NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stopp Skatt Takk 2

13/11/2014

Comments

 
Picture
Jógvan Skorheim borgarstjóri segði á seinasta býráðsfundi, at ketan hjá honum leyp av, tí undirritaða var ímóti at hækka skattin, nú so  nógvur peningur kom inn í kommunukassan. Til hetta vil  eg bara siga, at tað eisini  verður torført hjá øllum øðrum at halda ketuni uppiá tá tey síggja hvørjar ætlanir hann hevur. Fyri stuttum atkvøddi hann sum løgtingslimur nevniliga fyri skattalætta til at føroya fólk, men nú er hann sum borgarstjóri farin at kempa fyri at hækka skattin hjá borgarum í Klaksvíkar kommunu.

Kommunuskattaprocentið er ríkiliga høgt !
Skattaprosentið hjá Klaksvíkar kommunu er ivaleysa nóg høgt sum er. Tað  er 21,50 prosent. Verður tað sum samgongan í býráðnum ynskir, so verður tað hækkað upp til 22,00 prosent longu á nýggjárinum. Tað er longu um ca. 6 vikur.
 
Samgongan førir fram, at tað er í góðum tíðum, at skattaprosentið skal hækkast.  Heilt erligt, er tað ikki gingið upp fyri samgongulimum, at vit í Klaksvíkar kommunu hava ivaleysa nóg høgt skattaprosent sum er ? 21,50 % halda tit veruliga  ikki, at hetta er nóg nógv fyri vanliga arbeiðsmannin at gjalda. Hví  hækka eitt  skattaprosent sum frammanundan er ivaleysa høgt ??   í so máta livir kommunan longu fult upp til at hava høgt skattaprosent í góðum tíðum. 

Til dømis er skattaprosentið í Fugloyar kommunu 16 %, Hvannasunds kommunu 20,5 %, Kunoyar kommunu 19,5 %, Húsa kommunu 18 %, Eysturkommuna 21 %, Nes kommuna 20,5 % og Tórshavnar kommuna 20,25 %. Onkrar av hesum kommunum kunnu vit saktans javnmeta okkum við.   Hetta vísir, at Klaksvíkar Kommuna er ikki kappingarfør, tá tað kemur til kommunuskatt.

Hægri enn miðalskattaprocentið fyri landið
Kann nevna, at miðal skattaprocentið  fyri alt landið 2014 er 21,14, so hækkaða skattaprocenti hjá  Klaksvíkar kommunu  uppá 22 % er hægri enn tað.  Við 21,5 % liggja vit longu sum er  hægri enn miðalskattaprocentið fyri alt landið.

Føra seg fram við "øllum" sum skal gerast.
Veit, at núverandi samgonga førir seg fram uppá "ALT" , sum skal gerast, Skúlin á Ziskatrø, spillivatnsætlanin, gjalda skuld niður o.s.v.

Í so máta er onki nýtt undir sólini síðani fólkaflokkurin sat við ræði saman við sjálvsstýrisflokkinum seinastu setu.
Vit komu framat í sera svárum tíðum fíggjarliga. Ja  so ringum tíðum, at vit vóru undir umsiting. Men vit brutu upp um armar og settu ting í gongd fyri at skapa mót hjá okkara borgarum og fyri at skapa arbeiðspláss. Og tað eydnaðist okkum at fáa kommununa uppá beint aftur. Her skulu vit ikki gloyma okkara dugnaligu vinnulívsfólk, sum  saman við øðrum góðum fólkum fingu hetta  at eydnast.

Seinasta samgonga legði lunnar undir fleiri verkætlanir og førdi tær út í lívið. Tað mest aktuella í løtuni er   miðbýarætlanin.
Vit  samtyktu at fara undir spillivatnsætlanina, og settu 8 mió av í 2012 til endamálið, UTTAN  at hækka skattaprosentið.
Vit samtyktu og settu pening av til at gera bryggjuna  við sleipstøðina í Klaksvík, UTTAN at hækka skattaprosentið.
Vit samtyktu og settu pening av til at gera Smæruna og Ven og Virka, UTTAN at hækka skattaprosentið.
Vit samtyktu og settu pening av til at umvæla og innrætta gamla Tekniska skúlan í Klaksvík til frítíðarskúlan Snjallabjallla. Hetta bleiv eisini gjørt  UTTAN at hækka skattaprosentið.
Eitt tað allarfyrsta vit avgjørdu, tá vit komu til var, at Ósáskúlin skuldi gerast liðugur.  Hetta hóast  tíðirnar fíggjarliga vóru ringar. Men vit hækkaðu IKKI skattaprosentið.
Systkinafrádrátturin blev hækkaður við 20 %, men vit hækkaðu IKKI skattaprosentið.
Sálarfrøðingur til socialu deild bleiv settur, og vit hækkaðu IKKI skattaprosentið .
Nýggjur græslíkisvøllur við umfatandi umvælingum, men hækkaðu IKKI skattaprosentið.
Nýbygging av skúlanum  á Ziskastrø, var eisini samtykt av undanfarnu samgonguni. Tað vilja vit framvegis,  og tað skal ikki rørast. Her ætlaðu vit sjálvsagt heldur IKKI at hækka skattaprocentið.

Vit rindaðu so at siga somu avdráttir
Og tá tað kemur til at gjalda skuld niður, er heldur ikki tann stóri munurin.  Hetta hóast   vit í dag hava tað  nógv meir rúmsátt fíggjarliga enn tá.  Klaksvíkar kommuna fær í dag  methøgar inntøkur , sum ongantíð fyrr. Umframt hesar methøgu inntøkurnar fær kommunan inntøkur fyri sølu av føstum ognum.  
Vit rindaðu eisini  skuld niður. Her er heldur ikki tann heilt stóri munurin. Í 2009 rindaðu vit kr 7,7 mill. Í  2010  5,8 mill., í  2011  8.8 mill. Til samanberingar bleiv goldið í ár kr. 7. mill og er ætlanin fyri 2015  8 mill.  Stóri munurin er, at  vit valdu IKKI at hækka skattaprosentið.
Kundi nevnt fleiri onnur ting. Men okkara motto var, at  vit ikki skuldu hækka skattaprosentið,  um vit upp á nakran annan máta kundu klára okkum, og hetta eydnaðist. Tað var hart og krevjandi, men tað eydnaðist við góðum vilja og við at kempa.

Óneyðugt við hægri skattaprocenti.
Vóni at  ketan hjá borgarstjóranum  kemur uppá aftur í øllum góðum, tá eg kann minna hann á,  at skattaprosentiðí løtuni  er heili 21,5 prosent.  Hetta er ivaleysa høgt hjá borgarum í Klaksvíkar kommunu at gjalda. Í so máta nýtist Klaksvíkar kommuna ikki at føla seg noydda at fara eftir Palliba og Marsannu eftir meir pengum við tí grundgeving,  at tað er í góðum tíðum at skattaprocentið skal hækkast.  Poengið  er, at tað eigur ikki at vera neyðugt at fara út til borgarnar eftir meir pengum, nú vit frammanundan allíkavæl fáa methøgar skattainntøkur.

Kempaði fyri skattalætta, nú fyri skattahækking.
Borgarstjórin var eitt stutt tíðarskeið inni í løgtinginum fyri Kára P. Højggard, sum var farin í landsstýrið. Hesa løtuna atkvøddi  hann  fyri, at alt  føroya fólk skuldi hava skattalætta. Nú løtu seinni hevur borgarstjórin í Klaksvík  totalt vent  og berjist fyri at hækka skattin hjá borgarum í Klaksvíkar kommunu.
Hendan skattahækkingin hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum  við Jógvan Skorheim á odda  rakar harðast vanliga arbeiðsfólki.  Júst somu fólk sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin siga seg umboða. Tí kommunuskattur  er reinur  flatskattur.

Veljarin fingið greiða ábending.
Við hesum hava vit fingið eina greiða ábending  um,  hvat vit kunnu væntað okkum, um somu flokkar sleppa framat aftur eftir komandi løgtingsval. Fólkaflokkurin er einasti flokkur í býráðnum  sum er ímóti skattahækking.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
býráðslimur.



Comments

Løgmaður framvegis álit á landsstýrismannin í vinnumálum

4/11/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Løgmansskrivstovan
Løgmaður hevur framvegis álit á landsstýrismanninum í vinnumálum. Løgmaður heldur ikki, at málið um peninganýtsluna hjá Strandferðsluni í 2013 skal hava avleiðingar fyri landsstýrissessin hjá Johan Dahl.

- Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur latið mær eina frágreiðing um málið. Játtanir hjá landinum skulu haldast. Málið kundi helst verið handfarið betur, men eftir mínum tykki kann landsstýrismaðurin ikki lastast í tann mun, at hann eigur at verða koyrdur frá. Eg haldi ikki, at landsstýrismaðurin hevði stórvegis møguleikar at handla nógv øðrvísi, sum støðan var Strandferðsluni í fjør, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Les meira HER

JáH (y) 05.11.2014
Kelda: Løgmansskrivstovan

Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly