NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

FBI skal til at kannað Kavanaugh

30/9/2018

Comments

 
Billede
Hoyringin av valevninum hjá Trump til Høgstarættin, Brett Kavanaugh er fyribils steðga - tí nú skal Brett Kavanaugh kannast av FBI.

Tað eru nú tríggjar kvinnur, sum hava ákært Kavanaugh fyri at hava gjørt seg inn á seg. Serliga frágreiðingin hjá professaranum Christina B. Ford hevði stórt trúvirði - har hon boðaði frá í farnu viku, at Kavanaugh hevði gjørt seg inn á hana í 1982, tá ið hon 15 ára gomul og hann varð 17 ár.

Valevni hjá Trump, Brett Kavanaugh noktar at hava gjørt seg inn á nakra av hesum kvinnum, sum nú hava ákært hann - og sjálvur amerikanski forsetin forsvarar Kavanaugh, sum hevur ruddað allar forsíður í teim amerikonsku fjølmiðlunum.

JáH (y) 01.10.2018

Comments

Trump gevur sín stuðul til Kavanaugh

27/9/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump dámdi væl frágreiðingina hjá valevninum hjá sær til Hægstarættin, Brett Kavanaugh.

Beint eftir, at Kavanaugh skuldi forsvara seg fyri Senati - eftir at hava verið skuldsettir fyri neyðtaka eina kvinnu, skrivaði Trump soleiðis um hoyringina:

- Hansara frágreiðing varð sterk, erlig og hugtakandi. Mátin hjá Demokratunum hevur verið vanærandi og henda gongd hevur verið totalt følsk og ein máti hjá teimum, at seinkað, forða og avnoktað. Senatið má nú stemma!

JáH (y) 28.09.2018, N. Greenwich

Judge Kavanaugh showed America exactly why I nominated him. His testimony was powerful, honest, and riveting. Democrats’ search and destroy strategy is disgraceful and this process has been a total sham and effort to delay, obstruct, and resist. The Senate must vote!

— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) September 27, 2018
Comments

Nevndin fyri menningarkvotur krevur 500.000 kr. afturat

27/9/2018

Comments

 
Billede
​NEVNDIN FYRI MENNINGARKVOTUR KREVUR 500.000 KR. AFTURAT

KVF vísti herfyri dokumentarin, “De dyre drenge I jakkesæt”, men spurningurin er, um KVF ikki átti at gjørt ein líkandi dokumentar um dýru dreingirnar hjá Høgna Hoydal.

Nevndin fyri menngarkvotur krevur 500.000 kr. afturat í nevndarsamsýning. Hví?

Tí nevndin skal býta menningarkvotur út fyri 2019, og tað kostar skattaborgaranum ikki færri enn 500.000 kr!

Hvat er tað millum vinstavendar vinir?

Hvat ger samgongan? Hon ger sjálvandi tað, hon altíð hevur gjørt: leggur seg skerflata fyri Høgna Hoydal. Eykajáttanin er longu løgd fyri løgtingið!

Hetta er púra burturvið. Eitt er, at menningarkvotur verða býttar út politiskt, men at nevndin, ið býtir kvoturnar út, krevur 500.000 kr. frá skattaborgaranum, er reinur ørskapur!

Hetta má steðgast. Ongantíð ov skjótt!

Comments

Kavanaugh avvísir ákærurnar

24/9/2018

Comments

 
Billede
Valevni hjá Trump til Hægstarættin, Brett Kavanaugh avvísir í einari samrøðu við Fox News, at hann skal hava verið ósømuligur við einari kvinnu.

Forsetin, Donald J. Trump hevur sjálvur tveitt samrøðuna við Fox News á sítt Twitter og sigur víðari:

- Hetta er ein deilig familja, sum skal hava eina rættvísa behandling.

Trumpurin sjálvur er eisini ákærdur fyri at hava verið saman við tveimum kvinnum í 2006 - og tað sigst, at tað nú ikki gongur so væl ímillum hann og konuna hjá sær, Melaniu.

JáH (y) 25.09.2018

Comments

Stór norðurlendsk skúlastjóraráðstevna í Føroyum

24/9/2018

Comments

 
Billede
​Í hesum døgum hittast umleið 80 skúlastjórar úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Írlandi í Føroyum.

Talan er um eitt samstarv millum skúlastjórar og embætisfólk í skúlafyrisitingini í Norðurlondum og Írlandi, nevnt “Kurs 21 Nord”, sum byrjaði í 2002.

Limirnir í samstarvinum hittast á hvørjum ári, og ymsu luttakandi londini skiftast um at vera vertir.
​
Endamálið við samstarvinum er at menna skúlarnar í Norðurlondum, bæði saman og hvør sær, umframt at skapa sambond millum skúlaleiðarar í ymsu londunum.

Serligur dentur verður lagdur á at kunna um nýggjastu rákini innan undirvísing og námsfrøði, og kunnað verður eisini um undirvísingarskipanirnar í ymsu londunum, hvørji átøk londini hava sett í verk á skúlaøkinum í seinastuni - og hvørjar eftirmetingar, londini hava gjørt.

Í ár eru føroyingar vertir, og skúlastjórarnir byrja í dag vitjanina í Suðuroynni, har Magni Mohr heldur fyrilesturin “Týdningurin av at leggja til rættis venjing í skúlunum – ávirkan á heilsu, trivnað og læring”. Seinnapartin verður vitjað á Ítróttarháskúlanum í Vági.

Í Havn fer Jóhannes Miðskarð at umrøða úrslit frá eini granskingarverkætlan um námsfrøðiliga leiðslu í føroyskum fólkaskúlum og at seta granskingarúrslitini í samband við hugtakið “professionellur lærifelagsskapur”. 

Eisini vitja tey á Glasi og á Skúlatrøð, umframt at tey fáa kunning um spildurnýggja, føroyska eftirmetingartilfarið í byrjanarundirvísingini, sum Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava ment til innskúlingina.

Útlendsku gestirnir fara avstað aftur hósmorgunin.

JáH (y) N. Greenwich 24.09.2018
Kelda: Løgtingið 24.09.2018

Comments

Semja við handverkarafeløgini

24/9/2018

Comments

 
Billede
Seinnapartin fríggjadagin var semja undirskrivað millum øðrumegin Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna og hinumegin Fíggjarmálaráðið.

Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,3 % tann 1. oktober í 2017 og 2,4 % tann 1. oktober í 2018.

Umframt lønarhækking, er lønarstigin styttur tvey stig, og framyvir fáa handverkarar eisini eftirløn av persónligum ískoytum sambært § 5 í sáttmálanum.

Ásetingarnar um barnferð eru broyttar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

JáH (y) N. Greenwich 24.09.2018
Kelda: Fíggjarmálaráðið, tann 24. september 2018.

Comments

Nýggj ákæra ímóti Kavanaugh

23/9/2018

Comments

 
Billede
The New Yorker veit at siga frá, at ein onnur kvinna hevur eisini staðið framm við nýggjum ákærum ímóti valevninum hjá Trump til Hægstarætt, Brett Kavanaugh.

Tað er ein fyrrverandi studerandi úr Yale, sum nú stendur framm og fortelur at Kavanaugh skal hava givið sær óynskta seksuella uppmerksamheit.

JáH (y) N. Greenwich 24.08.2018

Comments

Trump hóttir alt FBI stýrið

21/9/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump er í øðini inn á fregnartænastuna FBI og hóttir við at tveita alt FBI stýrið til hús.

- Tit hava sæð hvat er hent við FBI. Teir vánaligu eru farnir til hús, men har stinkar enn og vit muga sleppa okkum av við restina av pakkinum eisini, skrivar hann á Twitter.

Hann er nokk í øðini á, at varastjórin Rod Rosenstein hevur tosað við serkønis granskaran Robert Mueller, skrivar teir amerikanski fjølmiðlarnir. Enn hevur Mueller ikki nokk av prógvum til koyra Trumpin frá - men spekulantar rokna við, at tað ikki fer at ganga so long tíð afturat, at prógvini eru har.

JáH (y) 22.09.2018 

Comments

Lagaligari hjá eldri fólki at endurnýggja koyrikortið

19/9/2018

Comments

 
Billede
Løgtingið gjørdi nakrar broytingar í ferðslulógini í fjør. M.a hækkaði aldursmarkið fyri krav um læknaváttan við endurnýggjan av koyrikorti vegna aldur í koyrikortflokki 1 úr 70 árum upp í 75 ár. Koyrikortflokkur 1 umfatar stórt prutl, motorsúkklu og vanligan bil.

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, broytir nú kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, koyrikortkunngerðina,  so at koyrikortið skal endurnýggjast, tá ið persónur verður 75 ár.

Endurnýggjanin av koyrikortinum skal gerast við læknaváttan og verður galdandi í 5 ár. Tá ið persónurin verður 80 ár, skal koyrikortið endurnýggjast við læknaváttan 2. hvørt ár.

Í grannalondunum eru aldursmørkini ymisk, og ymiskt er við kravi um læknaváttan ella eginváttan.
Í Noregi er koyrikortið galdandi í 15 ár, til persónurin hevur fylt 75 ár. Endurnýggjan eftir 75 ár er treytað av nýggjari læknaváttan. Hareftir við 78 ára aldur og eftir tað 2. hvørt ár.

Í Finnlandi er gildistíðin hjá koyrikortum vanliga 15 ár, tó hægst til persónurin hevur fylt 70 ár. Endurnýggjan eftir tað er treytað av nýggjari læknaváttan 5. hvørt ár.

Í Svøríki er onki ovara mark fyri ta vanligu gildistíðina, sum er 10 ár, men endurnýggjan av koyrikortinum er treytað av, at fylt verður út ein eginváttan um heilsu.

Í Bretlandi er koyrikortið galdandi í 10 ár til persónurin hevur fylt 70 ár. Eftir hetta er gildistíðin 3 ár. Persónurin skal útfylla eina eginváttan um heilsu, men ikki læknakanning.

 Í Danmark bleiv 75 ára aldursmarkið fyri endurnýggjan av koyrikorti við læknaváttan tikið av á sumri í fjør. Broytingin varð gjørd, hóast Justitsministeriet, Sundhedsstyrelsen og Rigspolitiet mæltu til eitt aldursmark.

JáH (y) 19.09.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Gloym meg ei latið upp í Klaksvík

18/9/2018

Comments

 
Billede
Fyrra dagin, mánadagin 17. september 2018, lat virknis- og tilhaldsstaðið "Gloym meg ei" upp í nýggjum hølum í Klaksvík. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt røðu til móttøkuna. Røðan kann lesast her.

Gloym meg ei er virkis- og tilhaldsstað, sum er partur av Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Tilhaldsstaðið hevur verið í Norðragøtu, men er í summar flutt til Klaksvíkar, inn í bygningin á Klaksvíksvegi 57, har "Húsið" fyrr hevði bústað.

Gloym meg ei vendir sær til heimabúgvandi fólk í Norðoyggjum og Eysturoy, ið hava sálarligar og sosialar avbjóðingar. Fyritreytin fyri at taka lut í virkseminum er, at fólk eru sjálvbjargin, og har er opið frá kl. 9 mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag.

Kelda: Løgtingið

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly