NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Arnfinn á Birtuni stillar upp fyri Framtakið (Video)

27/7/2018

Comments

 
Billede© Arnfinn á Birtuni
Tað skuldi verða stutt og greitt hvat Framtakið er og ikki er. At vit ikki hava politik um alt møguligt.

Vit hava eitt felags mál og tað er at avkriminalisera cannabis, til fordeil fyri sjúklingar first og fremst. 

Men av tí at nógv spyrja hvat man meinar um hettar og hattar, er man høgra, vinstra osv. so havi eg gjørt hendan lítla live video

​Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 28.07.2018
Kelda: Facebook hjá Arnfinn á Birtuni

Comments

Grundgevingin hjá JFK er órímilig

24/7/2018

Comments

 
Billede
Fiskivinnunýskipanin kann ikki vera orsøkin til, at Hanus Hansen kennir seg noyddan at selja, heldur løgmaður.

Tað hevur einki við fiskivinnunýskipanina at gera, at fiskastovnarnir nú eru verri fyri, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Les/Hoyr meira HER

JáH (y) 25.07.2018
Kelda: KVF (Uni Holm Johannesen)

Comments

Grundhugsjónin er, at ongin skal tjena pengar.

18/7/2018

Comments

 
Billede
Hendan sosialistiska samgongan er besta prógvið uppá, at fyri tað um reiðarar og annað gott fólk í vinnuni blíva revsaði og undirdýkt í skattum og avgjøldum,  so fær vanligi lønmóttakarin ikki meir í sín lønarposa fyri tað. 

Tað er nú staðfest, at  rakstrarrópið undan valinum  Fólksins ogn meintist  við landskassans ogn og er ikki komið út til arbeiðandi fjøldina enn. Við hesi samgonguni fer Fólksins ogn heldur ongantíð at náa út til alt  fólkið kring alt landið,  men verður uppetin áðrenn av sosialistunum í Tinganesi. 

Nýggir aktørar?
Samgongan sigur seg vilja hava nýggjar aktørar inn í fiskivinnuna ?  Men hvør hevur hug at fara inn í eina vinnu, har úrslitið mestsum er givið uppá forhond - nevniliga tú sleppur ikki at tjena pengar ?  Slettis ikki nógvar pengar.  Tú skalt stríðast og kempa, men bara so dánt yvirliva,  ikki nógv meir enn tað.

Ongin skal blíva ov sterkur
Eftir politikkinum  at døma, so  ynskja Høgni, Aksel og Poul  okkum aftur til 8-mannaførini og sluppungarnar. Har  føla teir  helst, at teir hava meir kontrol.  Teir mugu ikki missa kontrol.   Ongin skal blíva ov sterkur.

Higartil er  ikki nógv,  sum bendir á nakran serligan áhuga hjá øðrum at koma uppí fiskivinnuna. Hetta er væl skiljandi, tí fiskivinnan er ikki lokkandi, so leingi hendan sosialistiska  samgongan situr. Mest umráðandi er  at mjólka sum mest av peningi úr vinnuni inn  í landskassan. 

Óvinaliga  sinnað móti dugnaligum   reiðarum og  vinnulívsfólk
Vit hava eina samgongu, sum  er óvinaliga  sinnað móti dugnaligum   reiðarum og  vinnulívsfólki, sum tjena pengar. Tey skulu revsast.  Eisini  privatfólk, sum tjena pengar merkja avgjaldsøðina hjá hesi samgonguni.

Ístaðinfyri at gera ábøtur í  fiskivinnuni, har tað ikki gongur  væl, so fer samgongan eftir tí partinum av fiskivinnuni, har tað gongur væl og ger stóran skaða har. Ongin skal vága sær at stinga stavnin framum. Tey skulu skjóta á og ongin skal tjena pengar.

Harumframt kunnu tey eisini  rokna við at skula standa model til almenna útspilling.   Tað blívur meiningsleyst hjá vinnuni og øllum øðrum at tjena pengar. Allur framtakshugi og fyritaksemi verður køvt. 

Skulu vera skaffidýr?
Tað sýnist, at nýggju aktørarnir - og teir verandi skulu vera skaffidýr til almennu sosialistisku ovurnýtsluna, sum vit eru vitni til í dag.   Teir skulu hava tað sum krevst fyri at yvirliva, men  restin skal í stóra pott til Høgna, Aksel og Pól til teir at deila út.    Tað er undarligt um nýggir aktørar hava hug at fara uppí eina vinnu, har møguleikin at tjena pengar ikki er til staðar. 

Trælabindir
Kvf gjørdi í 2017 samrøðu við kenda skiparan og reiðaran Mortan Jóhannesen. Har segði hann m.a. at landsstýrið trælabant teir. Gjøldur bleiv tá gjørt burtur úr hesum, men við núverandi politikki, blíva hesi orðini meir og meir til veruleika.

Føroyar mugu bjargast undan sosialistunum í Tinganesi áðrenn øll okkara høvuðsvinna gevur skarvin yvir og kastar handklæðið í ringin.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, 

Comments

Kommunistisku Hógvarnir Hjá Samgonguni Stinga Undan!

11/7/2018

Comments

 
Billede
Nú skulu Høgni Hoydal og Poul Michelsen ognartaka rættin hjá jarðaeigarum at skipa egin privat viðurskifti á egnum lendi.

Tað undrar heldur ikki, at tað eru hesir báðir, sum nú fyrireika álop á privata ognarrættin. Líka síðan teir komu til, hava teir roynt at lýst viðurskiftini í føroysku hagunum ógreið og óskipað. Serliga hava teir ilt av, at jarðeigarar og bøndur fáa inntøkur av teimun nýggju lunnindunum, sum ferðavinnan førir við sær.

Søgan hevur óteljandi dømir um, hvussu tað hevur gingist, tá valdshavarar hava gjørt seg inn á privata ognarrættin og tikið rættindir frá jarðeigarum og bøndrum. Tað er ikki av ongum, at privati ognarrætturin er vardur í grundlógini.

Somu gomlu grundgevingarnar verða nýttar. Valdshavarirnir, Høgni og Poul, vita best, hvussu jarðeigarar og bøndur kring landið skulu skipa síni viðurskiftir. Saman við Visit Faroe Islands skulu teir umsita alla jørðina í Føroyum, bæði privatu- og festijørðina. Tey, sum eiga og hava rætt til jørðina og lunnindini, skulu ikki hava inntøkurnar.

Átakið líkist ætlanini hjá Tjóðveldi í 2008, tá Tórbjørn Jacobsen, táverandi landsstýrismaður, bar uppskot í Tingið, sum skuldi inndraga øll lunnindir frá festibøndum, til landsstýrismannin at umsita.

Privati ognarrætturin er grundleggjandi fyri eitt frítt og frælst samfelag og má ikki undirgravast av ráðaríkum kommunistum, hvørs fremsta endamál er, at staturin skal eiga og stýra øllum virksemi kring landið.

Slíkar ætlanir, sum tær hjá Høgna og Poul, eru vandamiklar og mugu steðgast beinan vegin. Teir hava onki lært av Mao, Lenin, Stalin, Hugo Chavez o.ø.

Vit hava galdandi lóggávu sum skipar øll viðurskiftir kring nýtsluna av høgunum, lunnindunum og øllum lendinum í Føroyum. Tað er ikki loyvt at ganga í bø og haga uttan við loyvi frá teimum, sum eiga lendi.

Føroyar eru allar matrikuleraðar, og hvørt matrikulnr. hevur ein ella fleiri tinglýstar eigarar. Tað eru eigararnir av lendinum, sum sambært lóggávu, stýra, reka, og røkja lendi í bø og haga.

Tað hava jarðeigarar og bøndur kring landið gjørt fyrimyndarligt í øldir. Tað eru hesi, sum við sínum dugnaskapi og royndum duga best at røkja bø og haga við tilhoyrandi lunnindum.

Tað er ein sjálvfylgja, at tað eru tey sum eiga og festa lendið, sum fáa tær inntøkur, sum lendið kastar av sær, um tað er frá ferðavinnu ella øðrum. Tað rakar ikki Høgna og Poul, hvat inntøkurnar verða brúktar til.

Eg kenni onki til, at føroyingar ikki kunnu ferðast í egnum landi, sum teimum lystir. Tað er nakað heilt annað, tá ferðaskrivstovur o.o., uttan at hava fingið loyvi til tað, brúka ognirnar hjá øðrum til at vinna sær sjálvum inntøkur.

Vónandi er onkur so frægur í samgonguni, at Høgni og Poul verða settir uppá pláss, so ætlaða ognartøkan verður steðga í føðingini.

Jacob Vestergaard

Facebook 12.07.2018

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.