NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Invest in the Faroes og iNova skipa fyri RÆST 2015

28/11/2015

Comments

 
Picture
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og Janus Vang, stjóri fyri granskarasetrið iNOVA hava í dag undirskrivað avtalu, millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og iNova um samstarv at skipa fyri RÆST 2015.

RÆST 2015 er ráðstevna um tann føroyska køkin, ræsing og ræstar matvørur, ið verður hildin 10. og 11. desember á iNOVA.

Invest in the Faroes er átak og játtan at marknaðarføra Føroyar sum íløguland. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur játtað 200.000 kr. til RÆST 2015.

- Marknaðarføring av føroyskar vinnu er fokusøki í uttanríkispolitikkinum hjá landsstýrinum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- RÆST 2015 er eitt áhugavert og gott átak, sum varpar ljós á føroyska matmentan, íverksetan og vinnuliga gransking úti í heimi.
​
Meir fæst at vita um RÆST 2015 her.

Kelda: Uttanríkis- og Vinnumálaráðið

Comments

Rættleiðing til boðini frá Føroya Pedagogfelag

28/11/2015

Comments

 
Picture
Føroya Pedagogfelag valdi í gjár at fara út alment við sínari lýsing av støðuni í sáttmálasamráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Boðini frá pedagogfelagnum geva eina skeiva mynd av støðuni. Í Kringvarpinum greiddi formaðurin frá, at pedagogfelagið royndi at tryggja, at tey, ið lesa til námsfrøðing aftur sleppa í starvslæru.

Hetta er ikki rætt. Tey lesandi sleppa ikki í starvslæru, ti pedagogfelagið noktar sínum limum at átaka sær hesa uppgávuna. Tað er ikki Fíggjarmálaráðið, ið forðar fyri starvslæruni hjá teimum lesandi.

Beinanvegin landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tók við, royndi hon at fáa pedagogfelagið at steðga arbeiðsteðginum, í minsta lagi til samráðingarnar millum partarnar vóru lidnar. Tað eru fordømi um, at arbeiðssteðgir verða steðgaðir, meðan partarnir samráðast.  Pedagogfelagið noktaði.

Fíggjarmálaráðið hevur gingið við til munandi hækking av samsýningini til námsfrøðingar, ið hava starvslesandi.

Pedagogfelagið hevur higartil ikki tikið av hesum tilboði.

Tað er harumframt beinleiðis skeivt, tá ið pedagogfelagið fráboðar, at tey ”næstan bert sótu við krøvunum frá Fíggjarmálaráðnum, ið minka um vunnin rættindi.”

Tvørturímóti hevur felagið fingið bjóðað lønarhækking og betringar av verandi sáttmála.

Samráðingarnar hava gingið væl millum partarnar. Fíggjarmálaráðið heldur, at samráðingarnar skulu halda fram við samráðingarborðið.

Fíggjarmálaráðið 27.11.2015

Comments

Grundupphæddin og viðbótin til viðgerðar í dag

28/11/2015

Comments

 
Picture
Í dag er uppskot at broyta løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum til fyrstu viðgerð í Løgting.

​Í uppskotinum verður mælt til, at grundupphæddin hjá fólkapensjónistum lækkar við 580 kr. um mánaðin fyri ein giftan pensjónist. Hetta uppskotið er tengt saman uppskotinum um inngjald í samhaldsfasta, sum eftir ætlan hækkar, soleiðis at útgjaldið úr samhaldsfasta kann hækka við umleið 800 kr. um mánaðin.

Av tí at grundupphæddin er ein skattafrí veiting, meðan samhaldfasti er skattskyldugur, fer henda umlegging at merkja, at fólkapensjónistar fara at hava tað sama eftir um mánaðin sum áðrenn broytingina.

Samstundis er ætlanin við uppskotinum, sum verður til fyrstu viðgerð í dag, at hækka viðbótina við 150 kr. um mánaðin.

Viðbótin verður hækkað soleiðis, at teir pensjónistar, sum einans hava fólkapensjón og samhaldhaldsfasta at liva av, fáa ein fíggjarligan bata. Saman við broytingini, sum varð samtykt fyrr í ár, tá viðbótin hækkaði við 350 kr. um mánaðin, verður viðbótin frá 1. januar 500 kr. hægri um mánaðin, í mun til áðrenn hesar báðar broytingar.

Tvey onnur lógaruppskot hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, eru eisini til fyrstu viðgerð í dag. Talan er um uppskot til lóg um familjuískoyti og uppskot at broyta lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Kelda: Almannaráðið 27.11.2015

Comments

Ynskir tú eitt Nýval ..?

28/11/2015

Comments

 
Picture
Ja, tú hoyrdi rætt. Vit finna okkum ikki í, at ein blívur við at sparka ein, sum liggur longu liggur niðri. Tín meining telur og tú hevur okkurt at siga. Vit hava skrivað nakrar greinar um óskilið á Løgtinginum, sum valdar nú á døgum - men alt ov fá fólk hava givið seg teg kennar.

Stemma HER (skrolla niðast og stemma)

Jú, fleiri fólk stemma - jú meiri eftirfarandi er okkara stigatalva. Spurningurin er sera einkul: Skal Samgongan leggja frá sær og svarið til hetta er bert Ja ella Nei. Tað er tí, at tað er so umráðandi, at tú gevur tína meining til kennar. Tú hevur okkurt at siga og vit vilja gjarna hjálpa tær, at deila tína meining á okkara Norðoya Portali.

Vit takka tær fyri tína luttøku og ynskja tær ein góðan dag víðari.

JáH (y) 28.11.2015

Comments

Rigmor rekur lesandi av landinum

27/11/2015

Comments

 
Picture
Á valskránni hjá Javnaðarflokkinum stóð millum annað, at í Føroyum hava vit ein trupulleika við aldursbýtinum, og at Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri at lækka miðalaldurin í Føroyum. Skeiva aldursbýtið í Føroyum kemst av, at vit hava eina stóra fráflyting av ungum fólki, sum leita sær betri útbúgvingarmøguleikar uttanlands. Hagtølini visa, at helvtin av fráflytarunum koma ikki aftur til Føroyar.

Hví velur Rigmor Dam at skjóta upp at gera korini hjá teimum lesandi í Føroyum verri?  
Heldur Rigmor Dam, at hennara uppskot fer at lækka miðalaldurin í Føroyum? 

Ungt Sjálvstýri metir, at grundin til, lesandi fara uttanlands er, at korini eru ikki nóg góð her á landi. Uppskotið hjá Rigmor Dam fer at gera korini enn verri, og tað fer at fáa avleiðingar. Ungt Sjálvstýri vil minna landstýriskvinnuna á, at Javnaðarflokkurin í síni valskrá lovaði hægri lestrarstuðul til lesandi við børnum. Uppskotið um at lækka inntøkumarkið fer at raka lesandi foreldur mest, og er eitt brot á vallyftið.

Eitt samfelag er ikki eitt samfelag, fyrr enn øll, sum ynskja tað, kunnu verða her alt lívið. Tí hevur tað ongantíð verið meiri umráðandi enn tað er nú, at raðfesta rætt!

Ungt Sjálvstýri 27.11.2015

Comments

Jógvan Skorheim á Løgting?

26/11/2015

Comments

 
Picture
​Norðoya Sambandsfelagn hevur í dag sent soljóðandi áheitan  til limirnar í Klaksvíkar Býráð:
 
Áheitan á býráðslimir um at loyva Jógvani Skorheim, borgarstjóra, at taka sæti á tingi:
 
Eftir at Norðlýsið í vikuni avdúkaði, at landsstýrið hevur ætlanir um at Tórshavnar Kommuna skal hava stóran part av tøkugjaldinum sum ætlanin er at vinnan, ið serliga er í Norðurøkinum, skal rinda, hevur nevndin umrøtt støðuna.
 
At borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu er næstformaður í Javnaðarflokkinum og eisini næstformaður í løgtinginum, sæst beinleiðis aftur í politikkinum hjá samgonguni.
 
Tí er neyðugt at býráðið loyvir Jógvani Skorheim, borgarstjóra, at taka sæti í løgtinginum, soleiðis at sjónarmiðini hjá borgarum í Norðoyggjum verða so væl umboðaði sum gjørligt.
 
Undir vanligum umstøðum átti hetta ikki at verið neyðugt, men sum støðan er vorðin, er neyðugt at Norðoyggjar hava so sterka umboðan á tingi sum gjørligt.
 
Norðoya Sambandsfelag
 
Magnus Arge, formaður

Comments

Bjarni Kárason Peteresen sæti á tingi

26/11/2015

Comments

 
Picture
Hetta var fyrsti ferð at Bjarni Kárason Petersen tók sæti á tingi og hevði sína fyrstu røðu á tingsins røðarapalli.

Bjarni Kárason er Framsóknarmaður og er 20 ára gamal. hann er eisini formaður fyri Framsøkin Ung.

​SáH 

Comments

Samgongan varp eitt neyðaregg.

24/11/2015

Comments

 
Picture
Ístaðin fyri givnu lyftini hjá vinstrasamgonguni áðrenn valið, um at spræna pening javnt og solidariskt út í hvønn krók í landinum, so fer samgongan nú ístaðin út í hvønn krók í landinum eftir meir peningi. Samstundis sum teir geva við aðru hondini, taka teir alt innaftur við hinari. 
 
Gjaldið til heilsutrygd og barsilsgrunn hækkar. Tinglýsingin hækkar og við tí verður uppaftur tyngri at seta búgv. Gjaldið til samhaldsfasta hækkar. Avgjaldið á bensin og diesel hækkar. 
 
Kringsvarpsgjaldið verður lagt í skattin fyri at taka meir pengar inn til almenna nýtslu. Hendan umlegging rakar serliga hart stórar familjur. 
 
Vegskatturin hækkar og rakar hetta eisini ungu barnafamiljurnar, sum hava keypt sær størri bil fyri at hava pláss fyri børnum, barnavogni o.ø. tí familjur við børnum hava ofta meir viðføri.  
 
Øll, sum arbeiða í útlandinum verða skattaði har tey arbeiða, og nú ætlar samgongan at skatta hesi í Føroyum eisini. Hetta merkir stóra skattahækking til lág- og miðallønt, t.d. sjúkrarøktarfrøðingar, timburmenn og elektrikarar. 
 
Samdøgursfrádrátturin verður eisini avtikin. Hetta merkir munandi skattahækking til tey, sum sigla við norskum fiskiskipum 

Lyftisbrot 

Avgjøldini og skatturin hjá samgonguni raka øll lág og miðallønt, pensionistin, einliga forsyrgjaran og fólk í fátækraváða, summi meir og onnur minni. Sera ússaligt og vánaligt og vit kunnu kalla tað lyftisbrot, tá vit minnast aftur á valstríðið og gyltu vallyftini hjá sitandi samgongu. 
 
Rokningin til vinnuna 
Rokningin frá samgonguni til vinnuna fer í størstan mun í Eysturoynna, Norðoyggjar og Suðuroynna, tí vinnan er í størstan mun samlað her. Tí verða tað hesi økini sum skulu rinda størsta partin av rokningini frá sitandi samgongu. Kommunurnar har koma við hesum inntrivi at missa inntøkur. Vit kunnu tí siga, at ístaðin fyri at spræna pening javnt og solidariskt út í hvønn krók í landinum, so fer samgongan nú ístaðin út í hvønn krók í landinum eftir meir peningi. 
 
Hægsta miðalinntøkan 
Samlað sæð kunnu vit siga, at økið við hægstu miðalinntøkuni pr. persón rindar minst til rokningina frá samgonguni. Her er langt frá lyftunum um eitt meir solidariskt og rættvísari samfelag. Her er langt frá orðum til veruleika. 
 
Høvuðslinjan er, at vinnan skal rinda meir. Rokningin fyri vallyftini eru send vinnuni. 
 
Tað er góður sosialistiskur politikkur at halda vinnuni niðri á knøunum við skattum og avgjøldum. Lítið er tað vert um hønan, sum verpir gulleggini verður dripin í skatti og avgjøldum og ikki megnar at verpa fleiri gullegg.  
 
Tá verður enn minni eftir, eisini til Palliba og Marsannu. 
 
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 
Løgtingskvinna.

Comments

Órættvísi omaná órættvísi!

24/11/2015

Comments

 
Picture
Sum Bárður Nielsen segði, so er samgongan farin at lempa við kvísl. Og nú fáa vit framhaldandi fleiri ábendingar um, at tey bara ætla sær at lempa úr útjaðaranum og uppí miðstaðarøkið.

Tað kann ikki passa, at ein samgonga, sum sigur seg leita eftir rættvísi og javnvág ímillum allar føroyingar, veruliga ætlar at súgva alla vinnu og orku úr útjaðaranum, bert fyri at geva miðstaðarøkinum.

Eg havi alla tíðina verið ímóti ætlanini hjá samgonguflokkunum um økta tilfeingisgjaldið og fríu uppboðssøluna. Eg havi fyrr víst á, at hetta fer at skeikla javnvágina ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran, tí at pengar bert verða tiknir úr útjaðaranum, ímeðan miðstaðarøkið sleppur undan at lata eina krónu.

Tað er eingin rættvísur leistur í at gjalda øktu inntøkuna úr alivinnuni út aftur eftir fólkatali, tí nú fer Tórshavnar kommuna at fáa fýra ferðir so nógv inn fyri alivinnuna, sum Klaksvíkar kommuna fær, sjálvt um so at siga eingin alivinna er í Tórshavnar kommunu.

Hetta gevur onga – í øllum førum onga rættvísa – meining.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Comments

Vilja raðfesta sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina

23/11/2015

Comments

 
Picture
Samstarv millum landsstýriskvinnurnar Rigmor Dam og Sirið Stenberg slóðar fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka fleiri inn at lesa sjúkrarøktarfrøði. 

Nú verður møguleiki fyri at taka 16 nýggj lesandi inn á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina. Stórur tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum. Fróðskaparsetrið sigur á hvørjum ári frá sær fleiri væl skikkaðar umsøkjarar, tí møguleiki ikki hevur verið fyri at tikið fleiri lesandi til starvsvenjingarpartin.
- Flest allir umsøkjarar eru kvinnur, sum síðani eru farnar av landinum at útbúgva seg, tá pláss ikki vóru á Setrinum. Vandi er fyri, at hesar kvinnur ikki koma aftur til Føroyar. Ætlanin við hesum er tí eisini at bøta um lestrarmøguleikarnar í Føroyum, so tað gerst lættari at velja Føroyar, siga Rigmor Dam og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnur í viðmerking.
​
Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við Heilsu- og innlendismálaráðið um at fáa sett ein kliniskan samskipara, sum fær ábyrgd av verkliga partinum av útbúgvingini.

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly