NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvør byrjaði makreltilgongdina?

29/11/2017

Comments

 
Billede
Hvør byrjaði makreltilgongdina? Rættleiðing til KVF og Árna Dam.
Tilgongdin til at krevja størri makrelkvotu til Føroyar byrjaði í sambandi við, at Føroyar og Noreg á heysti í 2008 ásettu sær eina sokallaða norðurkvotu, sum mótsvar til, at ES í fleiri ár hevði ásett sær eina serstaka suðurkvotu.
Býtið av norðurkvotuni førdi til stríð ímillum Føroyar og Noreg. Orsaka av stríðnum, var ongin sínámillum fiskiveiðiavtala gjørd millum Føroyar og Noreg í desember 2008.
Hetta stríðið vardi til januar 2009, tá vit avgjørdu at býta norðurkvotuna í sama lutfalli sum táverandi býtið var ímillum Føroyar og Noreg í strandalandaavtaluni.
Aftaná hetta stríðið um býtið av norðurkvotuni, sum skapti stóra ónøgd ímillum uppisjóvarreiðaríini, var politisk avgerð tikin um, at fara undir eina tilgongd at krevja Føroyum størri part av makrelkvotuni.
Í januar í 2009 ásannaðu vit eisini, at íslendingar í tvey ár á rað høvdu fiskað stórar nøgdir av makreli tætt við føroyska markið. Í 2008 fiskaðu teir omanfyri 100 túsund tons.
At byrja við, áðrenn tað kom til skarpskeringar, tóku allir partar undir við avgerðini um at krevja størri part av makrelkvotuni.
Vit høvdu gott samstarv við vinnuna, manningarfeløgini og Reiðarafelagið, og tað var tíðliga í tilgongdini, at Viberg Sørensen, táverandi stjóri í Reiðarafelagnum segði mær, at Reiðarafelagið fór aktivt inn í arbeiði at krevja Føroyum størri part av makrelkvotuni.
Viberg Sørensen og Árni Dam, sum tá mannaðu leiðsluna í Reiðarafelagnum, gjørdu eitt gott arbeiði, og bakkaðu upp alla tíðina, eisini tá stórur partur av vinnuni og politisku skipanini fingu kaldar føtur á vári og sumri í 2010.
Tað er tí skeivt at siga, at tilgongdin at krevja størri makrelkvotu byrjaði nakra aðrastaðni enn í Fiskimálaráðnum.
Orsaka av politiskari mótstøðu, fekk eg ikki undirtøku til at lýsa kunngerð um makrelfiskiskap í 2010.
Hóast stóra mótstøðu og ivasemi í pørtum av vinnuni, eydnaðist fiskiskapurin eftir makreli í 2010 sera væl.
Aftaná tað var øll mótstøða burtur. Vinnan, øll sum hon var, legði nógv fyri, at stuðla kravinum um størri part av makrelkvotuni.
Aftaná at hava ásett Føroyum eina makrelkvotu á 150 túsund tons í 2011, fór Fólkaflokkurin úr samgonguni, og sokallaða “Makrelsamgongan” sá dagsins ljós.
Tað sum tá hendi undir “Makrelsamgonguni” legði grundarlagið undir, hvussu makrelurin varð býttur ímillum føroysku skipini árini eftir.
Tað er ongantíð so, at ikki okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, men sum heild eydnaðist alt sera væl.

Jacob Vestergaard (Facebook)

Comments

Hví manipulerar KVF fjøldina?

29/11/2017

Comments

 
Billede
Hví brúkar KVF skeiv tøl, tá teir eiga røttu tølini? Hví misbrúkar KVF tølini hjá FF?

Í kjaksendingini, sum vanliga er aftaná dagur og viku, í gjár, fingu vit upplýst eina rúgvu av skeivum tølum. Havandi í huga, at eg sendi KVF eina talvu við røttu upplýsingunum mánadagin, so er tað óskiljandi, at slíkt kann henda. Tað er beinleiðis villeiðing.

Tosa var um yvirnormalt yvirskot sum var stórt. Hetta turkaðu tit av uppá Búskaparráðið. Sjálvt um tit hava fingið at vita at útrokningin hjá Búskaparráðnum er beinleiðis skeivt. Tit áttu tí at vita, at tað tit serverðau føroya fólki ikki var rætt! Tí átti tað at verði klipt út úr sendingini.

Sendingin legði fyri við at tosa um virði. Eitt milliarda virði. Á skerminum sóu vit at samlað inntøka í fiskivinnuni var 3.062 milliónir meðan samlaðu inntøkur landskassans vóru 4.857 mió. Ikki eitt orð um at inntøkan hjá einari fyritøku, Bakkafrost var 3.202 mió.

Heldur einki um at Pelagiski flotin, sum er tann einasti sum tjenar pengar, seldi fyri 1.360 mió. í 2015 og nakað meira í 2016.

Restin av flotanum, sum selur uml. 50% av totalinum, sum klárar seg út av lagið vánaligt bleiv als ikki nevndur. Um ikki annað, so fyri at fáa fólk at skilja, at tað ikki er umsetningurin sum bestemmar hvussu stórt avlopið er.

Síðan fingu vit upplýst um Ogn Føroya Fólks og at fólkið eigur. Víst bleiv til at lógin sigur og at Nýskipanarálitið sigur tað sama. Tað er ikki rætt. Nýskipanarálitið brúkar væl av plássi at greiða frá at einki eitur Ogn Føroya Fólks og at hugtakið hoyrir ikki hoyma í lógini. At brúka útsøgnina hjá Búskaparfrøðingi sum juridiska dokumentatión fyri hesum er langt úti.

Síðan fingu vit at vita um yvirnormalan vinning. Frágreiðingin um hendan var út av lagið vánalig. Tað kann verða ónormalur vinningur. Men tað kann eisini verða undirskot. Flestu skip á Føroyagrunninum hava undirskot og tey hava als onga tilfeingisrentu. T.d. kostaði sildin góðar 2 ferðir so nógv seinasta ár sum í ár. T.v.s. at í ár hevur onkur sum hevur keypt Sild kr. 100.000 í undirskoti pr. túr. Tilfeingisrenta er nevniliga ein undarlig og sera variabul stødd.

Síðan fingu umboð fyri Landsbankan og Búskaparráðið loyvi at seta fram ódokumentraðar pástandir.

Pástaði bleiv at avlop var 30-35% og skip kundu afturgjaldast uppá 3 ár. Í 2015 var avlop + avskrivingar 33 mió. pr. miðal skip. Tað tekur tá uml. 8-10 ár at gjalda eitt skip aftur, og tá er null til rentu av eginkapitali.

Eisini fingu vit uttan dokumentatión upplýst, at teir tjena uppímóti 1-2 mió. í Hýru. Tað var nevnt sum dokumentatión fyri at ein resourse renta er har. Tað talið er skeivt. Og tað veit KVF. KVF veit, at eingin miðalinntøka er nær námind 1 millión.

Eisini sóu vit eina útrokning, sum segði, at um hóskandi løn er sett til 800.000 Her var heldur einki skil í. Eingin alarmur. Um røttu tølini vóru brúkt, so bleiv úrslitið negativt fyri allar bólkar. Eingin, heldur ikki manningarnar á nótaskipum tjentu 800.000 í miðal í 2015.

Tølini fyri tilfeingisrentu vóru eisini skeiv. Í rokniarkinum hjá Fiskimálaráðnum sæst hvat feilurin er.

Síðan fingu vit at vita um daglønir. Tað átti at verið umrokna til tímaløn. So kundi ein hóskandi samanlíkna tímalønina hjá einum Miðnámsskúlalærara.

Dagløn er eftir uppgerð hjá Føroya Fiskimannafelag. Hetta er úrrokna pr. mannskapspart. Sum upplestur fingu vit upplýst at ávísir skipabólkar hava dupulta manning.

Men einki um útrokningarháttin.

Ein út av lagið vánalig sending. Rein manipulatión úr enda í annan. Tað ber ikki til at upplýsa slíkt, tá KVF veit av at hesi tøl eru skeiv. At Búskaparráðið og Landsbankin ikki vita hvussu stór tilfeingisrentan er, er ikki nøkur umbering. Tølini er skeiv tí skeivar fortreytir eru lagdar inn í excel arkið. At brúka fortreytir sum KVF veit eru skeivar er, hóast tey fáa Búskaparráðið og Landsbankan at siga tað, er manipulatión móti betri vitan.

Hvussu skal skilið verða, tá tey sum trúgva manipulatiónum í KVF stuðla ætlaðu broytingum, meðan tey sum vita eitt sindur um røttu tølini eru ímóti? Um broytingar verða samtyktar, hvat verður so úrslitið?

Eivind Jacobsen
Strendur

Comments

Tjóðveldi og fiskivinnupolitikkur!

24/11/2017

Comments

 
Billede
Tað er sjón fyri søgn. Tjóðveldi hevur ikki førleikar ella politiskt handalag at sita í stjórn.
Nú sær eisini út til, at panikkur er komin í Tjóðveldi. Fyri at krógva útyvir, at onki er komið burturúr, byrja tey at slongja um seg við ósannindum.
Í greinum og útsøgnum í almennu og sosialu miðlunum postulera tey, at “Høgni Hoydal hevur vunnið okkum størri uppisjóvarkvotur enn nakar annar landsstýrismaður ï fiskivinnumálum nakrantíð”.
Hettar er beinleiðis ósatt. Høgni Hoydal hevur ongi rættindir vunnið okkum av uppisjóvarkvotum.
Okkara lutfallsligi partur av heildarkvotunum av makreli, sild og svartkjafti er tann parturin, sum vit løgdu til grund fyri okkara krøvum í síðstu samgongu.
Vit gjørdu avtalu um makrel, har vit vunnu Føroyum munandi størri rættindir, 12,6 % av heildarkvotuni. Tey 12,6% geva eitt ávíst tonsatal til Føroyar, alt eftir hvussu stór heildarkvotan er. At føroyska kvotan av makreli minkar næsta ár, er ikki tí at Høgni Hoydal hevur mist nøkur rættindir burtur, men tí at heildarkvotan minkar.
Vit fóru úr sildaavtaluni og kravdu munandi størri part til Føroyar. Tað er tann parturin, tað prosenttalið, sum liggur til grund fyri føroysku sildakvotuni. Høgni Hoydal hevur bert fylgt tí, sum vit løgdu til grund fyri okkara kravi.
Tað sama er galdandi fyri svartkjaft. Tá ES segði svartkjaftaavtaluna upp, blivu Føroyar og ES samd um, hvussu stóran part av heildarkvotuni partarnir, ES og Føroyar, hvør í sínum lagi, skuldu hava. Tað er hesin parturin, prosenttalið, sum verður lagt til grund, tá føroyska kvotan verður ásett.
Vit megnaðu at flyta Føroyar upp á eitt heilt annað støðið, hvat pelagiskum fiski viðvíkur.
Vit gjørdu avtalu um makrelin. Tað søguna kenna tey flestu. Men vit náddu ikki at gera avtalu um sildina og svartkjaftin.
Síðan vit løgdu frá okkun er onki hent. Høgni Hoydal hevur ikki flutt eitt komma og fylgir tí ætlan, sum vit løgdu, tíbetur.

Jacob Vestergaard (Facebook)

Comments

Tilfeingisrentan útrokna við røttu tølunum

22/11/2017

Comments

 
Billede
​

Tilfeingisrentan útrokna við røttu tølunum


Fiskimálaráðið lovar 750 milliónir frá Pelagisku skipunum. Høgni segði, at manningin skal ikki gjalda, hóast tað stendur í uppskotinum. Tí er rætta talið 228 milliónir. Av hesum eru 216 goldnar og tí mangla bert 12 milliónir


Í Løgtinginum var orðaskifti um veiðugjald. Tá var mín meining, at Løgtingsfólk útstillaðu sína manglandi vitan. Tað var reint út sagt píniligt at hoyra fólk tosa um meirvinning. Hesin meirvinningur skuldi ásetast sum eitt prosentgjald á avreiðingarvirði, uttan at nøkur meting fyriliggur um hvat tilfeingisrentan er. Onkur tosaði um óvanligan vinning o.s. fr.

Fyri at hjálpa tingfólki at skilja, at tað tey og Nationalbankin fáa upplýst er langt við síðuna av havi eg sett saman hesar reglur. Við hjálp frá góðum fólki havi eg fingið atgongd til tey tøl, sum eru neyðug fyri at gera hesa útrokning. Trupulleikin er at finna røttu tølini. Ikki at rokna.

Útrokningarnar taka støði í roknskapartølunum fyri 2015

                                    Fiskimálaráðið        Egnar útrokningar

Yvirnormal løn                            346              81

Yvirnormalur profittur               273              99

Tilfeingisskattur                          110            110

Veiðugjøld                                     19              19

Tilsamans                                      748            309


Síðan hyggja vit eftir, hvussu nógv av hesum longu er goldið!

Harav goldið tilf. Gj.              129            129

Harav goldin A skattur           173              40

Harav goldin P/F Skattur         87              87

Goldið higartil                         389            256

Eftir til reiðara at gjalda        186              12

Eftir til manning at gjalda    173              41

Um vit ikki taka tilfeingisgjald av hýrum, sum Høgni sigur, vit ikki skulu gera, so er rætta talið 228 milliónir, harav 216 eru goldnar. Tí mangla einans 12 milliónir at gjalda hjá Pelagiska flotanum. 

            

Pelagiska tilfeingisrentan

Fiskimálaráðið hevur gjørt onkra útrokning, siga teir. Hetta tekur støði í tølunum frá 2015. Januar hevur talt hesar roknskapir saman, upplýsti búskaparráðið í 2014.

Hýrurnar lang omanfyri veruligu tølini

Upplýst verður í tølunum hjá Fiskimálaráðnum, at hýran á Pelagisku skipunum var 2.487.000 í miðal. Tað er langt við síðuna av. Veruliga talið er 735.153 Tað er sjálvandi ein sera stórur munur.

Somuleiðis er manningartalið skeivt. Sambært fiskimálaráðnum er manningartalið 166. Veruliga talið er 345 mans.

Tað er tikið hædd fyri yvirmannapartum og ”eyka skattur” er roknaður av teimum eisini.

Vanlig hýra er í hesum dømi sett at verða 600.000 Sum øllum kunnugt, so er hýra skatta við uml. 50% Annars var okkurt við at eitt mark á 750.000 einaferð var ásett í skattalógini á sjómanshýrur og frádrátt. Sum sæst, so er inntøkan í dag undir hesa upphædd.

Fiskimálaráðið roknar bara rentu av helvtini.

Fíggjarmálaráðið roknar rentu av skipavirðinum og ongum øðrum. Tí fáa teir eitt tal sum er 1.276 milliónir. Samlaða fíggjarstøðan hjá feløgunum er 3,1 milliard. Av hesum havi eg trekt frá, tað sum metast kann, til ber at flyta út úr feløgunum. Tá verður talið renta skal roknast av 2.500 milliónir. Bara eginkapitalur og lán eru góðar 2 milliardir.

Somuleiðis er rokna við at rentan má verða 10%. Fiskivinna er high risk. Harumframt er munur millum góð og ring ár sera stórur.

Eivind Jacobsen

Strendur

Comments

Høgni verður altíð misskiltur!

16/11/2017

Comments

 
Billede
Høgni Hoydal ger ongan feil. Hann ger altíð alt rætt og tað eru altíð hini, sum ikki hava skilt støðuna rætt.
Hóast ongin í vinnuni tekur undir við fiskivinnunýskipanini, og tað nú er gingið upp fyri fleiri í samgonguni, at ætlaða nýskipanin fer at hava vanlukkuligar avleiðingar við sær, fær tað ikki Høgni at broyta meining, tí øll hesi hava mistikið seg.
Hóast Høgni aftur og aftur sleppur at nýta tey somu villeiðandi orðini um, hvussu gott alt verður, um fiskivinnunýskipanin verður samtykt, hevur hann ongantíð verið førur fyri at svara teimum spurningum, sum reiðarar, tíðindafólk, leikfólk, og onnur hava sett honum, síðan uppskotið til nýskipan sá dagsins ljós. Heldur ikki Vinnunevndin fekk nøktandi svar frá Høgna.
Vánaliga politiska handverkið hjá Høgna byrjaði beinanvegin, tá “nýskipanarbólkurin” varð settur.
Í staðin fyri at lata bólkin fáa frið at arbeiða, og koma við teirri skipanini, sum bólkurin helt vera tað bestu, var arbeiðssetningurin so smalur, at bólkurin bert skuldi viðgera, hvussu ein uppboðssøluskipan kundi setast í verk í Føroyum.
Tá lógaruppskotið varð sent til hoyringar, var Høgni ikki førur fyri at svara, hvørjar avleiðingar uppskotið hevði fyri ymisku partarnar í vinnuni. Tá Høgni varð spurdur ítøkiligar spurningar um útrokningar o.a., fekk ongin nakað líkinda svar, bert hálvar sannleikar og burturforkláringar.
Hetta er framvegis støðan, nú Høgni hevur rent seg fastan. Vikan byrjaði við, at Høgni ikki kundi geva rættvísandi svar uppá, hvørja ávirkan antitrust ásetingarnar koma at hava fyri stóru feløgini í fiskivinnuni.
Tað síðsta er, at tað er so synd í Høgna. Øll eru eftir honum, ja, sjálvt KVF, sum hevur borið hann á lógvum og vart hann. Ringast eru tó tey fýra stóru reiðaríini, tí tey leggja “trýst” á Høgna. Hvørja ferð tey spyrja viðkomandi spurningar, sum Høgni ikki er førur fyri at svara, leggja tey “trýst” á politisku skipanina.
Tað er gott at samgongufólk hava fingið eyguni upp fyri tí, sum gongur fyri seg, og ikki framhaldandi lata seg villeiða av Høgna. Vit onnur bíða í spenningi eftir, hvat nú fer at henda

Facebook, Jacob Vestergaard

Comments

Ongir pengar úr Kollafirði til Hollands

13/11/2017

Comments

 
Billede
Síggi, at SU, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, harmast um politisku støðuna. Men tað sum skriva um at pengar verða fluttir til Hollands, er ódokumenteraður pástandur, sum harumframt er skeivur.

Havi ómaka mær at leita í teimum roknskapum sum eg dugi at finna. Eisini í útlendskum roknskapi, sum eg eisini dugi at finna. Út frá øllum hesum roknskapum, er rættuliga skotsikkurt, at ongin króna er farin til Hollands. Tað sæst ongastaðni at ein króna er útgoldin í vinningsbýti.

Tað er bara ein roknskapur, sum eg ikki fái fatur á nú eitt sunnukvøld. Men havi roynt at krostjekka við hinar roknskapirnar og eri í øllum so mikið vísur í hesum, at eg tori at pástanda at har heldur ikki eru pengar fluttir til Hollands.

Tí vildi tað verið ynskiligt at tey sum í tíð og ótíð pástanda at pengar fara av landinum til Hollands dokumentera sín pástand.

Annars kann upplýsast, at tað er 99% sikkurt, at avleiðingin av fyriliggjandi uppskoti er at meginparturin av veiðuni verður avreiddur í Kollafirði og uttanlanda.

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S. Sum ískoytisupplýsing kann eg nevna, nú eg allíkaval hyggi eftir roknskapum, so er tað soleiðis at skipini fíggja pelagisku virkini á Tvøroyri og tað í Fuglafirði. Virkið í Kollafirði hevur atgongd til pengar. Tað hava tey "Føroysku" ikki. Sambært uppskoti til fiskivinnunýskipan, skal alt avlop takast frá skipunum, og so er eingin at fíggja virkið í Fuglafirði og á Tvøroyri. Óvæntaða gongdin í sildaprísinum betrar ikki um hugin at fíggja.
Um fiskivinnu-nýskipanin verður samtykt, so er tað ein logiskur konsekvensur, at virkið í Kollafirði, sum bara tekur móti viðfáningi av samlaðu nøgdini, keypur alt, sum verður selt á uppboðssøluni, meðan hini bæði virkini onki fáa, tí tey sambært roknskapinum, hava ikki ráð at gjalda. (tann sum ikki hevur ráð at eiga fisk á goymslu, fær altíð undirprís fyri sína vøru)

Comments

Føroysk læknalesandi fáa framíhjárætt at taka KBU í Føroyum

10/11/2017

Comments

 
Billede
Føroyskir og danskir myndugleikar eru samdir um nýggja skipan, sum gevur føroysku læknalesandi í Danmark framíhjárætt at søkja sonevndu KBU-størvini í Føroyum. KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus.

Tað hevur verið eitt ynski frá bæði landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, og føroyska heilsuverkinum um at broyta verandi skipan soleiðis, at teir føroyingar, sum hava lokið kandidatprógv í læknafrøði, fáa framíhjárætt at søkja tey umleið 10 KBU útbúgvingarstørvini, sum eru á Landssjúkrahúsinum árliga. Landssjúkrahúsið tekur inn tvær ferðir árliga, fimm hvørja ferð.

“Hetta er ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri læknar at starvast í føroyska heilsuverkinum. At knýta bond við læknar undir útbúgving økir heilt vist um møguleikan fyri at hesir velja Føroyar aftur seinni á síni starvsleið”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í viðmerking.     

Sum er eru føroyingar saman við dønum við í lutakasti um KBU plássini í Føroyum. Føroyar er eitt vælumtókt útbúgvingarstað og stórur eftirspurningur er eftir at taka KBU-skeiðið í Føroyum. Tað hevur ta avleiðing, at fleiri føroyingar, sum lesa í Danmark, ikki sleppa til Føroyar í KBU-starv, hóast tey ynsktu tað.

Semja er nú fingin í lag við Videreuddannelses-región Øst og danska Heilsustýrið um nýggja serskipan fyri føroyingar. Tað merkir, at frameftir fer føroyska heilsuverkið at lýsa KBU-størvini leys í Føroyum, sum føroyskir læknar útbúnir í Danmark kunnu søkja. Sum nevnt eru í hesum høpi talan um tilsamans 10 KBU-størv árliga.

Tey størv, ið verða sett í hesari tilgongdini, eru tí ikki partur av vanliga lutakastinum. Hinvegin verða tey KBU-størv, sum ikki verða sett, lutaði út eftir somu mannagongd, sum í dag.

Sum dømi kann nevnast, at um bert tríggir skikkaðir umsøkjarar eru til tey fimm KBU-størvini, sum verða lýst leys, so verða hini bæði útbúgvingarstørv við í vanligu KBU-skipanini, sum føroyingar harvið framvegis eru ein partur av.

Leggjast skal aftrat, at skipanin verður óbroytt fyri tey læknalesandi, sum eru í útbúgving aðrastaðni enn í Danmark.

Miðað verður eftir, at teir fyrstu læknarnir kunnu byrja í nýggju skipanini á heysti 2018.

JáH (y) 11.11.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

​So er valstríðið ígongd

8/11/2017

Comments

 
Billede
Í dag fekk hvørt húsarhald í Føroyum flogseðil frá Javnaðarflokkinum, har teir skamrósa sær sjálvum fyri Pensjónssemjuni, sum teir hava gjørt við Sjálvstýrið, men á flogseðilinum verður bert Javnaðarflokkurin nevndur, sostatt kann hetta tulkast sum, at valstríðið er skotið ígongd og væntandi verður Løgtingsval einaferð fyrst í 2018.

Sjá flogseðlarnir herundir:

SáH

Billede
Comments

Nýggj krøv til føroysku bankarnar

7/11/2017

Comments

 
Billede
Heili 10 lógaruppskot viðvíkjandi føroysku bankunum eru løgd fyri Løgtingið av landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss.  Hesi hava fyrstu viðgerð á tingfundinum hósdagin.

Talan er um 10 ríkislógartilmæli, sum ítøkiliga áseta, hvussu kreppuraktir peningastovnar skulu handfarast framyvir. Verða hesi samtykt, koma tær ES-fyriskipanir og loysnir, ið eru settar í verk fyri bankar í ES, eisini í gildi fyri føroyskar bankar. Fyriskipanin verður eisini kallað BRRD (Bank Recovery and Resolution Directive).

Við nýggju lóggávuni verður tryggjað, at bankarnir sjálvir koma at rinda fyri bankabjargingar í framtíðini. Føroysku bankarnir koma eitt nú at rinda inn í ein grunn, ið hevur til endamáls at vera ein hjálp, um bankar koma í trupulleikar og koma at mangla kapital í framtíðini.

Bankarnir fáa eisini álagt nýggj krøv.  Hetta er tey sokallaðu NEP krøvini (nedskrivningsegnede passiver), hvørs endamál er, at bankarnir eru meira mótstøðuførir , tá ið teir brádliga tapa nógvan pening.

Lógarpakkin fevnir eisini um eina røð av øðrum dagføringum. Eitt nú verða ásetingar um bonus-skipanir til starvsfólk í peningastovnum herdar, eins og lóggávan fyri trygd av innistandandi verður dagførd, soleiðis at øll innlán framhaldandi eru fevnd av trygd upp til 750.000 kr., um ein banki fer av knóranum.  Eisini setur nýggja lóggávan størri krøv til førleikarnar hjá nevndarlimunum í bankunum.

Felagið Føroyskir Peningstovnar tekur undir við, at lógarpakkin við 10 lógaruppskotum verður settur í gildi fyri Føroyar.

Uppskotini kunnu lesast her:

37/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder,
nr. 38/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 2 i lov om ændring af lov om realkreditlån og realkreditobligationer m.v. og lov om finansiel virksomhed (Regulering og refinansieringsrisiko for realkreditobligationer, særligt dækkede realkreditobligationer og særligt dækkende obligationer m.v.) (Uppskot 1/5),

nr. 39/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 1 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om værdipapirhandel m.v., straffeloven, lov om forvaltere af alternative investeringsfonde m.v., retsplejeloven og forskellige andre love, 

nr. 40/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 1 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om værdipapirhandel m.v., lov om betalingstjenester og elektroniske penge og forskellige andre love,

41/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 1 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om finansiel stabilitet, lov om en garantifond for indskydere og investorer, lov om værdipapirhandel m.v. og ligningsloven (Gennemførelse af direktiv om genopretning og afvikling af kreditindtitutter og investeringsselskaber (BRRD) og direktiv om indskudsgarantiordninger (DGSD))

(Uppskot 4/5), 
nr. 46/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 14 i lov om ændring af lov om værdipapirhandel m.v, lov om finansiel virksomhed, lov om kreditaftaler, lov om finansielle rådgivere, lov om pantebrevsselskaber, lov om realkreditlån og realkreditobligationer m.v og forskellige andre love,

nr. 43/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 49 i lov om ændring af forskellige lovbestemmelser om obliatorisk digital kommunikation m.v. (Obligatorisk digital kommunikation og tilpasninger som følge af ressortoverførsel m.v.)

(Uppskot 1/4),
nr. 44/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 14 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om værdipapirhandel m.v., straffeloven, lov om forvaltere af alternative investeringsfonde m.v., retsplejeloven og forskellige andre love, 
​
nr. 45/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 3 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om finansiel stabilitet, lov om en garantifond for indskydere og investorer, lov om værdipapirhandel m.v. og ligningsloven (Gennemførelse af direktiv om genopretning og afvikling af kreditinstitutter og investeringsselskaber (BRRD) og direktiv om indskudsgarantiordninger (DGSD))

​(Uppskot 3/4) og
42/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af § 2 i lov om ændring af lov om værdipapirhandel m.v, lov om finansiel virksomhed, lov om kreditaftaler, lov om finansielle rådgivere, lov om pantebrevsselskaber, lov om realkreditlån og realkreditobligationer m.v og forskellige andre love,

Comments

Pensjónsnýskipan: Tey hækka skattin og gera A og B pensjónistar

4/11/2017

Comments

 
Billede
Øll, sum arbeiða, umframt vinnulívið, skulu nú rinda meira í skatti, tykist vera høvuðsmálið í pensjónsnýskipanini hjá samgonguni - og Sjálvstýrinum. Tað tykist onki mark vera fyri, hvussu nógvan skatt og avgjøld, hendan samgongan vil áleggja fólki, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

Við pensjónsnýskipanini hjá Samgonguni og Sjálvstýrinum skal persónliga uppsparingin minka, og í staðin skulu pengarnir takast inn umvegis skatt.
- Bæði arbeiðsfólk og vinnulívið skulu bløða, meinar Jørgen Niclasen.

- Fólkapensjónin hevur verið virðisgrundarlagið hjá Javnaðarflokkinum – pensjón, sum øll hava havt rætt til – men tann rætturin fer nú í søguna. Fólk, sum hava goldið inn alt sítt lív, kunnu enda við sviðusoð, tí nú verða bert nøkur, sum fáa úr aftur skipanini.

- Í almennu sáttmálunum fáa almenn starvsfólk millum 15 og 18 prosent oman á lønina til egna pensjónsuppsparing. Landsstýrið og Sjálvstýri ætla nú, at bara 12 prosent skulu rindast til egna uppsparing, tí at 3 prosent skulu rindast í skatti til samhaldsfasta.

- Hugburðurin tykist vera, at eingin skal klára seg sjálvan, men rinda í dýrum dómum til tað almenna, fyri síðan at gerast klientur, sigur Jørgen Niclasen.

- Vit meina, at loysnin á pensjónsviðurskiftum má vera, at tey eldru, sum orka, fáa høvi at arbeiða; tí tá verður møguligt at tryggja tey, sum ikki orka.

- Men við hesum uppskotinum fer tað ikki at loysa seg at arbeiða, greiður formaður Fólkafloksins frá, og dregur fram, at: um ein borgari forvinnur 100 krónur, missur viðkomandi 40 krónur í grundarupphædd, umframt at rinda skatt av teimum 100 krónunum. Sostatt verða í mesta lagi 30 krónur eftir av hvørjum 100 fortjentum krónum!

- Fólkaflokkurin varð boðin á fund í januarmánaða, har vit greiddu frá okkara hugsan um eina nýggja pensjónsskipan. Men vit hava síðani hvørki hoyrt orð ella eið. Tískil má niðurstøðan vera, at samgongan ei vil nakra breiða semju, men heldur smalar semjur, sum flestar snúgva seg um skatta- og avgjaldshækkan, endar Jørgen Niclasen.

​Fólkaflokkurin

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly