivind Jacobsen
Strendur

Comments

Danski uttanríkisráðharrin vitjar Føroyar

26/11/2019

Comments

 
Billede
Jeppe Kofod, danski uttanríkisráðharrin, kemur til Føroya mikudagin. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, verður vertur fyri vitjanini.

Undir vitjanini fara teir báðir millum annað at umrøða aktuel uttanríkispolitisk mál.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm. Eisini hevur landsstýrið sett sær sum mál, at føroyskir myndugleikar fáa innlit í og ávirkan á øll viðkomandi uttanríkis- og verjupolitisk mál.

Ein stuttur túrur verður gjørdur til Gásadals, áðrenn koyrt verður til Havnar, har Jeppe Kofod og Jenis av Rana hava fund í Tinganesi. Aftan á fundin fáa fjølmiðlafólk høvið at hitta ráðharrarnar.

Hósdagurin byrjar við fundi í løgtinginum við uttanlandsnevndina, og síðani gongur leiðin í Vinnuhúsið. Áðrenn danski uttanríkisráðharrin fer til Danmarkar aftur, vitjar hann Listasavn Føroya.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Comments

Tjóðleikhúsi skuldi verið bygt uttanfyri Havnina

20/11/2019

Comments

 
Billede
Heðin Mortensen er longu farin í gongd við valstríðið til kommunuvalið 2020 og spyr um líkt og ólíkt á Løgtinginum í dag. Einamest um bygningar, sum skulu staðsetast í Tórshavnar Kommunu, eitt nú bygningarnir í Hoydølum og tjóleikhús og vera teir ikki gjørdir í Tórshavn, so hótti Heðin við, at um minni enn eitt ár, so verður kommunuval og so hann lovaði hann, at fólkini í Tórshavnar Kommunu blivu skift út.

Hvat fólkini í Tórshavnar Kommunu nakað við Løgtingið  at gera er ilt at meta um, men er hetta mátin at arbeiða uppá, so skjóti eg upp fyri samgonguni, at Tjóðleikhúsi verður bygt uttanfyri Havnina, tí Havnin hevur fingið ríkiligt, hygg bara GLASIR, H-Bygningur og alt svansið hjá Landverk Føroya, sum hevur kostað Føroyum 100tals milliónir.

SáH

Comments

​Her síggja tit Deadline við Edmund Joensen og Sjúrða Skaale

18/11/2019

Comments

 
Billede


Í gjárskvøldið viðgjørdu DR2 uttanríkispolitikk hjá Føroyum við Danmark og trupuleikan at Jenis av Rana ætlar at seta á stovn eina sendistovu í Jerusalem í Ísrael og at Føroya Tele hevur valt Huawei framum danskar tele veitarar, sjá sendingina her, “Deadline 17. november 2019”

SáH

Comments

Góðir landsfundur hjá Fólkaflokkinum

16/11/2019

Comments

 
Billede
Fólkaflokkurin helt sín árliga landsfund í dag í Tórshavn.

Nógv fólk vóru komin saman á Hotel Hafnia og var fundurin bæði góður, lívligur og við hópum av talum.

Fundurin byrjaði kl. 13:00, har Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum helt sína árligu formansrøðu og hon var bæði long og góð. 

Hann legði dent á, at nú mátti skil fáast á landinum aftur og at samgongan hevði sett sær fyri, at skil mátti fáast á hvussu pengarnir hjá skattaborgarum vera brúktir, tí sum undanfarna samgonga hevði stýrt, so var einki sum helst skil á nøkrum og virðingin fyri skattaborgarans pengum var heilt burtur, har ein rokning fyri og onnur eftir eru dottnar úr skapinum. Hetta skal stoppast nú og tað skuldi Fólkaflokkurin borga fyri.

Næst honum Hevði Elisebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum orðið, so Jacob Vestergaard, landsstýrsmaður í fiskivinnumálum, so Christian F. Andreasen formaður í tingbólkinum og aftaná tey komu so tingfólkini hjá Fólkaflokkinum við sínum røðum og tey vóru mong, tí á seinasta Løgtingsvalinum gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur á tingið og valið var tað besta hjá Fólkaflokkinum síðani 1950.

Samanumtikið ein góður landsfundur proppa við politiskum talum.

Her myndir frá landsfundinum, klikk her, "Myndir: Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum 2019"

SáH


Comments

Klaksvíkar Býráð stendur saman um fíggjarætlanina

14/11/2019

Comments

 
Billede
Á temafundi týsdagin 12. november samtyktu allar nevndir býráðsins einmælt at taka undir við fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu fyri komandi ár. Seinastu árini hava verið eyðkend av nógvum íløguvirksemi hjá Klaksvíkar kommunu, og býráðið raðfestir høgt at gera hesar lidnar, so tær kunnu koma borgarum kommununnar tilgóðar.

Størsta einstaka byggiverkætlanin er skúlabyggingin á Skúlatrøð, har fyrsta byggistig, sum íalt kostar 110 mió. kr., nú nærkast endanum. Byggingin hevur gingið væl, hóast seinkingar, men nú hevur býráðið sett av seinastu íløguupp-hæddina, og í næstum fara skúlanæmingar og starvsfólk á Skúlatrøð at flyta inn í spildurnýggju og spennandi hølini. Býráðið takkar bæði næmingum og lærarum fyri tol og forstáilsi í eini byggitíð við spjaddari undirvísing, og vit gleða okkum at bjóða inn í nýggju karmarnar á Skúlatrøð.

ÍLØGUR Í VINNUKARMAR HÆGSTU RAÐFESTING Í 2020
Vinnuøkið fær hægstu raðfesting í fíggjarætlan Klaksvíkar kommunu fyri 2020, har ætlan býráðsins er at gera uppaftur meir fyri at betra um karmarnar hjá vinnuni í kommununi.

Býráðið hevur altíð strembað eftir at hava ein tættan dialog við vinnulívið í kommununi, soleiðis at vinnan hevur møguleikar at byggja út og víðka sítt virksemi og eisini at skapa fleiri arbeiðspláss og inntøkur til Klaksvíkar kommunu.

Arbeiðið er longu byrjað at gera nýggja ídnaðarøkið undir Hamri við Borðoyarvík, sum fevnir um fleiri grundøkir til vinnufyritøkur. Hetta arbeiðið verður liðugt í september í komandi ári. Býráðið hevur frammanundan játtað pening til hetta, og í fíggjarætlanini fyri 2020 eru 10 mió. kr. settar av til havnar- og vinnuøkið, soleiðis at gongd eisini kann setast á fyrireikingar til at betra um karmarnar í Norðhavnini. Arbeitt verður við eini ætlan saman við vinnuaktørum, so kajkanturin kann leingjast, og umstøðurnar á landi gerast betri.

Tað hevur alstóran týdning fyri eina kommunu sum okkara, at vinnulívið fær góðar fortreytir, so arbeiði, trivnaður og vøkstur framhaldandi kunnu náast.

AÐRAR VERKÆTLANIR
Í hesum tíðum, har rørsla fær ein alsamt størri týdning fyri heilsu og vælveru borgaranna, eru tað óivað mong, sum gleða seg til, at rennibreytin á Másheyggi skjótt verður liðug og tikin í brúk. Málsetningurin er, at rennibreytin verður liðug innan eitt ár. Umframt umstøður til frælsan ítrótt fer hon at fevna um ein fótbóltsvøll.

AÐRAR VERKÆTLANIR Í GONGD, SUM BÝRÁÐIÐ RAÐFESTIR AT GERA LIDNAR, ERU EITT NÚ:
Bláa Skýlið við Djúpumýru, sum miðað verður ímóti at taka í brúk í juli komandi ár við umstøðum til Evropa League dystir
Miðbýurin við Biskupstorg, har skoytibreyt verður tikin í brúk longu í hesum árinum, og har hildið verður fram við liðugtgerð av spennandi karmunum á hesum nýggja øki í býnum
Húsarhaldsskúli Føroya, sum er ein felags verkætlan hjá landinum og kommununi, ið fer at skapa lív í miðbýnum í Klaksvík og geva nýggjar møguleikar fyri virksemi har. Fyrireikingarnar eru komnar langt, og í næstum verður fundur við landsstýrisfólkini Jenis av Rana og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um fremjing av sjálvari byggingini, sum landið eisini eigur ein stóran leiklut í.
Spælipláss verða dagførd og gjørd liðug kring um í kommununi. Í 2020 hevur býráðið eisini sett pening av til tvey nýggj spælipláss, eitt í Ánunum og eitt á Norðoyri.

TRYGD, TRIVNAÐUR OG FRÍTÍÐARMØGULEIKAR HØGA RAÐFESTING
Í eina tíð hava nakrar verkætlanir ligið í kortunum, sum tørvur er á til tess at styrkja trivnaðin og gera frítíðarmøguleikarnar enn fjølbroyttari í kommununi, men bíðað hevur verið við at fremja hesar, meðan aðrar stórar verkætlanir eru blivnar framdar.

Men nú fleiri stórar verkætlanir verða liðugt framdar í næstum, gevur hetta pláss til fremjing av eitt nú niðanfyri nevndu verkætlanum og íløgum:

*Seinastu árini hevur arbeiðsbólkur arbeitt við at fyrireika bygging av nýggjum dagstovni, sum verður staðsettur á Helnabrekku, har hann verður ein partur av nýggja og vaksandi býlinginum, sum eitt nú fevnir um vegirnar Undir Grashjalla, Millum Hjalla og Oman Valrætt. Býráðið hevur sett 5 mió. kr. av til verkætlanina, soleiðis at byrjast kann upp á byggingina í 2020, og nýggi dagstovnurin kann takast í brúk í 2021.
*Í góðum samstarvi við Klaksvíkar Róðrarfelag fyriliggja nú tekningar og modell av nýggjum kappróðrarneysti, sum verður staðsett á miðbýarútfyllingini. Býráðið er samt um at seta av 7 mió. kr. til hesa íløgu í komandi ári, soleiðis at nýggja neystið verður klárt hjá róðrarfelagnum at taka í brúk til kappróðrarárið 2021.
*Nýggj fimleikarhøll hevur leingi ligið í kortunum at byggja á ítróttarøkinum, soleiðis at Klaksvíkar Fimleikafelag fær tíðarhóskandi og nøktandi umstøður til sínar mongu íðkandi limir. Býráðið er samt um at seta fyrstu íløguupphæddina av í komandi ári, soleiðis at byrjast kann uppá fremjingina av hesi verkætlan.
*Fyri nøkrum árum síðan komu privatir íverksetar til kommununa við hugskoti um bygging og rakstur av spælilandi í Klaksvík, har framúr góðir og spennandi karmar verða um heilsufremjandi og mennandi spæl og rørslu hjá børnum í tryggum umhvørvi. Býráðið er samt um eina íløgujáttan til hesa verkætlan, sum arbeitt verður víðari við at fremja.
*Ein játtan er sett av til keyp av nýggjum stigabili, sum lýkur øll dagsins krøv á økinum.
*Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík hevur fyri stuttum undirskrivað arbeiðssáttmalar við arbeiðstakarar um bygging av nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, og fyrireikingararbeiðið til byggiarbeiðið er byrjað. Býráðið er samt um at seta av 8 mió. kr. sum stuðul til hesa bygging, sum fer at broyta miðbýarmyndina og ríka frítíðarmøguleikarnar í Klaksvík.

BÝRÁÐIÐ RAÐFESTIR YMISK ÁTØK Í RAKSTRINUM
Umframt lønarframskrivingar hevur býráðið valt at raðfest ymist átøk í rakstrinum.

Eitt nú er hol sett á eina demensætlan fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum fer at styrkja munandi um tilboðið til borgarar við demenssjúku. Eftir ætlan skal hetta raðfestast við hægri játtan komandi 5 árini, so eldraøkið kann geva bestu tænastu innan hetta tiltrongda økið. Harafturat heldur býráðið eisini fast við at raðfesta eftir ætlanini, sum varð samtykt, tá ið eldraøkið varð lagt út til kommunurnar. Hetta krevur pening, men síggja vit eisini longu nú, at betringarnar gera mun.

Við nýggju dagstovnaeindini í Fjallafípuni hevur býráðið nú útvegað 50 nýggj dagstovnapláss, sum eisini hevur fingið stóra raðfesting í fíggjarætlanini.

Fleiri aðrar raðfestingar eru eisini gjørdar innan tekniska økið og umhvørvisøkið, so bæði vegir, gongubreytir, skelting, viðlíkahald og nýggjar umhvørvisloysnir verða raðfestar, og kommunan kann gerast ein vakrari kommuna.

Í prosentum er talan um ein samlaðan realvøkstur av rakstrinum á 3,9%. Neyva fíggjarstýringin av rakstri kommununnar gevur pláss til eitt rakstraravlop á 77 mió. kr., ið eru tøkar til raðfesting av íløgum og avdráttum av lánum.

EIN FÍGGJARLIGA VÆL BJÁLVAÐ KOMMUNA
Samstundis sum sera nógv átøk eru og verða framd, sum gera Klaksvíkar kommunu til eina spennandi kommunu at búgva og virka í, so raðfestir Klaksvíkar býráð høgt at hava eina sterka og skynsama fíggjarstýring.

Hetta sæst eisini aftur í fíggjarstøðu kommununnar, har lyklatølini boða frá eini fíggjarliga væl stýrdari og bjálvaðari kommunu. Eitt nú verður nettoskuld kommununnar á nýggjárinum 122 mió. kr. undir eina álíkning, og vóru nevndirnar eisini samdar um, at 4 mió. kr. skulu gjaldast aftur av skuldini í 2020.

Klaksvík, 13. november 2019

Comments

​Rógvi Egilstoft Nielsen tikið sætið á Tingi fyri fyrstu ferð

6/11/2019

Comments

 
Billede
Rógvi Egilstoft Nielsen frá Fólkaflokkinum, hevur í dag tikið sætið fyri Brand Sandoy, ið er farin í farloyvið. Brandur umboðar í løtuni løgtingið á árliga ST aðalfundinum í New York.

Hetta er fyrstu ferð, at ungi sandavágsmaðurin tekur sætið í løgtinginum. Rógvi Egilsitoft fekk 227 atkvøður á løgtingsvalinum.

Hjartaliga vælkomin, Rógvi, og blíðan byr við løgtingsarbeiðinum🇫🇴🇫🇴

Kelda: Fólkaflokkurin

SáH

Billede
Comments

Tey reyðu er totalt langt úti í Danmark, hattin av fyri Inger Støjberg

5/11/2019

Comments

 
Billede
Gevið Inger Støjberg mín fullað uppbakking, sjálvandi skal tað ikki vera loyvt hjá monnum, at fara í hjúnarlag við smágentum, hvussu rotin kann vinstrapolitikkur vera? Eg vóni ikki at Danmark søkkur so djúpt sum Svøríki, har eru ræðuligur tilstandir hvønn dag og støðan versnar dag fyri dag, ongantíð eru so nógv fólk dripin í Svøríki, sum seinastu árini og í  onkrum býarpartið torir løgreglan slett ikki at fara inn longur. Her viðmerking frá Inger Stjøjberg:

“Barnebrude hører ikke til i Danmark! Jeg er inderligt imod, at ældre mænd bliver gift med mindreårige piger, og det er uanset, hvilken kultur man kommer fra. Det hører ganske enkelt ikke til her.
Jeg gjorde derfor ALT, hvad jeg kunne for at beskytte pigerne, og bekæmpe at det kunne finde sted i danske asylcentre. Jeg gjorde alt for at beskytte dem, da jeg var minister, og det har jeg ikke fortrudt.

De røde partier har i dag offentliggjort grundlaget for en undersøgelseskommission af barnebrude-sagen. Den hilser jeg velkommen med sindsro.”


Inger Støjberg 05.11.2019 Facebook

Her skrivar Dorthe Ullemoses á sín Facebook vanga tann 12.09.2019​

Billede
Comments

Bárður og Boris byggja brýr

5/11/2019

Comments

 
Billede
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Boris Johnson, bretskur forsætismálaráðharri, eru samdir um at styrkja samhandilin og samstarvið millum Føroyar og Bretland. Á fundi í Downing Street nummar 10 fyrrapartin umrøddu stjórnarleiðararnir í Føroyum og Bretlandi samstarvið landanna millum. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein føroyskur løgmaður er á fundi við ein bretskan forsætismálaráðharra í Downing Street.

“Tað er einki at taka seg aftur í, at Brexit letur upp fyri nýggjum samstarvsmøguleikum millum Føroyar og Bretland. Tað er avgerandi, at vit troyta allar møguleikar, og ávirka á røttum stað, so vit fáa so góð viðurskifti sum gjørligt við Bretland. Fundurin við bretska forsætismálaráðharran er eitt greitt tekin um, at bretar raðfesta samstarvið við Føroyar. Tað er mín greiða fatan, at Føroyar fara at fáa eina sterkari samvinnu við Bretland, nú bretar eru á veg úr ES, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Á fundinum í London fyrrapartin gjørdi løgmaður vart við, at Føroyar vilja breiðka handilssamstarvið við Bretland. Eisini umrøddu partarnir samstarv innan fiskivinnu, oljuvinnu og tænastuvinnu.

Bárður á Steig Nielsen greiddi eisini Boris Johnson frá, at tað komandi ár verður eitt 75 ára minningarhald í Føroyum í sambandi við, at bretska hersetingin undir seinna veraldarbardaga endaði.

“Føroyar og Bretland hava eina hendingaríka og spennandi søgu. Bretland er okkara nærmasti granni og nú ræður um at halda fram við at styrkja og menna gamla vinalagið og góðu viðurskiftini landanna millum sum næstu grannar í Landnyrðingsatlantshavi, heldur Bárður á Steig Nielsen.

Løgmaður nýtti høvi til at bjóða Boris Johnson at vitja Føroyar.

Kelda: lms.fo

SáH

Billede
Comments
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly