NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Elsebeth stillar upp til løgtingsvalið

31/7/2019

Comments

 
Billede
Komandi løgtingsval er eitt sera týđandi og avgerandi val fyri framtìđ Føroya . Vandakósin má broytast, og tì er alneyðugt at sitandi sosialistiska samgonga verður uppsøgd av føroya fólki.

Fólkaflokkurin er ein demokratiskur og frælslyntur flokkur fyri alt fólkið. Hann kann samstarva við øll og ùtihýsir ongan uppá forhond. Vit eru uml 52000 fólk á hesum klettum og øll eiga at kenna seg væl heima. Vit eiga at kunna samstarva viđ øll. Út við snævurskygni og útihýsing av annarleiðis hugsandi, soleiđis sum javnađarløgmađur Føroya hevur stađiđ á odda fyri nù ì skjótt 4 ár. Tað sum vit siga á ólavsøku og á nýggjárinum um at vera fitt og góđ viđ hvønn annan, tađ gera og siga vit eisini allar hinar dagarnar ì árinum.

 Mál, sum liggja frammaliga.
1.  Arbeiðssemi skal lønast – ikki revsast. Tað skal løna seg betri at arbeiða hjá øllum, bæði høgum og lágum, ungum og eldri, lærdum og ólærdum. Tað skal løna seg at taka eina útbúgving. Tað byggir land.

2.  Føroyska fiskivinnan er grundsúlan undir okkara vælferðarsamfelag, og hon skal í fremstu røð aftur, eftir at vera blivin afturúrsigld undir sitandi sosialistisku samgongu. Lokomotivið í føroyska samfelagnum skal aftur til heiđur og æru á heimshøvunum og skal aftur fáa møguleikan at gera seg galdandi ì alheims høpi.

3.  Vælferðarsamfelagið skal mennast og betrast allatíðina. Arbeiđsplássini kring landiđ á sjógvi og landi eru bulurin, grundarlagiđ undir vælferđarsamfelagnum. Peningurin má koma inn, áđrenn hann verđur brùktur. Samfelagskøkan skal gerast størri og fjølbroyttari.

4.  Størri dentur skal leggjast á fyribyrgjandi heilsuarbeiði, soleiðis at føroyingar hava bestu fólkaheilsu í heiminum. Hetta gevur betri lívsgóðsku og kann við tíðini spara heilsuverkinum og almannaverkinum nógvar milliónir. Byrjast kann longu l ì barnagørđunum.

5.  Vit skulu hava eitt gott og sterkt heilsuverk við virksemi á øllum trimum sjúkrahúsunum. Heilsustarvsfólk skal førleikamennast eftir tørvi, so vit altìđ kunnu kappast viđ grannalond okkara á teim økjum, har vit bjóđa okkum fram. Peningur skal fylgja við til meirvirksemi á Klaksvíkar Sjúkrahús. Ikki sum tað hevur verið í síðstuni, har sjùkrahùsiđ fær álagt nýggjar uppgávur, men peningur hevur ikki fylgt við.

6.  Sjúk, sálarveik og óhjálpin skulu rađfestast høgt og skulu altìđ fáa tað hjálp, sum teimum tørvar.

7.  Íverksetarar og sjálvstøðug vinnurekandi skulu hava betri kor. Tey eru góð fyri samfelagið og spírar til størri virksemi. Tað er ikki meir enn rímiligt, at samfelagið gevur teimum góđar karmar. Tađ kann skapa fleiri nýggj arbeiđspláss, størri vøkstur, og eitt betri vælferđarsamfelag.

8.  Vit skulu aftur til góðu gomlu føroysku kristnu grundvirðini, sum hava bygt okkara land ì øldir. Grundvirðir, sum sitandi sosialistiska samgonga í nógvum førum hevur skúgvað til síðis. Minnist til broytingarnar í hjúnarbandslógini. Eisini hava ynskir verið frammi frá vinstraveinginum, at ein skal kunna skifta kyn, um ein følir trongd til tað. Tað verður allarhelst eitt tað fyrsta mál á skránni um vinstra samgonga fær meiriluta aftur.

9.  Vit skulu hava sum mál, at føroysk mentan stùtt og støđugt kann blìva til nakađ sum kann skapa vøkstur, virksemi og arbeiđspláss ì Føroyum á jøvnum føti viđ ađrar vinnur. Føroysk myndlist, tónlist, sjónleikur,bókmentir og onnur list skal kveikjast og stimbrast sum onnur ìverksetan, so hetta ì framtìđini kann gera okkara vinnulìv meir fjøltáttađ og kann gerast ein inntøkukelda til samfelagiđ.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
valevni hjá Fólkaflokkinum

Billede
Comments

Løgtingsval verður 31. august

29/7/2019

Comments

 
Billede
Leygardagin tann 31. august 2019 skulu føroyingar aftur á løgtingsval. Løgmaður hevur í dag frá løgtingsins røðarapalli boðað frá, at hann sambært grein 6, stk 3. í Stýrisskipanarlógini hevur avgjørt at skriva út val at vera leygardagin 31.august 2019.

Seinasta løgtingsval var tann 1.september 2015.

Kelda: lms.fo

SáH

Billede
Man Kringvarp Føroya fara at endurvinna Løgtingsvalið hesuferð
Comments

Eitt stórt vespubýli í Klaksvík

29/7/2019

Comments

 
Billede
100tals ella 1000tals av vespur eru í hesum vespubýlinum, sjá myndir og sum er gjørt inn í ein bakka við eitt sethús í Klaksvík.

Vit royndi at koyra eitt timburbretti inn í holið og tað var skjótt at hundravís av vespum vóru klárar at leypa á.

Soleiðis skal man fyrihalda seg, um man finnur eitt vespubýli í Klaksvík og hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna um vespur á teirra heimasíðu:

VESPUR
Kommunan tekur sær av vesputýning, har fráboðarin kann ávísa, hvar býlið er. Harumframt skal eigarin av ognini ella annar heimilaður persónur vera inni, meðan týningin fer fram.

Fráboðanir um vespubýli skulu vendast til Miðlan á telefon 410000 ella sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo.

Kunna teg nærri um treytir og mannagongdir í samband við vesputýning í hesum faldaranum.

SáH

Comments

​Útbygging av samferðslukervinum bøtir um bústaðartrupulleikan

25/7/2019

Comments

 
Billede
Vit kunnu bliva við at kjakast um, tað almenna skal stovna ein bústaðarbanka ella ikki. 
Veruleikin er, at bert at fíggja nýggj sethús í útjaðaranum, uttan at søluvirðið økist, er ikki nøkur hjálp til borgaran uppá sikt.

Vit muga økja eftirspurningin eftir húsum uttanfyri meginøkið, so at marknaðarprísurin hækkar. Og hetta gerst við at leggja dent á at menna útjaðaran.

Í nógv ár hava vit hoyrt um gongdina í útjaðaranum. Færri arbeiðspláss, minkandi fólkatal og lægri sethúsaprísir. Hvønn dag, sum onki verður gjørt við hetta, verða borgarar í hesum øki relativt verri stillaðir og ójavnin økist. Hetta hava landspolitikarar kunna gjørt nakað við.

Tað er ein trupulleiki, at fólk byggja nýggj hús í útjaðara, og dagin eftir húsini eru tikin í brúk, er søluvirðið lægri enn byggiprísur. Hendir eitt ella annað óvæntað, og húsini mugu seljast, ja so er trupult at selja fyri ein nøktandi prís.

Um tú lænir pengarnar frá einum almennum bústaðarbanka broytir ikki støðuna. Lántakarin skyldar pengarnar og teir skulu gjaldast aftur. 

Hvussu kunnu vit økja eftirspurningin og harvið gera tað meira áhugavert hjá verandi bankum?
Samferðslukervið hevur stóra ávirkan á sethúsaprísir, og harvið hvussu bankar vilja fíggja. Eysturoyartunnillin hevur longu havt - og fer at fáa stóran ávirkan á bústaðarmarknaðin í Føroyum. Um eitt ár verður tað umleið 15 minuttir frá Runavík til Havnar, og tá er næstan líkamikið um tú býr í Eysturoy ella Suðurstreymoy - og hvar tú arbeiðir. Fleiri fólk eru flutt í Eysturoynna í staðin fyri at flyta til Havnar - eisini fólk sum onki tilknýti hava til Eysturoynna, tí prísirnir enn eru væl lægri enn í Suðurstreymoy. Fleiri av teimum sum seinnu árini hava valt at búsett seg í Eysturoy, Norðoyggjum og Vágum, høvdu óivað verið á bíðilista í Havnini. Og harvið økt enn meira um trýstið á Havnina, og sethúsaprísin har. 

Marknaðarvirðið á húsunum er hækkað við tunnlum,  og tí er eisini lættari at fáa fígging til nýbygging og keyp. Um nøkur ár verður koyrandi til Sandoynna og vit hoyra longu um øktan eftirspurning at seta búgv.  Sethúsamarknaðurin í Suðuroy og øðrum plássum har tað ikki er landfast, verður ikki vælvirkandi fyrr enn fast samband er í eygsjón.

Verða nýggj almenn arbeiðspláss stovnaði uttanfyri meginøkið, vilja fólk flyta hagar um samferðsuviðurskiftini eru góð. Landið kann somuleiðis stuðla íverksetarum og nýggjum fyritøkum, og syrgja fyri at vinnulívið hevur bestu karmar um alt landið.
Kommunur kunnu eisini lokka nýggjar íbúgvar til, við at bjóða áhugaverd tilboð í kommununi.

Men hetta loysir ikki trupulleikan at fíggja hús í útjaðaranum her og nú. Fólk sum hava fíggjarliga styrki fáa fígging frá verandi bankum. Men aðrir møguleikar eru at seta búgv.

Kommunur sum hava grundstykkir kunnu “alliera” seg við privatar fyritøkur/íleggjarar, sum hava betri møguleika at fáa fígging enn privat. Hesir kunnu leiga út til áhugaði, sum fáa forkeypsrætt til húsini. 

Mobilisera tómu húsini sum ikki eru til keyps í dag, við at eggja eigarum at langtíðarleiga ella møguliga selja.

Eggja privatum byggiharrum at fara ígongd við íbúðarbygging, t.d. við at javnseta teir við almennu Bústaðir í sambandi við prís fyri keyp av grundøkjum og krav til avkast.

At útlendingar ikki sleppa at keypa hús inn undir seg, sum tískil ikki eru tøk. 

Vit gera øllum okkara borgarar eina tænastu við at menna økini runt um landið, og tá fáa vit ein sethúsamarknað sum ber fíggingar. Tá fáa allir okkara borgarar lut í framgongdini í samfelagnum. VIt hava fýra bankar í dag, og teir skulu nokk røkja sína uppgávu. Eg vil arbeiða fyri at allir okkara borgarar verða betri stillaðir og ikki verri. 

Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið

Comments

Ja til umhvørvispolitikk – men KORTANEI til meirgjøld á borgarar og vinnuna

24/7/2019

Comments

 
Billede
​Vit eiga sjálvsagt at seta størri fokus á, hvussu føroyska samfelagið best møguligt kann minka um útlátið av veðurlagsgassi (CO2) frá olju til grønari orkukeldur næstu árini.

Men tað er týdningarmikið, at umhvørvið ikki verður misnýtt politiskt til at leggja fleiri gjøld á okkum borgarar og vinnuna.

Sporini ræða frá nú fráfarandi vinstrasamgongu, sum ikki himpraðist at taka munandi fleiri gjøld frá okkara borgarum og vinnuni, fyri at fíggja tann ovurhondsstóra útreiðsluvøksturin.

Tað liggur tíverri til hesar vinstraflokkar at senda rokningina fyri almenna útreiðslugildið til vinnuna og okkum borgarar, heldur enn at skipa tann almenna geiran enn betur og meira effektivan, eisini við at tora at tolma útreiðsluvøksturin.

Tí kann lættliga hugsast at enn fleiri gjøld fara at koma á okkum øll, eisini í við spjaldaramerkinum ”umhvørvisgjøld”, um vinstrasamgongan sleppur at halda fram eftir valið. Hetta vil tyngja privata húsarhaldið og kappingarførið hjá vinnuni.

Eg trúgvi ikki uppá at rætta leiðin at betra um umhvørvisdálking er avgjøld og tvingsil frá almennari síðu. Heldur eiga vit at halda áfram og víðka um sokallaðu ”eyggjanarskipanir”, sum gera tað bíligari hjá borgarum at leggja um frá oljunýtslu til grøna orku.

Skipanir við mvg-frítøku av grønari orkunýtslu til privata húsarhaldið eiga tískil at halda fram.

Á vinnuøkinum er tað serliga okkara skipafloti, sum stendur fyri stórum parti av CO2 útlátinum í samfelagnum. Her er neyðugt at álit aftur fæst á politisku skipanina frá fiskivinnuni, soleiðis at fiskivinnan við tryggum og langtíðarkørmum torir at gera íløgur í nýggj og meira orkuvinarlig skip.

Fólkaflokkurin og eg ynskja at arbeiða ítøkiliga við at betra um umhørvið í Føroyum og vilja seta út í kortið ein skilagóðan umhvørvispolitikk, sum flytur Føroyska samfelagið munandi framá leið næstu 4 árini.

Birgir Nielsen
valevni hjá fólkaflokkinum til løgtingsvalið

vilji og dirvi til broytingar

Comments

​Okkara eldru eru gull verd, okkara eldru hava skapt okkum samfelagið

23/7/2019

Comments

 
Billede
​Tí er tað okkara skylda at tryggja teimum eitt gott og virkið lív á eldri árum. Vit skulu tryggja teimum eina pensjón sum skapar tryggleika, í staðin fyri at leggja byrðar á og meta tey sum eina “útreiðslu” fyri samfelagið. Ofta verður tikið til, at pensionistar eru “dýrir” fyri samfelagið. Her verður hugsað um, at tey eru farin um tey 67, arbeiða ikki meira og skulu hava fólkapensjón so longi tey liva. Og so eru tey eldru natúrliga títtari brúkarar av heilsuverkinum. Og bara tað, at pensjónistar móttaka eina væluppiborna inntøku frá landinum eftir at verða farin av arbeiðsmarknaðinum, merkir ikki at tey kosta samfelagnum ein rúgvu. Hetta er burturvið.

Núverandi samgonga hevur avgjørt, at Samhaldsfasti verður skattað bæði við inn- og útgjald, og er tí ein pengamaskina hjá landi og kommunum, sum gongur út yvir fíggjarliga rásarúmi hjá okkara eldru borgarum. Tað er ikki rímuligt, og hetta vil Fólkaflokkurin arbeiða við at fáa broytt, um vit koma aftur í stjórn eftir komandi løgtingsval.

Í veruleikanum stendur landið í stórari skuld til hesi eldru, sum hava goldið skatt og avgjøld alt lívið, og verið við til at fíggja okkara vælferðarsamfelag. Og tey eldru gera í veruleikanum nógv fyri samfelagið. Tey hava eina vitan, sum bæði børn, ung og tilkomin kunnu læra av og gera brúk av. Nógv av hesum eldru hava eisini havt egna fyritøku, og kunnu tey læra víðari og verða mentorar hjá øðrum ungum sum byrja sína fyritøku.

Vit síggja at tey sita í nevndum bæði í nýggjum fyritøkum, og fyritøkum sum hava fleiri ár á baki. Tað er tí tey hava eina vitan, sum brúk er fyri. Og so gera tey eldru eitt stórt sjálvboðið arbeiði. Nevnast kann at skipa fyri inntøkugevandi tiltøkum fyri ítróttarfeløg, í heimavirkjum og hjálparfelagskapum. Tá barnafamiljur noyðast at arbeiða og ongin er at passa børnini, orsakað av, at tey eru sjúk ella tá barnagarðar og vøggustovur hava stongt av onkrari orsøk. Tá eru ommur og abbar kærkomin at heita á. Akkurát sum vit hava brúk fyri okkara børnum, okkara ungu, okkara tilkomnu, so hava vit eisini brúk fyri okkara eldru.

Ein rúgva av royndum, vitan og hjálp finst í hesum “gráa gulli”. Tí skulu vit gera alt fyri at livikorini á ellisárum eru so góð sum gjørligt. Vit skulu hava eitt heilsuverk við hágóðsku veitingum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar. Vit skulu fjølltátta bústaðarmøguleikarnar, so at tey kunnu velja at fara í annan bústað um ynski er um tað.

Vit eiga at taka hond um fólk sum eru slitin av tungum arbeiði áðrenn pensjónsaldur, og vit skulu tryggja teimum, sum vilja tað, at tað loysir seg at arbeiða eftir pensjónsaldur. Vit skulu geva hvørjum eistøkum eina trygga pensjónsskipan, sum er ein fyritreyt fyri góðum ellisárum.

Fólkaflokkurin vil varðveita rættin til fólkapensjón. At siga, at eldri borgarar eru ein byrða fyri samfelagið, er burturvíð. Tey eru tvørtumímóti gull verd.

Eitt gott  nøkur virðilig eldraár fyri øll.

Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið

Comments

​Hvar er okkara trygdarbelti?

23/7/2019

Comments

 
Billede
Tað er so forsynda at hoyra, at peningur manglar í allastaðni. Hvar ólukkan eru vit komin???

Veit um kvinnu, sum hevur sitið í songini í fleiri mánaðir og bíða eftir at sleppa at skifta knæ. Hoyrdi í gjár, at ein 91 ára gomul kvinna stendur á bíðilista til at skifta hoft. Hetta grunda á manglandi játtan.

Vinmaðurin, Sjúrður Knudsen, sum er stjóri á Heilbrigdinum á Velbastað, var í KVF í gjár, har hann greiddi frá, at viðgerðarstovnurin noyddist at lata aftur í 6 vikur, eisini grunda á manglandi játtan. Hann nevndi, at Blákrossheimið hevði sama trupulleika.

Útróðrarflotin liggur bundin at keikantinum, grunda á manglandi loyvi, tí at dagatalið er uppi. Fekk at vita frá útróðrarmanni, at fiskurin á Føroyagrunninum er við at verða “didda” rak, tí at tað er ikki nokk av føði til alla nøgdina av fiski, sum er inni á grunninum í løtuni. Tað gevur ikki meining, at sleppa at fiska, tá ongin fiskur er. Hetta er stórsta fiasko, ið hevur rátt fyri borgum í føroyskari søgu.
Menningarkvotur fyri 100 tals mill., sum eru tiknar frá verandi reiðarríum, eru ikki fiskaðar. Hesar upphæddir kundu komi landi og fólki tilgóðar. Ein partur av hesum peningi kundi verði brúktur til at hjálpt teimum gomlu, veiku og sjúku. Ja, og tað varð enntá kallað útoyggjamenning!!!

Tað manglar bara, at onkur av sitandi samgongupolitikkarum fara inn á gólvið í IDE-húsinum, at læra Birgir Andreassen, hvussu ein handil eigur av vera rikin.

Kanska skuldi samgongan fingið vitjan av “Luksusfælden”!

Forbarmi seg, Føroyaland!

Jonhard Danielsen
Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið 2019

Comments

​Tey tosa politikk

22/7/2019

Comments

 
Billede
Landið hevur ligið í stjórnarloysi meginpartin av árinum.

Í staðin fyri at skriva út val, tá samgongan ikki longur kundi “keypa” seg til meiriluta fyri sínum politikki, tí “keypsavtalurnar” ikki blivu hildnar, valdi løgmaður at leggja landið politiskt lamið til einaferð í september mánað, tá vónandi ein nýggj stjórn kann skipast.

Landsstýrið legði frá sær fyrst í mai mánað, men bleiv sitandi á taburettunum.

Hvørki løgmaður ella landsstýrisfólk hava verið til at fingið fatur á við undantak av Honnu Jensen, sum hevur sent myndir av sær sjálvum til fjølmiðlarnar annan hvønn dag.

Tey lata bara standa til. Byggigølurnar, Glasir og H-bygningurin fáa ongar avleiðingar. Óheimilaða meirnýtslan, sum kosta skattagjaldaranum ørandi milliónaupphæddir, verður tagd burtur.

Í staðin fyri at taka frágreiðingina frá Landsgrannskoðaranum til eftirtektar roynir løgmaður at undirgrava frágreiðingina.

Tá løgmaður í panikki boðaði frá, at hann fór at seta eina kanning í verk av Mentamálaráðnum í samb. við Glasirmálið, var løgmaður ógegnigur at standa fyri kanningini, tí leiðandi embætisfólk á Løgmansskrivstovuni og í Mentamálaráðnum vóru hjún.

Kanningin av Mentamálaráðnum bleiv, sum so nógv annað, ikki til nakað.

Tá løgmaður í summar skuldi staðfesta ábyrgd eftir at hava fingið ein advokat í býnum at fríkenna Menta- og Samferðslumálaráðið, var hann gegnigur. Bæði í samb. vid umbønina til advokatin og í samb. við niðurstøðuna um fríkenning.

Løgmaður visti ikki, hví hann var ógegnigur í samb við ætlaðu kanningina, men var gegnigur til at fríkenna ráðini.

Fyri at skúgva ábyrgdina frá sær, vísti hann til umsitingina á Løgmansskrivstovuni.

Tey flestu vita, at løgmaður er útbúgvin løgfrøðingur og hevur arbeitt sum advokatur, og tí er ein spurningur um gegnið, lættur hjá honun at svara uppá.

Tá løgmansstjórin metir seg at vera ógegniga at viðgera Mentamálaráðið í samb. við Glasir-gøluna, er hon ógegni.

Tá er hon eisini ógegnig at viðgera øll mál um Glasir-gøluna í Mentamálaráðnum.

Løgmansstjórin tók eina rætta avgerð, tí maður hennara, sum arbeiðir í Mentamálaráðnum, hevur havt ein høvuðsleiklut í Glasirmálinum.

Tey fremstu embætisfólkini í føroysku fyrisitingini fingu til uppgávu at kanna hvør annan, tí løgmaður ikki var førur fyri at liva upp til sína ábyrgd. Úrslitið var longu givið frammanundan.

Hesi somu sum hava verið við til at seta hvør annan í starv og sum sita saman á stjórafundi hvørja viku, eisini aðalstjórin í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, og viðgera mál sum Glasir og H-bygningin.

Meðan politiska atgerðarloysi stendur við og versnar, eru tey farin undir tað, sum tey eru allarbest til, at “tosa” politikk.

Tey, sum hava ábyrgdina av byggigølunum á Glasir og H-bygninginum og ørandi milliónaupphæddunum í meirnýtslu, Hendrik Old, Heðin Mortensen, Rigmor Dam og Sirið Stenberg, eru javnan frammi og “tosa” politikk.

Tað er eisini nógv lættari, at “tosa” politikk, enn at fremja politikk í verki.

Eisini Eyðgunn Samuelsen er komin á banan at “tosa” politikk. Ongin hevur hoyrt til hana í fýra ár, hóast hon hevur sitið sum landsstýrisfólk.

Hon fekk fleiri hundrað milliónir frá Løgtinginum til at gera barnaheim og onnur stovnspláss fyri, men lítið og onki er komið av skafti.

Ikki tí, hon hevur “ætlað” sær at bygt barnaheim.

Tað hevur hon ætlað leingi, so leingi, at barnaheimið er dýrkað frá 60 milliónum í 2017 til 130 milliónir í 2019, meðan hon í berum atgerðarloysi hevur “ætlað” at bygt.

Tað sama er við vælferðarlógini.

Henni hevur hon arbeitt við í fýra ár.

Vit hava hvørki fingið barnaheim ella vælferðarlóg.

Soleiðis kundi ein hildið áfram.

Hevði val verið útskrivað, tá løgtingsformaðurin var noyddur at koyra tingfólk til hús, høvdu vit havt eina nýggja stjórn, tá Tingið kemur saman á Ólavsøku.

Jacob Vestergaard

Comments

Grannalondini byggja nógv nýggj skip meðan vit gerast eftirbátar

22/7/2019

Comments

 
Billede
Fiskivinnupolitikkurin hjá hesi landsstýrissamgonguni hevur skapt so stóra óvissu í fiskivinnuni, at reiðarí tora ikki at byggja nýggj skip, tí hvør kann byggja skip ella keypa skip, sum ikki veit, um hann sleppur at fiska og fyri hvønn prís? Eisini hjá manningunum og teirra familjum, sum hava sítt livibreyð á sjónum, er óvissan stór av verandi politikki. Tí er alneyðugt at fáa skil aftur á fiskivinnupolitikkin.

Tað er ógvuliga umráðandi, at verandi samgonguflokkar ikki sleppa at halda fram við teirra fiskivinnupolitikki eftir komandi løgtingsval, tí hann er skaðiligur fyri menningina av okkara høvuðsvinnu og harvið eisini alt samfelagið. Tí er alneyðugt, eftir komandi løgtingsval, beinanvegin at gera nakrar grundleggjandi broytingar.

Vit avtaka uppboðssøluna av veiðirættindum
Tað fyrsta, sum má gerast, er at avtaka uppboðssøluna av veiðirættindum, tí hon hevur skapt ótryggleika í vinnuni og hjá teimum manningum og teirra familjum, sum hava sítt livibreyð í fiskivinnuni – ein ótryggleika, sum ikki gagnar nøkrum. Endurnýggjan av skipaflotanum er parkerað. Støðan er so óviss, at reiðarí tora ikki at byggja nýggj skip.

Uppboðssølan hevur harumframt ført við sær at bæði skip og manningar hava fingið munandi minni úrtøku, hon hevur kostað manningum stóra niðurgongd í inntøku, og uppboðssølan hevur – saman við tilfeingisgjøldum – drenað so nógvan pening úr fiskivinnuni, at grundarlagið fyri at gera neyðugar nýíløgur verður hótt.

Tað er álvarsamt fyri samfelagið, tá høvuðsvinnan ikki endurnýggjar og moderniserar seg, men steðgar upp og missur í mun til kappingarneytarnar í grannalondunum. Tað er tað, vit í løtuni síggja tekin um við verandi fiskivinnupolitikki. Nógv nýggj skip verða bygd í okkara grannalondum, meðan vit gerast eftirbátar. Hvør kann byggja skip ella keypa skip, sum ikki veit, um hann sleppur at fiska og fyri hvønn prís?

Fiskivinnan skal hava long og trygg rættindi
Ístaðin fyri verandi ótrygga politikk skulu vit hava eina tryggaloyvisskipan til fiskivinnuna við eini rímiligari uppsagnartíð, sum byggir á søgulig rættindi, og sum er umsetilig. Fiskivinnan skal hava long og trygg rættindi, tí tryggir karmar eru fyrsta og fremsta treytin fyri, at vinnan kann savna seg um at skapa størri virðisøking og útflutningsvirði við nýhugsan, menning, nýíløgum og modernisering.

Eydnast hetta, fara vit aftur at uppliva eina fiskivinnu, sum fer at gera frambrot og mennast, sum vit sóu fyri fáum árum síðan – og vit øll fáa ágóðan av hesum. Nýggj skip eru meira effektiv, og manningarnar hava betri umstøður, tey geva reiðarum og manningum størri úrtøku, og tey hava munandi minni útlát og dálka umhvørvið minni.

Fiskivinnan er eisini familjur og børn
Ofta verður fiskivinnan umrødd, sum fevndi hon bara um skip og reiðarí, stál og fiskidagar, men her mugu vit ikki gloyma, at fiskivinnan – eins og allar aðrar vinnur – fevnir um familjur við hjúnafelaga og børnum o.s.fr.

Vit mugu ikki gloyma, at konur og menn hava bygt hús og stovnað familju í áliti á eina yrkisleið innan fiskivinnuna. Eins og øll onnur hava hesi uppiborið trygg og stabil kor. Eisini tí er neyðugt at broyta verandi kós á fiskivinnuøkinum, har størv á sjónum, sum hesar familjur liva av, í løtuni verða seld á uppboðssølu! Hetta má fáa ein enda beinanvegin.

Gongur væl hjá vinnuni, fær samfelag okkara fígging til at hjálpa teimum veiku, sjúku ella teimum sum á ein ella annan hátt hava brúk fyri hjálp.

Her vil eg fegin brúka mínar politisku royndir til at hjálpa og gera mun.

Fólkaflokkurin fer at gera alt fyri at avtaka uppboðssøluna, so skjótt sum gjørligt eftir komandi val.

Jákup Mikkelsen

Løgtingsmaður og løgtingsvalevni Fólkafloksins

Comments

Loysn finnast á Nólsoyarleiðina áðrenn ársenda 2019

22/7/2019

Comments

 
Billede
Eg má siga, at tað er hugstoytt at síggja, hvussu niðurraðfest Nólsoyarleiðin er. Einki røkist fyri nakrari loysn og eg haldi, at nú skal avgerðin takast, um at byggja nýggja ferju til Nólsoyarleiðina.

Meðan politikarar í sera stóran mun tosa grønt og handla svart, er hetta júst eitt dømið um vánaliga handlingskraft og kanska manglandi vitan um, hvussu hettar kann loysast her og nú, og sum samstundis kann vera ein haldgóð loysn í fleiri ár. Uttan at fara at brúka tíð uppá at skriva um dugnaloysi í politiskari stýring av okkara samferðslu, so fari eg heldur at seta nakrar reglur saman um, hvussu hettar kann loysast áðrenn ársenda 2019.

Tað raður um, at tekna eina nýggja fergu, sum er tøknuliga framkomin, so ikki er neyðugt við diesel-motorum at sigla um fjørðin, men at hon verður el-drivin. Sjálvandi kemur ein slík ferja at hava nýmótans diesel-motorar, sum back-up umborð, sum krøvini eru í dag.
Landstýrið setur sær sum mál, at vera samd um hvussu fergan skal síggja út. Og áðrenn tekningin og spesifikatiónirnar eru endaligar, skal hettar leggjast fram á borgarafundi í Nólsoy.
Landið tekur eitt 12 ára langt lán úr útlandinum á 0,72 % í rentu, at byggja ferguna fyri so hettar ikki ávirkar fíggjarlógina meira, enn vanligi dýri raksturin av Ternuni.

Jú, Nólsoyingar hava uppiborið eina virðiliga farleið.
Eg, sum politikarni ynski at vit gera grønar verkætlanir fram í tíðina, og um vit ynskja at ferðavinnan skal vera eitt av okkara búskaparligu beinum, so skal sjálvandi hettar verða gjørt beinan vegin sum eitt stig á leiðini, til eitt av okkara búskaparbeinum.
Tað er óvirðiligt at okkara ferðafólk, sum hava hoyrt um okkara fraga sjógarp Nólsoyar Páll, fara út um fjørðin í einum skipið, sum gongur ímóti teimum 50 og at botnurin er meira ella minni karrotin, og sleppa ikki innaftur uttan at standa á bryggjuni í tímavís, tí avloysaraskipið er eitt aggamalt skrambul, sum strandferðslan kom dragsandi við úr útlandinum, og bleiv lappað fyri fleiri milliónir áðrenn tað fór í drift.
Nólsoyingar eru ikki eitt kompliserað fólkaslag, men nú haldi eg at teir skulu gera bart og seta eitt ófrávíkiligt krav um, at her má fáast ein loysn.

Tað er eitt av aðalmálunum, ið eg ætli at arbeiða fyri, um eg verði valdur á Løgting og verði ein partur av einari samgongu, verður ikki undirskrivað um hettar ikki er sett á skinnarin.

Vinarliga
Hans Andrias Kelduberg

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly