NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

ELDRAØKIÐ MÁ HAVA FLEIRI STARVSFÓLK

27/9/2020

Comments

 
Billede
Gleðiligt at hoyra frá Anniku Olsen, Borgarstjóra, at nýtt ellisheim skal byggjast í Havn til 64 røktarbúpláss og 16 eldraíbúðir.

Men mín áheitan skal verða. at alt eldraøkið í Tórshavnar Kommunu verður eftirmett skjótast gjørligt.

Stóri trupuleikin í eldrarøktini er, at ov fá røktarstarvsfólk eru normerað til eitt alsamt vaksandi tal av búfólkum. Tí er arbeiðsdagurin hjá røktarstarvsfóki í dag vorin óneyðuga tungur og hektiskur.

Hetta er als ikki virðiligt fyri røktarstarvsfólk, búfólk ella tey avvarandi hjá búfólkum. Tað er almenn vitan , at tað í dag er torført at fáa sett nýggj røktarstarvsfólk í størv, tí at øll vita hvussu tungt og strævi slíkt starv er vorið í dag.

Eg vil arbeiða miðvíst fyri at eldraøkið í Tórshavnar kommunu verður eftirmett beinanvegin. Harumframt at hægri játtan fæst til eldraøkið, soleiðis at fleiri røktarfólk kunnu setast i starv runt um á ellisheimum og ræktarheimum í Tórshavnar kommunu.

Birgir Nielsen

Valevni á lista A til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

Comments

Nei takk til ognarskatt Javnaðarflokkurin !

26/9/2020

Comments

 
Billede
Síggi valevni Javnarfloksins skriva í lesarabrævi í dag, at ognarskattur skal loysa bústaðartrupulleikan í Havn.

Haldi tað er gott, at Javnaðarflokkurin gevur sína støðu til kennar hesum viðvíkjandi, so veljarin veit hetta undan valinum.

Hinvegin skal eg boða frá, at Fólkaflokkurin fer aldrinn at góðtaka ognarskatt.

Hetta er púra burturvið við at siga, at ognarskatturin fer at loysa nakran trupulleika, ognarskatturin fer at dríva hvørja hart sperda barnafamilju, sum framman undan sita hart í tí, úr teirra heimi. Er tað tað Javnaðarflokkurin vil ?

Haldi at Javnaðarflokkurin átti at loyst egnu truplleikar, áðrenn teir byrja við at leggja fleiri byrðar á familjurnar í Havn.

Byrjast kann við Karmamagnusarbreyt, sum Javnarflokkurin við øllum sínum broyttu byggisamtyktum eigur við húð og hár. Her valdar tøgn, og ongin ivast í hví

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu​

Billede
Comments

​Seinasti uppstillingarfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag

22/9/2020

Comments

 
Billede
Triði og seinasti uppstillingarfundur til kommunustýrisvalið 10. november 2020, verður hósdagin tann 15. oktober kl. 19:30 í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48.

Norðoya Fólkafloksfelag

Comments

AT STYTTA ARBEIÐSVIKUNA KANN KOSTA 750 MIÓ. KRÓNUR

7/9/2020

Comments

 
Billede
Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna við lóg, og at hækka lønina, soleiðis at fólk fáa somu løn fyri 37 tímar, sum tey nú fáa fyri 40 tímar.

Tað kann undra, at ein flokkur sum til fyri bara einum ári síðani umsat arbeiðsmarknaðarmál, og einki gjørdi við henda spurningin, nú skjýtur upp at heita á núverandi landsstýri um at fáa arbeiðið gjørt.

Uttan iva eru nógv góð argument fyri at stytta um arbeiðstíðirnar. Serliga hjá barnafamiljum kann tað vera trupult at fáa arbeiði og familjulív at passa saman. Víst verður á í uppskotinum, at til dømis í Danmark er arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar. Her skal tó havast í huga, at teir tríggjar tímarnar sum danir brúka minni enn vit á arbeiðsplássinum, brúka teir helst væl og virðiliga til at ferðast millum heim og arbeiðspláss. Tíðin saman við familjuni er neyvan longri hjá teimum, hóast tey arbeiða styttri enn vit.

Innflyta arbeiðsmegi
Vit innflyta í løtuni nógva útlendska arbeiðsmegi, tí vit hava ikki nóg mikið av arbeiðsfólki í Føroyum til at loysa allar uppgávurnar á arbeiðsmarknaðinum. Um føroyingar skulu arbeiða minni, skulu vit so innflyta uppaftur meira av útlendskari arbeiðsmegi, ella skulu vit framleiða minni? Ein triði møguleiki er at biðja tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum um at “renna skjótari”. – Aðrir møguleikar eru ikki.

Kostar nógv
At stytta arbeiðsvikuna við trimum tímum er eitt sera kostnaðarmikið átak.

Minsta tímalønin er í løtuni kr. 133, 89. Tríggir tímar við hesi lønini kosta góðar 400 krónur. Tað vil siga, at um ein arbeiðsgevari skal seta eitt annað fólk í starv í tríggjar tímar, fyri hvørt starvsfólkið sum arbeiðir tríggjar tímar styttri um vikuna fyri somu løn, so skal hann rinda 400 krónur eyka um vikuna, fyri at fáa sama arbeiðið gjørt.

Sambært Hagstovuni liggja samlaðu lønarútreiðslurnar um 840 mió. krónur um mánaðin. Øll arbeiða ikki fulla tíð, men um vit siga, at øll stytta arbeiðstíðina við 7,5 prosentum (sum svarar til 3 tímar fyri hvørjar 40), so tosa vit um ein samlaðan kostnað á 63 mió. krónur um mánaðin, ella góðar 750 mió. krónur um árið, fyri at fáa sama arbeiði gjørt. – Tað eru rættiliga nógvir pengar!

Jú tað eru nógv góð argument fyri at stytta arbeiðsvikuna, og vit kunnu undrast á, at Javnaðarflokkurin ikki brúkti møguleikan, meðan hann sjálvur umsat málsøkið. Men vit kunnu ikki síggja burtur frá, at talan er um eina kostnaðarmikla broyting.

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

Billede
Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.