NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tað er betri at byggja børn og ung upp, enn at bøta um tey sum vaksin!

29/8/2019

Comments

 
Billede
Børnini og tey ungu eru framtíðin í Føroyum og tí eiga vit sum einstaklingar, familja og samfelag at gera alt til, at tey fáa góðar fortreytir fyri at vaksa upp í tryggum og mennandi umstøðum.

Ein stórur partur av børnum og ungum hava tað gott, men hóast hetta, so hava øll børn í Føroyum ikki líka góðar fyritreytir fyri trivnaði og menning.

Sambært tølunum, so hava umleið 20% av okkara børnum onkra avbjóðing, minni og størri, sum ger, at tey hava tað torførari í gerandisdegnum. Tað svarar til áleið 2.500 børn og ung undir 18 ár!

Nýggja barnaheimið má byggjast
Ein partur av hesum børnum eru tey, sum búgva á Barnaheiminum ella “stovnum undir landinum”, sum tað verður nevnt.

í mars í ár kunngjørdi umboðsmaðurin eina frágreiðing eftir at hann hevði verið eftirlitsvitjanir á Barnaheiminum.

Tað vísti seg, at umstøðurnar hjá hesum børnunum vóru alt annað enn góðar.

Serliga bústaðarumstøðurnar vóru vánaligar og gjørdu, at børnini fluttu í millum tær ymisku eindirnar. Hetta skapar ótryggleika og óstøðugleika hjá teimum børnunum í Føroyum, sum hava mest brúk fyri at kenna seg trygg og, sum hava mest brúk fyri at umstøðurnar eru støðugar rundan um tey.

Bústaðarumstøðurnar hava eisini við sær, at samansetingin av børnum ikki altíð er gagnlig fyri tað viðgerð sum einstaka barnið hevur brúk fyri. Harumframt ávirkar hetta arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkinum, sum arbeiða á økinum.

Hetta er ikki gott nokk og tí má nýggja Barnaheimið byggjast sum skjótast eftir løgtingsvalið.

Uppskotið er klárt og var eisini borið í løgtingið, men sum við so nógvum øðrum, so bar hetta heldur ikki á mál hjá núverandi samgongu.

Fólkaflokkurin hevur víst í verki, at tá vit vilja nakað so gera vit tað.

Avbjóðingar í barnaárunum hava ofta stórar avleiðingar fyri menniskja alt lívið. Tí er alneyðugt, at hesi børnini ikki bíða meira.

Børn og ung eiga at verða loftaði og fáa málrættaða hjálp so skjótt sum møguligt

Bústaðarumstøðurnar er eitt, men børn við serligum tørvi og teirra familjur hava brúk fyri at føroyska samfelagið eisini rúmar tey og skapar umstøður og tilboð, sum hjálpa.

Neyðugt er við loysnum, sum fevna um øll økir, har børn og ung eru, eisini tvørtur um ráð og stovnar. Samstarv millum fakbólkar, stovnar og embætisráð er tí alneyðugt skula vit bøta um hetta.

Tann góða tilgongdin eigur at fevna um fleiri børn og familjur.

Børn við seinheilaskaða eiga at hava rætt til endurmenning og viðlíkahaldsmenning.

Familjan skal raðfestast.

Gott val!

Ingvør Justinussen – Valevnið fyri Fólkaflokkin

Comments

Samhaldsfastið skattafríur

29/8/2019

Comments

 
Billede
Tað gevur 2000,- kr meir um mánaðin til pensjónistin. Fólkaflokkurin vil burtur frá dupultskatting.

Samhaldsfastið verður skattaður við inngjald, tí skal hann ikki skattast við útgjald. Tað er ein feilur, sum Fólkaflokkurin vil rætta.

Tá vit spara upp til okkara egnu eftirløn, so verður tað skatta einafer, nevniliga við inngjald. Tá vit rinda eftirløn okkara pensjónistar ígjøgnum Samhaldsfasta, verður tað skattað við inngjald, tvs at tað verður tikið av skattaðum pengum. Okkara egna eftirløn verður frádrigin skattskyldugu inntøkuni, tað verður Samhaldsfasti ikki.

Og so skal pensjónisturin eisini gjalda skatt við útgjald. Tað er ikki rímuligt. Tá landið tekur skattaðar pengar frá mær til pensjónistin, so krevji eg, at pensjónisturin fær peningin.

Vit rætta feilin.

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin

Billede
Comments

Ein tann týdningarmesta uppgávan hjá okkum politikarum er at lurta og læra

28/8/2019

Comments

 
Billede
​Tað er ógvuliga umráðandi, at politikarar, sum fáa álit veljarans á løgtingsvalinum, lurta eftir og taka tað í álvara, sum felagsskapir boða frá og kunna um á teirra økjum. Eitt nú hava tey í MEGD gjørt sær ómak at boða frá teirra hjartamálum til hetta løgtingsvalið.

MEGD, sum er meginfelag við 24 limafeløgum á brekøkinum við fleiri enn 4000 limum, hevur hesa seinastu tíðina gjørt sær ómak at boða alment frá sínum hjartamálum til løgtingsvalið 2019.

Saman megna vit!
Soleiðis ljóðar eitt av slagorðunum í fráboðanini frá MEGD, nú tey hava boðað frá teirra 10 úrvaldu hjartamálum, sum eru eitt nú eru: *Bústaðir – til fólk, ið bera brek, *Lóggáva ímóti mismuni og kærumøguleikar - til fólk, ið bera brek, *Brekpolitisk virkisætlan, *Verja, tá ið verkfall er – verja fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er, o.m.o.

Eftir at eg við áhuga havi lisið um hesi hjartamál hjá hesum stóra meginfelag, eri eg sannførdur um, at her er talan um viðurskifti, ið vit sum samfelag eiga og skulu taka okkum av og seta ferð á í komandi valskeiði.

Ferð aftur á bygging av bústøðum til fólk, ið bera brek
Nøkur av avrikunum hjá samgonguni undan hesari, har Fólkaflokkurin umsat Almannamál, var júst innan hjartamál hjá MEGD, eitt nú bygging av bústøðum til fólk í bera brek.

Nøkur av úrslitunum, sum vórðu framd tá av Fólkaflokkinum – í sera góðum samstarvi við kommunur – vóru eitt nú: *8 leigubústaðir í Klaksvík til fólk við serligum avbjóðingum, *12 vardar bústaðir í Klaksvík, *Depil bygdur til fjølbrekað børn og ung í Runavík, *16 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Havn,  *16 leiguíbúðir í Runavík til fólk við serligum avbjóðingum, *12 nýggjar vardar bústaðir í Runavík, *Fountainhúsið stovnað í Havn, *Barnahúsið sett á stovn til børn og ung, ið eru útsett fyri kynsligan og annan harðskap, *Barnaumboðsmaður sett á stovn sambært ST sáttmálanum, *Barnaverndarlógin dagførd við m.a. herdari fráboðanarskyldu o.s.fr. o.s.fr.

Nú MEGD hevur sett bústaðaviðurskiftini á breddan sum eitt av sínum hjartamálum, kann eg avgjørt siga, at um vit fáa ávirkan eftir løgtingsvalið, so fer Fólkaflokkurin enn einaferð at leggja seg eftir at skapa fleiri ítøkilig úrslit á hesum øki.

“Vilja vit, so vinna vit”, var eitt slagorð, sum fyri nøkrum árum síðan sást við fótbóltsvøllin í Klaksvík, og sama vil eg siga um hesi týðandi viðurskifti, sum MEGD hevur boðað frá. Tað, sum fyrst og fremst krevst, er ein vilji og eitt miðvíst áhaldni frá politiskari síðu.

Ikki minst á brekøkinum havi eg eitt sterkt ynski um at hjálpa og gera mun, um eg fái møguleikan til tað á løgtingsvalinum, sum verður nú leygardagin 31. august.

Jákup Mikkelsen
Valevni fyri Fólkaflokkin

Billede
Comments

Morgunsangur og musikkskúlin

27/8/2019

Comments

 
Billede
Eitt gamalt orð á enskum sigur: ”Music speaks what cannot be expressed, soothes the mind and gives it rest, heals the heart and makes it whole, flows from heaven to the soul”.

Og hetta er so satt, sum tað er sagt. Sangur og tónleikur raka nakað í okkum, sum einki annað kann.

Tvær ferðir í hesum valskeiðnum legði eg uppskot fyri tingið um at áseta í fólkaskúlalógini, at morgunsangur skal vera ein fastur táttur av skúladegnum.

Og í vár eydnaðist at finna semju um hetta í Løgtinginum, tá ið hetta varð sett inn í lógaruppskot frá Mentamálaráðnum saman við fleiri øðrum broytingum í fólkaskúlalógini, har m.a. eisini størri dentur verður lagdur á sang!

Hetta fegnist eg um. Tí við morgunsangi og í sangtímum koma børnini nær sálma- og sangskatti okkara og læra at kenna nakað av tí besta av føroyskum skaldskapi, sum mong annars sjáldan ella kanska ongantíð koma í samband við, og orðini og løgini verða ein barlast hjá teimum gjøgnum alt lívið.

Sangur og tónleikur stimbra eisini innlæringarevnini hjá børnum!

Og tí eiga vit eisini at styrkja sang- og tónleikaundirvísingina í musikkskúlaskipanini og seta okkum fyri, at øll børn í Føroyum, sum ynskja tað, fáa møguleika at spæla eitt ljóðføri.

Øll høvdu ikki tikið av møguleikanum, men øll áttu at havt sama møguleika. Eg veit, at musikkskúlarnir mangan uppliva, at ørkymlað foreldur ringja og eru kedd um, at júst teirra barn ikki sleppur framat, meðan onur sleppa. Vit vita, at bíðilistarnir til teir lokalu musikkskúlarnar eru langir, og í Havn, har nógv tann størsti musikkskúlin er, standa fleiri hundrað børn á bíðilista.

Sjálvandi fáa vit ikki bíðilistarnar burtur í einum, men eg haldi, at vit skulu seta okkum sum mál, at innan fyri nøkur ár skulu øll børn, sum ynskja tað, fáa møguleikan at spæla eitt ljóðføri í musikkskúlaskipanini. Eisini átti at verið kvalifiserað sangundirvísing í musikkskúlunum.

Haraftrat hevði verið gott, um lærararnir fingu møguleika at spælt meira og undirvíst eitt sindur minni enn í dag. Hetta hevði eftir mínum tykki givið so ómetaliga nógv aftur til okkara land. Akkurát hvussu tað skuldi verið skipað, dugi eg ikki at siga, men t.d. kundu lærararnir spælt so og so nógv við symfoniorkestrinum og so og so nógvar aðrar konsertir um árið.

Musikkskúlin í Føroyum er sera góður. Tað koma nógvir góðir tónleikarar út úr honum. Og teir allarflestu næmingarnir, sum av musikskúlamiðnámi søkja inn á konservatori’ini runt umkring, koma so loðandi inn.

Hetta ríkar okkara deiliga land og gevur ungdóminum nakað dýrabært og varandi at fáast við!

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins.

Comments

Flokkurin fyri fólkið

27/8/2019

Comments

 
Billede
Eitthvørt vælferðarsamfelag er ein samanhangandi eind við nógvum ymiskum uppgávum og ymiskum postum. Øll skullu hava góð og trygg kor at liva og virka undir. Brúk er fyri øllum, og vit kunnu ongan vera fyriuttan. Ongin keta er sterkari enn veikasta liðið.

Tað er ongin ivi um, at týdningarmesta tilfeingi í einum landi, er fólkið, sum í landinum býr . Einstaklingarnir, familjurnar. Tey eru kjarnin og eru við til at mynda landið.

Fólkaflokkurin setir fólkið fyrst og fremst. Fram um landskassan. Vit ynskja eitt frælst fólk í einum frælsum landi og eitt trygt grundarlag at byggja okkara vælferð á.

Grundsjónarmið okkara er frælsar, sjálvbjargnar og sjálvberandi borgarar. Øll skulu kunna liva av síni inntøku, uttan at verða noydd til at fáa veitingar frá tí almenna. Tað vilja tó altíð verða nøkur, sum ikki megna hetta vegna ymsar orsøkir og hesum skulu vit sjálvsagt taka okkum av. Soleiðis megna vit eisini betri at veita fullgóða hjálp til hesi.

Alivinnan og fiskivinnan eru grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi.

Tað er ongin ivi um, at ali- og fiskivinnan eru okkara høvuðsvinnur. Tær eru okkara grundarlag, lívæðr, lokomotivið, sum dregur vognarnar. Tær hava eisini nógv avleitt virksemi við sær. Tað er tí alneyðugt, at hesar vinnur hava góð, støðug og trygg kor at virka undir. Tær skulu hava ráð at endurnýggja og dagføra seg við nýggjastu amboðum, útgerð og tøkni. Annars gerast vit eftirbátur.

Fólkaflokkurin gleðist um øll okkara dugnaligu vinnulívsfólk í øllum yrkisgreinum bæði á sjógvi og landi. Tey skapa virðir, arbeiðspláss, eru íverksetarar, íbirtarar og eru við til at gera køkuna størri. Tey eru gull verd. Arbeiðsplássini á sjógvi og landi kring landi eru grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum.

Vit taka frástøðu frá misteinkiliggering av okkara vinnulívsfólki, har reiðarar alment blíva úthongdir sum lygnarar.

Stóri munurin á fólkaflokkinum og flokkunum í sitandi samgongu er, at fólkaflokkurin vil hava grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum trygt og gott og at vinnan fær møguleikar at tjena pengar.

Socialistarnir hinvegin ganga hægri uppí, hvussu landskassin kann fáa sín stóra part, og hvussu peningurin skal umfordeilast, áðrenn hann er komin í kassan. Vit kunnu kanska siga, at fólkaflokkurin er ein inniløguflokkur og at flokkarnir í samgonguni eru brúkaraflokkar ella umfordeilingsflokkar. Tí vilja teir brandskatta vinnuna, so hon bara so dánt yvirlivir.

Við uppboðssøluni er farið at skatta vinnuna, áðrenn hon fer til arbeiðis. Hvat høvdu hesi sagt, um tey skuldu rinda skatt áðrenn tey fóru til arbeiðis um morgunin ? Úrslitið av socialismu er, at ongin verður ríkur, men øll verða líka og nøkur meir líka.

Fólkaflokkurin ynskir, at landið skal minimera sína ávirkan á lívið hjá einstaklinginum. Blanda seg sum minst og stýra sum minst. Eitt frælst fólk í frælsum landi. Okkara grundhugsjón byggir á álit á fólkinum og ikki misteinkiliggering.

Ynskja vit eitt burðardygt vælferðarsamfelag á tryggum vinnuligum grundarlagi, so er valið einfalt.

Veljið fólkaflokkin.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Comments

Samferðsluumstøðurnar á útoyggjum skulu betrast – bæði á sjógvi og landi

27/8/2019

Comments

 
Billede
Sum ein av teimum landspolitikarunum, ið er nógv á útoyggj, veit eg av egnum royndum, hvussu altavgerandi tað er, at útoyggjarnar fáa neyðuga játtan til at betra um teirra ferðasamband, bæði á sjógvi og í ávísum førum eisini á landi, har vegasambandið liggur í órøkt.


Hóast tað ikki kostar so ómetaliga nógv at gera umstøðurnar at koma til og frá útoyggjum betri og tryggari, so hava vit í fleiri ár sæð, hvussu torført tann politiska skipanin hevur við at játta tær neyðugu upphæddirnar til hetta.

Orsøkin er helst tann, at talið av borgarum á hesum útoyggjum ikki er serliga stórt, og tí skal so lítið til, at onnur áhugamál troka seg fram um útoyggjar á fíggjarløgtingslógini.

Vit gera nógv fyri at selja Føroyar sum ferðamannaland, og hetta leggur eitt enn størri trýst á ferðasambandið til útoyggjarnar. Hetta ger tørvin á hesum øki bara enn meira átrokandi.

Sum eitt av fleiri dømum kann eg her nevna Fugloynna, har hvørki lendingarumstøðurnar sjóvegis ella vegurin millum Hattarvík og Kirkju eru í nøktandi standi. Talan er ikki um nakra risa upphædd, sum tað kostar at bøta um hesi viðurskifti, men tað krevur ein vilja.

Sama er í Svínoy, har bæði betri samband við oynna má fremjast, ein varandi loysn við avgreiðslufólki hjá SSL má fáast í rættlag og umstøðurnar á Víkini og við Eiðið mugu lyftast uppá eitt forsvarligt støðið, inntil ein endalig góð loysn fæst fyri Svínoynna. Politiski mynduleikin eigur at lurta eftir Svínoyingum, Fugloyingum og útoyggjafólki sum heild, fyri síðan at handla.

Hesum viðurskiftum vil eg sum løgtingsmaður arbeiða hart fyri, um eg fái møguleikan á valinum nú leygardagin.

Eg vil fegin hjálpa og gera mun – eisini fyri útoyggjar.

Jákup Mikkelsen
Valevni fyri Fólkaflokkin

Comments

Har sum ein skriðan er lopin...

26/8/2019

Comments

 
Billede
​Tá ið eg líti aftur á valskeiðið, sum nú er um at endað, so verði eg keddur.
Vit hava hesi árini í bestu tíðum havt eitt stýri, sum miðvíst hevur havt sum mál at kollvelta samfelagið.

Tey brúka eitt fitt, men tó einkisigandi orð sum ”tíðarhóskandi” og fáa tað at ljóða so tilforlátiligt.

Men tað, sum býr aftanfyri og liggur í hesum hugtakinum, ”tíðarhóskandi”, er, sum eg dugi at síggja tað – at tey vilja sekulariserað ella verðsliggera samfelagið soleiðis, at tað, sum ber merki av kristindómi og okkara fedranna siðaarvi, skal lúkast burtur úr føroyskari lóggávu.

Hetta er ongantíð áður hent í Føroya søgu!

Legg merki til, at hesi somu fólkini ganga øgiliga nógv uppí og tosa nógv um at fyribyrgja dálking, tey tosa um veðurlagsbroytingar, og at vit skulu verða grøn. Og ikki at tala um, tá ið tað kemur til at liva sunt!

Men sjálv hava tey framt størstu mentalu dálking nakrantíð á Føroya landi!

Ongantíð áður er lóggivið soleiðis beint ímóti tí, sum sjálvur skaparin hevur ásett.

Eg hugsi um hjúnabandslógina og hjúnabandið, sum nú er gjørt kynsneutralt – og um avleiðingar av tí. Hjúnabandið, sum er gudgivið og altíð bara hevur verið millum mann og konu.

Tað vóru fýra kvinnur, sum løgdu málið fram – og fleiri av monnunum í samgonguni, sum ivaleyst ikki høvdu ætlað sær at atkvøtt fyri hesum, hoknaðu til endan undir trýstinum frá einstaklingum í samgonguni – og ikki minst frá Føroya løgmanni.

Og við sjálvum løgmanni, Axel Johannesen, á odda, sum átti at verið fremsti verji kirkjunnar, og landsstýriskvinnuni í kirkjumálum, Rigmor Dam, trumfaðu tey hetta ígjøgnum Løgtingið, og yvirrulaðu fólkakirkjuna og eisini fríkirkjur og samkomur og lóggóvu ímóti viljanum hjá øllum tí kirkjuliga baklandinum – enntá heilt inn í kirkjuna.

Hetta er álvarsamt! Her bleiv ein avtala við kirkjuna brotin! Ein óskrivað avtala um, at allar broytingar í kirkjulógum skulu koma frá kirkjuni sjálvari!

Og biskupur Føroya, sum royndi at tala at, bleiv orsakað av hesum noyddur at steðga signingini av borgarliga giftum í kirkjuni og somuleiðis arbeiðinum við nýggjari ritualbók, sum var komið væl áleiðis.

Hetta er tann nakni veruleiki!

Vit hava hesi seinastu fýra árini havt eitt politiskt stýri, sum fyrst hevur sett seg oman fyri skaparan – og harnæst oman fyri biskup, dómpróst, prestafelag, kirkjuráð og allar aðrar kirkju- og samkomuleiðarar.

Og løgmaður fór longri enn so. Fyri at fáa málið at glíða lættari ígjøgnum tingið og soleiðis sleppa undan at fara í Fólkatingið aftur við hjúnabandsmálinum (har málið møguliga hevði steðgað) gjørdi løgmaður tað ódámligu og ivasomu gerð, at hann bara tulkaði grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini at vera yvirtikna.

Alt tað politiska systemið, eisini løgmaður sjálvur og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevði til tá sagt, at hetta var danskt málsøki. Og niðurstøðan hjá meirilutanum í landsstýrismálanevndini var tann sama, málið var ikki yvirtikið – og løgmaður hevði ikki heimild at gera hetta!

Samgongulimir vórðu eisini trýstir til at atkvøða málið ígjøgnum í tinginum.

Vit minnast, hvussu Heðin Mortensen varð noyddur at atkvøða ímóti sínum egna uppskoti um fólkaatkvøðu. Og tá ið málið so kom til 3. viðgerð, var eingin ryggur í honum, og hann rýmdi av landinum.

Á henda merkiliga og sera ivasama hátt kom málið skinklandi ígjøgnum tingið!

Fleiri aðrar løgnar detaljur eru í hesum málinum, og eg tori at siga, at málið bleiv lirkað ígjøgnum Løgtingið, og einki annað mál hevði farið ígjøgnum upp á henda mátan!

Tað, sum ikki er minni óhugnaligt, er, at Kringvarp Føroya ongantíð í allari hesari prosessini, sum hevur vart nærum alt valskeiðið, hevur viðgjørt hesi málini og detaljurnar í teimum – ongantíð!

Hetta var fyrsta skriðan, sum leyp!

Síðani kom ættleiðingarlógin!

Tjóðveldiskonan, Sirið Stenberg, umsetti nú ta donsku ættleiðingarlógina (sjálvandi ta donsku) til føroyskt og koyrdi hana ígjøgnum tingið – við tí úrsliti, at vit nú hava eina danska lóg í gildi á vánaligum føroyskum, sum heimilar, at tvey av sama kyni, tveir menn ella tvær kvinnur, sum liva saman – líkamikið um tey eru “gift” ella ikki – fáa loyvi at ættleiða børn! Hugsið tykkum!

Tey siga, at hetta eru rættindi, sum hesir menninir ella hesar kvinnurnar mugu hava! Men hvat við rættindunum hjá børnunum? Tað tosa hesir flokkarnir als ikki um! – Tey áttu at vitað, at sambært barnarættindasáttmálanum hjá ST hava øll børn rætt til bæði ein faðir og eina móður!

Hetta var onnur skriðan, sum leyp! Og kollveltingin helt fram!
Tað næsta, sum kom, vóru tey kynsneutralu oyðubløðini ella blankettirnar. Orsakað av tí kynsneutralu hjúnabandslógini máttu nú gerast nýggj útfyllingarbløð í samband við giftarmál, og so ófatiligt tað enn ljóðar, blivu heitini ”maður” og ”kona” beind burtur og strikað av vígslubrævinum, og í hjúnabandsbókini, har hjúnini skrivað undir, stendur nú ikki longur ”kvinnan” og ”maðurin”, men ”maki 1” og ”maki 2”.

Hetta var triðja skriðan, sum leyp! Og tey skammast ikki!
Og so var tað lógin um dupultan ríkisborgararætt, sum varð samtykt í vár. Har fekk løgmaður tað nýgjørda orðið og fremmanda hugtakið, “sammóðir” (medmoder), inn í føroyska lóggávu, tí at danskarar søgdu, at júst sama orðing mátti vera í tí føroysku sum tí donsku lógini. Og Tjóðveldi segði einki, heldur ikki Kringvarpið – hetta var jú politiskt korrekt!

Henda orðingin, ”sammóðir” fer uttan iva at leggja trýst á framtíðar føroyskar politikarar at seta hesa skipanina í gildi við ”sammóður” (medmoder), sum er eitt framhald av tí avkristningarkollvelting, sum er farin fram í londunum rundan um okkum, og sum verandi samgonguflokkar eisini hava ført okkara kæra móðurland útí.

Hetta var fjórða skriðan, sum leyp.

Og hvat verður tað næsta?

Jú, í Løgtinginum liggur eitt óhugnaligt lógaruppskot um løgfrøðiligt kynsskifti, og tað verður uttan iva tað næsta, sum skal ígjøgnum, koma hesir flokkarnir til aftur. Tað eri eg sannførdur um!

Tey søgdu, tá ið tey komu til valdið í 2015, at vit skuldu fáa eitt ”tíðarhóskandi” samfelag. Og legg merki til, hvat tað var, sum var ”tíðarhóskandi”.

Jú, tað var hetta: At gera seg inn á sjálva grundeindina í samfelagnum – hjúnabandið millum mann og konu, ið er, fyri at sitera bisp, ”ankrað í skapanarsøguni og nemur Guds leiklut í skapan og verki, upphavi lívsins.”

Hvør var tað, sum bað um hesa kollveltingina?

Var tað Føroya fólk, sum kravdi hetta?

Nei, als ikki! Tað var ein lítil elita – Og serliga vóru tað kvinnurnar í Javnaði, Tjóðveldi og Framsókn saman við løgmanni, væl hjálpt av fjølmiðlunum, sum við øllum møguligum og ómøguligum snildum pressaðu hesi heilt nýggju virðini niður yvir Føroya fólk!

Men legg merki til! Føroya fólk tordu tey ikki at spyrja.
Høgni Hoydal, sum á Løgtingsins røðarapalli høgt og heilagt lovaði, at tá ið hann kom til, skuldi ein minniluti á tingi kunna fáa mál til fólkaatkvøðu – hann leyp frá sínum lyfti, sjálvt um helmingurin av Løgtinginum, sekstan av teimum 33 tingmonnunum, ynsktu hetta.

Nei! Øll henda kollveltingin varð marknaðarførd sum ein sjálvfylgja, sum ein opinbering, ið stóð oman fyri alla diskussión. Ja, oman fyri skaparan, oman fyri biskup og kirkjurnar og oman fyri fólkið! Tað skuldi bara vera soleiðis. Punktum!

Og hvar standa vit so í dag?

Jú, tær Føroyar, sum vit hava kent, fara at hvørva! Vit fáa onnur virði í staðin fyri tey gomlu.

Men hvat er tað, sum hvørvur? Og hvat er tað nýggja, sum kemur inn?

Tað, sum hvørvur, er okkara siðaarvur, tann gamla mentanin, tey gomlu tjóðskaparvirðini og hugsunarhátturin hjá okkara forfedrum, har grundarlagið var virðingin fyri einari hægri makt.

Alt, sum vit forbinda við tað serføroyska, eisini kristindómurin, fer at verða trýst út í ein krók!

Inn kemur multikulturur, altjóðagering og ein globalur hugsunarháttur. Mannarættindini verða tann nýggja religiónin í tí sekulera statinum.

Vit hava eisini hoyrt tað í valstríðnum frá fleiri síðum og ikki minst frá Framsókn. Vit skulu hava fría fosturtøku.

Halgidagslógin skal avtakast, og øl og vín skal út í handlarnar.

Hetta er ein miðvís ætlan um at lúka alt, sum ber brá av virðing fyri siðaarvinum, burtur út lóggávuni.

Tað verður so skjótt, at fólkaskúlin, sum skal byggja á kristna grund, fer at standa fyri skotum.

Eg havi mangan siterað úr eini røðu hjá Sverra Patursson, bróðir Jóannes, bónda í Kirkjubø, har hann m.a. segði hetta:
“Lívið hjá eini mannfjøld kann ikki verða trygt, uttan hon kennir á sær, at aftan fyri alt er ein stjórnandi høvuðsmegi. Og eitt fólk, sum ikki er lóglýðugt, smokkar skjótt moralskt niðurundir. Eitt mannfelag, sum ikki roynir at skilja millum, hvat ið er rætt, og hvat ið ikki er rætt, verður andliga brekað.”

Eg skrivi hetta ikki, tí at havi nakað ímóti nøkrum menniskjum, og als ikki teimum, sum kenna seg drigin at sínum egna kyni.

Men vit hava sæð, hvønn veg tað ber, hetta valskeiðið, og eg vil fegin ávara ímóti hesi gongdini, har lagt verður upp til, at vit seta førningin av okkum ístaðin fyri at geva komandi ættarliðum viðførið at bera longur fram á vegin, sum Heðin Brú tekur til.

Eg ávari ímóti hesi kynsneutralu ideologiini, sum bara førir okkum longri og longri út, har vit ikki grynna. Og eg eri sannførdur um, at sleppa verandi flokkar at halda fram, fer skilið at standa við og versna!

Latið okkum tí geva teimum durafjórðingin!

Til seinast vil eg siga, at eg eri glaður um, at allur Fólkaflokkurin atkvøddi samdur ímóti øllum hesum uppskotunum, sum eg havi nevnt omanfyri!

Verði eg afturvaldur, fari eg at halda fram at stríðast, tí hesin kavabólturin, sum er farin á rull, fær bara meira og meira ferð – og er skaðiligur fyri samfelagið – serliga fyri tað unga ættarliðið, tey veikastu í samfelagnum og okkara kæru børn og barnabørn!

”Høgt er harraboð, men hægri er Guds boð”!

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins

Billede
Comments

Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing á dagsskránna nú!

26/8/2019

Comments

 
Billede
​Vit ynskja okkum øll eitt gott lív. Eitt lív við innihaldi og saman við okkara kæru – so sjálvbjargin, sum gjørligt. Viðhvørt rakar sjúka ella vanlukka okkum, og lívið tekur eina vend, sum vit ikki ynsktu ella væntaðu. Onkur fær staðfest álvarsliga sjúku, onnur verða avlamin av vanlukku og so eru tað tey, sum verða fødd við breki og hava tørv á miðvísari venjing.

Fyri hesi fólk er tað av alstórum týdningi, at samfelagið loftar familjuni við tilboðum, sum styrkja og hjálpa viðkomandi aftur til ein so góðan gerandisdag, sum gjørligt.

Sum nú er, fáa tey, sum eru millum 18 og 67 ár einki veruligt tilboð um endurvenjing ella viðlíkahaldsvenjing. Tó – summi fáa eitt tilboð frá Almannaverkinum, sum í mesta lagi er 6 mðr. Tað er als ikki nøktandi.

Hvat er endurvenjing? Endurvenjing hevur til endamáls at hjálpa tí sjúkurakta at fáa so nógvan førleika aftur, sum gjørligt.

Hvat er viðlíkahaldsvenjing? Viðlíkahaldsvenjing hevur til endamáls at hjálpa fólki til at varðveita førleikar. Tað merkir, at uttan miðvísa venjing, versnar viðkomandi skjótari.

Áðrenn kommunurnar yvirtóku Almannaverkið, hoyrdi øll endurvenjing til landið. Tá varð í ávísan mun veitt bæði endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, so viðkomandi ikki misti førleikarnar aftur. Kommunurnar hildu fram at geva teimum, ið vóru 67 og eldri, tilboð um endurvenjing.

Men tey 18 – 67 ára gomlu fáa sum nú er einki frá landinum. Nú stendur enntá í kunngerð frá mars 2017, at “kunngerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing”. Tað kann undra, at man soleiðis tilvitað sleppur einum sera viðbreknum bólki av fólki upp á fjall. Fólk, sum veruliga hava tørv á endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at gerast so sjálvbjargin, sum gjørligt. Summi missa førleikan at arbeiða, tí tey ikki fáa neyðugu venjingina. At fólk gerast óarbeiðsfør er sanniliga ikki bíligt fyri landið!

Endurvenjingardeplar eru longu nakrir kring landið, so tað eigur ikki at vera trupult at fáa eitt samstarv í lag millum land og kommunur.

Eg vil virka fyri, at hesi fólk fáa miðvísa hjálp, fyrst og fremst fyri at lívsgóðska hins einstaka verður so góð sum gjørligt, men eisini at virkisførleikin økist. Vit eiga at skapa umstøður fyri fólk at kunna liva eitt sjálvstøðugt og gott lív, so leingi sum gjørligt.

Gott val øll somul!

Uni Rasmussen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
til løgtingsvalið 2019

Comments

Sjónband: Lærlingar ongan landsskatt

24/8/2019

Comments

 
Billede
​​Vit hoyra tað umaftur og umaftur. Vit hava tørv á fólkið til tað handaliga fakið. Arbeiðsgevarar hava torført við at fáa lærlingar.

Men tað ætla vit at broyta!

Fyri at kveikja áhugan fyri lærlingayrkinum, so ynskja vit at hækka botnfrádráttin fyri landsskatt hjá lærlingum upp til 150.000,-. Hetta fer at gera, at nógvir lærlingar ein stóran part av lærlingatíðini ikki gjalda landsskatt, meðan summir als ikki gjalda landsskatt!

Hetta fer at lætta um hjá lærlingum, ið ikki hava nógv eftir á bók, eftir eina harða arbeiðsviku. Tað lættir um hjá lærlingum, ið hava familju og eitt húsarhald at taka sær av. Og so eggja vit fleiri til at velja tann handaliga vegin – ein win-win støða fyri øll, ið ikki er kostnaðarmikil fyri landskassan.

Eisini skal tað vera fíggjarliga lættari at vera lesandi í Føroyum. Vit skulu geva okkara lesandi á hægri lærustovnum eins góðar treytir, sum t.d. Føroyafrádráttin í Danmark.

Vit ynskja, at tað skal loysa seg at lesa og læra í Føroyum.

Beinir Johannesen, valevni Fólkafloksins

Comments

​Vit kunnu øll okkurt – tey skerdu eru eisini sterk

24/8/2019

Comments

 
Billede
Eitt valevnið skrivaði í gjárkvøldið, at vit gjalda skatt til felagsskapin, har “tey stóru og sterku” rinda “meira enn tey skerdu og sperdu.”

Mær dámar væl orðaspælið, men hví kunnu tey “skerdu og sperdu” ikki teljast millum “tey stóru og sterku”?

Gevur tú mær hamara í hond, kann eg einki. Gevur tú mær teldu og internet, kann eg byggja altjóða fyritøku upp.

Sama er galdandi fyri nógv onnur. Summi eru bóklig. Onnur handalig. Gevur tú handaligum persóni akademiska bók, dumpar viðkomandi kanska í skúlanum. Gevur tú handaligum persóni hamara ella saks, kann viðkomandi gerast millum tey bestu í heiminum.

Øll kunnu okkurt – eisini tey skerdu!

Hanus Samró
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly