NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Norðurlendskt trygdarsamstarv í Føroyum

24/8/2016

Comments

 
Billede
Hóast eltrygd í stóran mun verður umsitin í evropeiskum samstarvi, so tryggjar serstaka norðurlendska samstarvið um eltrygd eina røð av fyrimunum, sum eisini Føroyar njóta ágóðan av.

Í døgunum 24. og 25. august er føroyska Elnevndin vertur fyri fundi hjá norðurlendsku nevndini fyri samskipan um eltrygd (NSS). Á skránni eru bæði áleikandi mál og spurningar umframt kunning frá undirnevndunum.

Les meira HER

JáH (y) 25.08.2016


Comments

Hoyvíkssáttmálin verður endurskoðaður

22/8/2016

Comments

 
Billede
Sunnudagin 21. august var árligi ráðharrafundurin í Hoyvíksráðnum, har uttanríkisráðharrarnir í Føroyum og Íslandi hittast at viðgera mál viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum.  

Á fundinum vóru ráðharrarnir, Poul Michelsen og Lilju Alfreðsdóttir samd um, at hóast góða samstarvið millum londini, er tíðin komin at endurskoða Hoyvíkssáttmálan við atliti til, hvussu størri javnvág fæst í handilssamstarvið millum londini. Tí varð avtalað, at embætisfólk úr londunum báðum fara undir at gjøgnumganga sáttmálan, nú 10 ár eru liðin síðan hann kom í gildi. Úrslitið av arbeiðinum skal verða ein felags frágreiðing, ið verður løgd fyri ráðharrarnar.


Kelda: Løgtingið


Comments

Skal tað einans vera eitt sjúkrahús fyri alt Føroya land ?!?

14/8/2016

Comments

 
Billede
Tað verður nógv práta um, at tað er ov dýrt at hava fleiri sjúkrahús koyrandi í Føroyum - men hinvegin so merkir tað eisini, at Landssjúkrahúsið verður væl dýrari at koyra - um nú Klaksvíkar Sjúkrahús skuldi verið niðurlagt - og tað næsta verður vælsaktans at Tvøroyrar Sjúkrahús eisini skal niðurleggjast ... vit spyrja bara, hvar gongur grensan ..?

Og norðoyingar eru í øðini, at prátið er komið soleiðis til, at nú skula teirra vældámda sjúkrahús vera niðurlagt, so at enn ein almenn nýtsla verður til frama fyri Tórshavnina.

Og eru tað sparingar, sum okkara landsins valdu tosað um - kann eitt menniskjalív veruliga gevast upp í krónum og oyrum ?!? Vit á Norðoya Portali fara at seta tykkum (lesarar) glóðheitu spurningarnar:

- Skula vit einans hava eitt sjúkrahús í Føroyum ..? Ella skal Klaksvíkar Sjúkrahús varðveitast ..?

JáH (y) 14.08.2016

Comments

Ólavsøkurøða løgmans: Føroyar eru á broytingarkós

2/8/2016

Comments

 
Billede
Føroyar eru á broytingarkós, og málið er einar samhaldsfastar, sjálvbjargnar og tíðarhóskandi Føroyar. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður,  fyri løtu síðan, tá ið hann helt sína fyrstu ólavsøkurøðu.

“Nógv hevur verið tosað um nýskipanir. Tær eru tó altíð komnar í drag. Men Føroyar eru á broytingarkós. Tað var ein nýskipanarhugað samgonga, sum tók við farna heyst. Ein samgonga, sum hevur sett sær fyri at fremja nakrar av teimum neyðugu broytingunum, vit so leingi hava tosað um”, vísti løgmaður eitt nú á.

Samgongan hevur sett sær fyri, at fleiri nýskipanir skulu setast í verk hesa tingsetuna.

“Næstu mánaðirnir verða teir mest avgerandi í nýggjari tíð. Fleiri nýskipanir, ið skulu flyta okkum framá, standa fyri durum. Avgerðir skulu takast um fiskivinnuna, um pensjónsskipanina og um heilsuverkið. Avgerðir, sum ikki fara at geva úrslit í morgin ella í ovurmorgin, men frammi í tíðini.”, segði løgmaður millum annað í røðu síni.

​Lesið frágreiðing løgmans á ólavsøku 2016 her

Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly