NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar Kommuna skal vera ein grøn kommuna

22/10/2020

Comments

 
Billede
Klaksvík er fiskivinnuhøvuðstaður føroyinga. Her eru nógv skip og ein orkukrevjandi vinna, har mangur føroyingur, beinleiðis ella umvegis avleitt virksemi, fær sína inntøku. Fyri at verja um náttúruna, ið vit øll skulu liva av, eiga vit at seta øll segl fyri, tá ið tað snýr seg um varandi orku, og her skal Klaksvíkar kommuna ganga á odda.

Fyri at fáa meira vindorku inn á netið, og harvið bíligari og reinari orku til privat og vinnulív, mugu vit finna eina loysn á at temja óstøðugu vindorkuna, soleiðis at orkan kann verða brúkt tá hon er tøk, og annars goymd til brúk er fyri henni.

Loysnin er at brúka flukterandi vindorkuna til elektrolysu til framleiðslu av brint, har einasta spillproduktið er oxygen, ið alivinnan hevur stóran tørv á í smoltframleiðsluni, og har brintin í fyrstu atløgu skal brúkast sum brennievni til brintbilar. Ein win-win støða fyri okkum øll, ið her búleikast.

Man tosar altíð um hønuna ella eggið, tað ið tosað verður um grøna tillaging innan flutningsøkið. Hvat skal koma fyrst – bilarnir ella infrastruktururin? Klaksvíkar kommuna vil taka ábyrgd og ganga undan – eisini á hesum økinum, og tí fari eg at arbeiða fyri, at áfyllingarstøð til brintbilur verður sett upp í Klaksvík.

At fylla brennievni á ein brintbil er ikki øðrvísi enn at fylla brennevni á ein diesel- ella bensinbil. Áfyllingin tekur tríggjar (3!) minuttir.
• Ein brintbilur kann koyra upp til 600 km upp á eina áfylling (fullan tanga).
• Allir brintbilar hava somu áfyllingarskipan, óansæð hvat bilmerki, tað snýr seg um.

• Í einum brintbili verður brintin umgjørd til streym í einari brennikyknu, sum útnyttar orkuna tvífalt so gott sum motorurin í einum “vanligum” bili. Einasta útlátið frá einum brintbili er vatn.
• Brint verður framleitt við elektrolysu og yvirskotsorku fra vindmyllunum hjá SEV

Hetta er framtíðin. Tí fari eg at leggja uppskot fyri Klaksvíkar Kommunu, so at vit vera ein undangongu kommuna, eisini á hesum økinum.

X Atli S. Justinussen 10.nov. 2020
Býraðslimur

Billede
Lýsing Grillin hjá Símun
Billede
Comments

Gjøgnumskygni til borgaran

22/10/2020

Comments

 
Billede
Sum borgari í Klaksvíkar Kommunu, so er tað ofta trupult at fylgja við teimum ymsu verkætlanum, ið eru í gongd. Bæði smærri og størri.

Mangan havi eg undrast á, at okkurt arbeiðiđ brádliga fer í gongd, meðan onnur arbeiðir standa í hálvum gekki. Alt meðan skuldin tykist at veksa fyri hvørt ár, og hevur mann, sum borgari, trupult við at skilja, hví vit noyðast at brúka meira, enn vit fáa inn.

Listin av verkætlanum, ið tørva ábøtur, er langur. Summar halda uppat í styttri ella longri tíðarskeið, og kunnu orsøkir vera nógvar. Vantandi tilfar, manglandi fígging ella okkurt heilt annað, men sum oftast veit borgarin ikki hví. Hetta førir so bara til gitingar. Tí er tørvur á størri gjøgnumskygni fyri borgaran, hvussu tær skattafíggjaðu verkætlanirnar verða framdar!

Mítt uppskot er, at vit skulu hava ein lista yvir tær verkætlanir, ið eru í gongd, har tað sæst hvør raðfestingin og tíðarætlanin er, og eisini hvussu gongdin er. Er tað soleiðis, at eitt arbeið er steðgað upp, so mugu vit vera opin um orsøkina, og greiða frá, hví hetta arbeið er steðgað. Eisini fær borgarin innlit í gongdina í verkætlanum, ið eru í teirra grannalagi, ella av teirra áhuga.

​Eg haldi, at tíðin er búgvin til, at ein tílíkur portalur, har eisini fyrispurningar kunnu sendast inn, verður opnaður á heimasíðuni hjá kommununi. Hann skal geva borgarnum størri innlit í, hvussu inntøkurnar hjá kommununi verða handfarnar. Hetta fyri at tryggja gjøgnumskygni til borgaran.

Bárður Johnsson Heinesen

Billede
Billede
Comments

​Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevði í dag vitjan av danska vinnumálaráðharranum, Simon Kollerup

20/10/2020

Comments

 
Billede
Landsstýrismaðurin og ráðharrin nýttu høvi at umrøða samstarvið, sum hevur verið millum føroyskar og danskar myndugleikar undir koronakreppuni. Semja var um, at samstarvið hevur riggað væl. Tað hevur verið ein fyrimunur, at danska stjórnin, beinanvegin tá ið koronakreppan tók seg upp, gjørdi tað møguligt hjá føroyskum vinnufyritøkum at fáa ágóðan av teimum skipanum, sum Danmark framdi við Væksfonden og Eksportkreditfonden.

Eisini var komið inn á herdu kapitalkrøvini til føroysku peningastovnarnar. Landsstýrismaðurin og ráðharrin eru samdir um, at neyðugt er við væl bjálvaðum peningastovnum, ið frameftir megna at taka á seg fíggjarligar stoytir. Landsstýrismaðurin legði tó dent á, at kapitalkrøvini eiga ikki at gerast óneyðuga tyngjandi og harvið forða fyri, at peningastovnarnir kunnu veita føroyskum vinnulívi og húsarhaldum neyðuga fígging frameftir. 

Eftir fundin vitjaðu landsstýrismaðurin og danski ráðharrin á Bakkafrost. Simon Kollerup og fylgi hansara fóru aftur til Danmarkar seinnapartin.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið  

Billede
Billede
Comments

Einvegis ferðsla á Heygavegnum og Kráargøtu, hvat siga tit til tað?

19/10/2020

Comments

 
Billede
​Sjá hetta filmsklipp herundir, har undirritað er á veg í skúla á Tekniska Skúlanum í Klaksvík.

Í morgun vóru ikki so nógvir bilar á strekkinum Heygavegnum, men til tíðir er proppur í og parkeraðir bilar standa í eyst og vest, ein loysn kann vera, at man hevur einvegis ferðslu á Heygavegnum og Kráargøtu, man kundi byrjað við frá skúlanum og suðureftir, har einvegis ferðsla verður suðureftir Heygavegnum og eydnast tað gott, so kundi man byrjað við Fjósabrekkuni og suðureftir seinni.

Einvegis ferðsla skuldi so eisini verið á Kráargøtu og hon skuldi verið norðureftir. Hetta hevur verið roynt á Summarfestivalinum og tað riggaði stak væl, har eru sera nógvir bilar og á tann hátt kundi man fingið tamarhalda á ferðsluni og parkeingsviðurskiftinum á hesum báðum vegastrekkjum.

Hetta farið eg at arbeiða fyri, um eg verið valdur inn tann 10. november. Vit kunnu gera eina royndartíð fyrst og so fara vit at spyrja tey fólkini, sum búgva á hesum strekkjum, um tey eru nøgd við einvegis ferðsluna og eru tey tað, so kundi man framhaldandi havt einvegis ferðslu á hesum strekkjum.

Lat okkum í felag fáa skil á allari ferðsluni í býnum, vel ein sterkan Símun á Høvdanum inn í Býráðsins gátt, so hendur okkurt, Eg vil gera mun, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Billede
Comments

Oddmar á Lakjuni stillar upp til Býráðsvalið tann 10. november

18/10/2020

Comments

 
Billede
​Eftir áheitan og persónligum ynski havi eg valt at stilla upp fyri Fólkaflokkin til komandi býráðsval í Klaksvíkar kommunu. Eg eiti Oddmar á Lakjuni, eri 34 ár, føddur, uppvaksin og búgvi í Klaksvík.

Politikkur og býráðsarbeiði hevur altíð fylgt nógv í mínum uppvøkstri og umhvørvi. Eg stillaði upp til býráðsvalið í 2016, har einans vantaðu nakrar fáar atkvøður fyri at koma inn. Eg bjóði meg fram aftur, tí eg meti, at eg við mínum royndum eri væl skikkaður til hesa spennandi uppgávu at gera Klaksvíkar kommunu til eina enn betri kommunu og fáa bæði børn, ung og eldri at støðast her enn betri.

Eg eri giftur og eiga vit eina fitta dóttur. Eri útbúgvin innan altjóða handil og roknskap úr universiteti í USA, og tað var altíð mítt ynski at koma heimaftur til Klaksvíkar eftir loknan lestur at virka í nærsamfelagnum. Í dag arbeiði eg sum Vinnuráðgevi í BankNordik, og í mínum starvi samskifti eg dagliga við sera nógv fólk, har nærlagni krevst og at lurta eftir fólki er ein stórur partur av mínum arbeiðsdegi. Harumframt havi eg eisini royndir í byggivinnuni og fiskivinnuni, bæði á sjógvi og á landi.

Eg bjóði meg fram at umboða Klaksvíkar kommunu í býráðnum, tí eg haldi, at tað eru fleiri viðurskifti sum kunnu gerast betri.

Nakað av tí, sum eg ætli mær at arbeiða fyri er:

Vinnan:
Tað er vinnan ið er grundarlagið undir øllum kommunalum og landsins vælferðartænastum. Tí er týdningarmikið, at vinnan fær so góðar karmar sum møguligt at menna seg og at virka undir. Eitt nú hevur nógv tos verið um at útbyggja Norðhavnina, men uttan ítøkiligt úrslit og er tíð uppá, at hetta verður gjørt.

Skynsamari fíggjarstýring – størri fokus á planlegging, stýring og gjøgnumskygni:
Vit eru flest samd um, at tað hava verið fleiri viðurskifti, ið hava tikið sera drúgva tíð at gerast liðug. Her krevst at fokus verður á betri planlegging og stýring, tí í síðsta enda kostar hetta kommununi, skattgjaldarunum t.v.s. tær og mær, dýrt.

Fullfíggjan av vegum, gongubreytum og parkeringsviðurskiftum:
Tað eru fleiri vegastrekkir í Klaksvík, har vegir og gongubreytir ikki eru fullførdar. Nevnast úr rúgvuni kunnu Garðavegurin, Stangavegurin og Víkavegurin. Eisini skulu vegir gerast til øll hús, har tað er møguligt, soleiðis at tað í minni mun gerst neyðugt at parkera á vegnum.

Fleiri og betri bústaðarmøguleikar:
Fyri at fáa ung og ungar barnafamiljur at búseta seg í kommununi er neyðugt við fleiri bústaðarmøguleikum. Kommunan skal skapa karmar fyri vinnuna við at byggja fjølbroyttar bústaðir og eisini fáa fleiri grundstykki tøk, soleiðis at tað ikki verður neyðugt hjá familjum at flyta aðrastaðni fyri at fáa egnan bústað.

Oddmar á Lakjuni
Býráðsvalevni Fólkafloksins, hin 10. November 2020

Billede
Billede
Comments

​2. og 3. byggistig á Skúlatrøð fremjast samstundis

18/10/2020

Comments

 
Billede
​Leygardagin 30. mai 2020 var vígsla á Skúlatrøð, tá komið var á mál við 1. byggistigi. Ein ferð, ið byrjaði í apríl 2014, tá byggibólkurin á fyrsta sinni hittist at stinga út í kortið. Eftir ætlan skuldi 1. byggistig standa liðugt í 2018. Sum vit síggja, so tekur alt sína tíð. Nú seks ár eru liðin síðani fyrstu tilrættalegging, ynski eg at gera mítt til, at ferðin verður sett upp, so 2. og 3. byggistig verða fyrireikað og framd samstundis í komandi setu

Nú knapt hálvt ár er liðið síðani vígsluna, er verulig gongd ikki sett á fyrireikingarnar av víðari bygging. Vildi ynskt, at hetta var gjørt fyrr í ár, tá ið endin sást á 1. byggistigi. Tíðin gongur og tað tekur nógva tíð við fyrireikingum. Vit standa við einum frálíkum úrsliti av 1. byggstigi, við kostnaði uppá 110 mió. kr. Hóast ongin nágreinilig kostnaðarmeting er gjørd av 2. og 3. byggistigi, so er mett, at kostnaðurin fer at liggja um 70 mió. kr. Hetta er nógvur peningur, og er umráðandi, at vit seta gongd á arbeiðið, nú tíðirnar eru fíggjarliga góðar, og at vit ikki skulu bíða seks ár afturat, áðrenn skúlin endaliga stendur liðugur.

1. byggstig fevnir sum kunnugt um skúlagarð/útiøki, heimaøki 1. til 9. flokk (við fýra sporum), serøki og felaghøll við tænastudepli og matarhøll. Her skal sigast, at enn vantar nakað í, til umhvørvið í skúlagarðinum eru nøktandi. Eisini eru parkeringsviðurskiftini og uttanum økið ikki gjørd liðug og mugu fremjast sum skjótast, so nýggi skúlin ikki slítist og dálkast óneyðugt av uttanumøkinum. 

Skúlin fult útbygdur í komandi setu 
Tað er umráðandi, at býráðið sær álvaran í, at henda verkætlan á ongan hátt má taka longri tíð enn hægst neyðugt. Umstøðurnar í byggitíðini eru sera strævnar, serstakliga fyri tey sum dagliga hava sína gongd á skúlaøkinum. Tað hava tey livað við nú í nógv ár. Tí er so umráðandi, at 2. og 3. byggistig leggjast í eitt. Hetta vil gera, at samlaða verkætlanin verður skjótari liðug, og vit harvið náa á mál við fult útbygdum skúla.
 
2. byggistig fevnir um fyrisiting, fakhøli, Gigni (Heilsufrøði til børn og ung), útiøki og valskúlan. 3. byggistig fevnir um fimleikahallir, tannlækna, forskúla og útiøki. Spurningurin um forskúla er enn ikki er viðgjørdur í býráðnum.
​
Uppruna tíðarætlanin, við byrjan av byggingini í 2014, legði upp til ein fult útbygdan skúla í 2021, tað megna vit ikki, men um vit gera okkum ómak, megna vit at koma á mál í komandi býráðssetu. 
Eg haldi ikki, at vit kunnu bjóða okkara børnum, foreldrum teirra og starvsfólkum dagliga at virka á einum byggiøki longri enn hægst neyðugt. Um vit megna at hava ein fult útbygdan skúla í 2023, hevur byggingin vart í 9 ár, sum eru øll árini eitt barn eigur innan skúlans gátt, og tað er ríkiliga leingi. 

Gunvá við Keldu 
Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin

Comments

Fólkaflokkurin til reiðar til valið í Tórshavnar kommunu

15/10/2020

Comments

 
Billede
Fólkaflokkurin, sum í dag situr við leiðsluni og borgarstjóranum í Tórshavnar býráð, er nú klárur við valevnislistanum til kommunuvalið 10. november.
Fólkaflokkinum ynskir, at vøksturin í Tórshavnar kommunu heldur fram. Trivnaðurin hjá familjuni, okkara børnum, ungdómi og okkara eldru borgarum skal verða í hásæti. Bústaðartrotið skal loysast við at fjøltátta bústaðarmarknaðin við eldra-, lestrar- og leigubústøðum, umframt at fleiri grundstykkir skulu útvegast.

Vinnan skal hava bestu karmar til sítt framtíðar virksemi.
Avbjóðingin við ferðsluni skal loysast. Hetta verður gjørt við innkomuvegnum, umframt tunnil undir Krákugjógv. Parkeringstunnil skal gerast frá Skálatrøð yvir á Bursatanga. Málið er, at 25.000 fólk búgva í Tórshavn kommunu í 2025.

Talan er um ein sterkan og fjølbroyttan lista við 12 dugnaligum valevnum við drúgvum royndum og førleikum. Talan er um 3 kvinnur og 9 menn, sum bjóða seg fram fyri lista A.

Tey sum umboða Fólkaflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu eru hesi:
Annika Olsen, borgarstjóri, Tórshavn
Birgir Nielsen, vinnulívsmaður, Tórshavn
Bogi Andreasen, býráðslimur, Tórshavn
Dánial Hansen, fiskasølumaður, Hoyvík
Erling Mørkøre, lesandi, Tórshavn
Hans Martin Hansen, keypmaður, Nólsoy
Jan Christiansen, skúlastjóri, Hoyvík
Kristian M. Skála, vinnulívsmaður, Argir
Michel Nielsen, sjálvstøðug vinnurekandi, Tórshavn
Oddbjørg Højgaard, vinnulívskvinna, Tórshavn
Rói B. Poulsen, sølustjóri, Tórshavn
Rói Snorrason, søluleiðari, Hoyvík

Fólkaflokkurin


Billede
Comments

Skattgjaldarin skal rinda fyri gøluna hjá Javnaðarflokkinum

13/10/2020

Comments

 
Billede
Javnaðarflokkurin eigur ábyrgdina av ruðuleikanum av Karlamagnusarbreyt. Tað tykist hann hava gloymt.
Mann fær næstan ta fatan, at Javnaðarflokkurin als ongan lut eigur í Karlamagnusarbreyt, tá ein lesur greinina, sum Javnaðarflokkurin hevur sent miðlunum í dag.


Hevur Javnaðarflokkurin gloymt, at tað var við Javnaðaroddvitanum og formanninum í byggi- og býarskipanarnevndini, at broytingin í byggisamtyktin fyri Karlamagnusarbreyt fór fram beint fyri kommunuvalið í 2016. Ein broyting, sum viðførdi, at ein heil hædd kundi byggjast oman á íbúðarbygningarnar á Karlamagnusarbreyt, ein broyting, sum økti munandi um virðið á hvørjari ogn, og sum økti munandi um trýstið á parkeringsviðurskiftini og økið yvirhøvur.

Undanfarni Javnaðarborgarstjórin fílist á, hví meirilutin ikki kann keypa stykkini inn aftur ella í øðrum lagi bara broytir byggisamtyktirnar aftur. Fyri tað fyrsta veit Javnarðarflokkurin væl av, at um býráðið broytir byggisamtyktir fyri stykkir, ið longu eru seld, so viðførir tað stór endurgjaldskrøv í 10 tals milliónum, ið skattgjaldaran skal svíða fyri.

Fyri tað næsta ynskir Javnaðarflokkurin, at kommunan keypir stykkini inn aftur. Stykkini, ið fyrrverandi samgongan økti virðið munandi á við broytingini undan býráðsvalið í 2016.

Sambært Javnaðarflokkinum er tað onki galið í, at skattgjaldarin í Havn skal gjalda fyri teirra egnu fadesu á Karlamagnusarbreyt.
Kanska hugsar Javnaðarflokkurin, at hesar privatu ognir skulu gjaldast við nýggja uppskotinum um ognarskatt, sum Javnaðarflokkurin er komin við nú til kommunuvalið?

Spurningurin er hví og hvussu nógv skattgjaldarin í Havn skal rinda fyri hendan ruðuleika hjá Javnaðarflokkinum? Hvussu nógv skulu okkara borgarar í Tórshavnar kommunu svíða fyri hetta gildið, sum hevði kostað skattgjaldarunum fleiri 10 tals milliónir?
Spurningurin er eisini áhugaverdur, tí hvørjar íløgur skuldu vit í meirilutanum havt útsett fyri at rinda fyri hetta? Skuldu vit havt útsett Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Hoyvík ella nýggja dagstovnin Vesturi á Flat - ella kanska Musikkskúlan?

Ja, lætt er at fara um skattgjaldarans pening, tá mann fyrst loyvir ógvusligum broytingum í byggisamtyktum, ið øktu munandi um virðið á ognunum á Karlamagnusarbreyt, fyri síðani at mæla til at keypa somu dýru ognir innaftur!
Íbúgvarar og borgarar fáa sjálvsagt onki burturúr hesari politisku ósemju, men tá undanfarni borgarstjóri fer so lætt um sannleikan, er neyðugt at tala at.

Vit í meirilutanum ætla okkum ikki at renna undan ábyrgd. Hóast býráðsárið er farið at halla, so verður heildarætlan løgd fram fyri borgarunum á Karlamagnusarbreyt tann 19 okt. Nærri kunning verður um stað og tíð.

Heildarætlanin inniheldur eina loysn upp á parkering, ferðslutrygd, trivnaðarøki til børn og familjur, lendisgøtur og annað. Peningurin er settur av á fíggjarætlanini fyri 2021.

Nú er at hyggja frameftir og fáa Karlamagnusarbreyt til eitt gott øki, sum borgararnir á Karlamagnusarbreyt hava uppiborið. Tað er okkara ábyrgd.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Býráðsvalið 2020 í Klaksvík

Skil má fáast á Grótbrotið á Bumshamri, (gamla Buckwald)
har er reint út sagt onki skil á.
Lastbilar fylla mold og eyr í Buckwald, men ongin tekur frá
og tískil rennur tað mesta oman brekkurnar.
​Vel rætt tann 10. november. SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Comments

Søguliga gongdin við Karlamagnusarbreyt

13/10/2020

Comments

 
Billede
Nógv kjak hevur verið um viðurskiftini á Karlamagnusarbreyt, hvat er hent og hví onki er gjørt. Í hesum skrivi vilja vit greiða frá søguligu gongdini við Karlamagnusarbreyt, og hví tað hevur verið trupult at broyta gongdina.


Uppprunaliga varð Karlamagnusarbreyt í 2004 løgd av til miðstaðarøki fyri alla Hoyvíkina. Gøtan skuldi hava allar tær týdningarmestu tænastur, ið ein nýmótans býlingur hevði tørv á. Her skuldi verða arbeiðspláss umframt íbúðir á ovastu hæddunum í handils- og skrivstovubygningum - hetta fyri at geva miðstaðargøtuni lív alt samdøgrið.


Økið varð tí býarskipanarliga skipað - við vatn, kloakk, parkering v.m - til at kunna rúma uml. 50 íbúðum. Tað skuldi vera ein handilsgøta, sum tí ikki hevði gongubreytir.

Í 2009 broytti býráðið byggisamtyktina fyri Karlamagnusarbreyt, soleiðis at til bar at frámatrikkulera niðaru hæddina frá restini av bygningunum. Hetta hevði við sær, at íbúðarbygging gjørdist møgulig.

Frá 2010 til 2016 samtykti undanfarna býráð hesar broytingar:
*Í 2010: Kravið um, at niðastu hæddirnar ikki kundu matrikkulerast sundur, varð tikið burturúr byggisamtyktini og tað viðførdi fleiri búeindir.
*Kravið um, at Karlamagnusarbreyt skuldi byggjast í 6 stigum, var tikið burtur, soleiðis at til bar at byggja og selja alt í senn. Hetta hevur gjørt at man hevur mist stýringina og reguleringina av byggingini.
*Í 2014: Nøkur vinnustykki sunnan fyri Skúlan við Løgmannabreyt vóru minkaði, soleiðis at ein fótbóltsvøllur kundi gerast har.
*Des 2014: Kravið um útvenda nýtslu varð tikið burturúr byggisamtyktini fyri byggiøkini frá Atlagøtu til Rólantsgøtu.
*Des 2014: Økið millum Rólantsgøtu og Ólivantsgøtu varð tikið burturúr serstøku byggisamtyktini og skipað sum sethúsaøki.
* Des 2016: Hæddarásetingarnar vóru broyttar fyri stykkini millum Ingibjargargøtu og Rólandsgøtu, sum viðførdi at ein hædd kundi byggjast afturat verandi ásetingum. Smbrt íbúgvunum kring Karlamagnusarbreyt høvdu íbúgvar ikki møguleika at viðmerkja hesa broyttu byggisamtykt, tí hon kom ongantíð greitt alment fram.
*Hvussu verða broytingar í byggisamtyktum lýstar

Tá ið broytingar verða gjørdar í byggisamtyktum, er tað sera umráðandi, at borgarin fær kunnleika um hetta, soleiðis at møguleiki er at gera viðmerkingar ella mótmælisskriv. À myndakortum, ið eru viðløgd hesum skrivi, sæst, at tað ikki hevur verið serliga gjøgnumskygt, tá broytingarnar eru framdar. Hesi viðurskifti eru broytt undir sitandi meiriluta, soleiðis at broytingar i byggisamtyktum er vorðið meiri gjøgnumskygdar við kortum og myndum, og at hetta eisini verður kunnað um á øllum miðlum.

Taka stykkir inn aftur
Spurningar hava fleiri ferðir verið frá íbúgvum, hví kommunan ikki tekur stykkir innaftur. Til tað er at siga, at tá sitandi meiriluti tók við, vóru øll stykkini seld. Trý stykkir vóru eftir, tvey frammanfyri skúlan og eitt miðskeiðis á Karlamagnusarbreyt. Hesi stykkini tók kommunan aftur beinavegin. Royndir hava verið gjørdir at tosa við eigarar á Karlamagnusarbreyt, at keypa stykkir aftur og í øðrum lagi at gera makaskifti. Hetta hevur víst seg at vera sera trupult og sera kostnaðarmikið, tí hevur tað ikki borið á mál.

Somuleiðis skal leggjast aftrat, at eigarar á Karlamagnusarbreyt hava ynskt at byggja íbúðir, og har gongur ognarrætturin fram um alt annað.

Tá ið byggiloyvir verða givin, so er tað tann serstaka byggisamtyktin sum er tann yvirskipaða lógin sum regulerar, hvat loyvi kann gevast til. Soleiðis sum byggisamtyktirnar eru gjørdar fyri Karlamagnusarbreyt hevur eigarin loyvi til at byggja dygst út í gongubreytina í trimum hæddum. Tilber ikki at víkja frá serstøku byggisamtyktunum tí økið var selt við hesum treytum, uttan so at talan hevði verið um stór endurgjaldskrøv fyri kommuna.

Í dag eru 300 íbúðir á Karlamagnusarbreyt á einum øki sum upprunaliga varð skipað til 50 íbúðir. Sjálvsagt skapar hetta trupulleikar, bæði í mun til parkering, ferðslutrygd, fríøki, trivnað osfr.
Hetta er veruliga gongdin við Karlamagnusarbreyt, har sitandi meiriluti hevur verið bundin á hondum og fótum og tað vendist ikki aftur í mun til tað man kundi ynskt sær.

​Hetta merkir tó ikki, at tað ikki ber til at geraábøtur og gera Karlamagnusarbreyt so góða sum til ber.

Heildarætlan er ávegis
Heildarætlan verður løgd fram í komandi viku, har vit hava boð uppá hvussu vit bøta um parkeringsviðurskiftini, ferðslutrygdina og grøn økir. Heildarætlanin fer til hoyringar, soleiðis at íbúgvarnir á Karlamagnusarbreyt fáa møguleika til at gera viðmerkingar og peningur er settur av í fíggjarætlanini fyri 2021 til at útinna tiltøkini.

Vegna býráðsmeirilutan

Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn

Billede
Skil má fáast á Grótbrotið á Bumshamri, (gamla Buckwald)
har er reint út sagt onki skil á.
Lastbilar fylla mold og eyr í Buckwald, men ongin tekur frá
og tískil rennur tað mesta oman brekkurnar.
​Vel rætt tann 10. november. SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
Comments

​Fólkaræðið skúgvað til viks

13/10/2020

Comments

 
Billede
Á býráðsfundinum 24. september var mál á skrá frá býráðslimi, ið hevði bíðað í sjey mánaðir at fáa eitt mál lagt fyri. Skrivið varð sent inn longu í februar. Hóast hann  spurdi eftir málinum, fekk hann ikki svar. Hetta kunnu vit sum minniluti slett ikki góðtaka.

Seinastu fýra árini hevur samskifti, í sambandi við vanliga kunning og tíðarfreistir í sambandi við fundarskráir, millum sitandi býráðssamgongu og minnilutan bara gingið skeiva vegin. Hóast vit ferð eftir ferð hava gjørt vart við hetta, so verður ikki ønt aftur. Vit hava skrivað og tosað til fánýtis.

Dømi eru um býráðslimir sum skriva inn til borgarstjóran uttan at fáa svar, eisini hóast rykt verður eftir svari. Somuleiðis koma innbjóðingar og kunningar í evstu løtu, so býráðslimir ikki hava møguleika at leggja soleiðis til rættis, at vera við. Tað hevur stóran týdning at fáa slíkt sent í góðari tíð, tá ið hugsað verður um, at allir býráðslimir hava sítt dagliga starv, ið eisini skal røkjast.

Í fundarskipan býráðsins, §5, 1. petti, stendur:
Tá eitt mál er sett á fundarskránna til ein vanligan fund, skal hetta lýsast í stuttum, styðjað við tilmæli.
Neyðugt tilfar, sum greiðir nærri frá málinum, skal vera viðheft sum undirskjøl til tilmælið og verða
tøkt - samstundis sum tilmælið - hjá býráðslimunum til gjøgnumlesnað minst 4 gerandisdagar framman undan fundinum. Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis vera tøkt. Tað kann gerast neyðugt at dagføra fundarskránna eftir fíggjarnevndarfund.

Hetta er samtykt júst fyri, at býráðslimirnir skulu hava møguleika at seta seg væl inn í málini, áðrenn avgerð skal takast. Tað kemur ikki fyri, at vit fáa tað til ásettu tíð, hóast tað stendur greitt í fundarskipanini, at tað skal vera minst fýra gerandisdagar frammanundan fundinum. 
Eftir at hava gjørt vart við hetta í fleiri umførum, velja vit at fara alment út og vísa á hetta stórlæti hjá sitandi býráðssamgongu. Vit hava bíðað, tí vit væntaðu, at hetta fór at koma í rættlag, men til fánýtis.

Vónandi fer hendan almenna áheitanin frá okkum í minnilutanum at hava við sær, at býráðsleiðslan vísir fólkaræðnum ans, nú vit eru komin til síðstu mánaðirnar í hesi býráðssetuni, og at hetta verður rættað upp í komandi býráðssetu. Klaksvíkar Kommuna er ein so mikið stór kommuna, at slíkar mannagongdir eiga at liggja í fastari legu.

Vegna Fólkaflokkin
Gunvá við Keldu
Atli S. Justinussen
Beinir Johannesen
Herfrí J. Sørensen

Vegna Tjóðveldi
Steinbjørn O. Jacobsen 

Neystini á Strond skulu raðfestast høgt.
Tit skulu ikki bíða 4 ár afturat, økið skal gerast liðugt,
fái eg tykkara stemmur, so skal eg fáa tað gjørt skjótast gjørligt.
​SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
Billede
Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly