NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nú er at halda orð, Bummgjøldini skulu burtur í hesum árinum

30/9/2019

Comments

 
Billede
Vit eru nú í samgongu og bæði Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, við Marius Dam á odda, les grein herundir og Miðflokkurin vilja avtaka bummgjøldini.

Eisini Sjálvstýri gongur við til at avtaka bummgjøldini.

Tað kostar okkum milliónir í lønum at umsita báðar tunnlarnar og taka vit allar tunnilsnevndirnar, so kosta tær 696.000,00 kr. um árið, bara í samsýning til nevndarlimirnar. Hetta sigur okkum, at her ruggar ikki alt rætt og sum tað fyrsta, so skulu tær avtakast beinanvegin, ongantíð ov skjótt, tí ongin av hasum nevndarlimunum heftir fyri nakað sum helst, tey sita øll har, bara fyri pengarnar skyld og stjórin kann gera akkurát tað honum lystir. Hendir nakað, so heftir ongin og kann nakar siga mær, hava hasi fólkini forstand uppá undirsjóvartunlar? eg spyrjið bara, tí hava tey ikki tað, hví sita tey so har?

Fíggjarlógin er løgd fram og verður viðgjørd fríggjadagin, nú er møguleikin, at taka undirsjóvartunlarnir við í Fíggjarlógina 2020 og avskaffa umsiting, leigu av hølum, lønir til starvsfólk og samsýningar til nevndarfólkini í Norðoya Tunlinum og Vága Tunlinum. Vit eiga meirilutan, so tað er bara at gera tað.

Sum sagt í yvirskiftini, nú er at halda orð, bummgjøldini skulu burtur í hesum árinum, siga øll fólkini upp, sum umsita tunnlarnar, siga leigusáttmálarnar upp og blaka nevndirnar í undirsjóvartunlinum til hús. Her eru milliónir at spara og tað er onki at bíða við.

Her grein hjá Marius Dam tann 29.august 2019, Sambandsmaður í Vágunum:
Hey Frank Davidsen: Mín flokkur vil avtaka bummgjaldið. Eg havi tosað við Kaj Leo. Hann vil/vildi hava bummgjaldið burtur. Hann hevur eisini skrivað tað á Facebook. Hann var annars løgmaður í undanfarnu samgongu, ið gav boð um at bummgjaldið skuldi avtakast. Tað hevði verið burtur um Hendrik Old og núverandi samgonga ikki góvu kontraboð og gjørdu Vágarnar og Norðoyggjar til serstøk skattaøki – sum tey enn eru. Hesin anstyggiligi ósolidariski politikkur at serskatta økir, má steðga beinanvegin. Sambandsflokkurin legði eisini uppskot fram á Løgtingið á vári 2017 um at avtaka bummarnar í Vága og Norðoyatunli. Men Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn feldu uppskotið. Teir vilja eykaskatta okkara øki.
Tí spyrji eg teg enn einaferð Frank: Vil Javnaðarflokkurin avtaka bummgjaldið? Hevur tú spurt Aksel og fingið svar?. Eg havi svarað tínum spurningi. Mín flokkur vil avtaka gjaldið. Nú vóni eg at tú svarar og ikki kemur við uttanumtosið. Svarið er nevniliga einkult: Ja ella nei (onki uttanumtos)

Svarið hjá Frank Davidsen var onkisigandi, so tað fær ikki húsrúm, men til kunnu síggja tað á Facebook vanganum hjá Marius Dam.

Símun á Høvdanum, Fólkafloksmaður

Comments

Jóhan Eli Poulsen tikið sætið á Løgtingi fyri fyrstu ferð

23/9/2019

Comments

 
Billede
​Jóhan Eli Poulsen hevur í dag tikið sætið fyri Anniku Olsen, ið er farin í farloyvið.

Hetta er fyrstu ferð, at ungi sandvíkingurin tekur sætið í løgtinginum.

Hjartaliga vælkomin, Jóhan Eli, og blíðan byr við løgtingsarbeiðinum🇫🇴🇫🇴

Billede
Comments

Nýggj andlit í Løgtinginum

17/9/2019

Comments

 
Billede
​Tá ið Løgtingið kom saman í dag vóru “nýggj” andlit at síggja í sessunum hjá Miðflokkinum.

Talan er um nývalda Steffan Klein Poulsen, sum er fyrsti varamaður hjá Miðflokkinum. Hann hevur tikið sætið fyri Bill Justinussen, sum er á ST aðalfundi í New York.

Tordur NIclasen, er garvaður politikari. Hann hevur áður bæði verið Landsstýris og tingmaður. Seinast Tordur sat á tingi, var í 2008. Tordur tók sæti fyri Jenis av Rana, sum kunnugt er blivin Mentanar og uttanríkis ráðharri.

Kelda: Miðflokkurin

SáH

Comments

Sirið Stenberg: Eg takki fyri meg

16/9/2019

Comments

 
Billede
Í dag tekur nýtt landsstýrið við, og vit fara úr starvi. Eg ynski nýggja landsstýrinum hepna hond í teirra tydningarmikla virki. Samuleiðis takki eg fyri 4 góð og gevandi ár. Eg havi gjørt alt tað eg eri ment fyri at umsita tey málsøki mær vóru tillutað so væl sum gjørligt. Og nú tíðin er farin haldi eg meg kunna siga at nógv gott er komið burturúr, sum gagnar borgarum og samfelagnum øllum.

Árini hava verið góð og hava kravt nógv. Ta ið økini hava verið so mong hava arbeiðsuppgávurnar bæði verið fjølbroyttar og mangar, eins og dagarnir langir. Men eg havi elskað mítt arbeiði. Eg fari sonuleiðis at takka øllum fyri gott samstarv.

Nú fari eg at gera mitt allarbesta í løgtinginum.

Sirið Stenberg

Comments

Samráðingarnar komu ikki á mál

13/9/2019

Comments

 
Billede
Samráðingarnar slitnaðu klokkan 11:00 í morgun, tað hevur formaðurin í Sambandsflokkinum Bárður á Steig Nielsen boða løgtingsfromanninum Páll á Reynatúgvu frá fyri løtu síðani.

Samráðingarnar slitnaðu, tí flokkarnir blivu ikki samdur um málsøkini. Sum skilst, so var samgonguskjalið komi uppá pláss, men Sambandsflokkurin forlangaði alt ov nógv, tá ið samráðst varð um málsøkini.

Bárðr á Steig Nielsen er nú farin oman í  Gamla Apotekið, har hann hevur boðað Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn til samráðingar.

Hann hevur fingið nýggja freist og hesaferð er freistin klokkan 13:00, um hann ikki megnar semju við teir flokkarnar, so verður ein nýggjur samráðingarleiðari útnevndur.

SáH

Comments

Krøv, gitingar og slatur

12/9/2019

Comments

 
Billede
Tað verður nógv gitt um, hvørji krøv og ynskir, flokkarnir hava til hvønnannan, nú samgongusamráðingar eru. Eg fari at mæla fólki til at bíða við at gera sær eina meining um Miðflokkin og hinar flokkarnar, inntil eitt endaligt úrslit fyriliggur.

Tað eru bara formenninir í flokkunum, sum samráðast, og sum heild fæst lítið og onki at vita frá teimum, tí tað verður alla tíðina telvað, tøvt og tugt. Miðflokkurin hevur síni ynskir til samgongusamstarvið. Krøv verða ikki sett, tí í samráðingum eru krøv ósiviliserað.

Eg síggi, hvat fólk skriva og gita á Facebook. Og hvør fær skuldina fyri ávegis íkomnu støðuna. Tað eru bara teir tríggir formenninir, sum kenna orsøkina niður í smálutir. Tí fari eg at heita á miðfloksfólk og øll onnur um at geva tol og bíða, til nýggj samgonga er skipað. Tástaðni ber til at evaluera og analysera.

Bill Justinussen

Comments

Tað kunnu vera 8 ella 9 Landsstýrisfólk

11/9/2019

Comments

 
Billede
Samráðingarnar komu ikki á mál í gjárskvøldið og sum skilst, so var tað býtið av Landsstýrisfólkum og málsøkjum sum flokkarnir vóru ósamdur um, men tað eru fleiri møguleikar at býta Landsstýrisfólkini upp uppá, men vanligt er, at tann sum fær løgmann, má siga tvey stór málsøkir frá sær og her havi eg samanlíkna býtið í 2011 og 2015.

Verður nýggja samgongan 8 Landsstýrisfólk, so kann býtið vera soleiðis, at tann sum fær Løgmann, fær tveir sessir afturat, nevnliga Mentamál og Vinnumál. Tann sum ikki fær Løgmann fær Fíggjarmál, Fiskimál, Almannamál og Løgtingsformannin. Triðju flokkurin fær Heilsumál og innlendismál.

Men verður samgongan 9 Landsstýrisfólk, so kann býtið vera 4-4-1 og tá fær tann sum hevur Løgmann, Vinnumál, Mentamál og Uttanríkismál. Tann sum ikki fær Løgmann fær Fíggjarmál, Fiskimál, Almannamál, Heilsumál og Løgtingsformannin. Tann triðju flokkurin fær Innlendismál.

Taka vit somu málsøkir, sum undanfarna Landsstýrið brúkti, so varð býtið hetta:
Aksel V. Johannesen løgmaður
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum
Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum

8 landsstýrisfólk. Tann sum fær løgmann, fær Innlendismál, Almannamál og Mentamál.
Tann sum ikki fær løgmann, fær Fiskivinnumál, Fíggjarmál, Heilsumál og Løgtingsformannin.
Triðju flokkur fær vinnu- og uttanríkismál.

Tað skuldi ikki verið so torført at skipa nýggja samgongu, um man gongur eftir hesum býtinum.

Sjálvandi skal tað kosta eitt sindur at fáa løgmann og tí fær tann stóru flokkurin, sum ikki fær løgmann tvey tung mál og Løgtingsformannin.

Samráðingarnar komu ikki á mál í gjárskvøldið, men tær vera tiknar uppaftur í dag.

SáH

Billede
Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly