NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

FBI kannar í løtuni 650.000 emails hjá Weiner!

30/10/2016

Comments

 
BilledeKonan hjá Weiner, Huma Abedin gjørdi tað liðugt í august við mannin hjá sær, veit NY Times at siga frá.
Tað gongst ikki eftir ætlan hjá Hillary Clinton í løtuni - kann róliga sigast, tí í løtuni kannar FBI emails hjá fyrrverandi valevni hjá Demokratinum fyri Borgmeistara í New York, Anthony Weiner.

Og tað er um eina umfatandi kanning, tí 650.000 emails skula kannast og har ímillum sigst, at fleiri túsund emails eru frá tí loyniliga servaranum hjá Clinton familjuni.

Umframt tað, at vera settur í saman við Anthony Weiner - so verur Hillary Clinton sjálv kannað í email-skandalini, sum Wikileaks gjørdi av, at verðin skuldi síggja. Summi kalla hetta eitt skitið politiskt spæl, ímeðan onnur bert halda hetta vera undirhald fyri allar pengarnir.

​JáH (y) 31.10.2016

Comments

Kommunuval 2016: Hvør fer at vera Borgmeistari ?!?

29/10/2016

Comments

 
Billede
Í Klaksvík kann ALT henda ...

Um eina góða viku, so skalt tú geva tína atkvøðu og sum flest øllum kunnugt, so kann valið fara nógvar vegir ...

Í Klaksvík er tað ein spurningur um, hvør av hesum flokkum fer at fáa sítt fólk inn og her er talan um: Nýtt Sjálvstýri, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.

Men tað verður hart hjá Sambandsflokkinum at fáa ein mann inn hesa ferð, tá ið bert ein maður stendur uppstillaður, so kanska verður tað bert talan um - at tveir flokkar fara at royna at yvirtala hvønn annan. Spurningurin er so um Steinbjørn O. Jacobsen (Tjóðveldi) vil vera Borgmeistari, Gunvá við Keldu (Fólkaflokkurin) vil royna seg aftur ella um klaksvíksingar fara at halda seg til tann sama, Jógvan Skorheim sum Borgmeistara ..`? Fólkaflokkurin fer sikkurt, at gera tað teir kunna og ikki enda uttanfyri aftur í ár og fyri at tað skal henda, so vera teir noyddir at vinna sær yvirlutan í Býráðnum - sum telur 11 tinglimir.

Men hvussu verður so við Havnini ..?

Í Havn er nokk ongin ivi um, at Heðin Mortensen fer at fáa nógvar stemmur - men spurningurin er sjálvandi um hann megnar at vera verandi á toppinum, tí mong eru valevnini, sum vilja sleppa at fella Kongin hesaferð. Annika Olsen (Fólkaflokkurin) er ein teirra og Jógvan Arge (Tjóðveldi) er eisini ein teirra. Eitt er tað, hvat fólkið velur og vil hava, men annað er hvussu flokkarnir samansjóva seg aftaná Kommunuvalið tann 8. november. Fara flokkarnir Fólkaflokkurin og Tjóðveldi sláa seg saman og tippa pinninum hjá Javnaðarflokkinum ..? Ella fer tað at enda við tí sama sum seinast ..?

Vit á Norðoya Portali fara sjálvandi at gera meira burturúr Kommunuvalinum enn áður gjørt og spyrja fólk eftir, hvat fyri broyting tey høvdu ynskt varð framd í framtíðini. Gleð teg.

JáH (y) 30.10.2016

Comments

Amerikanska Valið: Nú stendur næstan á jøvnum!

29/10/2016

Comments

 
Billede
Donald J. Trump hevur gjørt eitt framstig í seinastuni og kanska kemst hetta serliga av, at Hillary Clinton aftur verður kannað av FBI - grundað av email skandalini.

Eisini spælir tað inn hjá Hillary Clinton, at navni Anthony Weiner er funnið í Wikileaks email-skandalini. Anthony Weiner misti heitið hjá sær sum valevni fyri borgmeistari fyri New York, eftir at hann hevði sent ósømiligar myndir av sær sjálvum til heilt ungar kvinnur. Og sum kunnugt, so hevur Clinton familjan staðið aftanfyri Weiner og tað fer Trump kampagnan heilt sikkurt at brúka ímóti henni í hesum skitna valstríðið.

Tað manglar bert 2 % í, so stendur tað javnt ímillum Trump og Clinton, ímeðan summar kanningar meta, at Hillary Clinton førir stórt. Hvussu er og ikki, so sær út til, at skandalir hjá valevnum fer at vera tað, sum fer at avgera hvør vinnur tað amerikanska valið.

JáH (y) 30.10.2016

Comments

Hillary: Eg eri trygg við, at FBI onki finnur !!!

28/10/2016

Comments

 
Billede
AFP veit at siga frá, at valevni hjá tí Demokratiska flokkinum, Hillary Clinton følir seg trygga við, at FBI onki ólógligt fer at finna - nú hon verður eftirkannað av FBI løgreglu-monnum fyri aðru ferð í hesum Forsetavalstríðið ...

Les eisini: Skitnasta Valstríðið í Amerikanskari søgu!

Wikileaks hevur almanna kunngjørt enn fleiri av hennara mail'um og FBI kannar í løtuni, um Hillary Clinton hevur gjørt nakað ólógligt. Finna teir nakað, kann tað vera somikið álvarsamt, at hon má blása Valdystin ímóti Donald J. Trump av - tí valevnir hava ikki loyvið til, at gera nakað lógarbrot.

Hillary Clinton er somikið trygg og sigur alment, at FBI skal almanna kunngera ALT sum teir finna, tí amerikanska fólkið hevur brúk fyri at hoyra sannleikan sum hann er.

JáH (y) 29.10.2016

Comments

Summi tosa, onnur handla!

28/10/2016

Comments

 
Billede
Herfyri las eg valskránna hjá Fólkaflokkinum, har tey bæði siga seg hava lagt lunnar undir nýggju skúlabyggingina og vilja seta meira ferð á hana, men mínar royndir sum skúlastýrislimur seinastu 8 árini fortelja eina heilt aðra søgu.

Hesi seinastu átta árini havi eg umboðað Klaksvíkar kommunu í skúlastýrinum, fyrstu fýra árini á Skúlanum á Ziskatrøð, síðani trý ár í Ósáskúlanum, og hetta seinasta árið á samanlagda skúlanum á Skúlatrøð. Hetta hava verið átta hendingarík ár, har vit hava fingið nýggjan Ósáskúla og nú eisini hava sett sjøtul á nýggja samanlagda skúlabygningin.

Tá ið eg fyrstu ferð kom í skúlastýrið var eg rættiliga spentur, tí Ósaskúlin bleiv bygdur um hetta mundið, og eftir tað skuldi Skúlin á Ziskatrøð fara í gongd. Hetta var tíðin, tá ið Fólkaflokkurin hevði borgarstjóran, men har hendi satt at siga einki. Nógv varð tosað, men einki var klárt, og sama gjørdi, hvussu ofta vit í skúlastýrinum gjørdu táverandi borgarstjóra greitt, hvussu ringum standi skúlin á Ziskatrøð var í, so hendi einki. 

Einki hendi aftur, fyrr enn núverandi býráð tók við. Tá vórðu skúlarnir lagdir saman - sjálvt um Fólkaflokkurin var hart ímóti tí - og nú er fyrsta byggistig í nýggja skúlanum ávegis. Langt um leingi eru vit komin víðari frá berum snakki til handling, og tí er tað umráðandi, at vit nú halda fram við hesum arbeiðnum og fáa 2. og 3. byggistig í verk skjótast gjørligt. Tí ræður tað um at velja tey valevnini, sum í verki hava víst, at tey eru før at fáa tingini at henda.

Sven Dahl, valevni á lista D 

Comments

Verið hjartaliga VÆLKOMIN til Kunoyar Kommunu! 

27/10/2016

Comments

 
Billede
Fyri 11 árum síðani tók eg valið at byggja mær hús í Kunoy. Grundin til val mítt varð sera einkult: 1) Tú finnur ikki vakrari stað í Føroyum at búgva, 2) nærum onga aðrastaðnis í heiminum er so trygt at liva, sum í Kunoy, 3) fíggjarligi fyrimunurin: skattaprosenti og var tá, eins og nú, lægri í Kunoy og grundstykkini vóru væl bíligari. Fjøllini eru tey, sum bergtaka meg mest við Kunoynni - men so sanniliga eisini náttúran sum fjálgar um tey. Tá ið tað so er sagt, so eru fólkini sum búgva í Kunoy og Haraldssundi vinarlig og glað fyri tilflytarar, og taka blíðliga ímóti fólki sum koma úti frá, so her var eisini lætt at fella til.

Hettar eru eginleikar, sum kunoyingar kunna verða stoltir av. Persónliga meti eg, at fyrrverandi Borgmeistararar, Heini O. Heinesen og Meiken S. Michaelsen hevur gjørt eitt gott arbeiðið og tí arbeiðið, sum tey hava gjørt fyri okkara Kommunu eiga vit at halda á fram við. Tey bæði hava verið ímillum okkum og tora, at sagt sína meining um ymisk viðurskiftir, har ikki altíð er so lætt at siga sína hugsan. Júst soleiðis ætli eg mær eisini at arbeiða, um nú eg skuldi komið í Bygdaráðið hjá Kunoyar Kommunu.

​Eg ætli at arbeiða fyri gjøgnumgingið, at allir borgarar fáa at vita hvat gongur fyri seg, og eisini vil eg hoyra og spyrja meg til ráðs hjá tí meiniga borgaranum, tey komandi 4 árini. Hóast nógv gott, ertað eisini nøkur ting, sum vit muga broyta - skula vit vera verandi ein sjálvstøðug Kommuna. Vit eiga at leggja alla orku í, at fáa fleiri at flyta til Kunoyar og her havi eg vónir um, at gera nakrar stuttfilmar um Kunoy og Haraldssund, har vit leggja serliga dent á - hvussu deiligt tað í veruleikanum er, at liva so tætt náttúruni og sleppa undan øllum stressinum og tungu ferðsluni, sum eyðkennir stóru býirnar.

Billede
Vit skula verja okkara nátúru 

Vit eiga at verja okkara náturu, har kloakkir, vegir, vatn, lyktarpelar og mangt annað SKAL bara rigga í Kunoy og Haraldssundi, og tískil vil eg eisini hava, at vit gera eina heildarætlan, har vit vita - hvat skal gerast beinanvegin og hvat kann bíða. Her eru mangir mátar, at gera tingini uppá og møguleikarnar eiga vit at endurskoða við opinleika. Sjálvur arbeiði eg innan kloakkdeildina hjá Klaksvíkar Kommunu og eftir hálvt ár, so veit eg eina rúgvu um kloakk viðurskiftir, og harímillum um spillivatn skipanir og hvat krevst til, at fáa slík arbeiðið gjørt, og hvussu tað kann gerast best og á bíligasta hátt. Um eg verið valdur inn í Bygdaráðið, so fari eg fram um ALT, at vera erligur, opin og nýskapandi, í øllum eg fari í holt við.


Eisini skal heimasíðan hjá Kunoyar Kommunu vera ein aktivur samskiftispartur í okkara gerandisdegi. Heimasíðan skal broytast soleiðis, at tað fer at vera áhugavert ikki einans hjá borgarum í kommununi, men eisini hjá restina av Føroyum (og ferðafólkum) at klikkja seg á hana. Uppá henda mátan, meti eg at vit fara at megna at fáa enn fleiri ferðafólk á vitjan, og her (sum eg áður havi sagt) eiga vit at duga betur, at fáa meiri pening burturúr hesum virksemi. Kunoy og Haraldssund eru dreymabygdir at liva í, og eg eri yvirbevístur um, at onga aðrastaðnis í Føroyum er so deiligt at búgva, sum júst her. Vit hava tað besta av báðum verðum. Friðin, felagsskapin og náttúruna, samstundis, sum tað bert tekur okkum 12 minuttir at koyra til Klaksvíkar, har vit kunna fáa alt okkum tørvar. Vit hava fingið fyrimunin av byrgingini, við at vit ikki eru avmarkaði sum sum ein útoyggj longur, uttan at hava mist nakað av okkara paradísi.

Henda boðskapin fari eg at bera út til fólkini í hesum landi, so at fleiri vilja flyta hertil. Vit vita, at Klaksvíkin hevur trupulleikar við grundstykkjum, og at tað er bert er eitt hanagleiv frá Haraldssund ella Kunoy til Klaksvíkar. Tað ræður bert um, at vit duga betri at selja okkum sjálvum sum "Heimsins deiligasta stað" og júst tann partin eri eg serkønur í, tá ið eg havi verið ein sølumaður (nærum) alt mítt lív.

Flagtak á Bakkafrost, Byrging breiðkast og tunnil !!!

Billede
Til endans, so fari eg eisini í holt við at kannað møguleikarnir við "Byrgingini" og kanska eisini spyrja Bakkafrost um ein stuðul til hesa verkætlan (og hartil fari eg eisini at spyrja Regin aftur, um teir ikki kunna halda seg til upprunaligu ætlan, har heimsins størsta Smoltstøð fær flagtak, sum fer at príðka um útsýni hjá fólkið í Haraldssundi). Tað eg hugdi um er, at tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, at breiðka um vegin í Byrgingini, tá ið Bakkafrost spreingir so nógv grót vekk - beint frammanfyri Haraldssund. Grótið kundi verið brúkt til Byrgingina, so at vit fingu eina somikið breiða Byrging, at tveir bilar kundu møtast.

Og tá tað so er sagt, so vil eg eisini smíða ímeðan jarnið er heitt og kannað møguleikarnar viðvíkjandi Kunoyar Tunlinum. Spurningurin er: Kann Kunoyar Tunnil breiðkast og hvussu nógv kostar hetta? Hetta er viðkomandi nú ið Bakkafrost allíkavæl skal leggja ein stóran vatnleidning ígjøgnum tunnilin. Her hugsi eg, at vit kanska kundu fingið tvær flugur við eitt smekk og breiðka tunnilin samstundis!


Eg trúgvi ikki, at talan er um so ræðuliga nógvar milliónir afturat,- tí latum okkum halda okkum til fakta - Føroyar brúkar milliardir uppá tunlar, so hvat hava nakrar milliónir at siga afturat? Hetta er bert ein hugsan, men hugsan kann skjótt enda sum ein veruleiki ... hygg bert eftir, hvat Heini O. Heinesen megnaði at gera fyri alla Kunoynna, tá ið hann sat sum Borgmeistari.

Billede
Í Kunoyar Kommunu hava vit mong listafólk ...

Okkara mentan skal stimbrast og her hugsi eg, at vit hava fleiri listafólk í bæði Kunoy og Haraldssundi, sum skula sleppa at fáa møguleikan, at fáa sína list sýnda framm. Saman við listafólkunum fari eg, at streymba eftir, at fleiri ferðafólk (og føroyingar) koma leiðina til Kunoyar og Haraldssund at forvitnast. Eg gleðist um hvussu mong listafólk við hava í okkara Kommunu og saman fara vit, at stíla fyri eina rúgvu av tiltøkum, sum fer at vera okkara Kommunu til góðar.

Ja, eg fari at arbeiða hart fyri at Kunoyar Kommunu fer at vaksa seg størri enn nakrantíð - at fleiri fólk fara at flyta til okkara spennandi & mennandi kommunu. So tann 8. november, um tú vilt hava eina broyting til tað betra, so er at seta krossin við Jógvan á Høvdanum.

Gott val, tit!

Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Lista A (Kunoy)

Comments

​Tit kunnu róðliga velja Símun á Høvdanum, tí so verður tað gjørt

25/10/2016

Comments

 
Billede
Nú valfepurin er í hæddini, so kann staðfestast, at evnini sum Símun á Høvdanum hevur skrivað um higartil, hevur gjørt at Klaksvíkar Kommuna er vaknað og er so smátt er við at fara í sving við at gera vegir og bygningar lidnar, eftir 4 ár við maktina, nevnast kunnu higartil:

1. Vegurin til neystini á Strond (hann er slættaður og grús er koyrt á, manglar asfalt, tað verður gjørt, um Símun á Høvdanum verður valdir tann 8. november)
2. Spinnaríið eru teir byrjaður at umvælað (har verður klædningurin tikin niður og pengar eru fingnir til vega frá Bakkarfrost og øðrum fyritøkum, umleið 6 milliónir, men undirritaði slapp ikki við til pinnamatin, tí tað var innilukkað ball, so eg veit ikki so nógv um tað ætlanina, hon verður eisini gjørd liðug, um Símun á Høvdanum verður valdir inn tann 8. november.)
3. Garðavegur verður asfalteraður (Har er ongin gjøgnumkoyring í løtuni og har verður væntandi asfalterað ídag ella ímorgin, manglar gonguteigar o.a, men tað verður gjørt liðugt, um Símun á Høvdanum verður valdir inn tann 8. november)

Hetta sigur okkum, at um Símun á Høvdanum verður valdir inn í Klaksvíkar Býráð tann 8. november, Ja, so verður nakað gjørt í Klaksvíkar Kommunu. 

Har skal bara ein inn í Klaksvíkar Býráð og fáa skil á óskilinum í Klaksvíkar Kommunu. Farið á val og veljið Símun á Høvdanum inn, tí so verður tað gjørt. Eg ætli mær at arbeiða øll fýra árini og ikki bert 4 vikur og minnist til, eg ætli mær at arbeiða fyri allan býin og ikki sum nú, bara fyri nakrar útvaldar borgarar.

Gott val

Símun á Høvdanum  

Comments

​Klaksvík 100% grøn um fá ár

20/10/2016

Comments

 
Billede
Ígjár var Rotary í Húsahaganum og fingu eina góða forkláring uppá vindorku og lat meg siga tað beinanvegin, Símun á Høvdanum gongur 100% innfyri grønari orku, men hon skal eisini vera tann besta.

SEV leitar eftir økið til at seta vindmyllur upp í Føroyum og eitt gott økið er eysturi í Barmi ella har á leið og her er ein gyltur møguleiki hjá Klaksvíkar Kommunu at fara í samráðingar við SEV, so Klaksvik verður teirra næsta økið, har teir seta 15 myllur upp og sum eg fekk upplýst, so dekkar tær 10.000 húsarhald og við sjóhitanum, ja, so kann Klaksvík gerast 100% grøn um nøkur fá ár. 

Verið eg valdir inn í Klaksvíkar Býráð tann 8. november, farið eg at taka samráðingar upp við SEV og gera mín ávirkan galdandi, at Klaksvík verður teirra næsta økið, har SEV setur vindmyllur upp og tað kann gera, at Klaksvík verður 100% grøn um fá ár.

​Farið á val 8. november, stemma uppá Símun á Høvdanum, so verður tað gjørt.

Símun á Høvdanum 

Comments

Ein tikkandi bumba á Stongunum

18/10/2016

Comments

 
Billede
​Var á Stongunum í seinastu viku og heilsaði uppá egnarnar har.

Fleiri av teimum bóðu um mína hjálp, tí teir væntaðu, at takið á hvíta stóra bygninginum, sum er í sera ringum standi, er við at fara og væntandi fer tað í luftina tá ið næsta ódnin kemur og tað kann fáa óbøtaligan skaða, bæði fyri bygningar á Stongunum og í ringasta førinum kosta mannalív, um onkur takpláta rakar okkurt fólk. 

​Her hevur Klaksvíkar Býráð snork sovi, sjálvandi skulu okkara fiskimenn hava bestu sømdir í býnum, tað eru jú av teimum við liva av, tí ætli eg mær, um eg verið valdir inn í Klaksvíkar Býráð, at fáa skil á Stongunum aftur, bæði við at fríðka um økið og so er bráðneyðugt, at fáa gjørt hvíta bygningin ístand, so tað verður aftur trygt at vera fiskimaður á Stongunum, tí er tað sera týdningarmikið hjá tykkum øllum egnarum og húsunum á Stongunum, at tit fara á val tann 8. november og velja Símun á Høvdanum inn, tí so verður tað gjørt.

Símun á Høvdanum

Comments

Betra um umstøðurnar hjá Kunoyar Kommunu!

16/10/2016

Comments

 
Billede
Sjálvt um eg persónliga meti, at hetta er heimsins deiligasta bygd at búgva í, so eru tað fleiri ting, sum vit í Kunoyar Kommunu kunna broyta til ta betra ...

Les eisini: Samansjóva bygdirnar betri!

Her hugsi eg, at FERÐAVINNAN sjálvandi skal gjalda sín part og at vit skula duga at taka pening fyri tey arbeiðið, sum fleiri útinna fyri ferðavinnuna ígjøgnum ár og dag. Serliga hugsi eg allar teir gongutúrarnir, sum vera gjørdir gratis - har vit vælsaktans kundu fingið nøkur oyrir fyri túrarnir og tá ið eg sigi vit - so meini eg sjálvandi við fólkini, sum skipa fyri gongutúrunum. Alla aðrastaðnis duga tey at taka pening fyri "sight-seeing" og tann partin muga vit eisini fara duga betur, at fáa meira burturúr.

Vit skula eisini fara í holt við, at skipa fleiri tiltøk, sum kunna vera í Bygdahúsinum í Kunoy ella Bygdahúsinum í Haraldssundi. Og her kann vera talan um dans, listaframsýning, fyrilestrar og mangt mangt annað. Milt sagt, so skal okkurt henda fyri Kunoyar Kommunu, so uppá eitt 4 ára skeið (um eg nú verið valdur inn) hava fleiri fólk keypt sær grundstykkir í ávíkavist Kunoy ella Haraldssundi. Vit skula eisini duga at selja okkum betri sum bygdir og taka vælkomin ímóti fólkið, sum vilja flyta til okkara bygd. Og fyri, at fólk skula koma okkara leið, so muga vit eisini fara í holt við ymisk nýskapandi tiltøk - sum fer at lokka fólk, at vera ein partur av Føroya flottastu oyggj.

Tað eru fleiri onnur ting, sum eg fari at arbeiða fyri - um eg skuldi verið so eydnusamur at fingið tína stemmu tann 8. november og tey fari eg eisini at skriva um seinni. Minnist bert til, at skal ein umfatandi broyting henda innan okkara elskaðu Kommunu, so krevst eisini, at tit sum veljarar geva mær ein kjans fyri at arbeiða fyri nýskapandi & betrandi broytingum, sum tæna fer okkum í framtíðini.

Gott val, tit!

Jógvan á Høvdanum, yngri
- Valevni fyri listan í Kunoy 

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.