NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Sjónveik og blind skulu royndarkoyra bíleggingarskipanina

29/10/2021

Comments

 
Picture
Hædd verður eisini tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini hjá SSL.

Herfyri setti eg landsstýrismanninum í fíggjarmálum fyrispurning, um hædd verður tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggu bíleggingarskipanini hjá SSL, soleiðis at tey eisini kunnu gera brúk av hesi skipan.

Landsstýrimaðurin hevur nú váttað, at hædd verður tikin fyri blindum og sjónveikum í bílegginarskipanini.

Landsstýrimaðurin upplýsir eisini, at SSL hevur, sum partur av menningartilgongdini viðvíkjandi nýggju bíleggingarskipanini til ferðafólk og akfør, sent umbøn til Sjóndepilin um ráðgeving í mun til tørvin hjá sjónveikum og blindum og tilvísing til brúkarar, ið seinni kunnu luttaka í royndarkoyring(test) av skipanini. Harumframt upplýsir Strandferðslan, at hon fær ráðgeving frá kt–mennara, ið áður hevur ment skipanir, ið taka atlit til serliga tørvin hjá fólkið, ið bera brek.

Uni Rasmussen
løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Comments

Hví 200.000,00 kr. til eina borgarakanning? spill av pengum.

28/10/2021

Comments

 
Picture
Hatta átti fyrisitingin í Klaksvíkar Kommunu klára at gjørt í vanligari arbeiðstíð og við verandi játtan.

Vónandi verður ikki ein borgarakanning latin onkrum, sum skal senda eitt spurningarblað út í hvørt hús í Klaksvík og so skulu borgarnir svara uppá nakrar spurningar og so skal viðkomandi gera nakrar grafar, sum siga at vit borgarar eru ónøgdir við at Klaksvíkar Býráð brúkar ov nógvar pengar og at onki verður gjørt liðugt.

Eitt slogan var Nokk grivið gerið liðugt.


Her uppskotið sum væntandi verður samtykt  í dag og 200.000,00 kr. blíva blakaðir lúkst út av vindeyganum:

Borgarakanning

Frágreiðing um málið:
Mælt verður til, at ein borgarakanning verður gjørd í 2022.

Høvuðsmálið við kanningini er at fáa vitan til vega, sum vísir, hvat borgarar og onnur halda um
tænasturnar, sum kommunan veitir.

Kanningarúrslitini verða viðgjørd í politisku skipanini og í fyrisitingini. Grundað á viðgerðirnar verða
átøk framd og neyðugar broytingar gjørdar, ið skulu veita enn betri og málrættaðar tænastur í
kommununi.

Tað er týdningarmikið at taka borgaran, vinnu, mentan og ítrótt o.o. áhaldandi við upp á ráð í arbeiðinum,
sum Klaksvíkar kommuna ger og við atliti at framtíðarmenning av Klaksvíkar kommunu. Við
borgarakanning verður virðismikið íkast fingið til vega frá borgarum og avvarðandi áhugapørtum.

Vitan og íkøst verður fingið til vega við spurnarkanning, samrøðum og borgarafundum.

Býráðið fær høvi til at geva sítt íkast til fokusøki í kanningini.

Ætlanin er, at høvuðsarbeiðið verður gjørt av fyrisitingini. Uttanhýsis serkøn hjálp (spurnarkanning og
dátugreining) verður brúkt.

Picture
Comments

REHABILITERING Í FØROYUM MÁ MENNAST - NÚ MÁ HANDLAST

26/10/2021

Comments

 
Picture
​

Tað stendur skrivað í samgonguskjalinum, at: “Ein yvirskipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi". Afturat einari rehabiliteringslóg, má ein rehabiliteringsdepil skipast, ið hevur ábyrgd av lógini og harvið tryggjar, at borgarin fær tær tænastur, ið lógin ásetur. 

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur í hesum sambandi sett bæði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, landstýrismanni í heilsumálum, hvør sín skrivliga fyrispurning (§ 52a) um rehabilitering innan almanna- og heilsuøkið. Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hava bæði fingið hvør sín spurning. 

Løgtingskvinnan spyr fylgjandi: 
1. Hevur landsstýriskvinnan/maðurin ætlanir um at seta í verk eina yvirskipaða rehabiliteringslóg, sum fevnir um allar geirar innan rehabilitering?

2. Arbeiðir landsstýriskvinnan/maðurin fram ímóti at seta á stovn ein rehabiliteringsdepil, sum eina samskipaða tvørfakliga heildartænastu til kropsliga, sálarliga og sosiala viðgerð? 
Um ja, nær og hvussu? 
Um nei, hvørjar eru grundgevingarnar?

3. Er samstarv millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið um nakrar framtíðarætlanir fyri rehabilitering?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at brúkarin hevur í eitt longri tíðarskeið eftirspurt eitt meira skipað øki innan rehabilitering. 

Í svari til fyrispurning frá tingmanninum, Johan Dahl, í mai mánað, søgdu bæði landsstýrismaðurin í heilsumálum og landsstýriskvinnan í almannamálum, at ongar ítøkiligar ætlanir vóru at skipa rehabilitering í ein depil.

Sambandsflokkurin hevur síðani skipað fyri almennum kjakfundi um tørvin á rehabilitering í Føroyum, tí flokkurin metir, at økið er í dag ov óskipað og vandi er fyri, at borgarir, ið gerast álvarsliga sjúkir ella skulu til viðlíkahaldsvenjing, detta niðurímillum. Til tiltakið vórðu bæði umboð frá Almannaverkinum og Sjúkrahúsverkinum boðin við, umframt gestaframleggjari frá Vejlefjord Rehabilitering. 

Niðurstøðan á fundinum var, at hóast økini tosa saman og royna at samstarva, so eru karmarnir ikki nøktandi til endamálið. Harumframt eru avmarkaðir framtíðarmøguleikar fyri menning í verandi skipan.

Rósa Samuelsen sigur at enda í sínum viðmerkingum, at tað hevur sera stóran týdning fyri øll tey, sum verða rakt av álvarsligari sjúku og tey avvarðandi - sosialt, fíggjarliga o.a - at okkara rehabilitering í Føroyum virkar væl og effektivt. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

Rósa Samuelsen


Comments

Søgan um langhylin

25/10/2021

Comments

 
Picture
Í Dagur og viku týskvøldið fær sitandi í borgarstjóri í Havn høvi til uttan nakað mótspæl at sáa iva um verkætlanina um langhylin. Hetta er sera óheppið og als ikki nøkur rættvísandi mynd av eini verkætlan, sum hevur verið væl fyrireikað og projekterað í 3 ár. Tí verður greitt frá gongdini í hesum skrivi.

Javnaðarflokkurin við sitandi borgarstjóra á odda hevur sitið við valdið frá 2004-2016. Øll hesi árini lovaði man borgarunum í Havn ein langhyl, ja, enntá var man so djarvur at siga í 2013, at innan 2 ár skuldi langhylurin standa liðugur í Gundadali. Tey, sum kenna søguna vita, at hetta hevði onki hald í veruleikanum. Í 2016 hevur man tó fyri at bjargað andlit eina arkitektakapping, um ein langhyl í Havn, har vinnandi projektið varð avdúkað beint fyri kommunuvalið í 2016. Vinnandi projektið er tað núverandi projekt at byggja langhylin saman við verandi hyli í Havn. Ein av orskunum var netupp, at gera gagn av verandi hyli í samband við kappsvimjing, har ein kann hita upp og svimja av í verandi hyli, meðan kapping gongur fyri seg í langhylinum. Sum gamal kappsvimjari skylji eg væl hesa grundgeving. Sitandi borgarstjóri eigur av øllum at vita, at her vóru ongir brúsufasilitetir í projektinum, tí tað var hann sjálvur, sum tók avgerð um, at hetta skuldi vera vinnandi projektið. Síðandi tók nýggj samgonga við 1. Jan 2017, har langhylurin var eitt av okkara kjarnumálum at fremja í verki.

Langhylurin leyk ikki altjóða mát
Orsakað av, at íløgukarmurin hjá Tórshavnar kommunu var hart spentur fyri tey bæði fyrstu árini, frá 2017-2018, tí vit bygdu Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan samstundis, so brúktu vit eitt eyka ár at projektera langhylin. Vit fingu altjóða svimjiarkitekt at kanna eftir um verkætlanin leyk altjóða mát, so vit kundu hava eitt nú EM, World Cup við meira.

Vit ynsktu ikki at standa í somu støðu sum við Stórhøllini á Hálsi, sum man just hevði bygt út fyri 80 mió, men sum ikki leyk altjóða krøv. Portugisiski arkitekurin, sum hevur teknað tey flestu nýggju olympisku stadion kom skjótt eftir, at hylin hevði ov fáar geilar, flowið í hylin var ikki nøktandi í mun til altjóða kappinar og mátti broytast og dómara og áskoðaraplássinum skuldu broytast og tillagingar í mun til sjónvarp. Hetta viðførdi at ístaðin fyri 8 geilar fingu vit 10 ( tvær skuldu vera eyka til at taka aldurnar í hylinum í stórum kappingum). Tað góða við at fáa 2 geilar afturat var, at hylurin, sum er 50 m til longdar eisini bleiv 25 m í breiddini (25 m er góðkenda longdin fyri stuttgeila kappingar).

Kanningar vísa at havnarbørn eru tey sum duga ringast at svimja í Føroym, so var tað eisini kærkomið fyri skúlabørn í Tórshavnar kommunu, sum kunnu hava skúlasvimjing í einari góðkendari breidd (25 m).

Vælveruøkið
Nú Tórshavnar kommuna skuldi byggja eitt so stórt ítróttarannleg vóru vit samd um, at tað eisini skuldu koma øðrum borgarum at gangni enn bara tey sum regluliga svimja. Tí varð avgerð tikin um, at eitt inndandura vælveruøkið við heitum hyli til eitt nú rørslutarnað, fólk við fjølbreki, familju- og babysvimjing eisini skuldi vera ein partur av verkætlanini. Eisini varð avgjørt, at eitt uttandura øki við heitum og køldum hyli skuldi gerast.
Brúsu- og umklæðingarmøguleikar

Um dagarnar frættist, at langhylurin var steðgaður, tí at brúsuviðurskiftini ikki vóru í lagi. Øll, sum hava fylgt við verkætlanini vita, at hetta var als ikki sannleikin. Sannleikin var at sitandi samgonga hevði steðga verkætlanini og stígur hevur verið í arbeiðinum í ein mdr. At brúsur ikki vóru við í verkætlanini eigur einamest borgarstjórin at vita, tí tað var hann sum tók avgerðina um upprunaliga arkitektauppskotið. Tá tað er sagt, so hava brúsuviðurskiftini sjálvsagt eisini verið til umrøðu í bygginevndini eins og aðrar tillagingar í undanfarnu býráðssetu. Vit komu ásamt um, at best var at gera umvælingar í verandi høll, har rúmið við gosbaðnum og solarium bleiv gjørt um til umklæðing og brúsurúm. Hetta samtykti mentamálanevndin í seinastu setu, men hetta hevur sitandi samgonga valt at siggja burtur frá.

At hetta skal vera grundgevingin fyri at arbeiðið er steðgað upp er púra burturvið. Hví ikki viðgera hetta opið og erliga í bygginevndini. Ynskti man at gera tillagingar, har brúsurúmið skuldi staðsetast aðra staðni, hvi so ikki viðgera tað opið og erliga, sum vit altíð gera við slíkar verkætlanir ?. Vit sum hava arbeitt hart fyri hesari verkætlan høvdu sjálvsagt ikki verið ímóti at kanna hesi viðurskifti nærri í bygginevndini, men ongantíð kom hetta fyri nakra bgginevnd ikki fyrr enn eg kendi meg noydda at gera vart við mín ótta á fb, at sitandi meiriluti hevði steðgað verkætlanini. Stutt eftir hetta bleiv eg ringd upp seint á kvøldið mánakvøldið, at eykafundur skuldi vera í mentamálanevndin morgunin eftir um eitt brúsurúm. Másllýsingin til málið fylti nakra fáa reglur. Hetta luktaði ikki væl

Rørslutarna misbrúkt í einum politiskum spæli
Tá trekt varð í hondbremsuna og sitandi meiriluti fekk kaldar føtur um at steðga langhylinum vóru góð ráð dýr og man byrjaði at finna uppá grundgevgingar fyri, hví arbeiðið varð steðgað upp. Ein av høvuðsgrundgevingunum var, at viðurskiftini hjá rørslutarnaðum ikki vóru í lagi. Hvussu kann man søkka so djúpt at misbrúka fólk við rørslutarni í einum so óreinum politiskum spæli? Sjálvandi lýkur hylurin øll krøv í mun til atkomu fyri rørslutarnað bæði fyri at koma ínn í hylin, niður í hylin og enntá er eisini ein heilur heitur hylur er bygdur nettupp til rørslutarna og fólk við fjølbreki. Tað, sum eg fekk at vita í fíggjarnevndini tá eg spurgdi inn til hesi viðurskifti var eitt par, sum hevði spurt seg fyrí um tey kundu skifta saman tí, at makin megnaði tað ikki sjálvur/sjálv. Hetta snýr seg um eina sjálvfylgju at vit høvdu fingið laga hetta til í bygginevdini. Men hetta fylti allar yvirskiftirnar í miðlunum, at verkætlanin ikki var væl frágingin, tí hon leyk ikki krøvini fyri rørslutarna!

Tekjan
Langhylurin er tann størsta einstaka ítróttarverkætlan, sum Tórshavnar kommuna einamøll hevur staðið fyri. Tí er hetta ikki bara ein kassi, sum skal setast upp og eitt kar setast niður í. Hylurin skal vara í nógv áratíggju, og arkitekturur er eisini ein partur av eini so stórari verkætlan. Vit høvdu øll okkara ivamál um nú stóra spennið og um konstruktiónin av tekjuni fór at halda, og tí brúktu vit eyka tíð uppá at kanna eftir saman við arkitektum, verkfrøðingum um nú hendan tekjan fór at halda, eisini í mun til føroyska veðurlagið. Hetta bleiv okkum vissað um, áðrenn arbeiðið fór í gongd. Hvat síðan er hent dugu eg ikki at siga, tí vit sum sita í bygginevndini fáa onki at vita. Tað er í bygginevndini at slikt eigur at vera viðgjørt. Tá ið skúlin á fløtum bleiv bygdur var takkonstruktiónin eisini broytt og fór hetta fram í sátt og semju í bygginevndini uttan at neyðugt var at steðga øllum arbeiðinum upp og geila alt upp.

Endurgjald og sáttmáli var klárur at steða arbeiðnum
Veruliga orsøkin til alla hesa orrustu um langhylin er, at sitandi meiriluti ynskti at steðga verkætlanini við langhylinum, fyribils í eitt ár og við møguleika at enda verkætlanina heilt. Ì út við ein mánað hevur meirilutin roynt at framt hesa dáragerð, sum sjálvsagt nú gongur út yvir verkætlanina, tí arbeiðið hevur verið darvað í ein mdr. Her liggur uttan iva eitt endurgjald á borðinum um fáar dagar frá JogK. Hvat endurgjald JogK skuldi hava fyri at steðga arbeiðnum heilt er rættiliga áhugavert at fáa at vita og havi eg tí biðið um innlit í hesi viðurskifti. Um hetta innlitið verður givið velst um opinleikan og gjøgnumskygni hjá meirilutanum í kommununi.

Tá man ikki vil vera opin um hesi viðurskifti er tað lættasta at skjóta undanfarna býrað fyri sínar manglar, tað er ein vanligur herskarateknikkur, soleiðis at man sjálvur kann renna undan ábyrgdini og annars sóla sær í at hava gjørt tingini rætt. Veruleikin er tó, at um vit í undanfarna býrað ikki samtyktu langhylin fyri býráðsvalið seinast, so var ongin langhylur í Havn í dag. Hetta er ein verkætlan, sum er væl gjøgnumarbeidd og eg eri bæði glað og stolt av, at vit í undanfarna býrað netupp stóðu saman tá á stóð, tí kreftirnar vóru harðar bæði tá og nú um at steðga langhylinum.

Annika Olsen, fyrrverandi borgartjóri og byráðslimur í Tórshavnar kommunu

Comments

​Bústaðir – hvat er satt og ikki?

24/10/2021

Comments

 
Picture
Seinastu dagarnar hevur nógv verði skrivað og sagt um Bústaðir og eisini um fíggjarstøðuna hjá Bústaðir. Somikið nógv er komið fram seinastu dagarnar, sum peikar í ymsar ættir, at torført er at fyrihalda seg til, hvat er satt og ikki.

Tí havi eg sett landstýriskvinnuni í almannamálum ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini, har ið landstýriskvinnan verður biðin um at geva eina útgreining uppá, hvat leiguinntøkurnar hjá Bústøðum seinastu 5 roknskaparárini (2016-2020) eru nýttar til? Her verður hugsað um fyrisiting, viðlíkahald, niðurrindan av skuld v.m.

Gita og illgita við tølum og pástandum gagnar ikki Bústøðum, og tí er endamálið við fyrispurninginum, at vit kunnu fáa nøkur eftirfarandi tøl á borðið, sum vit øll kunnu fyrihalda okkum til og sum kann verða grundarlag undir víðari kjaki av Bústøðum.

Uni Rasmussen
løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Picture
Comments

Rætta komandovegin

23/10/2021

Comments

 
Picture


Í samband við dag og viku í gjárkvøldið, var hugaliga greitt frá, at nú hevði landsstýriskvinnan verið í samband við Sp/f Norðhús, og nú skuldi byggjast. Mann fekk tað fatan, at undirritaða í sjálvdrátti saman við formanninum í stýrinum fyri Bústaðir avgjørdi, at nú skuldi Sp/f Norðhús byggja sambýlir við ongum skili, og øll stóðu púrasta sum kánus.

Veruleikin er hann, at aftaná at lógin um Húsalánsgrunnin bleiv samtykt, har Bústaði fekk møguleika fyri eini lániheimild uppá umleið 1/2 milliard at byggja bústaðir fyri, eru fleiri fyritøkur áhugaðar í at samstarva við Bústaðir, byggja íbúðir, eisini til fólk við serligum tørvi, lukkutíð.

Ein av hesum fyritøkunum er Sp/f Norðhús í Klaksvík, sum setti seg í samband við landsstýriskvinnuna. Undirritaða vísti teimum til Bústaðir, soleiðis sum eg eigi at gera. Hetta fyri at halda seg til rætta komandovegin. Tí tað eru Bústaðir, sum skulu standa fyri bygging og tað eru teir, sum hava fingið hesa lániheimild uppá 450 milliónir.

11. okt. var eg á einum av regluligum fundunum við Bústaðir. Ein góður og positivur fundur har vit sum vanligt er, umrøddu ymiskar verkætlanir, hvat var í gongd, og hvørjar verkætlanir eru í stoypiskeiðini. Á fundinum greiddi eg teimum frá, at Sp/f Norðhús hevði sett seg í samband við undirritaðu við tí í hyggju at samstarva við Bústaðir. Teir vóru áhugaðir í at byggja vanligar íbúðir og eisini bústaðir til serligar málbólkar. Undirritaða greiddi víðari frá á fundinum, at eg hevði biðið Sp/f Norðhús sett seg í samband við Bústaðir, við atliti til røttu mannagongd.

Á fundinum var eisini umrøtt, um Sp/f Norðhús, skuldi byggja búfelagsskap til fólk við serligum avbjóðingum.

Niðurstøðan var, at Bústaðir skuldi fara at kanna málið víðari, um hetta kundi verið áhugavert.

Vit hoyra dag og dagliga um ovurhonds longu bíðilistarnar hjá Almannaverkinum, og at tað gongur ov seint við at byggja til fólk við serligum avbjóðingum. Og sjálvandi setir Bústaðir seg í samband við Almannaverkið fyri at spyrja seg fyri, tá tað júst er Almannaverkið, sum kennir langa bíðilistan. At tað so í løtuni ikki er aktuelt at byggja til júst henda málbólkin, ja so handlar mann harfrá.

Undirritaða roynir alla tíðina at fáa gongd í bygging. Og er tað eydnast á fleiri økjum. Men eg ætli mær ikki at steðga her. Og sum eg so oftani havi sagt alment, so er mín áhugi, at tað verður bygt kring alt landið.

Tá tað kemur til Barnabústovnar, so er onki avgjørt enn, men tað eru ymiskir møguleikar umrøddir, sjálvandi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Landsstýriskvinna í Almannamálaráðnum

Comments

​Tjóðveldi í KVF.

22/10/2021

Comments

 
Picture
Tjóðveldi í Kringvarpinum hevði aftur í gjárkvøldið eina gjøgnumgongd av málinum um útlutanina av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkiligt skipakeyp. Temaði var tað sama sum áður - illgitingar og lygnir um tað, sum vit fáast við í Fiskimálaráðnum.

Vit hava viðgjørt kærur og grundgivið fyri, hví vit ikki hava hoyrt ymisku umsøkjararnar. Her hava vit m.a. víst til punkt 6 í umsóknarblaðnum, har tað í vegleiðingini stendur: “Lýs stutt, hvussu langt ætlanin er komin í fyrireiking og teir førleikar, ið eru grundarlag undir verkætlini, eitt nú royndir og vitan innan fiskivinnu. Met um, nær verkætlanin veruliga gerst virkin og sjálvberandi”.

Hetta verður ikki tikið við, tá samrøðan við “húsadvokatin” hjá Kringvarpinum verður endurspæld. Vit hava tí ikki vekta atlit, sum “umsøkjarar ikki vita um”.

Sama er galdandi viðvíkjandi samrøðu við annan advokat um spurningin um innlit. Vit hava svara Kringvarpinum og grundgivið fyri, hví vit ikki lata innlit. Verturin, spinndoktarin hjá Tjóðveldi, hevur eisini muntligt fingið at vita, hví innlit ikki verður givið, men hetta verður heldur ikki tikið við.

Orðingar sum “átti ikki at verið ein trupulleiki” kunnu ikki brúkast til nakað sum helst.

At umsøkjarar royna at fáa politikarar at hjálpa sær er ikki óvanligt. Hetta hevur tó onga ávirkan havt á viðgerðina, og kundu teir fyri so vítt, tað sama havt tosað við Tjóðveldi í Kringvarpinum.

Tað er beinleiðis lygn tá sagt verður, at fólk í Fiskimálaráðnum, harímillum aðalstjórin, ikki vilja úttala seg. Aðalstjórin hevur í telefonsamrøðum við fleiri tíðindafólk í kringvarpinum, harímillum spinndoktarin hjá Tjóðveldi, greitt frá tilgongdini og svara spurningum um viðgerðina av umsóknunum og tiknu avgerðirnar.

Aðalstjórin hevur sjálvtsagt víst til mín, tá beinleiðis samrøður skulu gerast, tí tað er landsstýrismaðurin, sum hevur evstu ábyrgd og myndar Fiskimálaráðið.

Tjóðveldi í Kringvarpinum kundi eisini kunna hyggjaran um, at tað er fyrstu ferð at kanningarstjóri verður settur at kanna illgitingar og leysar pástandir, framleiddar av Høgna Hoydal í samráð við Tjóðveldi í KVF

Jacob Vestergaard

Fólkaflokkurin

Comments

Nýtt fongsul er besta loysnin

20/10/2021

Comments

 
Picture
​

Danska Løgmálaráðið hevur gjørt frágreiðing um fongsulsviðurskiftini í Føroyum. Føroysk og donsk embætisfólk hava mannað arbeiðsbólkin.

Frágreiðingin lýsir viðurskifti og avbjóðingar hjá innsettum í Mjørkadali og hyggur síðani at, hvørjar hóskandi loysnir eru á økinum. Frágreiðingin nágreinar, hvussu ábøtur kunnu gerast, m.a. við stórari umbygging í Mjørkadali ella við nýggjum fongsulsbygningi. Tað er tó einans ein nýggjur fongsulsbygningur, sum nøktar allan tørvin hjá innsettum í Føroyum.

Les alla frágreiðingina her.

Løgmansskrivstovan

Comments

Eftirlitið virkar

20/10/2021

Comments

 
Picture
​

Almennir eftirlitsstovnar fáa innlit í øll skjøl, eisini innanhýsis skjøl, hóast almenningurin ikki fær tað. Hetta segði løgmaður millum annað í svari til munnligan fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu, um innlit í innanhýsis arbeiðsskjøl í fyrisitingini.

Spurningurin hjá Bjørt Samuelsen snúði seg ítøkiliga um tilmælið, sum fyrisitingin í Fiskimálaráðnum hevur givið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í sambandi við útluting av fiskirættindum.

Her er talan um innanhýsis arbeiðsskjøl, og tí hevur almenningurin ikki krav uppá innlit í málið, sigur løgmaður.

“Fyri at fyrisitingin kann virka optimalt, er neyðugt, at eitt frítt samskifti er millum landsstýrismannin og fyrisitingina, har ikki alt kemur út til almenningin. Verður tilfar sum framkemur í hesum sambandi ikki hildið innanhýsis, kann hetta tyngja fyrisitingina,” segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Tað er møguligt at biðja um meirinnlit, men tá skulu vanliga vera góðar orsøkir til at víkja frá vanligu innlitsreglunum, leggur hann afturat.

Hinvegin hava eftirlitsmyndugleikar, sum Landsstýrismálanevndin í Løgtinginum og Løgtingsins Umboðsmaður, rætt til at fáa innlit í øll skjøl, soleiðis at teir kunnu hava eftirlit við fyrisitingini.

Tí er tað ongantíð soleiðis, at fyrisitingin kann virka ótarnað, uttan at nakað eftirlit er við henni.

“Eftirlitið hevur allar fortreytir fyri at virka,” sigur Bárður á Steig Nielsen.

Løgmansskrivstovan

Comments

SPENNANDI AT SLEPPA TIL ORÐANNA

19/10/2021

Comments

 
Picture
Soleiðis sigur Elisabeth M. Gaard, sum hóskvøldið 21. oktober verður ein av luttakarunum til pallborðsfundin, sum verður á Skúlatrøð kl. 20:00.

Evnið er miðbýarmenning, og hugt verður bæði aftureftir og frameftir. Byrjað verður við eini framløgu, har Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, greiðir frá miðbýarætlanini, sum skjótt hevur 10 ár á baki.

Síðani verður ein spennandi pallborðsfundur, har borgarar, politikkarar og onnur áhugaði fáa høvi at siga sína hugsan um miðbýarmenning.

Elisabeth M. Gaard, sum verður partur av panelinum, er borgari í miðbýnum, og brúkar tí miðbýarrúmið dagliga.

- Eg eri bæði spent og nervøs, tí hetta er ikki ein uppgáva, sum eg havi roynt serliga ofta, men eg haldi, at hetta er ein ordiliga góður møguleiki at koma til orðanna, samstundis sum eg síggi tað sum mína skyldu sum borgari í kommununi at luttaka, nú eg bleiv spurd um at verða ein partur av pallborðinum.

Elisabeth sigur, at hon saknar fleiri øki í miðbýnum, sum leggja upp til samveru og hugna. Eitt nú fleiri benkur, ruskíløt og fríøki, sum lýsa, at her er borgarin virkin.  

- Eg eri greið yvir, at avbjóðingar eru við parkering, men eg haldi, at kjakið eisini eigur at snúgva seg um gongubreytir og framtíðar møguleikar við súkklubreytum í miðbýarøkinum.

- Miðbýurin eigur at skapa hugna, og tað meti eg, at vit náa við m.a. at skapa tryggar karmar til ferðslu. Og her hugsi eg eisini fyri tey, sum eru til gongu ella á súkklu.

Elisabeth sigur at enda, at hon vónar, at fleiri fólk luttaka, soleiðis at kjakið verður merkt av fleiri ymiskum sjónarmiðum.  

Við pallborðið sita:
Gunvá við Keldu, politikkari
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur
Mimmy Vágsheyg, vinnulívsfólk
Elisabeth Gaard, borgari
Rasmus S. Biskopstø, leiðari á Visit Vágar
Unnur Sjúrðardóttir, limur í Fólkaheilsuráðnum

Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum, verður orðstýrari.

Bjóðað verður eisini kaffi og okkurt leskiligt. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.