NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tað ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu, hvør er nú grenj?

31/10/2018

Comments

 
Billede
Til síðsta Býráðsval var eitt tað mest týdningarmiklastu av vallyftinum hjá Borgmeistarnum Jógvan Skorheim, at nú skuldi “Opinleiki” vera í Klaksvíkar Kommunu, men synd at siga, at so hevur verið.

Undirritaði hevur í longri tíð skriva einsamallir grein eftir grein og roynt at ávara borgarnir í Klaksvík, at tað ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu. Har vera brúktir alt ov nógvir pengar, pengarnir fossá út úr kommunukassanum og nú er skjótt kommunukassin tómur.

Kommuan brúkar nógv fleiri pengar enn játtað hevur verið til ymsar verkætlanin í býnum, eitt nú, Biskopstorgið, Skúlin, Sjóhitin, Ítróttarøkið osv. osv… og ein kann spyrja, um tað er lógligt? Einasta undirritað hevur fingið burturúr greinaskrivingini, er eitt stempul “Grenj”

Kringvarp Føroya og Norðlýsið vaknaði
Nú er so endiliga Kringvarp Føroya vaknað og sjálvt Norðlysið er komin upp í leikin.

Her innslag frá KVF, klikk her, “Hvassa átalu til Klaksvíkar Kommunu”

Norðlýsið skrivar ein lemjandi kritikk av Klaksvíkar Kommunu í grein dagfest 18. oktober ár, um meirforbrúk hjá Kommuni,  klikk her: “Kommunan brúkt meira pengar enn játtað til bygging í miðbýnum”.

Gunvá við Keldu, býráðslimur skrivar um óheimilaða nýtsluna hjá Klaksvíkar Kommunu, klikk her: “Býráðsleiðslan heldur seg ikki til býráðssamtyktir”

Í Útvarpstíðindunum í gjárskvøldið, tók Kringvarp málið um innhegningina av kajøkinum á vestursíðuni til Bakkafrost upp,  og sum var fyri afturlatnum hurðum í Klaksvíkar Býráð og fundarskráin var ikki almenn. Hoyr innslagið her “Innhegning kajøkið til Bakkafrost”.

Men eg rokni við at øll hesi málini og eisini málið um oysl av lýsingarpengum, har Klaksvíkar Kommuna lýsir fyri 100tals túsund krónur í Norðlýsinum um árið, har pápi og beiggið Jógvan Skorheim eru eigara, fáa ongar fylgjur, tí Jógvan Skorheim gerð akkurát tað honum lystir og venda tíðirnar í 2019, so verður tað ein katastrofa fyri Klaksvík.

Var til flogbólt í gjárskvøldið og har kom ein borgari og bað meg biðja um innlit í ferðaútreiðsluni hjá Klaksvíkar Kommunu, tí hesin visti, at har ruggaði slett ikki rætt?

Nú er so at vóna at borgarnir í Klaksvíkar Kommunu vaknað, tað er altíð stuttligt at brúka pengar, tá ið man ikki eigur teir sjálvir, men tað má vera skil í galskapinum og so hevði tað verið sera gott, um “Opinleikin” í Klaksvíkar Kommunu bleiv meira sjónligur nú, so vit borgara vita, hvat okkara Kommuna brúkar okkara skattakrónur til. Her meini eg við, um játtanir halda ella um meirnýtsla verður gjørd og hvar pengarnar so skulu koma frá.

Livst so spyrst.

Grenj SáH

Billede
Comments

Klaksvíkar Kommuna stroymir LIVE - men tað ger Kunoyar Kommuna IKKI ..!

31/10/2018

Comments

 
Billede
Bæði Klaksvíkar Kommuna og Kunoyar Kommuna hava Kommunustýrisfund í kvøld. Munurin er bara tann - at Klaksvíkar Kommuna spælir við opnum kortum og stroymar fundin "live" og tað ger Kunoyar Kommuna ikki.

Fundurin hjá Klaksvíkar Kommunu verður stroymaður Kl. 17.30 - Sjá fund HER

Undirritaði, sum varð Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommuna í eitt hálvt tíðarskeið - hevði hetta upp á tal á einum fundi, men tað vísti seg, at meirilutin ikki vildi hava tað soleiðis, sum Klaksvíkar Kommuna og tískil so bleiv tað ikki nøkur stroyming av nøkrum Kommunustýrisfundi hjá Kunoyar Kommunu.

Fundarskráin hjá Klaksvíkar Kommunu kann síggjast HER

Tað kann kanska sigast - at tað eru fyrimunir og vansar við at stroyma ein Kommunustýrisfund, men sum heild - so meti eg - at hetta bara er gott fyri fólkið í kommununi. Hinvegin so havi eg heldur ikki sett meg í málini - har eg veit, hvør kommuna (foruttan Klaksvík) stroymir sínar fundir live.

​JáH (y) 31.10.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

1500 mótmæltu við synagoguni

30/10/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin bleiv møttiar av mótmælisfólkum, tá ið hann og kona hansara Melania komu til Pittsburgh.

Les eisini: Trump: Hann burdi fingið deyðastraff

Tey vóru komin til Pittsburgh, at vísa respekt fyri teim avvarðandi av synagogu-blóðbaðnum leygardagin. 1500 fólk vóru uttanfyri synagoguna og mótmæltu forsetan og amerikanska stýrið.

JáH (y) 31.10.2018
Kelda: NTB

Comments

Fyrrverandi russiskir generalur: Putin bluffar ikki og kann saktans leggja á Evropa

26/10/2018

Comments

 
Billede
Ein fyrrverandi generalur í Russlandi, Evgeny Buzhinskiy sigur nú við fjølmiðlarnir - at Putin bluffar ikki - um hann ætlar sær at skjóta amerikanskar atom-rakettir niður, sum spjaddir eru kring alt Evropa.

Fyrrverandi generalurin sigur - at Trump eigur stóran part av skuldini, at tað nú er so ringt samband ímillum Russland og Amerika.

Men skuldi tað hent - at russar fara eftir amerikonskum atom-vápnum í Evropa, so siga serfrøðingar, at hetta verður heimsins stytsta kríggja, tí herurin hjá Amerika er eftir hondini - 10 faldað so stórir sum tann russiski.

JáH (y) 26.10.2018

Comments

Japan og Kina møtast

25/10/2018

Comments

 
Billede
Tað er heldur meiri sjálvsamt, at hesi londini møtast - men eftir handilskríggji ímillum Kina og Amerika - so eru Japan og Kina byrjaði eitt sindur at einans.

Forsætismálaráðharrin hjá Japan, Shinzo Abe og forsætismálaráðharrin hjá Kina, Li Keqiang hava havt ein felags fjølmiðlafund í tí stóra fundarhølinum í Beijing ígjár.

Abe hevði við sær uppskot frá 500 japonskum fyritøkur, sum ynskja sær atgongd til tann stóra marknaðin í Kina - har kinesarnir eru áhugaðir í japonskum teknologi'i og japanskari vinnu sum heilt, skrivar NTB.

Tað kann gott vera ein dyggur framman á til Amerika - um hesi bæði londini fara at sláa seg saman og pressa seg inn í tí stóru handilsvinna, sum er ógvuliga sveiggjandi í løtuni.

JáH (y) 26.10.2018

Comments

Trump langar eftir Saudi-Arabia

23/10/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump langar eftir Saudi-Arabia, sum ivaleyst hevur dripið jouralistin Jamal Khashoggi og sigur, at tað sum hent er "søgurnar versta uppfinningar-søga", skrivar AP.

​Les eisini: Saudi-Arabia játtar seg sekan í journalist-drápið

Beint eftir. at Trump hevði úttalað seg - komu nýggjheitirnar um, at Amerika tekur aftur visum hjá saudiskum tænastumonnum, sum eru ákærdir fyri at verið við í drápinum av Khashoggi.

Amerikanski forsetin, Donald J. Trump hevur mangar handils-avtalur við Saudi-Arabia privat, sum sikkurt fer at ávirka hann fíggjarliga, tá ið hann einaferð ikki er forseti meira í Amerika.

JáH (y) 24.10.2018

Comments

Trump fer at møta Putin aftur

23/10/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump hevur sagt, at hann kemur at hava ein nýggjan fund við russiska forsetan, Vladimir Putin í næsta mánað.

Les eisini: Trump í holt við at bróta avtalu við Russland

Teir skula nevniliga báðir tveir til París í samband við minnisvarða fyri fyrsta veraldarbardaga, skrivar Reuters.

JáH (y) 24.10.2018

Comments

May: 95 prosent einig um Brexit

21/10/2018

Comments

 
Billede
Forsætisráðharrin í Stóra Bretlandi, Theresa May fer í dag at kunngera, at tað eru 95 prosent, sum eru einig við Brexit avtaluna, skrivar Reuters.

ES avlýsti í síðstu ein topp-fund við Bretland, tí at ES metti ikki, at grundarlag varð fyri hesum fundinum, tá ið Bretland ikki vil geva seg ein tumma.

​Les eisini: ES avlýsir toppfund við Bretland

Fleiri bretar eru bangnir fyri, at Bretland sleppur sær burturúr ES - ímeðan onnur halda, at hetta einans fer at vera gott fyri landið.

JáH (y) 22.10.2018

Comments

Pompeo er komin til Turkaland

17/10/2018

Comments

 
Billede
Uttanríkismálaráðharrin hjá Amerika, Mike Pompeo er komin til Turkaland - har hann fer at spyrja um 60 ára gamla Jamal Khashoggi, sum ivaleyst er dripin av stýrinum hjá Saudi Arabia.

Les eisini: 
Saudi-Arabia játtar seg sekan í journalist-drápið

Sjálvur segði amerikanski forsetin herfyri, at hann varð ikki vísur í, at tað varð stýrið hjá Saudi Arabia, sum framdi morðið. Men eftir áhaldandi ágangi av teim amerikonsku fjølmiðlunum - so hevur Trump ivaleyst skift meining.

JáH (y) 17.10.2018

Comments

Sendir Pompeo til Saudi-Arabia

15/10/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump fer at senda uttanríkismálaráðharran Mike Pompeo til Saudi-Arabia.

Hetta ger hann fyri at finna útav - hvat hendi við jouralistinum, sum forsvann í Istanbul.

JáH (y) 15.10.2018
Kelda: NTB


Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly