NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Her er okkurt rotið í samfelagnum?

23/9/2017

Comments

 
Billede
Seinasta tíðin hevur víst okkum, at her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Meira og meira sum kemur fram í ljósið, sæst at ein rossahandil er gjørdur á Seglhúsloftinum í Tvøroyri,
har núverandi samgonga er í holt við at flyta skip, kvotur og rættindir frá norður-eysturøkinum til suðurøkið og okkara politikkara í samgonguni her norðuri og eysturoynni standa sum deyð fil og bara hyggja at, at hendan beistagerðin verður gjørd.


Skapar ótta og órógv millum flestu Norðoyingar og Eysturoyingar.
Hetta skapar sjálvandi stóran ótta fyri okkara fólkum innan fiskivinnuni fyrst og fremst, men missa
vit 30 prosent av okkara fiskivinnu her norðuri, so fær tað óbøtaligan skaða fyri alt samfelagið her norðuri.

Hygg eftir áganginum á norður økið, ein ætlan er gjørd, um niðursåpling av fiskivinnuni her norðuri,
har ein menningarætlan er komin fram í ljósið, har somu persónar, sum seldu teirra fiskiloyvið fyri milliónir,
nú kunnu koma inn í vinnuna aftur og har svartiper verður Norðoyggjar og Eysturoyggin, hesi økini sum keypti rættindi
frá teimum at fiska og hesir menn blivu allir millónirnar uppá stutta tíð, teir skitu á sína oyggj, bara teir fingu milliónir í lumman
og hvar vóru lokal politikkarnir í teirr økjum tá. fyri
milliónir og sum nú vera tikið frá teimum aftur.

Vit mugu spryrja okkara politiska vald, bæði í landsstýrinum og løgtinginum, hvat
er tykkara støða til hendan ágangin á Norðurøkið? taka tit undir við hesi leiðini,
sum nú er stungin út í kortið, har 

Vísið tykkum nú sum rættir menn og rættar kvinnur. Komið við einum svari? tað er eitt
krav frá okkum øllum í Norðoyggjum.

Nú alt sær út til at vera farið av sporinum, hóast ávaringar frá øllum, so hjálpir
ikki at siga um tvey ár, "Vit vistu ikki, at hetta fór at vera avleðingin", borgarnir føla seg av
góðum grundum snýtt, at tey góvu tykkum stemmuna. 

Øll í Norðoyggjum góðtaka als ikki framferðarhættirnar hjá okkara fólkavaldu. Gerið tykkum greitt,
at tað eru vit, sum veljarar, ið hava seinasta orðið, hvussu valdið skal skipast næstu ferð og tá standa
til til dóms fyri okkum. 

Haldi vit Norðoyingar eiga at mótmæla okkara umboðum harðliga, at slíkar mannagongdir vera brúktar,
har tað miðvíst verður lagt eftir norður - eysturøkinum og samgongan nú eru í holt við at flyta kvotur og annað
til suðurøkið.

Vit kunnu ikki annað enn spyrja politikska myndugleikan:

* er hetta sanna andlitið hjá tykkum?
* er politiski viljin, at flyta 30% frá norður-eysturøkinum til suðurøkið?
* taka okkara umboð undir við handfaringini hjá samgonguni um fiskivinnuuppskotinum?

SáH

Comments

Tá ið tað almenna systemi spælir falitt, vónandi hendir hetta ikki í Føroyum!

21/9/2017

Comments

 
Billede
Danmark hænger på et problem. Et dyrt problem. Problemet hedder Danny Abdallah. En libanesisk statsborger, som i Danmark har et alenlangt synderegister, blandt andet bestående af skyderier, afpresning, narkohandel, voldtægter og blufærdighedskrænkelse. Hele to gange er han blevet dømt til udvisning, men fordi han angiveligt risikerer at blive henrettet i Libanon, kan udvisningsdommen ikke føres ud i livet.  

Han har siddet på såkaldt tålt ophold i Center Sandholm, men i tiden op til sin sidste anholdelse, havde han ikke meldt sig i hele 505 dage. Hvordan kan det lade sig gøre? Hvorfor skred man ikke ind og satte manden bag lås og slå? Nu er det hele endt med, at en mentalundersøgelse lægger op til en mulig forvaringsdom – altså tidsubestemt straf.

Hvem er Danny Abdallah så? Ja, han kom til Danmark i 1992 som flygtning fra Libanon og kvitterede for gæstfriheden med at begå omfattende kriminalitet. Allerede i 2003 modtog han en udvisningsdom, som altså aldrig blev udført på grund af truslen om dødsstraf i hjemlandet. Herefter fortsatte han ufortrødent sin kriminelle løbebane og fik igen en udvisningsdom.

Og hvad med øvrige 300 kriminelle på tålt ophold? Ja, politiet aner i mange tilfælde ikke, hvor de befinder sig.
Hvilket signal sender den manglende konsekvens til de kriminelle? Hvilket signal sender den manglende konsekvens til danskerne? Ja, de førstnævnte kan læne sig tilbage og fortsætte deres kriminelle løbebane, fordi udvisningerne aldrig bliver gennemført, mens danskerne sidder tilbage med en kombination af utryghed, manglende tillid til retssystemet og økonomiske tømmermænd. Det er nemlig dem, der skal betale hele regningen.
​
Det kan simpelthen ikke være rigtigt. At nogle kriminelle ikke kan udvises efter afsonet straf er én ting. Det kan være svært at løse. Men at de skal have mulighed for at fortsætte deres kriminelle karriere er ganske enkelt uacceptabelt. Så længe de ikke kan udvises og ikke frivilligt forlader landet, må de forvares under forhold, som umuliggør at de kan begå ny kriminalitet. Ellers bliver tilliden til retsstaten komplet udhulet.

Kelda: Facebook "Pia Kjærsgaard"


Comments

14. september gjørdist sorgardagur

20/9/2017

Comments

 
Billede
​Tá 14. september gjørdist sorgardagur føroyinga

14. september hevur altíð verið ein minniligur dagur, men 14. september legði Høgni Hoydal hetta uppskotið fram og tað er eitt feigdaruppskot fyri føroyska fiskivinnu, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, um fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá samgonguni.

Jørgen Niclasen vísur á, at uppskotið hevur stórar avleiðingar fyri land og fólk. Einki fakfelag sigur seg taka undir við ætlaðu kollveltingina hjá samgonguni.

Hygg filmsklipp, har Jørgen Niclasen forklárar um fiskivinnuuppskotið:, klikk her: "Her er nakað spinnandi galið"

Comments

Høgni Hoydal leggur frá sær á Fólkatinginum

14/9/2017

Comments

 
Billede
​Tjóðveldi samtykti upp undir fólkatingsvalið í 2015, at eitt tjóðveldisumboð ikki fór at at sita á bæði løgtingi og fólkatingi í senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var um løgtingsvald umboð.
 
Tað er síðani staðfest skrivliga, at farloyvi verður ikki givið frá Fólkatinginum til varafólk á fólkatingi.
 
Tjóðveldi hevur í summar verið í tí støðu, at sami persónur hevur sitið á fólkatingi og á løgtingi í senn.
 
Henda støðan er sera óheppin fyri flokkin, og skal fáast í rætt lag í samsvari við tað, ið vit hava samtykt og boðað frá.
 
Tí hevur Høgni Hoydal, sum er valdur fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, gjørt av at boða Fólkatinginum frá, at hann tekur ikki aftur við fólkatingssessinum í hesum valskeiði.
 
“Við hesi loysn fái eg framt tað, at vit halda okkara samtyktir um, at sami persónur ongantíð situr í tveimum sessum í senn, og at farloyvi skal takast úr øðrum tinginum,” sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
 
“Eg eri komin til ta niðurstøðu, at henda loysnin er tann besta fyri flokkin, soleiðis at ongi nýggj ivamál og støður taka seg upp í sambandi við okkara ynski og samtyktir um at røkja teir álitissessir til fulnar, ið vit hava fingið frá veljarunum.”
 
Havi sjálvsagt umhugsað støðuna gjølla. Eg og flokkurin fingu jú stóra undirtøku á fólkatingsvalinum, sum eg eri sera takksamur fyri. Tó hevur tað leingi staðið greitt, at av tí, at eg eri landsstýrismaður, floksformaður og ein av samgonguleiðarunum, brúki eg alla orku í Føroyum við teimum stóru politisku málum, ið eru fyri framman, og fari ikki at røkja fólkatingssessin.”
 
Magni Arge hevur boðað frá, at hann tekur farloyvi úr Løgtinginum frá í dag at rokna.
 
 
14. september 2017
 
Vegna Tjóðveldi
 
Høgni Hoydal
Floksformaður

Comments

​Reyp og sjálvrós!

12/9/2017

Comments

 
Billede
KVF heldur áfram at marknaðarføra sitandi samgongu. Umboð fyri samgonguflokkarnar fingu fría mikrofon. Ongir kritiskir spurningar. Løgmaður slapp at reypa sær av góðu búskapargongdini, sum hann og samgongan ongan lut eiga í. Hann nevndi sjálvtsagt onki um, tá hann sat sum fíggjarmálaráðharri í 2011 og legði fíggjarlógaruppskot fyri Tingið, sum hevði eitt hall á meira enn hálva milliard.

Undanfarna samgonga vendi gongdini. Tað var avlop, tá vit løgdu frá okkum. Hóast sitandi samgonga roynir at forða vøkstrinum, er tað ikki eydnast teimum enn.

Veruleikin er, at pengar fossa úr landskassnum. Seinastu tvey árini eru  almenni raksturin vaksin við nærum einari hálvari milliard.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, slapp at halda áfram við tóma tosinum um, hvussu fiskivinnan skal mennast undir nýggju skipanini. Høgni og samgongan vita ikki enn, hvussu fiskivinnunýskipanin skal síggja út, og als ikki hvørjar avleiðingarnar verða.

Høgni Hoydal hevur, ikki óvæntað, útmerkað seg í at renna undan ábyrgd. Ólógliga flytanin av veiðiloyvum varð ikki nevnd við einum orði.

Atgerðarloysið tekur ongan enda. Meðan havið kring Føroyar kókar í makreli, liggja skip við bryggju, tí tey sleppa ikki av við makrelin. Í staðin fyri at loysa tann trupulleikan, m.a. við at loyva skipunum at flyta kvotur til næsta ár, tá móttøkuorkan á landi verður størri, ger landsstýrismaðurin støðuna enn verri við at selja meira av fiski á uppboðssølu. Avleiðingin verður, at føroyska samfelagið missur virðir fyri hundratals milliónir.

Skilið hevur ongantíð verið verri enn tað sama, men í kringvarpinum látast tey sum um, at alt stendur væl til.

Kelda: Facebook, Jacob Vestergaard

Comments

​Fólkatingslimir á vitjan

10/9/2017

Comments

 
Billede
Limir í danska Fólkatinginum eru í hesum døgum í Føroyum á vitjan, og í dag var Jógvan Skorheim, borgarstjóri vertur fyri teimum í Klaksvík.

Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har borgarstjórin legði fram um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um vakstrarætlanina, sum seinastu árini hevur verið viðvirkandi til støðuga fólkavøksturin í kommununi.

Harafturat vórðu tey kunnaði um nakrar av verkætlanunum, sum í løtuni eru í gongd. 

Á vitjanini í Klaksvík vóru gestirnir eisini í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø greiddi frá um listaverkið "Jesus úr Nazaret", umframt at tey eisini vitjaðu Heimið við Vágna og hjá Christian í Grótinum og Looknorth. 

Í kvøld er Klaksvíkar býráð vertur fyri døgurða, og fólkatingslimirnir gista í Klaksvík í nátt, áðrenn tey í morgin fara at vitja í Eysturoynni.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments

​Vi skal have alle med!

8/9/2017

Comments

 
Billede
Alle elever skal kunne læse, skrive og regne på et niveau, så de kan klare sig videre i livet. Det kan vi gøre bedre, end i dag..

Derfor har regeringen afsat 500 mio. kr. over tre år til de særligt udfordrede skoler, der vil give elever, som kæmper med læsningen og går i stå i regnestykkerne, mere hjælp. Tingstrup Skole i Thisted er en af de skoler, der har grebet den nye mulighed med engagement og gåpåmod. Her var jeg forbi i dag for at høre, hvordan skolen griber opgaven an.

Det var en kæmpe fornøjelse at møde en tydeligt engageret ledelse og lærerflok - og ikke mindst alle de søde elever, som ledelsen og lærerne kæmper for at give en god fremtid..

​De tror på, at de kan. Og det gør jeg også.

Facebook: Lars Løkke Rasmussen

SáH

Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly