NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rivera gevur Hannity ein uppá kjaftin

29/11/2018

Comments

 
Billede
Geraldo Rivera, sum sjálvur er vanur við at gera samrøður við fólk - gevur í hesum samanhangi sjónvarpsvertinum Sean Hannity ein uppá kjaftin.

Teir tosað allir um tað, at flóttafólkini royna at sleppa yvir um til Amerika - har hernaðarfólk hava skotið táragass eftir teimum - har ímillum mammur við børnum. Hannity brúkar argumenti, at tað nærum varð íordan av løgregluni at skjóta táragass eftir flóttafólkunum - ímeðan Rivera svarar aftur, at tað IKKI er íordan at skjóta táragass eftir mammum og børnum. 

Rivera kemur við sera góðum aftursvari til Hannity og Dan Bongino næstan allatíð, sum royna í besta fyrimuni at fáa Rivera at tiga - men tað ger hann ikki - Sjá sjálv/ur video frá Fox News niðanfyri:

JáH (y) 30.11.2018
Kelda: Fox News

Comments

Trump hevur avlýst toppfund við Putin

29/11/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin Donald J. Trump hevur avlýst planlagda G20 topp-fundin við russiska forsetan Vladimir Putin.

​Les eisini: Hóttir við at avlýsa fundin við Putin

Orsøkin, sigur Trump - eru trupuleikarnir ímillum Russland og Ukraina.

Nógv annað valdar eisini - og tað spælir sjálvandi eisini inn - hvussu fundurin ímillum teir báðar gekk seinast - har Trump bleiv ákærdir av teim amerikonsku fjølmiðlunum at nærmast kyssa Putin í reyvuna.

JáH (y) 29.11.2018

Comments

Senati ætlar at straffa Saudi Arabia

28/11/2018

Comments

 
Billede
Senati í Kongressuni vil hava ein enda við hernaðarhjálp til Saudi Arabia - sum er eitt eftirspæl av krígginum í Jemen og sjálvandi eisini morðinum av journalistinum Jamal Khashoggi, skrivar NTB.

Við 63 ímóti 37 stemmum - viðtóku senatorarnir mikudagin, at arbeiða við einari loysn, sum inniber at krøv vera sett um steðg við amerikanska hernaðarhjálp til Saudi Arabia.

Amerikanski forsetin, Donald J. Trump hevur ikki viljað úttalað seg um Saudi Arabia í longri tíð, men eftir stórum trýsti frá báðum flokkum, so hevur forsetin sagt, at hann leggur onki í Saudi Arabia og at hann onki tilknýti hevur til Saudi Arabia. 

JáH (y) 29.11.2018

Comments

Víðagitin politikari vann í Mississippi

27/11/2018

Comments

 
Billede
Víðagitni politikarin  Cindy Hyde-Smith úr tí republikanska flokkinum vann dystin ígjár um plássi hjá Mississippi í Senatinum.

- Hjartaliga tillukku, senator Cindy Hyde-Smith við tí stóra sigrinum í stórsliga Mississippi. Vit eru øll stolt av tær, skrivaði Trump á Twitter.

JáH (y) 28.11.2018

Comments

Gongd í bø og haga.

23/11/2018

Comments

 
Billede
Eftir at ein útlendskur myndamaður hevur givið ilt av sær, tí hann ikki slapp at hóreiggja sær, sum hann vildi í bø og haga, tá hann var í Føroyum í summar, hevur eitt ávíst orðaskiftið tikið seg upp.

Vit hoyra aftur um “óskipaði viðurskiftir”, “ruðuleika” og viðurskiftir sum minna um “wild-west”. Orsakað av øllum hesum ruðuleikanum, mugu vit beinavegin fáa greiðar mannagongdir v.m.

Tað eru tey somu, Visit Faroe Islands og ferðaskrivstovur, sum koma við slíkum úttalilsum. Tey halda tað vera sjálvsagt, at ferðavinnan skal vinna pening við at brúka privatu ognina hjá øðrum.

Funnist verður at hagastýrisformonnum, seyðamonnum, bøndrum o.ø. sum dagliga røkja bø og haga, tí hesi krevja pening frá ferðafólki, sum brúka teirra privatu ogn.

Boðskapurin er greiður. Ferðavinnan skal hava ræðið og avgera, hvør skal sleppa inn á privata ogn hjá øðrum. Tey skulu hava ræði á, hvussu tey skulu uppføra seg og ikki minst, hvussu nógvan pening tey ferðandi skulu gjalda, og hvat peningurin skal brúkast til.

Eg havi ikki áður hoyrt um slíkan frekleika.

Veruleikin er, at jarðarviðurskiftini í Føroyum eru sera væl skipaði.

Allar Føroyar eru matrikuleraðar, bæði bøur og hagi, og til hvørt matrikulnummar eru tinglýstir eigarar.

Tað er neyvt lýst í lóggávu, hvussu hagarnir skulu skipast og røkjast, eins og tey lunnindir, sum hoyra til hagan. Tað eru somuleiðis greiðar ásetingar í lóggávu um ferðslu í høgunum.

Tað eru sjálvsagt tey, sum eiga hagan, sum gera av, hvussu ferðslan í haganum skal skipast. Tey hava eisini fullan rætt til at nokta fólki at fara í hagan. Øll kunnu tó ganga eftir beinari bygda-/varðagøtu.

Tey nýggju lunnindini, sum ferðavinnan er blivin hjá summum, eru lunnindir, sum hvør hagi sær hevur fullan rætt at skipa og gagnnýta. Tað eru tey, sum hava sína dagliga gongd í haganum, sum vita best, hvussu hagin skal skipast og røkjast, eisini hvat viðvíkur gongd í haganum.

Tað er sera álvarsamt, tá leiðandi fólk innan ferðavinnuna bera ósannindir um “óskipaði viðurskiftir” og “ruðuleika” fyri at sleppa at gera seg inn á privata ognarrættin.

Tað er ferðavinnan sum eggjar til ólógliga hagagongu, við at marknaðarføra og selja náttúruupplivingar á privatu ognini hjá øðrum, uttan at tey, sum eiga ognina, verða spurd eftir.

Eg vóni ikki, at nakar ætlar at gera lóggávu, sum ger seg inn á privata ognarrættin og rættin hjá jarðaeigarum og bøndrum at skipa egin viðurskifti.

​Jacob Vestergaard

Comments

Bárður Kass Nielsen inn aftur í hitan

21/11/2018

Comments

 
Billede
Ímeðan prátið í dag snýr seg um Fólkaskúlan í Løgtinginum - so segði formaðurin, at Jógvan Skorheim hevur biðið um farloyvi - og harvið tekur Bárður Kass Nielsen aftur sítt sæti í Tinginum.

Ongin mótmælti í Tinginum, at Harra Nielsen kom aftur í hitan fyri Harra Skorheim.

JáH (y) 21.11.2018

Comments

Trump tosar um Saudi Arabia, teldupostarnir hjá dóttrini og Mueller (Video)

20/11/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump hevur úr at gera - og seinasta nýggja er, at nú skula teldupostarnir hjá dóttir hansara kannast.

Sjá video niðanfyri av Trump greiða frá teldupostunum, Saudi Arabia og Mueller:

JáH (y) 21.11.2018
Kelda: Fox News

Comments

Trump fer kanska til Fjølmiðla-døgurðan hesa ferð

20/11/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump hevur boða frá á Twitter - at hann møguliga fer til Fjølmiðla-døgurðan* hesa ferð. Hann luttók annars ikki síðsta ár - ei heldur í ár.

Grundin er kanska sera einkul og tað er tí, at ongin skemtari kemur at standa fyri døgurðanum næsta ár. Ístaðinfyri at ein skemtari stendur fyri døgurðanum, so verður tað hesaferð søgufrøðingurin og rithøvundurin Ron Chernow.

Mong er ikki so glað fyri, at tað ikki er ein skemtari, sum stendur fyri Fjølmiðla-døgurðanum, sum tað Hvíta Húsið stendur fyri. Tí á døgurðunum skal tað tolast, at ALT verður sagt um forsetan og hansara stýrið - tí talu/skrivifrælsi er ein týðandi boðskapur frá døgurðanum, sum plagar at vera um apríl mánað.

Men Chernow sigur í stuttum:

- Fjølmiðlafrælsi er ein týðandi partur - og tí er tað sikkurt hósandi hjá mær, at hyggja eitt sindur aftur eftir tí grunnleggjandi. Sjálvt um eg ongantíð havi verið sæddur til at vera ein Stand-Up komikari, so skal eg lova tykkum, at søgutímin hjá mær ikki fer at vera turrir.

* White House Correspondents Dinner

JáH (y) 21.11.2018

Comments

Trump hevur sent svar til Mueller

20/11/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump hevur sent svar til serkønisgranskaran Robert Mueller, upplýsa sakførarnir hjá tí amerikanska forsetanum fyri ABC News.

Spurningarnir hava (fyri tað mesta) verið um russiska innblandan av tí amerikanska valinum í 2016, sigur ráðgevin Jay Sekulow til ABC News.

JáH (y) 21.11.2018

Comments

Pelosi bjóðar kappingarneyta starv

20/11/2018

Comments

 
Billede
78 ára gamla Nancy Pelosi verður leiðari fyri Umboðshúsið í Amerika, sum Demokratarnir vunnu fyri nøkrum vikum síðani.

Hennara kappingarneyti, Marcia Fudge hevur trekt seg - men Pelosi vil hava í starv fyri seg - og saman fara tær sikkurt, at gera lívið heitt fyri fólkini í tí Hvíta Húsinum.

JáH (y) 21.11.2018
Kelda: NTB

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly