NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Filmsklipp: Skattalætti til lág- og miðallønt

31/8/2015

Comments

 
Picture
Minnist tú valstríðið í 2011? Tá var tað bert Fólkaflokkurin, sum lovaði skattalætta. Vit gjørdu tað vit lovaðu.

Vit vilja lækka skattin á lág- og miðalinntøkum, bæði lands- og kommunuskattin.

Rodmundur Nielsen
Valevni Fólkafloksins

Comments

Uppboðssøla av fiskiloyvum fer at økja um sentraliseringina

31/8/2015

Comments

 
Picture
Eitt uppboð av fiskiloyvunum vil flyta peningin frá fyritøkunum, sum í dag gera risastórar íløgur og skapa hundraðtals arbeiðspláss kring landið, og harvið fara hesar fyritøkur, sum eiga lívið í økjunum kring landið at missa íløguorku. Ein sterkur Fólkaflokkur er sterkasta vápnið ímóti hesi sentralisætlan hjá vinstrahallu kreftunum.

Tað kann ikki yvirmetast, hvussu stóran týdning tær íløgurnar hava fyri økini kring landið, sum okkara virknu vinnufyritøkur hava gjørt. Hugsa bara, hvussu nógv arbeiðspláss seinastu árini eru skapt í Suðuroy, í Eysturoy og í Norðoyggjum av teimum íløgum, sum fyritøkur hava gjørt har, og tað sama í øðrum landspørtum.

Tað verður stórur smeitur fyri økini kring landið, um Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn sleppa at inndraga fiskiloyvini fyri síðan at selja hesi á uppboði, tí tá verður tann peningur, sum í dag verður brúktur til íløgur og arbeiðspláss kring landið, ístaðin kravdur inn í landskassan.

Ávirkanin av hesum verður eitt nú:

• Størri ótryggleiki í vinnuni
• Minni avlop og íløguorka í vinnuni
• Færri vinnuíløgur kring landið
• Færri arbeiðspláss kring landið
• Færri inntøkur til kommunurnar kring landið
Ístaðin verður hesin peningur, sum í dag er á vinnuhondum, ið skapa virksemi, útflutning og arbeiðs¬pláss, fluttur í landskassan, har hann verður partur av einum vaksandi almennum rakstri.
Samlaða úrslitið av hesum verður ein enn ógvisligari sentralisering av peningi, arbeiðsplássum og øktum almennum rakstri, sum einki útflutningsvirði skapir.
Hetta er tað, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn ætla, um hesir flokkara fáa meirlutan á Føroya Løgtingi.
• Latið okkum steðga hesum eksperimentinum hjá vinstrahallu kreftunum.
• Latið okkum varðveita Føroyar sum eitt land við fjølbroyttum virksemi kring alt landið.
• Latið okkum velja ein sterkan Fólkaflokk á løgtingsvalinum týsdagin 1. september.

Jákup Mikkelsen
Valevni Fólkafloksins​

Comments

Í mesta lagi 30% skatt - takk

31/8/2015

Comments

 
Picture
Høgur skattur drepur hugin at arbeiða, tí má skatturin longur niður: her hugsi eg serliga um lág- og miðalinntøkur.

Flatskatturin hevur hjálpt til at fáa ferð aftur á búskapin. Landskassin fær møguliga yvirskot í ár.

Fíggingin av skattalættanum kemur frá 1/3 av vøkstrinum hjá landskassanum og vøkstrinum hjá kommununum.

Áðrenn flatskattin minnist eg, at fólk tosaðu um høga skattin á yvirtíðstímum, tað hoyri eg ikki longur.

Høgur skattur ger tað dýrari at liva í Føroyum; av hesum verða tað fleiri, ið fara at liva undir fátækramarkinum. Við at lækka skattin á lág- og miðalinntøkunum, fara fleiri fólk uppum fátækramarkið, tí tey hava fleiri pengar eftir. Tað erupengarnir, vit hava eftir aftaná skatt, vit liva av.

Tess dýrari tað er at liva í Føroyum, tess dýrari er tað eisini at framleiða, tí er høgur skattur eisini kappingaravleiðandi fyri útflutningsvinnuna.

Í mesta lagi 30% skatt á lág- og miðalinntøkum – takk!

Munurin - vit meina tað

Jens Kristian Rasmussen
Valevni Fólkafloksins​

Comments

Filmsklipp: Lættari at vera make up artist

31/8/2015

Comments

 
Picture
 Tað skal vera lættari at vera sjálvstøðug vinnurekandi. Eisini um tú ert make up artist, sigur Hanus Samró, valevni hjá Fólkaflokkinum.

Comments

Vinnulívið í Føroyum blómar og mennist støðugt

31/8/2015

Comments

 
Picture
Vinnulívið í Føroyum blómar og mennist støðugtTann 29.08.2015 var reisigildi aftur á Varðin Pelagic í suðri. Hetta er sætta byggistigið í sólskinssøguni, ið byrjaði á várið 2012.

Virkið hevur skapt hópin av arbeiðsplássum og líka nógvar ringvirkningar í nærumhvørvinum og Føroyum sum heild. Lønarútgjaldingarnar á virkinum hava tátta í 50 milliónir um árið.

Hvørki Varðin Pelagic á Tvøroyri ella Pelagos í Fuglafirði høvdu verði til uttan megnar politikst arbeiði av sitandi samgongu og fólkaflokkinum við róðri vinnupolitiskt.

Fólkaflokkurin hevur gjøgnum harðar samráðingar fingið til vega rávøruna til hesi virkir. Fólkaflokkurin hevur megna at skapt tryggar karmar fyri vinnuna, soleiðis at vinnan altíð veit, hvørjar treytirnar eru og tí hevur kunna gjørt stórar íløgur, bæði í skip og virkir.

Nú má kósin haldast, fyri at vinnan kann mennast enn meira. Stórar útbyggingar eru fyri framman í suðuroynni. Útbyggingarnar koma at skapa fleiri arbeiðspláss og støðugari arbeiði enn higartil.

Tíverri er vinnan í bíðistøðu sum er, bíða verður eftir hvør kemur í samgongu eftir valið. Fólkaflokkurin hevur megna at skapt vinnuni tryggar karmar seinastu fýra árini. Úrslitið sæst aftur sum ein búskaparvøkstur, ið ikki er sæddur aðrastaðni í vesturheiminum. Andstøðan harafturímóti ynskir at eksperimentera við vinnuni og selja rávøruna og arbeiðsplássini á uppboð til hægstbjóðandi strámann hjá kinverjum og niðurlendingum.

Fólkaflokkurin er einasti flokkur, ið kann tryggja tann stabilitet, ið skal til, fyri at vinnan kann mennast og gera neyðugu íløgurnar til meirvirking av rávørutilfanginum. Henda meirvirking vil skapa fleiri hundrað nýggj arbeiðspláss, eisini vitunartung størv.

Meirvirking av rávørutilfanginum vil styrkja um búskap okkara og harvið tryggja vælferðarsamfelagið, okkum øllum at frama.

Um eg verði valdur á ting, vil eg arbeiða fyri hesum, okkara oyggj og fólkinum her býr at frama.




Vel eitt sterkt umboð á ting

Set X við Mortan Vang

Valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið 2015


Comments

Lagnustund

31/8/2015

Comments

 
Picture
Góði veljari.

Um stutta stund er hettar valstríð av.

Valið stendur ímillum tvær leiðir:

Fralhaldandi búskaparliga vøkstur , vælferð og framburð

ELLA
Vinstrahalla niðurbræðing, merkt av avmakt og ráðaloysi.

Hvat ynskir tú ?

Valið er einfalt.
Valið er títt.
Vel rætt týsdagin.
Vel Fólkaflokkin.
Gott val.

Michael Dalbø

Valevni Fólkafloksins til Løgtingsvalið 2015​

Comments

Filmsklipp: Vit gera tað vit lova

31/8/2015

Comments

 
Picture
Til seinasta val lovaðu vit, at tað skuldi loysa seg at arbeiða. Vit gjørdu tað vit lovaðu

Vit vilja, at eingin lág- og miðalinntøka skal skattast meira enn 30%.
Og tá Fólkaflokkurin sigur tað - so meina vit tað!​

Ingi Olsen
Valevni Fólkafloksins

Comments

Í búðar tørvur

31/8/2015

Comments

 
Picture
Ung við menningartarni sum hava verið á skúla og lært at verða sjálvbjargin, koma heim aftur til foreldrini at búgva, tí tey fáa ongar vardar íbúðir. Tørvurin á vardum íbúðum er sera stórur í Høvðusstaðar økinum og eisini í Suðurøkinum er mangul uppá sama.

Eg fari at virka fyri, at fólk við menningartarni og rørslutarni kunnu fáa íbúðir ið eru nøktandi og ikki ov stórar og eru bíligar at byggja og reka.

Tørvurin á íbúðum til einligar forsyrgjarar skal eisini nøktast, hesin bólkurin hevur tørv á bíligum íbúðum.

Somuleiðis mangla bíligar íbúðir til okkara eldru borgarar, sum vilja selja teirra egnu hús og vilja sleppa í eina minni bíliga íbúð at búgva. Búðstaðir mangla um alt landið.

Tørvurin er stórur og skal eg virka fyri at íbúðinar ikki blíva ov stórar og kostnaðarmiklar.

Trúgvi Gudmundarson
Valevni Fólkafloksins

Comments

Sálarheilsan hjá børnum og ungum skal og má raðfestast!

30/8/2015

Comments

 
Picture
Eisini her í valstríðnum hoyra vit um, hvussu nógv børn og ung hava sálarligar avbjóðingar og trupulleikar í Føroyum. Seinasta samgonguskeið eru pengar settir av til 1 sálarfrøðing sum skal taka sær av næmingum á miðnámsskúlunum. Í praksis er talan um 2 sálarfrøðingar hálva tíð. Somuleiðis er bíðitíðin til Barna- og ungdómspsykiatriina stórt sæð burtur, tí fleiri pengar vóru játtaðir til økið, umframt at vit hava fingið Fountain húsið.

Men - hetta er als ikki nokk. Heilsufrøðingar eiga at vera á skúlunum hvønn dag, fyri at børn og ung, sum hava byrjandi sálarligar avbjóðingar og t.d. sjálvskaðandi atburð fáa hjálp so tíðliga og so skjótt sum møguligt. Tað eru nógv dømir, bæði her og í londunum rundan um okkum, sum visa, at lætta atgongdin til heilsufrøðingin á skúlanum, varð avgerandi fyri, at barnið ella tann ungi fekk røttu hjálpina skjótast gjørligt.

Tí tað er prógva, at fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænasta við heilsufrøðingum ger mun!

Tað er staðfest í nógvum ymiskum kanningum og hevur eisini havt tær avleiðingar, at í t.d. Onglandi er raðfest, at seta dupult so nógvar heilsufrøðingar í starv sambært NHO.

At hava tað ringt sálarliga hevur sera stóra ávirkan á lívsgóðskuna hjá tí einkulta barninum. Um tey ungu og børnini ikki fáa hjálp skjótast gjørligt, hevur hetta stóra ávirkan á menningina, trivnaðin og ikki minst innlæringina hjá tí einkulta. Tí er týdningarmikið, at fyrsta stigið til professionellu hjálpina er so nær at barninum og tí unga í gerandisdegnum.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur vil eg arbeiða fyri, at fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastan til hesi børn og ung verður raðfest. Tí sálarheilsan er sera týdningarmikil fyri øll.

Setið X við onkran sum hevur innlit í hetta økið.

Veljið Fólkaflokkin - Tí vit meina tað sum vit siga!

Ingvør Justinussen
Valevni Fólkafloksins​

Comments

Filmsklipp: Tryggar og varandi karmar

30/8/2015

Comments

 
Picture
Ikki skatta fyrsta lið, men heldur skatta fisk, ið ferð óviðgjørdur av landinum.

Vit vilja fremja eina fiskivinnunýskipan, sum gevur vinnuni tryggar og varandi karmar.

Og tá Fólkaflokkurin sigur tað - so meina vit tað!

Jens Kristian Rasmussen
Valevni Fólkaflokksins


Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly