NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sanders: Hilary MÁ vera tann næsti Forsetin í Amerika

25/7/2016

Comments

 
Billede
Bernie Sanders sum kappaðist ímóti Hilary Clinton um at vera Forseta-valeni hjá Demokratunum - hevur júst verið á pallinum og sagt, at Clinton má vera tann næsti Forsetin fyri Amerika.

Og sjálvt um Sanders royndi at rósa Clinton, so kundi ein týðiliga hoyra á røddini hjá honum, at maðurin varð rørdur og eisini kundi ein hoyra á fjøldini, at fjøldin als ikki varð einig í, at Clinton skuldi vera valevni hjá Demokratunum.

​JáH (y) 26.07.2016

Comments

Eyka vinnuskatturin hjá Høgna Hoydal er sentralisering sum fer at køva útjaðaran

24/7/2016

Comments

 
Billede
Eykaskattur og veiðugjøld á vinnuna í útjaðaranum í Føroyum fer beint í landskassan, sum ístaðin fer at brúka henda pening til almennan rakstur í høvuðsstaðnum. Harvið verður váðafúsur vinnukapitalur sogin úr Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Fuglafirði og øðrum vinnuplássum kring landið, og vit fáa eitt enn meira sentraliserað og nógv minni dynamiskt samfelag.

Tað er skakandi at hugsa um, hvussu sosialistisku ætlanirnar hjá Høgna Hoydal og verandi landsstýri fara at raka útjaðaran í Føroyum, tá ið uppboðssøla av arbeiðsplássum í vinnuni og eykaskattur á vinnuna kring landið er blivið til veruleika.
Tá ið ein so lesur tær áhugaverdu og upplýsandi greinarnar hjá eitt nú Búa Tyril og Óla M. Lassen, sum kanna og skriva nógv um vinnulig viðurskifti, kann tað ikki annað enn undra ein, hvussu Kringvarp Føroya bara tekur  teir somu sonevndu “serfrøðingarnar” inn til samrøður, meðan teir, sum hava onnur sjónarmið ikki verða tiknir upp á tungu, hóast teir hava gjørt vart við vandan við verandi fiskivinnupolitisku kós.
Tað tykist sum um, at tað hevur ikki áhuga hjá alment løntu journalistunum at lýsa hetta málið frá øllum síðum, og tað er ógvuliga ræðandi at hugsa um. Eru journalistarnir veruliga so samdir við verandi politikki landsstýrisins, at teir dylja avleiðingarnar av honum?
Eg havi fyrr gjørt alment vart við, at vinnuskatturin hjá Høgna Hoydal og uppboðssølan av arbeiðsplássunumí fiskivinnuni fara fyri tað fyrsta at gera vinnuna ótrygga og harvið eisini minni váðafúsa. Fyri tað annað fer hesin sosialistiski vinnupolitikkur at máa støðið undan vinnuplássunum kring landið, sum hava breyðføtt okkara land, og fer at draga enn meira pening til almennu arbeiðsplássini í høvuðsstaðnum.
Stutt sagt fer vinnupolitikkurin hjá Høgna Hoydal og hansara viðhaldsfólkum og -flokkum at sentralisera Føroyar enn meira við pengum, sum  verða tiknir úr vinnuni, tvs. teir verða fluttir frá vinnuligum íløgum kring landið, sum skapa og víðarimenna útflutning og vinnulig  arbeiðspláss kring alt landið, til alment forbrúk í høvuðsstaðnum til fleiri eftirlitisstovnar og umsiting.
Eitt er púra vist, og tað er, at einki fullveldi verður fíggjað við slíkum politikki. Tvørturímóti fáa vit minni inntøkur og størri almennar útreiðslur – snøgt sagt, verða vit fátækari sum samfelag.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin

Comments

Trump svarar Hilary/Obama aftur !!!

24/7/2016

Comments

 
Billede
Donald Trump er skjótur á Twitter og eisini her megnar hann at geva Hilary Clinton ein sera harðan dyst um Forsetasessin og hevur lagt ymisk út á Twitter, sum Obama fólkini søgdu um Clinton í 2008 - og tey tingini vóru ikki pen ..!

So kampurin um Forsetasessin er veruliga settir í gongd, og vit kunna rokna við, at hesin dysturin verður undirhaldandi, góður og ikki minst skemtingarsamur.

Sjá klipp niðanfyri:

JáH (y) 24.07.2016

Comments

Forsetin Barack Obama ger gjøldur burturúr Trump!

24/7/2016

Comments

 
Billede
Forsetin í Amerika, Barack Obama ger gjøldur burturúr ríkmanninum Donald Trump og fortelur tí amerikanska fólkinum, hví tey skula velja Hilary Clinton frammum Trump ...!

Sjá klipp niðanfyri:

JáH (y) 24.07.2019

Comments

Steinbjørn O. Jacobsen virkandi borgarstjóri

22/7/2016

Comments

 
Billede
Meðan Jógvan Skorheim, borgarstjóri, er í summarfrí, hevur varaborgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, tikið við sum virkandi borgarstjóri.
​

Frá í dag 22. juli og til 1. august verður tað Steinbjørn O. Jacobsen, sum røkir borgarstjórastarvið.

Steinbjørn O. Jacobsen hevur áður verið borgarstjóri í tvey býráðsvalskeið, 2001-2004 og 2005-2008. Hann var fyrstu ferð valdur í býráðið í 1997 og hevur verið býráðslimur øll árini síðani, tvs. hetta er fimta býráðssetan hjá honum.

Umframt sum borgarstjóri hevur Steinbjørn drúgvar royndir sum formaður og limur í fleiri ymsum býráðsnevndum. 

Hesa býráðssetuna er Steinbjørn O. Jacobsen varaborgarstjóri, formaður í Teknisku Nevnd og Ferðslunevndini, umframt at hann er limur í trivnaðarnevndini Eldri & Bústaðir og Havna- & Vinnunevndini.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Talan hjá Donald Trump (Video)

21/7/2016

Comments

 
Billede
Talan hjá Donald Trump kann hoyrast og síggjast niðanfyri - eftir at tað nú er vorði greitt at ríkmaðurin Donald Trump verður Forsetavalevni hjá tí Republikanska Flokkinum í Amerika.

Sjá video (sjá allar partarnir) niðanfyri:

JáH (y) 22.07.2016

Comments

So er tað alment: Donald Trump er valevni hjá Republikanska flokkinum!

21/7/2016

Comments

 
Billede
Í dag er Donald Trump tikið við, sum valevni hjá tí Republikanska flokkinum og skal hann sostatt byrja at berjast ímóti valevninum Hilary Clinton, ið er valevni hjá tí Demokratiska flokkinum.

Og ongin ivi er um, at hetta fer at vera eitt deiliga skitið spæl, tá ið hesi bæði fara at møtast á pallinum og verður sikkurt eitt spæl fyri allar pengarnar.

Spurningurin er so um sjarman hjá Trump er nokk til at hann fer at vinna Forsetavalið í Amerika.

JáH (y) 21.07.2016

Comments

Donald Trump sera ópopulerur ímillum tey ungu í Amerika!

13/7/2016

Comments

 
Billede
Hóast tað hevur gingið gott hjá Donald Trump í tí amerikanska valstríðnum, so vísur ein nýggj kanning, at Trump er sera ópopulerur ímillum tey ungu í Amerka. 

Nærum tveir triðipartar meina, at maðurin er rasist og bert 19 prosent av teim spurdu hava eina jaligan áskoðan á Trump.

Og tað er heldur ikki so merkiligt, tí maðurin hevur sagt sera mong ting, sum fólk úr Amerika hava tikið illa upp - og nú sær tað so eisini út til, at tað kemur at sláa bakk hjá honum ..!

JáH (y) 13.07.2016

Comments

Amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, vitjar Føroyar

12/7/2016

Comments

 
Billede
Tann 26. juli byrjar vitjanin hjá amerikanska sendiharranum í Danmark, Rufus Gifford, í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, er vertur fyri vitjanini. Við sær á ferðini hevur Gifford mann sín, Stephen DeVincent.

Á vitjanini fer sendiharrin at hava fundir við løgmann, landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýrismannin í fiskivinnumálum og Ríkisumboðið. Evni á fundunum verða ymisk mál av felags áhuga millum Føroyar og amerikanska samveldið, herundir handils- og vinnusamstarv.

Sendiharrin fer at luttaka á ymsum tiltøkum í sambandi við ólavsøkuna, og fer eisini at seta og luttaka í Faroe Pride skrúðgonguni tann 27. juli.

JáH (y) 12.07.2016
Kelda: Løgtingið


Comments

Bretland: Cameron gevst mikudagin!

11/7/2016

Comments

 
Billede
Forsætisráðharrin fyri Bretland, David Cameron gevst mikudagin og hevur seinasta fundin ímorgin ...

Avgerðin kom eftir, at Bretland vildi úr ES og sum øllum kunnugt, so varð Cameron stórur forsprákarin fyri ES.

Nýggi Forsætisráðharrin fyri Bretland verður Theresa May, sum er í tí Konservativa Partí'inum í Bretlandi. Hon hevur eisini verið Innanríkismálaráðharri og David Cameron ivast ikki eina løtu í, at júst hon fer at megna uppgávuna, at vera komandi Forsætisráðharri fyri Bretland. Sjálvur metti Cameron ikki tað vera rættvíst, at hann eftir Brexit - fekk fólkið úr Bretlandi ímóti sær ...!

JáH (y) 11.07.2016

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.