NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Løgmaður á ársfund Norðurlandaráðsins

27/10/2015

Comments

 
Picture
Hesa vikuna fer løgmaður á ársfund í Norðurlandaráðnum, sum verður hildin í Reykjavík.

Evnið á ársfundinum er ”Hvordan kan vi øge muligheden for et tættere samarbejde i Norden?”.

Løgmaður skal taka lut á fleiri fundum í Reykjavík.

Eitt nú skal hann á fund við sínar norðurlendsku starvsbrøður- og systrar. Løgmaður skal eisini hitta Sigmundur Davið Gunnlaugsson, forsætisráðharra Íslands.

Comments

Útlendingastovan førir integratiónsarbeiðið víðari

21/10/2015

Comments

 
Picture
David Im, sum síðani februar hevur arbeitt sum integratiónssamskipari í Klaksvíkar kommunu, verður nú integratiónssamskipari á Útlendingastovuni hjá Vinnumálaráðnum.

Avbjóðingarnar sum fylgja við integratión líkjast um alt landið. Í Klaksvík eru ítøkilig átøk sett í verk fyri at betra um integratiónina hjá tilflytarum, og nú tekur Útlendingastovan stig til at bera hetta arbeiðið víðari fyri alt landið við at seta David Im sum integratiónssamskipara.

Les meira HER

JáH (y) 21.10.2015
Kelda: Klaksvíkar Kommuna



Comments

Vit hoyra onki frá Høgna Hoydal 

5/10/2015

Comments

 
Picture
Nú Høgni Hoydal hevur sitið sum Fiskimálaráðharri síðan 15. september, so hava fjølmiðlar onki fingið at vita frá honum - nú næstan ein heilur mánaði er liðin, síðan hann tók við starvinum.

Mangir reiðarar sita sikkurt við gráum hárið kring Føroya land - tí ilt er at spáa um hvat nú fer at henda í fiskivinnuni - men sum sagt, vit hoyra onki frá Høgna sjálvum og ei heldu er nøkur uppdatering av heimasíðuni hjá Fiskamálaráðinum. So faktist - so sita vit eitt sindur spent og bíða, Høgni ..!

​JáH (y) 05.10.2015

Comments

Løgmaður á norðurlendskan forsætisráðharrafund

2/10/2015

Comments

 
Picture
Løgmaður tekur í morgin lut á norðurlendska forsætisráðharrafundinum, sum verður hildin á Marienborg, norðanfyri Keypmannahavn.

Millum málini, sum eru á skrá, eru marknaforðingar millum norðanlond, samstarvið um Arktis og umhvørvismál.

-Samgongan hevur sett sær sum mál at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Landsstýrið hevur, í samsvari við einmælta løgtings­samtykt, framvegis sum mál at gerast sjálvstøðugur limur, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Á fundinum í morgin verða allir forsætisráðharrarnir í Norðanlondum, stjórnarleiðararnir úr Grønlandi og Føroyum, forsetin í Norðurlandaráðnum og aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Stutt um norðurlendsku forsætisráðharrafundirnar

Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska Ráðharraráðið. Norðurlendsku for­sætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj, stór mál á skrá.

Meira fæst at vita við at venda sær til Páll Holm Johannesen, kunningarráðgevi, tlf.551040

JáH (y) 02.10.2015
Kelda: Løgmansskrivstovan


Comments

Samrøða við Anniku Olsen í Dagur & Viku

1/10/2015

Comments

 
PictureKelda: KVF
Annika Olsen fór fyrst úr Fólkaflokkinum - síðan fór hon í Framsókn - har hon so eisini valdi at fara úr - vegna óvanligt politisk trýst á hana. Les eisini: Annika kemur við einari frágreiðing HER.

Nú hevur hon so eina endaliga frágreiðing um hví so varð - og kanst tú síggja tað videoklipp HER.

JáH (y) 01.10.2015

Comments
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly